NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýggjársveitsla fyri børn í Betesda

27/12/2024

Comments

 
Picture
Aftur í ár er tað ein serstøk gleði at bjóða sunnudagsskúlabørnunum á nýggjársveitslu leygardagin 28. desember í Betesda. 

​Kl. 11:00 Veitsla fyr børn, 0-3 ár
Kl. 15:00 Veitsla fyri børn, 4 ár og til og við 1. flokk
Kl. 19:00 Veitsla fyr børn, 2. flokkur og eldri

​Øll børn er vælkomin, eisini at bjóða vinum sínum við.

Betesda

Comments

Boða frá nýggjársbáli

27/12/2024

Comments

 
Picture
Ætlar tú at brenna bál nýggjársaftan? So skalt tú minnast til at skráseta teg hjá Sløkkiliðnum. Her er vegleiðing til skráseting til borgarar, ið ætla sær at brenna bál á nýggjárinum. Øll bál skulu skrásetast.

Umframt at fylgja vegleiðing og galdandi reglugerð á økinum, eiga atlit eisini at verða tikin til grannarnar, um bálið verður brent í íbúðarøki. Góður siður er tí at kunna grannalagið, áðrenn bál verður brent nærhendis bústaði. Bálbrenning skal altíð fylgja vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni.

Boða frá nýggjársbáli her: Nýggjársbál 2024

Í sambandi við bálbrenning og brenning í smá­um heimaovnum og í eldstaði eru her nøkur dømi um, hvat kann brennast, og hvat ikki kann brennast.

Hetta er loyvt at brenna:
Reinur og turrur óviðgjørdur viður
Ólitað pappír og papp
Jóla­trø og annað grann

Hetta er ikki loyvt at brenna:
Plast og gummi (t.d. flamingo, dekk, nótir, posar og annað)
Viðgjørdur og málaður viður
Sagu­spønir og spønplátur
Húsarhaldsburturkast
Vandamikið burturkast (t.d. máling, battarí, olja, oyðingarevni, loysingarevni o.a.)
Klæðir, leður og annað
Dagbløð og vikubløð (viðgjørt papír)

Klaksvíkar Kommuna



Comments

Nettrygdarstigið verður hækkað við nýggjari nettrygdarlóg

25/12/2024

Comments

 
Picture
Til tess at leggja upp fyri áhaldandi váðanum fyri netálopum og ávirkan teirra, tá ið tey henda, legði landsstýrið á heysti 2023 fram Nettrygdarætlanina, sum setir 8 strategisk mál og inniheldur 20 átøk, sum skulu røkkast í tíðarskeiðinum 2024-2026. Tað mest grundleggjandi av hesum málum er at fyrireika og leggja fyri løgtingið uppskot til nettrygdarlóg, ið skal fevna um allar geirar, og virka sum bulurin í arbeiðinum at tryggja ein høgt nettrygdarstig í Føroyum.

Tað stendur í svari frá Høgni Hoydal, landsstýrismanni, uppá § 52a fyrispurning frá Bárði á Steig Nielsen, tingmanni.

Uppskot til løgtingslóg um nettrygd

Uppskot til løgtingslóg um nettrygd er nú sent til hoyringar og verður ætlandi lagt fyri tingið í vár.

Við nettrygdarlógini verður skotið upp at seta á stovn ein nettrygdardepil, sum við eini røð av heimildum samskipar nettrygdina í Føroyum og hevur eftirlit við, at kjarnutænastur í Føroyum eru vardar á ein skilagóðan og tryggan hátt í mun til nethóttanir.

NIS2 og CER

Uppskotið til nettrygdarlóg byggir í stóran mun á tvey ES-direktiv, NIS2 (Network and Information Systems II Directive) og mótstøðuførisdirektivið, CER (Critical Entities Resilience Directive), umframt viðkomandi danska lóggávu, serliga CFCS-lógina.

Omanfyrinevndu ES-direktiv eru tætt samantvinnað, og ætlað sum ein skipað heild, ið skal verja ímóti nethóttanum og fysiskum hóttanum móti eindum, ið hava týdning fyri, at samfelagið virkar.

