Mamman legði so søguna út á Facebook, sum eina ávaring til restina av fólkunum, ið búgva í Kollafirði.
Tá ið so pápin fekk at vita um søguna, so bleiv tað melda til løgregluna, men løgreglan hevur ikki so nógv at ganga eftir. Jens Jensen úr Kriminaldeildini hjá løgregluni sigur við KVF í morgun, at teir sóknast eftir einum manni, sum koyrir í einum hvítum bili, hann hevur høguskegg og møguliga eitt akker á arminum og biður fólk kontakta seg, um tey hava verið út fyri líknandi hending.
JáH (y) 05.04.2016