NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýggjársrøða løgmans 2025

31/12/2025

Comments

 
Picture
Góðu føroyingar.

Eitt myrkt heystarkvøld í oktober 1943, mitt í harðastu krígstíð, fer ein lítil, klænvaksin kvinna í tjúgunum sáttliga gangandi út eftir eini lítlari bryggju í Sydhavnini í Keypmannahavn. 


Hon gongur róliga, hóast hjartað dukar í bringuni. 

Við sær hevur hon mest týðandi ognir sínar, tí hon skal flýggja undan týsku hersetingini í Danmark.

Unga kvinnan er Sanna Dahl, nýútbúgvin lækni. 

Hon vil sleppa heim til Føroya, hóast hon veit, at ferðin er lívshættislig.

Í myrkrinum hómar hon útróðrarbátin, sum skal føra hana og eina jødiska familju um Oyrarsund. Verða tey tikin, er endin vísur. 

Umborð valdar tøgn. 

Ikki fyrr enn tey koma í svenskan sjógv, kunnu tey draga andan lættari. Fyrsti parturin av vandamiklu ferðini til Føroya er av. 

Sanna Dahl ferðaðist ímóti streyminum og kom heim undir krígnum. Tað læt seg í roynd og veru ikki gera. Men hon gjørdi tað. Úr Danmark til Svøríkis til London til Skotlands – og seinasta strekkið við einum skipi, ið sigldi bretskar hermenn úr Skotlandi til Føroya. Ferðin tók 13 mánaðir.

Hon vildi sleppa heim, tí hon visti, at læknatrotið var stórt í Føroyum undir krígnum. Hon sá tað sum sína skyldu at vera ein partur av loysnini. 

Hóast tað í ár eru 80 ár, síðan kríggið endaði, eigur søgan um Sannu Dahl framvegis at vera okkum ein fyrimynd.

Tí hon gramdi seg ikki um, at einki bleiv gjørt. Hon bað ikki onnur fara.

Hon tók ábyrgdina á seg. 

Enn í dag taka føroyingar stóra ábyrgd – á fleiri økjum.

Vit taka ábyrgd av egnum lívi; av arbeiðsstøðu, fíggjarstøðu, húsi og heimi. 

Vit taka ábyrgd av børnunum. Vit læra tey at rætta eina hond, har hon munar, og at lata, har lítið er til.

Vit taka okkum av foreldrunum, tá ið tey eldast, og vit hjálpa, tá ið sjúka rakar vinfólk og grannar. Við borðið er altíð pláss fyri einum afturat – og ein song er altíð tøk, um onkrum tørvar innivist.

Vit taka eisini ábyrgd av felagsskapinum. Vit rinda hvønn mánað part av lønini í felagskassan, og vit leggja óteljandi sjálvbodnar tímar í ítrótt, samkomulív og vælgerandi arbeiði.

Á hesum økjum taka vit dagliga ábyrgd. Í gerandisdegnum standa gomlu virðini framvegis sterk.

Tað er, sum landsliðsvenjarin í mansfótbólti, Eyðun Klakstein, skrivaði í eini tíðargrein í heyst:  

“Føroyar eru ikki tað mest upplagda staðið at byggja eitt samfelag – á hesum fjarskotnu, eirindaleysu og kørgu oyggjum. Her byggir øll framgongd á samstarv og samhaldsfesti – millum fólk, í familjum, í bygdum og um alt landið.” 

Soleiðis hevur altíð verið. Og við tíðini løgdu vit hetta lívsneyðuga samhaldsfestið í skipanir, so øll fingu somu møguleikar. Tað kravdi stríð, áhaldni og treiskni. Tað tryggjaði okkum eitt av heimsins bestu, javnastu og tryggastu samfeløgum. 

Men vandi er í hvørjari vælferð.

Vælferðarskipanirnar vóru ongantíð ætlaðar sum ein koddi at hvíla á. Hinvegin var ætlanin at skapa bestu fortreytir fyri arbeiðssemi í einum virknum lívi. 

