NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Øll húsini hava fingið streymin aftur

30/11/2024

Comments

 
Picture
Dagføring KL. 0409: Arbeiðið á staðnum er liðugt og øll húsini hava fingið streymin aftur.

Fyri løtu síðani hendi eitt lítið ferðsluóhapp í Klaksvík á Heygavegnum uttanfyri nummar 13, har ein bilur koyrdi á eitt SEV-skáp.

Hetta viðførdi, at fleiri hús har í grannalagnum hava mist streymin. Eingin fólkaskaði hendi.

SEV arbeiðir á staðnum og upplýsir, at teir nokk koma at arbeiða nakrar tímar í nátt. Í hesum sambandi skal Heygavegurin gravast av, so nakað av larmi kemur eisini at verða á staðnum.

Ferðslan á staðnum verður ikki tarnað, men má vísa varsemi.

Kunnað verður her, tá ið arbeiðið er liðugt.

Føroya Politi

Comments

Brátíðindir: Ferðsluóhapp í Klaksvík í nátt

30/11/2024

Comments

 
Picture
Fyri løtu síðani hendi eitt lítið ferðsluóhapp í Klaksvík á Heygavegnum uttanfyri nummar 13, har ein bilur koyrdi á eitt SEV-skáp. Hetta viðførdi, at fleiri hús har í grannalagnum hava mist streymin. Eingin fólkaskaði hendi.

SEV arbeiðir á staðnum og upplýsir, at teir nokk koma at arbeiða nakrar tímar í nátt. Í hesum sambandi skal Heygavegurin gravast av, so nakað av larmi kemur eisini at verða á staðnum.

Ferðslan á staðnum verður ikki tarnað, men má vísa varsemi.

Kunnað verður her, tá ið arbeiðið er liðugt.

Føroya Politi kl. 01:30

Comments

Býráðið samtykt fíggjarætlanin fyri 2025

30/11/2024

Comments

 
Picture
Á býráðsfundi hóskvøldið 28. november samtykti Klaksvíkar býráð uppskot til fíggjarætlan fyri 2025. Í fíggjarætlanini eru inntøkurnar mettar til 381 mió. kr., rakstur av kommununi kostar 288 mió. Kr., rentustuðul og rentur á lánum 19,4 mió. kr., og 56 mió. settar av til íløgur. Uppskotið javnvigar sostatt við kr. 0. Skattaprosentið er óbroytt 20,75%, og barnafrádrátturin hækkar úr kr. 6.500 til 8.000.

Inntøkurnar á 381 mió. kr. eru 12 mió. kr. hægri enn framskriving av inntøkunum í ár vísir. Vøksturin er 3,2%. Raksturin er settur til 288 mió. kr., sum er 14,5 mió. kr. hægri enn í 2024. Vøksturin er 5,3%. 

Nettoskuldin fór upp um eina álíkning í 2021, men í 2023 var komið undir skuldarmarkið aftur. Verandi uppskot vísir 17,6 mió. kr. í avlopi áðrenn avdráttir. Klaksvíkar býráð hevur sett sær fyri at gjalda lánið niður. Lániavtalurnar leggja upp til, at rindast skulu 18,6 mió. kr. í avdráttum í 2025. 

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Jól í gamla Klakksvíkshandlinum

29/11/2024

Comments

 
Picture
Norðoya Kunningarstova og Norðoya Fornminnisfelag fóru í fjør í eitt samstarv um eina spennandi  jólaverkætlan saman við framsýningarsniðgevanum Johan Holm Simonsen. Henda hugnaliga jólaverkætlanin - Jól í gamla Klakksvígshandlinum -  verður aftur í ár og letur upp leygardagin 30. nov kl 17 - 20 og annars vikuskiftir til jóla frá kl 14 - 18
 
Jólaverkætlanin snýr seg í stuttum um at skapa eina enduruppliving av einum handilshúsið frá trýssunum við handli, apoteki, skrivstovum, stovum, og tann siðsøguligi aktiviteturin uttandura.
 