Sum liður í at styrkja nettrygd og mótstøðuførið í Føroyum verður sambært uppskotinum lagt upp til, at kortleggingin av undirstøðukervinum heldur fram, so til ber hjá Nettrygdardeplinum at skapa yvirlit og at útnevna myndugleikar, fyritøkur o.o. sum kjarnueindir, ið skulu verjast serliga væl. At verða útnevnd sum kjarnueind kann hava við sær, at kjarnueindin skal skipa seg á øðrvísi hátt fyri at styrkja mótstøðuførið í kjarnutænastuni. Krøvini í nettrygdarlógini fylgja NIS2, men harumframt verða serføroysk krøv um skipan av rakstri umvegis fylgisvein. Krøvini í NIS2 eru væl kend, og kunnu í stóran mun røkkast við at fylgja væl kendum nettrygdarstandardum, so sum ISO 27001, 27002 og 27005.

Ávirkan á føroyskar fyritøkur, myndugleikar og stovnar

Við nettrygdarlógini verður álagt eindum, sum veita kjarnutænastur, at tær skulu tryggja eitt høgt nettrygdarstig. Hvussu stór byrðan verður, valdast hvussu væl eindirnar eru fyri frammanundan, hvat nettrygd viðvíkir. Ongin beinleiðis kostnaðarmeting er gjørd fyri Føroyar. Ein meting hjá frontier economics frá juli 2023 metir miðal kostnaðin til 0,31% av umsetninginum hjá fyritøkum, sum fyri fyrstu ferð koma undir NIS2, tvs. sum ikki longu lúka krøvini í NIS1, men stór spjaðing í kostnaðinum má væntast millum bæði vinnugeirar og einstakar eindir.

Tillagingar til føroysk viðurskifti

At leggja føroyska lóggávu upp at viðkomandi ES-lóggávu á økinum, verður mett neyðugt fyri at tryggja samstarv við skikkaðar myndugleikar uttanlands, sínámillum deiling av upplýsingum, umframt m.a. atgongd at gagnnýta útbúgvingar, vitan eins og amboð og skipanir.

Føroyar eru í mun til londini í ES eitt lítið land við lutfalsliga smáum fyritøkum og eindum, ið krevja vernd í nettrygdarhøpi. Uttan at víkja frá meginreglunum í NIS2 og mótstøðuførisfyriskipanini, er tí lagt upp fyri tillagingum í mun til føroysk viðurskifti.

Til dømis skilir NIS2 ímillum kjarnueindir og týðandi eindir, ið skulu lúka ymisk krøv, alt eftir, hvussu álvarsamar avleiðingarnar av einum álopi kunnu vera. Í nettrygdarlógini verður lagt upp til eitt slag av eind: kjarnueind. Kjarnueindir í nettrygdarlógini svara soleiðis til tað, sum eisini verður nevnt kjarnueindir í NIS2 og avgerandi eindir í mótstøðuførisdirektivinum.

Harumframt fevnir NIS2 um eindir í ES, sum hava fleiri enn 50 starvsfólk og ein javnað á minst 10 mió. evrur. Í nettrygdarlógini er einki tílíkt støddarmark, tí mett verður, at tað hóskar ikki til viðurskiftini í Føroyum, her eindir, hóast týðandi, mangar hava lutfalsliga fá starvsfólk.

Ein annar munur er, at sambært lógaruppskotinum skal Nettrygdardepilin eyðmerkja og útnevna týðandi eindir við støði í eini meting, ið byggir á eitt yvirlit yvir týðandi tænastur. Í ES-direktivunum eru tað eindir sjálvar, ið skulu lata seg skráseta. Av tí, at Føroyar eru lutfalsliga smáar, er talan um eina skynsama uppgávu hjá Nettrygdardeplinum samanborið til tilsvarandi myndugleikar í stórum ES londum.

Harumframt eru tillagingar í mun til sektorábyrgdarbýtið samanborið við viðkomandi danska lóggávu.

Til ber eisini at lesa svarið á heimasíðu løgtingsins.

Uppskotið til nettrygdarlóg sæst her.

Hoyringarfreistin er, klikk her 27. januar 2025.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Comments

Tunlarnir Norður um Fjall latnir upp

20/12/2024

Comments

 
Picture
Røðan, sum Dennis Holm, landsstýrismaður, helt í sambandi við at tunlarnir Norður um Fjall lótu upp.