“Ger tína skyldu – og krev síðani tín rætt”, ljóðar gamla slagorðið. 

Men seinnu árini er okkurt broytt. Eg haldi, at vit í størri mun eru farin at gloyma fyrra partin um skyldur og ábyrgd. Í staðin leggja vit dent á seinna partin – um krøv og rættindi.

Men vit kunnu ikki krevja rættindi, um vit ikki fyrst taka ábyrgd.   

Vit kunnu ikki krevja vælferð, um vit ikki vilja rinda fyri hana.

Og vit kunnu ikki krevja meira í egnan part, um ikki onkur annar samstundis fær minni.

Tí einki kemur av sær sjálvum. 

Tað gjørdi tað heldur ikki hjá Sannu Dahl.

Alt lívið tók hon ábyrgd, har hon sá ein tørv. 

Hon leitaði sær nýggja vitan og lærdi fegin frá sær.

Sanna granskaði eitt nú í arvaeginleikum, krabbameini og tuberklum. Hon tók stig til Krabbameinsfelagið og mjadnarkanningar hjá smábørnum. Hon bygdi upp røntgendeildina og fór sjálvboðin undir kanningar fyri bróstkrabba – eftir arbeiðstíð. Veturin 1946-47 var hon einsamallur hjálparlækni, og hon arbeiddi bæði nátt og dag.

“Hvat kann eg gera?” spurdi unga Sanna, tá ið hon frætti um læknatrotið í Føroyum. 

Og hesin spurningurin myndaði alt hennara læknavirki. 

Hann hevur eisini í øldir myndað føroysku ábyrgdina hvør fyri øðrum – og eyðkenda samhaldsfestið. 

Men gamli spurningurin “Hvat kann eg gera?” verður nú spakuliga avloystur av nýggja spurninginum: “Hví gera tit ikki okkurt annað?"

Heldur enn at taka ábyrgdina á okkum sjálv, leggja vit hana á tey, sum royna. Heldur enn at vera ein partur av loysnini, finnast vit at.

Hetta síggja vit støðugt fleiri dømi um.

Nútíðar Sannur, sum síggja ein tørv og taka ábyrgd - sum leggja sjálvbodna orku í ítrótt, vælgerandi arbeiði ella góðviljað átøk - merkja hesa gongdina.

Og vit merkja hana eisini í politikki.

Fólk eru samd um, at landskassin skal hava yvirskot, og at neyðugar broytingar skulu gerast. 

Men neyðugu broytingarnar skulu helst raka onkran annan. 

Sama um vit gera broytingar í landsstýrinum, landsfyrisitingini, skúlaverkinum, heilsuverkinum, almannaverkinum, fiskivinnuni, alivinnuni, pensjónini, í gjøldum ella avgjøldum, ja, so eru vit fyri – so leingi sum tað ikki rakar okkum sjálv. 

Eg skilji væl, at hvør varir um sítt. Men vit kunnu spyrja: Er hetta samhaldsfast? 

Skulu vit leggja kommunur saman? Ja. Bara ikki mína kommunu. 

Skulu vit leggja skúlar saman? Ja. Bara ikki mín skúla. 

Skulu vit leggja stovnar saman? Ja. Bara ikki mín stovn.

Øll eru samd um, at ábyrgd skal takast. Men onkur annar skal helst taka hana. 

Hesum eru vit øll samsek í. 

Ikki minst vit politikarar. 

Tí mangan síggja vit politikarar okkara egna lokaløki greiðari enn heildina. Mangan taka vit okkara egna veljaraskara fram um tað, sum er best fyri flest. Og mangan eru tað kenslur ella populisma, sum stýra, heldur enn skilvísi, so vit býtast upp í smáar, veikar bólkar í staðin fyri at virka sum ein sterk eind. 

Vit noyðast at arbeiða betur saman – tvørtur um lokaløki, tvørtur um flokkar og tvørtur um áskoðanir. 

Eins og hjá Sannu er tað okkara skylda at vera partur av loysnini. 

At spyrja, hvat vit kunnu gera. 

At taka ábyrgd.

Góðu føroyingar.