Við hesum átakinum fáa allir borgarir, eldri eins og yngri ágóðan av einari siðsøguligari livandi framsýning sum vekir góð minnir hjá eldra ættarlðnum og stimbrar áhugan og týdningin  av einari farnari tíð hjá yngra ættaliðnum.
 
Til samanberingar kann vísast á den Gamle By í Aarhus sum letur upp hvønn desembur og fólk koma úr øllum heiminum at vitja. Tað finnast bert 2 apotekir av hasum slagnum eftir í kongaríkinum og tað er i Den Gamle By og í Klaksvík.
 
Í desembur er veðrið mangan baldrut og tiskil er hetta ein sera góður møguleiki hjá borgarum at koma inn í eitt sera hugnaligt umhvørvi har siðsøguliga afturbráið festir seg í sál og sinn samstundis sum jólahugnin breiðir sína fjálgu hond yvir húsið.
 
Livandi framsýningin letur upp 30. nov aftaná jólatræið í Klaksvík er tendrað.

Norðoya Kunningarstova og Norðoya Fornminnisfelag

Comments

Familjugudstænasta sunnudagin 1. desember kl. 11:00

28/11/2024

Comments

 
Picture
Sunnudagin, 01.desember, er familjugudstænasta kl. 11.00 v/ Marjuni Lómaklett. Skúlabarnakórið syngur.

Talvan gongur fyri Sjómanskirkjuna.

​Øll er hjartaliga vælkomin til morgunmat í kirkjukjallaranum frá kl. 10.00.

On Sunday, at 1th' of December at 11am, we have a familyservice with the priest, Marjun Lómaklett. The School Children's Choir will sing.

There will be a collection for the Seaman's Church.

​Everyone is welcome for brekfast from 10am in the Church's basement.

Christianskirkjan

Comments

Gunnleyg og Ernst heiðrað við 'fortjenestemedalju'

28/11/2024

Comments

 
Picture
Í gjár var stórur jólahugni í KÍ høllini, har fleiri enn 500 av starvsfólkum kommununnar vóru til savnað.

Hæddarpunktið til jólahaldið var eitt nú at heiðra starvsfólki við ymsum áramálssetanum. 10, 25, 35 og 40 ár. Tað var borgarstjórin, sum heiðraði ymsu starvsfólkini.

Til seinast sigur Karl H. Johansen, borgarstjóri, at hann hevur fingið bræv frá Fríðriki kongi. Karl læs úr brævinum, at tað líkaði kongi at heiðra Gunnleyg K. Dánjalsson við "Fortjenestemedaljen" - eftir at hava starvast hjá Klaksvíkar kommunu í samfull 40 ár.

Somuleiðis varð Ernst Vágsgarð heiðraður við "Fortjenestemedaljen" - fyri at hava verið sløkkiliðsmaður í samfull 40 ár á Klaksvíkar Sløkkiliði. Hesin heiður er tað elsta heiðursmerkið í danska ríkinum, sum Kong Christian 7. setti á stovn 16. mai 1792.

Vit ynskja Gunnleyg og Esnst hjartaliga til lukku við heiðrinum.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Føroya Banki eitur nú Bankivik í Grønlandi

26/11/2024

Comments

 
Picture
Í summar útskrivaði bankin eina navnakapping í Grønlandi við tí endamáli at finna eitt nýtt og grønlendskt navn til bankan. Ikki færri enn 3000 uppskot til nýtt navn komu inn. Avgerð er nú tikin um, at nýggja navnið hjá bankanum í Grønlandi verður Bankivik. 

