Leikfólk lesa og urguleikarin í Christianskirkjuni, Jòhanna, framførir eina orgulsolo.
Aftaná gudstænastuna verður hugni og ein gòđur drekkamuđur í kirkjukjallaranum. Hjartaliga vælkomin.
Í dag, mikukvøldiđ 6. desember, verđur litturgisk gudstænasta í Christianskirkjuni kl. 19.00, har teir sjey lestrarnir verđa lisnir frá Jesu føđing til Vísmenninar ùr Eysturlondum. Leikfólk lesa og urguleikarin í Christianskirkjuni, Jòhanna, framførir eina orgulsolo. Aftaná gudstænastuna verður hugni og ein gòđur drekkamuđur í kirkjukjallaranum. Hjartaliga vælkomin. Robert Mueller, sum er settur at kannað viðurskiftini um innblandan av Russland og tí amerikanska forsetanum - er nú farin í holt við at kannað flytingar ímillum fyritøkurnar hjá Donald J. Trump og týska bankanum Deutshe Bank. Hesar flytingar ímillum bankan og Trump hava eisini týdning um málið, sum ivaleyst er líka stórt sum Watergate skandalan. Leygardagin í farnu viku kom Forsetin at skrivað á Twitter, at hann varð noyddur at geva Michael Flynn eina uppsøgn, tí at hann hevði ikki sagt sannleikan fyri Varaforsetan og FBI. Og tað hevur skapt miklan trupuleika fyri tað Hvíta Húsið - tí um Donald J. Trump visti av hesum, so hevur hann eisini vitað áðrenn kanningin fór í gongd, at Flynn hevur logið fyri fjøldini, sum uppaftur kann geva Forsetanum enn fleiri trupuleikar. Men í tí Hvíta Húsinum, siga tey, at tað varð sakførarin hjá Trump sum skrivaði boðskapin á Twitter og sostatt ikki Forsetin sjálvur. Og hetta er ikki fallið í góða jørð hjá tí amerikonsku pressuni. JáH (y) 06.12.2017 1. sunnudag í advent í 1867 vígdi sóknarpresturin, Ernst Bugislaus Wesenberg, Kunoyar kirkju. Próstur, V. U. Hammershaimb, hevði forfall, og hevði tí givið sóknarpresti heimild at víga kirkjuna. Kirkjan hevur sostatt 150 ár á baki, og í tí sambandi verður hátíðargudstænasta sunnudagin 3. des. kl.12.00. Jógvan Fríðriksson biskupur kemur at prædika. Eisini koma prestar, ið nú eru í kalli, saman við eldri prestum at luttaka. Eftir gudstænastuna verða øll boðin í bygdarhúsið til døgurða. Sunnukvøldið verður konsert í kirkjuni kl.19.30 við Gøtu kirkju og ungdómskórið, og eisini kemur ein kvartett úr Klaksvíkar Hornorkestri at spæla nøkur jólaløg. Sjálvan ársdagin 1. des. kl. 19.00 verður kvøldseta. Marjun Lómaklett hevur stutta hugleiðing um “Kirkjusiðir í eldri tíðum,” og Óluva Klettskarð heldur fyrilestur við heitinum “Nú ringja kirkjuklokkur so hátt...” - ein siðsøgulig lýsing av Kunoyar Kirkju sum savnandi megi og miðstaður fyri bygdafólkini í Kunoy, Haraldssundi og á Skarði. Drekkamunnur verður eisini at fáa. Ábøtur hava verið gjørdar á kirkjuna til hátíðardagin. Øll ravmagnsskipanin er gjørd av nýggjum, nýggjar ljósakrúnur, og annað ljós er eisini sett upp. Harumframt er kirkjan málað av nýggjum bæði innan og uttan. Uttan um kirkjuna eru flísar lagdar. Hendan myndin hevur staðið á skerminum síðani ígjár. Kanska ein sigandi mynd, har Tryg Fonden hevur lýsing um vandan at brúka livandi ljós. Nógvar kanalir hava verið frystar síðani tíðliga ígjár, eitt nú TV2, NRK og Kanal 4, løgið at man ikki hevur fingið eina kunning frá Televarpinum, at tað er ólag á sendinetinum. Hvussu leingi kanalirnar vera óvirknar, er ilt at meta um, men nú er kanska tíðin komin at Føroya Tele fortelur okkum hvat er gali? SáH |
Greinar
April 2024
|