Hyggi eg aftur á farna árið, so hava verið nógvar stórar løtur. Úr rúgvuni kunnu nevnast Oyggjaleikir, hondbóltur, fótbóltur og norðurlandaráðsvirðislønir. Hesar løturnar hava gjørt meg ernan – og tær hava savnað okkum sum tjóð. 

Politiskt hava vit hetta valskeiðið havt nógv stór mál. Vit hava framt broytingar fyri at bøta um haldførið og vælferðina.

Eg veit, at nógvar avgerðir ikki hava verið væl lýddar, og eg viðurkenni, at áralagið hjá samgonguni ikki altíð hevur verið líka vakurt. Tað er jú ein sannroynd, at stór mál øsa sjógvin og gera róðurin truplan.

Men hóast árar viðhvørt hava borið saman, og hóast onkur hevur mist eitt tak, hava vit kortini støðugt havt framdrátt. Hóast tað hevur brotið í bæði borð, hava vit hildið stavnhaldið: nevniliga at framtíðartryggja føroyska vælferðarsamfelagið.

Hyggja vit inn í komandi tíðir, er greitt, at vit mugu seta fleiri truplar nýskipanir í verk. 

Vit mugu øll lata, fyri at okkara børn skulu fáa eina góða og trygga framtíð í Føroyum. 

Vit mugu øll lata, fyri at okkara foreldur skulu fáa nøktandi røkt, gerast tey óhjálpin.

Og vit mugu øll lata, fyri at okkara kjarnuvælferð kann vara við.

Hesi rættindi, sum í dag eru sjálvsøgd, eru í vanda. Tí mugu vit gera broytingar.

Tær fara at raka onkran.

Vit eru byrjað ovast uppi. Í politiska bygnaðinum. Hjá okkum sjálvum. Tað var mín avgerð. Eg haldi, at tað var ein røtt avgerð. Men vit mugu gera meir.

Vit mugu eisini gera okkara skipanir einfaldari. Eitt so lítið land sum okkara kann ikki hava so tungar og tvørligar skipanir. 

Endamálið við hesum broytingunum er tað sama, sum mítt politiska lív altíð hevur snúð seg um: At varðveita eitt javnt samfelag við samhaldsfesti millum fólk og ættarlið. 

Jøvn samfeløg, har øll taka ábyrgd hvør av øðrum, eru tey bestu og tryggastu.

Og vit mugu áhaldandi skapa tryggleika her heima. Serliga nú støðan úti í heimi er ótrygg. 

Í bókini um Sannu Dahl sæst, hvussu kríggið ávirkaði gerandisdagin. Einki postsamband, myrkalegging og eingin sosialhjálp. 

Kríggið elvdi til ótta og ørkymlan – men fekk eisini fólk at hjálpast og taka ábyrgd. 

Eftir áratíggju við friði hava vit aftur óvissu. Vit hava hóttanir í eystri og hóttanir í vestri – og heimsveldini sýta ikki fyri at leggja onnur lond inn undir seg við hermegi. 

Ótryggleikin er komin nærri. 

Í seinastuni hava vit sæð hybridatgerðir, sum raka okkara grannar. Og nýggjasta útmeldingin frá USA rakar beint inn í ríkisfelagsskapin. 

Vit verða drigin við, um vit vilja tað ella ei. Tí mugu vit gera okkara. Hóast vit eru smá. 

Vit lata ongan iva vera um, at heimssamfelagið skal regulerast við lóg og altjóða rætti – ikki við hermegi. 

Og við vesturlendskum virðum standa vit saman við Evropa – serliga við hinum Norðurlondunum.  

Góðu føroyingar.

Nú árið rennur út, eru nýggjárshald kring alt landið. Men ongastaðni so stórsligið sum í heimbygdini hjá Sannu Dahl. 

Í Vági savnast fólk til víðagitna nýggjárshaldið.

Hans í Líðini, sáli, lýsir tað soleiðis: 

Hesa løtu kennist onki stríð ella klandur, tí her er øll bygdin saman. Her ganga øll lið um lið vestur ímóti Sandinum, har alt tað gamla skal brennast. 