Tá ið samtakið fyrr í ár skifti navn frá BankNordik til Føroya Banka, varð avgerð samstundis tikin um at finna eitt nýtt og meiri viðkomandi navn til grønlendska virksemið. Ein navnakapping varð útskrivað í summar, og undirtøkan var framúr góð. Heili 3000 uppskot til nýtt navn komu inn, og síðani byrjaði ein tilgongd at finna bestu innkomnu uppskotini. Hetta varð gjørt saman við útvaldum starvsfólkum hjá bankanum í Grønlandi, og harumframt varð ein uttanveltað dómsnevnd við dugnaligum grønlendskum fakfólkum sett til at viðgera rúgvuna av uppskotum. Í dómsnevndini sótu Pivinnguaq Mørch, rithøvundur og undirvísari, Naja Paulsen, journalistur, og Arina Kleist, samskiftisfólk.

“Vit vildu finna eitt serstakt og grønlendskt navn til okkara virksemi í Grønlandi og valdu tí at fáa grønlendska fólkið at hjálpa okkum. Vit vórðu púra tikin á bóli av stóra áhuganum fyri at vera við í navnakappingi. Millum tey nógvu ymisku og áhugaverdu boðini, ið komu inn, var Bankivik, sum av dómsnevndini varð valt til at vera eitt gott og serstakt navn, ið sipar til ein reiðiligan, álítandi og rættan banka. Hetta samsvarar væl við okkara virðisgrundarlag og tann mátan, vit leggja okkum eftir at reka okkara virksemi. Vit hava tí valt Bankivik sum nýtt navn í Grønlandi og eru bæði eyðmjúk og errin av, at fleiri hava skotið júst hetta navnið upp, sigur Turið F. Arge,” forstjóri í Føroya Banka-samtakinum. 

Bankivik er eitt serstakt og samansett orð og merkir á grønlendskum “ein rættur banki”. Tey, ið skutu navnið upp, løgdu í viðmerkingunum áherðslu á týdningin at vera reiðiligur, álítandi og bera seg rætt at. Fleri skutu sama navn upp, og ein heppin vinnari varð funnin við lutakasti, ið fekk heiðurin og 10.000 kr. 

Føroya Banki hevur síðani í 2010 havt bankavirksemi í Grønlandi og er sjálvur annar banki á grønlendska marknaðinum. Sostatt hevur bankin í nógv ár havt týdning fyri at tryggja, at kapping er viðvíkjandi fíggjartænastum í Grønlandi. Virksemið í Grønlandi hevur eisini týdning fyri yvirskipaðu fíggjarligu gongdina hjá Føroya Banka-samtakinum, og í roknskapinum fyri triðja ársfjórðing stavaðu 32 mió. kr. av samanlagda úrslitinum frá grønlendska virkseminum.

Føroya Banki

Comments

Skrúvugudstænasta mikukvøldið 27. november klokkan 17:30

25/11/2024

Comments

 
Picture
Mikukvøldið, 27.november, er skrúvugudstænasta kl. 17.30 v/Marjuni Lómaklett.

Aftaná skrúvugudstænastuna eru øll vælkomin í kirkjukjallarin til skrúvur og kjøtsós.

On Wednesday, 27th' of November, we have a Spaghettiservice at 5.30pm with the priest Marjun Lómaklett.

After the service everyone is welcome in the church's basement for spaghetti and meatsauce.

Christianskirkjan

Comments

MORGUNSANGUR MIKUMORGUNIN 27. NOVEMBER  KL. 10:00

25/11/2024

Comments

 
Picture
Mikumorgunin 27. november er morgunsangur kl. 10:00. Øssur Kjølbro hevur stutta andakt.

Eftir morgunsangin er kaffi og hugnalig samvera í kirkjukjallaranum.

MORNING SONG WEDNESDAY MORNING 27TH' OF NOVEMBER AT 10 PM.
On Wednesday 27th''  of November at 10 am we have morning song. Øssur Kjølbro will have a short devotion.

After the morning song everyone is welcome for coffee/tea and a pleasant moment in the church basement.