Góðu áhoyrarar – góðu tykur øll, sum búleikast her í økinum og hava tilknýti og alsk til hesar gimsteinar norðantil í okkara vakra landi.

Í dag er ein stórur dagur. Ein stórur dagur fyri tykkum her í økinum og eisini fyri okkum øll, sum javnan vitja í økinum – nú sambandið við restina av Føroyum og harvið eisini út í heim verður dagført við nýggju tunlunum Norður um Fjall.

Í februar eru tað 4 ár síðani fyrsta flagið varð loyst í Ánunum. Fyrsta skotið varð tó ikki skotið í Árnafirði fyrr enn 30. september sama ár. Hetta var í 2021, so arbeiðið at gera tunlarnar báðar og vegaføringar hevur tikið nakað omanfyri 3 ár.
Nýggi Árnafjarðartunnilin og nýggi Hvannasundstunnilin – vórðu skotnir ígjøgnum í november í 2022 – og síðani hevur verið arbeitt við at gera tunlarnar og vegir lidnar. 
***
Nýggju tunlarnir Norður um Fjall koma ístaðin fyri teir gomlu tunlarnar, sum eru frá 1965 og 1967 – og eg haldi, at tað er breið semja um, at teir tunlarnir ikki eru tíðarhóskandi longur – og hava ikki verið tað í rættiliga nógv ár.

Ongin ivi er um, at gomlu tunlarnir Norður um Fjall hava verið ein avmarking, tá hugsað verður um okkara modernaða samfelag, har gott samband millum bygdir, býir, oyggjar og eisini lond er ein avgerandi partur av trivnaðinum í gerandisdegnum. 

Tað hevur týdning í okkara gerandisdegi, at okur lætt, skjótt og trygt kunnu ferðast til arbeiðis, í skúla, til tilboð innan ítrótt og mentan, til almenn tænastutilboð og ikki minst, tá okur skulu vitja familju og vinfólk.

Og tað er eisini sjón fyri søgn, at eitt gott og trygt vegasamband er ein týðandi liður í møguleikunum hjá økjum kring landið at mennast – hetta hava okur ikki minst sæð eftir at Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Eysturoyar- og Sandoyartunnil eru komnir – við stórari jaligari ávirkan á hesi økini.

Nýggju tunlarnir Norður um Fjall fara at geva nýggjar møguleikar í bygdunum norðanfyri á Borðoynni og Viðoynni – og eg ivist ikki í, at okur eisini fara at síggja eina jaliga ávirkan í Svínoynni og Fugloynni, eins og okur hava sæð tað í Skúvoynni eftir Sandoyartunnlin lat upp fyri ferðslu undan jólum í fjør.
***
Nú nýggju tunlarnir lata upp fyri ferðslu, er tað ikki lætt at ímynda sær, at farleiðin her í økinum og fyri nógv fólk kring landið fyri bara 60 árum síðani var umvegis varðagøtur um fjøll og líðir, ella við báti og skipum frá einum fjørði til annan.
Menningin av føroyska infrakervinum hevur verið øgilig seinastu ártíggjuni – serliga við tunlum og undirsjóvartunlum. Hetta hevur broytt møguleikarnar hjá fólki, sum búleikast kring landið – og fara framhaldandi útbyggingar eisini at skapa betri møguleikar at liva, virka og arbeiða kring alt landið.

Infrakervið er útbygt ár um ár, men tørvur er framvegis á útbyggingum og ikki minst dagføringum og støðugum viðlíkahaldi – til frama fyri fólk í ymisku økjunum kring landið.

Landsstýrið arbeiðir út frá einum máli um, at Føroyar skulu bindast saman, soleiðis at okur kunna búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir javnbjóðis treytum. 
Tað er eisini út frá hesum máli: 
•    at gongd er sett á at byggja nýggj strandfaraskip – komandi ár verður farið undir nýggja Kalsoyarskipið
•    at nýggi Tjørnuvíkartunnilin er settur á skrá – har fyrsta skotið verður skotið komandi ár
•    at Suðuroyartunnilin er settur á skrá
•    og at játtanin til viðlíkahald av landsveganetinum er økt – hóast langt er eftir á mál.
***
Um eina lítla løtu lata nýggju tunlarnir Norður um Fjall upp – og við hesum verður eitt risafet tikið á samferðsluøkinum fyri fólk norðanfyri. 
Jú, dagurin í dag er sanniliga ein stórur dagur – ikki bara hjá tykkum her á leiðini, men fyri allar Føroyar – og fari eg at ynskja tykkum og okkum øllum hjartaliga tillukku við nýggju tunlunum Norður um Fjall.