Her ganga bøfressar, bakka- og líðarmenn saman við løðhamarsmonnum og toftamonnum, her ganga kikslamenn og traðarmenn saman við tippismonnum og teimum uttan av marknaroyri, og lið um lið fylgjast kirkjufólk og baptistar. 

Fyrireikingarnar til nýggjárshaldið í Vági eru drúgvar, og í hesum arbeiðinum verða allar ósemjur lagdar til viks. Øll arbeiða saman, og øll taka ábyrgd fyri at gera kvøldið so gott sum gjørligt. 

Tað er fyrimyndarligt.

Og gamlaárskvøld er høvi at draga saman um farna árið - og líta fram.

Eg hugsi um tykkum, sum í kvøld gleðast og eru vónrík. Sum síggja fram til okkurt stórt. Má alt gangast tykkum væl – og mugu tit merkja stóra samgleði. 

Eg hugsi eisini um tykkum, ið stúra, stríðast og syrgja. 

Hóast lagnan mangan er trupul at skilja, vóni eg, at tit í myrkum løtum kenna glæmuna av tí umsorgan og hjálp, sum altíð hevur myndað tilveruna í Føroyum. 

Mugu vit føroyingar áhaldandi hjálpa hvør øðrum í myrkum døgum – eins væl og í ljósum.

Skal eg at enda bera fram ein málsetning fyri hetta komandi árið, so fari eg at vísa til dygdirnar hjá Sannu Dahl.  

At vit síggja tørvin og taka ábyrgd. 

At vit gera okkara skyldu, áðrenn vit krevja okkara rætt. 

Og at vit byggja brýr og arbeiða saman um avbjóðingarnar – fyri fólk og framtíð. 

Gott nýggjár, øll somul,

Gud signi Føroyar.

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen, KVF

Ensk týðing av røðuni kann lesast her.

Løgmansskrivstovan

Comments

Dagførd avmarkandi tiltøk

31/12/2025

Comments

 
Picture
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag gjørt av, at Føroyar 1. januar 2026 seta dagførd avmarkandi tiltøk í verk.

Dagførdu avmarkandi tiltøkini fevna um persónar og eindir, sum eitt nú vera mett at hava framt gerðir ella hava viðvirka í sambandi virksemi, sum hevur til endamáls at ávirka støðufesti hjá londum í Evropa. Hetta kann til dømis fevna um netálop, uppíblanding í fólkaræðisligar skipanir, njósnaraátøk, álop á kritiskt undirstøðukervi, undir einum nevnt hybridar hóttanir.

Talan er um tiltøk móti likamligum og løgfrøðiligum persónum og eindum, sum eru fevnd av avmarkandi tiltøkunum sambært fyriskipan Evroparáðsins nr. 2024/2642 frá 8. oktober 2024. Noreg setti hesi tiltøk í verk í juli 2025.

Millum tey feløg, ið verða fevnd av dagførdu avmarkandi tiltøkunum, eru russisku feløgini Murman Seafood og Norebo JSC, sum higartil hava havt fiskiloyvi í føroyskum sjógvi sambært fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland. Skip hjá hesum feløgum kunnu hereftir sostatt ikki fáa fiskiloyvi til veiðu í føroyskum sjógvi, eins og skipini ikki kunnu koma í føroyska havn. 

Harumframt verða fleiri skip løgd afturat listanum við tanga- og farmaskipum, sonevndi “skuggaflotin”, sum millum annað verður nýttur til at koma uttanum avmarkandi tiltøkini um prísloft á russiskari olju og gassi.

Kunngerðin við tiltøkum, sum koma í gildi 1. Januar 2026, er tøk her. 

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Comments

Ægir savnar fløskur inn leygardagin

30/12/2025

Comments

 
Picture
Ægir savnar fløskur leygardagin (3. januar 2026 frá kl. 13:00) í Klaksvík og rundan um Klaksvík.

Hava tit fløskur at lata Ægi, so kunnu tit seta tær fram.

