NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fleiri deyð av vápnum

24/12/2018

Comments

 
Billede
Áleið 40.000 menniskjur blivu dripin ella deyð av skotbardaga í Amerika í fjør. Tað er tað mesta í meiri enn 50 ár, skrivar NTB.

Runt 60 prosent av øllum deyðu av skotskaðum - varð sjálvmorð. 37 prosent vóru dráp og restin varð vanlukkur, veit Educational Fund to Stop Gun Violence at siga frá.

JáH (y) 24.12.2018

Comments

Jólaskipið kemur nú klokkan 18:00

21/12/2018

Comments

 
Billede
​JÓLASKIPIÐ KEMUR FRÍGGJADAGIN KL. 18.00

J
ólaskipið leggur fyrst at í Leirvík kl. 17 og kl. 18:00 verður skipið í Klaksvík. Móttøkan verður í Klaksvíksgarðinum har Klaksvíkar Hornorkestur luttekur.

Umframt jólaskip og jólamenn, so verður Ársins Rósa eisini avdúkað. Tiltakið endar við at børnini fáa okkurt søtt frá jólamonnunum.

Gevið gætur
Av tí at tað væntandi verður nógv ferðsla í samband við tiltakið, verður vegurin frá Leikalund til Berglon einsporaður og einsrættaður suðureftir frá kl. 17-19.

Comments

​Jól í Norðoya Sparikassa í Klaksvík í dag kl. 15:00

20/12/2018

Comments

 
Billede
Hósdagin 20. desember kl. 15-17 bjóða vit brendar mandlur, gløgg og annað gott á deildini í Klaksvík.

Silvi, jólamaðurin Sleivur og jólaomman vitja og børnini fáa pakka.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Billede
Comments

Nú verður loyvið at handla í heimildarloysið?

20/12/2018

Comments

 
Billede
Kl. 03:11 í nátt bleiv atkvøtt um misálitisuppskotið, sum formennirnir fyri andstøðuflokkarnar Fólkaflokkurin, Sambandi, Sjálvstýrið og Miðflokkurin høvdu lagt fram ímóti Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum og sum hevur ábyrgdina av, at 14 milliónir eru brúktar í heimildarloysi hjá Glasir.

Spenningurin var øgiligur, men tá ið saman um kom, bleiv uppskotið felt, úrslitið gjørdist 15-15 og trý stemmaðu blankt, tey vóru Kristin Mikkelsen og leysgangarnir Sonja í Jógvansstovu og Magni Laksafoss, tískil verður Rigmor Dam sitandi og hevur hon nú loyvið at handla í heimildarloysið við vælsignilsi frá okkara reinu samgongu við Aksel V. Johannesen løgmanni á odda.

Viðgerðin tók næstan fýra tímar.

Fyrr um dagin hevði Heðin Mortensen sagt Ewald Kjølbro stjóra á Landsverk upp og tískil hevur samgongan við Aksel V. Johannesen, Rigmor Dam og Heðini Mortensen onga skuld í nøkrum og nú vaska tey sínar hendur uppá Ewald Kjølbro fyrrverandi stjóra á Landsverk.

Sigi sum Bjørn á Heygum segði við Útvarp Føroya, nú koma 80ini umaftur, har ongin landsstýrisfólk høvdu nakra ábyrgd.

Sjá avstemmingina herundir:

SáH

​

Comments

Dagstovnar í Klaksvíkar til Jólaguðstænastu í Christianskirkjuni

19/12/2018

Comments

 
Billede
​Í dag var árliga jólagudstænastan fyri dagstovnar í Klaksvík, og vóru fleiri hundrað børn savnað saman í Christianskirkuni fyri at hoyra Marjuna Lómaklett greiða fra jólaevangeliinum.

Les meira HER

JáH (y) 19.12.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

3 stungin niður í London

19/12/2018

Comments

 
Billede
Tríggir persónar eru stungin niður í einari heilsumiðstøð í Tower Hamlets í tí bretska høvuðsstaðnum London.

Tey eru ikki í lívsvanda og ein maður er handtikin av løgregluni, upplýsir løgreglan úr London.

The Mirror skrivar, at ein maður fór eftir manninum, sum stak fólk niður og royndi at forsvara mammu sína, sum varð nærhendis og taka stóra køksknívin frá tí svaka manninum.

Boðsent bleiv eftir løgregluni um 11 tíðina um morgun, sum varð skjótt á staðnum - har tey 3 persónarnir fingu hjálp og svaki maðurin handtikin.

JáH (y) 19.12.2018

Comments

Amerika sleppur sær vekk úr Sýria

19/12/2018

Comments

 
Billede
Tað Hvíta Húsið boðar frá - at nú verður arbeitt við, at tann amerikanski herurin fer at sleppa sær vekk úr Sýria. Vit fara heldur at umboða amerikonsk áhugamál hvar tann enn skuldi verið brúk fyri okkara heri, veit eitt nú NBC News at siga frá.

Fleiri amerikanskir fjølmiðlar og forsetin sjálvur hava í dag sagt, at Amerika fer at sleppa sær vekk úr Sýria. Trump skrivar á Twitter, at Amerika hevur vunnið yvir IS í Sýria og tað varð annars einasta grundin, at amerikanski herurin varð verandi har.

Seinasta nýggja er nú - at amerikanska Uttanríkismálaráðið fer at sleppa sær vekk úr Sýria innan 24 tímar, skrivar Reuters. Og harvið - at fer amerikanska stjórnin at arbeiða støðugt við - at alt amerikanskt arbeiðið IKKI er ein partur av Sýria longur.

JáH (y) 19.12.2018

Comments

Jólatræið verður tendrað í Svínoy hetta vikuskiftið

14/12/2018

Comments

 
Billede
​Jólatræið, ið varð avlýst vegna veður seinasta vikuskifti, verður tendrað í morgin leygardagin 15. desember kl. 16.00.

Tað verður Regin Olsen, maskinmeistara, ið heldur røðu og Klaksvíkar Hornorkestrur spælir – Við í ferðini er eisini sendistøðin, Starabúrið, sum m.a. Victor Dánjalsson og Johnny Olsen standa fyri. Til ber at hoyra frá løtuni á www.stream.fo ella á FM 98,7, sum tó bert hoyrist í Klaksvík.

Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30.

Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Kanna framvegis mál um manndráp

14/12/2018

Comments

 
Billede
Tíðliga næsta ár fer løgreglan at taka støðu til, um ákæra skal reisast móti einum 23 ára gomlum manni

Hann varð í juli í ár skuldsettur fyri at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen, - hon varð funnin deyð á sjónum við byrgingina í Hvannasundi í november 2012.

Les meira HER

JáH (y) 15.12.2018
Kelda: KVF (Sigrún H. Brend)

Comments

Turkaland ávarar um Sýria-álop

14/12/2018

Comments

 
Billede
Hanssjálvur forsetin hjá Turklandi - er ikki at spæla við og er støðan ímillum USA og Turkland blivin alsamt meiri og meiri spent.

Forsetin hjá Turklandi, Recep Tayyip Erdogan ávarar Amerika, at teir fara í gongd við eitt kurdiskkontrollera umráðið - norðanfyri Sýria - eftirsum Amerika ikki fjernar uppreistarfólk, skrivar also NTB.

Men forsetin hjá Amerika, Donald J. Trump er heldur ikki at spæla við - og eftirsum báðir tveir forsetarnir eru sera treiskir - so kann væntast við einari sera spentari støðu í Sýria á jólum.

JáH (y) 15.12.2018

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.