Eg skal at enda bera eina serliga tøkk til Landsverk, sum við dugnaligum starvsfólkum og drúgvu royndum innan tunnilsgerð í dag letur enn ein tunnil úr hondum – og eisini ein hjartans tøkk til til Articon, Landsbyggifelagið, og EL Service, sum hava verið høvuðsarbeiðstakarar og hava latið úr hondum hetta valaverk, sum fer at verða til stóra gleði og gagns fyri okkum øll.

Takk fyri.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

Dagførd reglugerð fyri grundstykkjalistan

20/12/2024

Comments

 
Picture
Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundi 14. okt. 2024 at dagføra Reglugerð fyri grundstykkjalistan og at hækka um depositumgjaldið fyri at vera á grundstykkjalistanum.

Døgføringin hevur millum annað við sær, at treytir í reglugerðini eru greiðari samanborið við orðingar, ið nýttar vórðu frammanundan, t.d. er orðið fastogn komið inn.

Heimildin at loyva frávík frá reglunum liggur ikki longur hjá Umhvørvis- og býarskipanarnevndini men hjá Klaksvíkar býráð.

​Umhvørvis- og býarskipanarnevndin fær á hvørjum nevndarfundi kunning um, hvussu mong standa á grundstykkjalistanum.

Gjaldið verður hækkað úr kr. 2.500 til kr. 5.000 við afturvirkandi gildi.

Tey, ið standa á grundstykkjalistanum í dag, fara í næstum at fáa bræv og/ella teldupost við áheitan um at gjalda kr. 2.500. fyri at varðveita sítt pláss á grundstykkjalistanum.

Sí dagførdu reglugerðina her.

Tey, ið standa á grundstykkjalistanum, eru vælkomin at flyta kr. 2.500, ið resta í sambært nýggju reglugerðini.
Í samband við flyting viðmerkið navn ella máls.nr.

Írestandi depositumgjald er kr. 2.500,-
Norðoya Sparikassi: 9865 – 200.045.2
Bank Nordik: 6460 – 220.550.7
Betri Banki: 9181 – 148.467.4

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Fýra býráðslimir takkaðu fyri seg

19/12/2024

Comments

 
Picture
Í kvøld, hóskvøldið 19. desember 2024, var seinasti regluligi býráðsfundur hjá Klaksvíkar býráð, sum varð eyðkendur av, at hetta verður seinasti býráðsfundur á hesum sinni hjá fýra av býráðslimunum.

Tey fýra, sum hesaferð valdu ikki at stilla uppaftur, eru Gunvá við Keldu, Óli M. Lassen og Jóhanna C. Christiansen, øll í Fólkaflokkinum, og Tummas J. Lervig í Javnaðarflokkinum.

Jóhanna C. Christiansen hevur verið býráðslimur valskeiðið 2021-24. Hesa setuna hevur hon eitt nú verið forkvinna í mentanarnevndini og í stýrinum fyri Grunnin Mentanarhúsið í Klaksvík. Jóhanna er bókhaldslærd og virkin vinnulívskvinna.

Óli M. Lassen hevur verið býráðslimur í 3 valskeið, 2009-12, 2017-20 og 2021-24. Eitt nú hevur hann í hesum tíðarskeiði verið formaður í Teknisku nevnd og Havna- og Vinnunevndini. Óli er búskaparliga útbúgvin og virkin vinnulívsmaður.

Gunvá við Keldu er tann av fráfarandi býráðslimunum, ið hevur sitið longst í býráðnum. Talan er um 5 valskeið, 2005-08, 2009-12, 2013-16, 2017-20 og 2021-24. Gunvá var borgarstjóri valskeiðið 2009-12 og hevur eisini verið forkvinna í eitt nú Umhvørvis- og býarskipanarnevndini og í Trivnaðarnevndinin eldri og bústaðir. Gunvá er útbúgvin grafikari, og er stjóri og ein av eigarunum í fyritøkuni Grafia.