Tað ber eisini til at skriva til okkum á Facebook ella senda mail til [email protected] og biðja okkum koma eftir teimum.

​Ægir Klaksvík

Comments

Johnhard Danielsen leggur FAKTA á borið!!!

29/12/2025

Comments

 
Picture
Góði borgari. 

Nógv er sagt.
Nógv er skrivað.
Men nógv meira hevur verið fjalt. ⚠️

Eftir at tað kom fram, at svik var farið fram undir valinum í Oyndarfirði, hevur ein grundleggjandi spurningur hingið í luftini:

Hvussu kundi úrslitið verða góðtikið? ❓
Hvat var tað, sum veruliga hendi handan stongdar dyr?
Hvat vistu tey – og nær vistu tey tað? ❓

Nú kanst tú hoyra svarið.
Í hesi upptøkuni – ein fundarupptøka, sum ongantíð áður er hoyrd – hoyrast orð, sum broyta alt.

Her viðmælir sitandi borgarstjóri, at úrslitið skuldi góðkennast,
sjálvt um vitanin longu var til staðar um, at alt ikki hevði gingið rætt fyri seg.

Hetta er ikki giting.
Hetta er ikki tulking.

​👉 Hetta er upptøkan. Hoyr upptøkuna, klikk link herundir.
🗓️ Upptøkan er frá 28. novembur. 2024

​✔️ Á hesum fundi verður valið góðkent.

Jonhard Danielsen 

Klikk link her... https://www.facebook.com/permalink.php/?story_fbid=122098429341192356&id=61585770689037

https://www.facebook.com/share/v/1PXevjSqN1/ 

Comments

Heiðurstekin til fýra sløkkiliðsmenn

22/12/2025

Comments

 
Picture
Fríggjadagin var heiðursløta í Skúlanum við Streymin, har Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum, handaði fýra limum í Sunda Sløkkiliði silvurheiðurstekin fyri trúgva tænastu.

Løtan var væl skipað av Sunda Kommunu, har borgarstjórin, Eyðstein Zachariasen, bjóðaði vælkomin, áðrenn landsstýrismaðurin segði nøkur orð og handaði heiðursteknini til teir fýra.

Hesir vóru:

Jón Láadal, 33 ár í Sunda Sløkkiliði
Símun Niclasen, 32 ár í Sunda Sløkkiliði
Helgi Elttør, 31 ár í Sunda Sløkkiliði
Magnus Madsen, 27 ár í tilbúgving í Føroyum, harav tilbúgvingarleiðari í Sunda sløkkiliði síðani oktobur í fjør.

“Takk fyri tykkara trúgvu tænastu, tykkara styrki og tykkara áhaldni”, segði landsstýrismaðurin millum annað til løtuna, har familja, vinir og onnur sløkkiliðsfólk eisini vóru komin at heiðra teimum fýra.

Myndina eigur Sunda Kommuna.

Tilfeingis- og vinnumálaráðið

Comments

Jólaskipi kemur í dag klokkan 18:00

19/12/2025

Comments

 
Picture
Jólaskipi kemur í dag klokkan 18:00

Vit hava havt sjálvan høvuðsjólamannin í telefonini! 🎅🏻

Hann boðaði spentur frá, at Jólaskipið hevur loyst, og er farið at sigla av Norðpólinum við beinari kós móti Føroyum – beint ímóti Klaksvíkini, har teir vænta at leggja at fríggjakvøldið tann 19. desember kl. 18 🎅🏻

Føroya Sjómannadagur

Comments

Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir á Fossum

19/12/2025

Comments

 
Picture
Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, lýsir Klaksvíkar kommuna við hesum lendi á Fossum til sølu.

Samlaða verkætlanarøkið á Fossum er uml. 3 ha, harav eitt grundøki á uml. 3400 m2 til ein komandi kommunalan stovn (barnagarð).

Talan er um sølulendi á uml. 26.000 m2. Byggiøki 1 er uml. 22.000 m2 og er staðsett millum Fossabrúgv og komandi vegin Á Fossum, meðan byggiøki 2 á uml. 3800 m2 er niðanfyri Fossabrúgv.