Tummas J. Lervig hevur verið býráðslimur í 2 valskeið, 2017-20 og 2021-24. Býráðssetuna 2017-20 var hann eitt nú formaður í Havna- og Vinnunevndini. Tummas er útbúgvin maskinmeistari og starvast hjá KJ-hydraulik. Harumframt er hann sera virkin í frítíðarlívinum, eitt nú sum formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag síðan 2008.

Aftaná býráðsfundin handaði Karl H. Johansen teimum fýra fráfarandi býráðslimunum gávur og bar fram eina tøkk fyri tað politiska arbeiðið, sum tey hava gjørt til frama fyri Klaksvíkar kommunu.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Ein minnisríkur dagur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

19/12/2024

Comments

 
Picture
Dagurin í dag hevur verið minnisríkur uppá nógvar mátar, bæði fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, Sjúkrahúsverkið, sjúklingar og ja fyri Norðoyggjar í heila tiki.

Í dag fingu starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi høvi at heilsa uppá okkara nýggju landstýriskvinnu í heilsumálum, Súsannu Bertholdsen. Tó skal tað sigast, at hetta er triðju ferð í ár, at landstýriskvinnan nýtti høvið at vitja Klaksvíkar Sjúkrahús. Fyrstu ferð var tá Klaksvíkar Sjúkrahús í mai hevði móttøku í sambandi við nýggja MR-skannaran, og seinni ferð var tá hon, saman við Javnaðarflokkinum, við løgmanni á odda, var á kunnandi ferð beint eftir summarfrítíðina.

Við landsstýriskvinnuni vóru aðalstjórin, Bjørgfríð Ludvig, og fulltrúi, Irena Nolsøe.

​Í dag fekk landstýriskvinnan innlit í rannsóknarstovuna, har starvsfólkini greiddi frá nýggju raðfestingunum, ið eru gjørdar seinasta árið. Somuleiðis fekk landstýriskvinnan innlit í neurorehabiliteringina og hvussu tilboðið er samansett við ymiskum fakbólkum, ið eru um sjúklingar, ið hava fingið heilaskaða.

Eisini var farið inn á seingjardeildina, har tað bleiv kunnað um deildina og tær tænastur, røkt og viðgerðir, ið har verða veittar av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, gongsgentum og matarverti, umframt terapi starvsfólki. Túrurin endaði á KS2, har landstýriskvinnan bleiv kunnað um virksemið á røngten, skurð- og anæstesi deildini og skaðastovuni. Harumframt varð komið inn á samstarvið við kommunulæknaskipanina, har borgarar, sum hava tørv á hjálp, umvegis 1870 kunnu ávísast inn á skaðastovuna ávísar tíðir eftir arbeiðstíð og í vikuskiftum.

Tað sum eisini gjørdi dagin serligan, var, at í dag varð av álvara sett hol á 3T MR-skanning av prostata. Hetta arbeiði hava vit sæð fram til og tað fer somuleiðis at geva stórt virði fyri nógv í Føroyum.

Og so ikki at gloyma tunlarnar norður um fjall, ið lótu upp fyri almennari ferðslu í dag. Enn eitt stórt frambrot fyri norðoyingar og føroyingar sum heild.

Samanumtikið hevur hetta uppá nógvar mátar, verið ein ógloymandi dagur.

Fleiri myndir á Facebook síðuni hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, klikk her "Ein minnisríkur dagur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi"

Klaksvíkar Sjúkrahús

Comments

Brátíðindir: Polarstjørnan er koppað á Klaksvíkar Sleipistøð

19/12/2024

Comments

 
PictureMyndir: Oystein Ellingsgaard
Ein lesari á Norðoya Portalinum hevur fyri løtu síðani sent okkum myndir av Polarstjørnini, sum er koppað á Klaksvíkar Sleipistøð.

Hendingin er júst hend. Vónandi er ongin komin til skaðust, men hetta sær sera álsvarligt út.

SáH

Comments

Tunlarnir Norður um Fjall góðkendir til almenna ferðslu

19/12/2024

Comments

 
Picture
Landsverk og Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hava í dag góðkent Tunlarnar Norður um Fjall til almenna ferðslu. 70 fólk tóku lut í stórari venjing í Árnafjarðartunlinum í gjárkvøldið

Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava gjøgnumgingið projektið, tilbúgvingina og trygdarútgerðina í Tunlinum Norður um fjall, men áðrenn Tunlarnir Norður um Fjall kundu endaliga góðkennast til almenna ferðslu, skuldi trygdarútgerðin í tunlinum trýstroynast í einari stórari venjing. Venjingin var í gjárkvøldið 17. des. 2024.