Dentur verður lagdur á at hava økir, geirar o.a., ið verða útløgd sum fríøkir, sum bindilið millum komandi býlingarnar.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til eina útstykkingarætlan um, hvussu økið og byggingin verður skipað.

Boðgevari kann velja at gera uppskot til útstykkingarætlan fyri tey tvey byggiøkini og stovnin ella einans gera útstykkingarætlan fyri eitt ella bæði byggiøkini, ella koma við einum uppskoti til útstykking av parti av sølulendinum.

Kostnaðurin fyri økið, sum er til sølu, er kr. 480 kr./m2, t.v.s. kr. 12.480.000 og eitt íbindingargjald pr. búeind, sum svarar til 120 kr/m2

Freist at lata tilboð inn er 6. februar. 2026 kl.12.00.

GG: Freistin at lata boð er flutt frá 9. jan. 2026 til 6. feb. 2026, tíðarætlanin á s. 10 í útbjóðingarskrivinum er somuleiðis dagførd tilsvarandi.

Við heimild í omanfyri nevndu kunngerð stendur kommununi frítt at velja millum innkomnu tilboðini ella ongum at taka av. Innkomin tilboð verða viðgjørd í trúnaði, til ognin er seld.

Útbjóðingarskriv lendi á Fossum II
Fylgiskjal 1
Fylgiskjal 2
Fylgiskjal 3
Fylgiskjal 4
Fylgiskjal 5


Klaksvíkar Kommuna

Comments

Býráðsskrivstovan um jólini

18/12/2025

Comments

 
Picture
Í sambandi við jóla- og nýggjárshøgtíðina verður býráðsskrivstovan stongd frá mánadegnum 22. desember 2025. Opið verður aftur mánadagin 5. januar 2026.

Borgarar, sum hava átrokandi boð til kommununa hetta tíðarskeiðið, kunnu seta seg í samband við.:

> Eru trupulleikar við vatnveitingini o.tl. tel. 225272 (Vatndeildin)
> Annað, so sum vegir, kloakk v.m, tel. 554100 (Vegadeildin)
> Barnaverndartænastan tel. 219181 ella [email protected] (Barnaverndin)
> Grótbrotið er somuleiðis stongt hetta tíðarskeiðið. Eru átrokandi ørindi, fæst samband við Grótbrotið á tel. 228280.

Endurnýtslan hevur opið gerandisdagar. Tvs. at hetta tíðarskeiðið hevur Endurnýtslan stongt almennar frídagar, men hevur opið sum vanligt aðrar dagar. 31. desember er stongt. 

Barnatannrøktin er í jólafrí frá 19. desember til 5. januar 2026. Tannapínuvakt verður tó gerandisdagar ímillum jól og nýggjár. Ringjast kann á tlf. 216651 ímillum kl. 10 og 11, har nærri avtala verður gjørd. 

Býráðsskrivstovan hevur telefon 41 00 00, har ein sjálvvirkandi telefonsvarari veitir upplýsingar um omanfyri nevndu og onnur telefonnr., har borgarar kunnu ringja.

Klaksvíkar kommuna ynskir øllum eini gleðilig jól.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Býráðsskráin 18. desember

17/12/2025

Comments

 
Picture
Býráðsfundur verður hósdagin 18. desember kl. 17:30. Til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni.

Býráðsfundurin verður hildin í Varpinum, har regluligu fundirnir hjá býráðnum verða hildnir. Til ber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á stream(.)fo og á FM 98,7.

Býráðsskráin kann takast niður her: Býráðsskráin 18. november 2025

Klaksvíkar Kommuna 

Comments

Smyril siglir í dag

14/12/2025

Comments

 
Picture
Smyril siglir í dag

Sunnudag 14. desember verður siglt soleiðis á leið 7: Av Havnini kl. 07:00. Av Krambatanga kl. 09:30 Av Havnini kl. 12:00.

Síðani verður siglt smbr. ferðaætlan .

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í smb. við fráferð og komu hjá Smyrli.

Strandfaraskip Landsins

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.