Umleið 70 fólk frá Politinum, Klaksvíkar Sløkkiliði, Heilsuverki Føroya, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini, sum royndu tilbúgvingarætlanina, tøknina, mannagongdir og eftirkannaði ventilatiónsskipanina og samskiftisútgerðina í tunlinum.

Allir partar høvdu egnar eygleiðarar við, sum aftaná skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina. Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, tók saman um niðurstøðurnar og hevur góðkent tilbúgvingina í Tunlunum Norður um Fjall. Landsverk hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur í dag staðfest, at Tunlarnir Norður um Fjall lúka øll myndugleikakrøv og tískil kunnu lata upp fyri almennari ferðslu. Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Tunlarnar Norður um Fjall til almenna ferðslu.

Landsverk

Comments

Grindamannafelagið svarar aftur uppá at Paul Watson er leyslatin

18/12/2024

Comments

 
Picture
Tíðindaskriv frá Grindamannafelagnum (GMF) í samband við at Paul Watson er leyslatin.

Síðan 21. juli 2024 hevur aktivisturin Paul Watson siti í varðhaldi í Grønlandi, við tí endamálið at møguliga verða útflýggjaður til Japan til rættarsókn. Nú hevur so danska løgmálaráðið endaliga avgjørt, at maðurin skal latast leysur aftur.

Watson og hansara felagsskapur er væl kendur í Føroyum. Fyrstu ferð tey vóru her varð í 1986, og vit minnast hvussu hann valdi at bróta landsins lógir, og síðani rýma úr landinum, uttan at tað fekk rættarligar avleiðingar fyri nakran. Tað er enntá skjalfest í løgreglufrágreiðingum og filmsbrotum, at hann skeyt við skørpum eftir myndugleikunum, sum royndu at handtaka hann.

Árini ganga og vit mugu staðfesta, at felagsskapurin hjá Watson enn er virkin her á landið, og framvegis verða landsins lógir ikki hildnar. Tað sóu vit m.a. fleiri ferðir farna summar, tá grindir blivu hildnar til. 

Hetta er til mikla øsing millum grindafólk, men samstundis heitir danski myndugleikin á okkum um at sissa okkum, og gera sum vit altíð hava gjørt. Teir skulu taka sær av at lógirnar verða hildnar.
Sjálvandi akta vit, og gera sum tað verður sagt, men seinastu tíðina hava aktivistarnir broytt taktikk, til at melda grindafólk, sum gera sum tey altíð hava gjørt. Eftirfylgjandi fáa grindafólkini eina heilsan frá sama danska ákæruvaldinum, um at møta til avhoyringar, tí tey eru meldaði av aktivistum, fyri brot á grinda- ella djóravælferðarlógina. 

Talan er um vanlig siðilig grindafólk, sum skulu liva við tí óvissu, at tey møguliga fáa eitt sakarmál í móti sær, bara tí tey hava gjørt sum tey altíð hava gjørt, júst sum danski myndugleikin hevur biði tey. Okkurt málið er komið til dóms, og avhoyringar eru gjørdar í øðrum málum, sum enn ikki eru komin til dóms.

Eisini sóu vit í summar herverk á útgerð, sum blívur brúkt til grindaveiðu. Hóast prógv vórðu funnin á staðnum, gekk long tíð áðrenn danski myndugleikin kom á staðið, at gera kanningararbeiði, tí tað hevði ikki so høga raðfesting.

Í kjalavørrinum á leyslatingini av Watson, og nevndu málum, stúrir GMF fyri framtíðini, tí við hesum avgerðunum hevur Danmark óbeinleiðis góðkent tað virksemi, sum aktivistar føra í Føroyum. Hetta kann føra til keðiligar avleiðingar í framtíðini, og vit mugu ikki koma hartil, at øll ikki eru líka fyri lógini, ella at grindfólk aftur verða trýst til at gera borgarligar handtøkur, sum vit vóru vitni til fyri nøkrum árum síðan.

Grindamannafelagið

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.