Christianskirkjan

Comments

Sirið Stenberg setti ráðstevnu um náttúruendurbøting

24/11/2024

Comments

 
Picture
Tað er alneyðugt at vit fara undir at endurbøta stóru skaðarnar á náttúruna, samstundis sum vit tryggja eina betri javnvág millum vernd og brúk av náttúruni í framtíðini. Tað vóru nakrar av niðurstøðunum á áhugaverdu ráðstevnuni um náttúruendurbøting og verkætlanina lendisbata, sum Tjóðsavnið og Miðnám í Vestmanna skipaðu fyri 22. november 2024.

Tað var ein fjølbroytt skrá, við fyrilestrum, filmum, framsýning og kjaki, ið varð løgd fram fyri mongu luttakararnir á ráðstevnuni, sum var í Miðnámi í Vestmanna. Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á Plantudeildini á Tjóðsavninum, bjóðaði vælkomin og greiddi frá verkætlanini Lendisbata, ið hevur granskingarstovnar, bøndur, skúlar og útbúgvingarstovnar sum samstarvspartar.  Við verkætlanini hava tey sett sær fyri at varpa ljós á náttúrustøðuna í Føroyum hvat viðvíkur sliti, vernd og endurbøting.

Íðunn Hauksdóttir, serfrøðingur frá íslendska stovninum Land og Skógur, greiddi frá, hvussu tey arbeiða við endurbøting av vistskipanum í Íslandi. Longu í 1907 var ein stovnur skipaður, ið fór undir endurbøting av lendinum í Íslandi, sum hevði fingið stóran skaða av foksandi.

Bjørn Kalsø, bóndi á Blankskálagarði á Syðradali, greiddi frá arbeiðinum við at endurbøta stóru skriðuna, sum leyp í 2000 og frá virkseminum á garðinum. Hóast áseyðatalið á garðinum er minkað, so fæst meir burturúr. Bjørn gjørdist partur av Lendisbata, tí verkætlanin ljóðaði áhugaverd, og var í tráð við tað, ið pápi hansara hevði sagt, um at náttúran gevur, um hon verður væl viðfarin.

Ragnheiður Bogadóttir, granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, setti spurningin, hví verja náttúruna? Hon vísti á støðugu niðurgongdina í lívfrøðiliga margfeldinum og vaksandi útlátið av veðurlagsgassum. Ragnheiður vísti á týdningin av náttúrusambondum – at vit viðurkenna virðið av tí relationella sambandinum millum menniskja og náttúru.

Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur á Jarðfeingi og Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur í Búnaðargrunninum, greiddu frá norðurlendsku verkætlanini um burðardygt hagabit og bóklingin At lesa landið, sum kom út í 2007, men sum framvegis er sera viðkomandi.

Næmingar á Miðnámsskúlanum í Vestmanna eru við í verkætlanini Lendisbati, og tey høvdu gjørt áhugaverdar plakatir, ið greiddu frá árini av skriðum, jarðrivi og menniskjum.

Ráðstevnan endaði við kjaki.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, setti ráðstevnuna. Niðanfyri er røðan hjá landstýriskvinnuni:

Góðu fyriskiparar, góðu tit øll

Eg eri sera fegin um at fáa høvi at seta hesa týdningarmiklu ráðstevnu um náttúruendurbøting og verkætlanina Lendisbata, sum Tjóðsavnið og Miðnám í Vestmanna skipa fyri í felag. Verkætlanin Lendisbati er serstøk við tað, at bæði føroyskir og norðurlendskir granskingarstovnar, bøndur, skúlar og útbúgvingarstovnar eru við í verkætlanini. Eg eri serliga fegin um at næmingar úr Miðnámi eru við í hesi týdningarmiklu verkætlanin – og at eisini næmingar úr øðrum skúlum kring landið sýna verkætlanini ans og eru við á ráðstevnuni.

Vit í Føroyum liva í og av náttúruni. Hon er okkara tilverugrundarlag – eins og hjá flestu heimsins fólkum. Ofta hava vit lyndi til at hugsa um náttúruna sum okkara kova, sum nakað vit skulu hava burturúr. Vit hava jú allar dagar livað av tí, sum bøur, bjørg og havið ber. Seinnu árini er tilvitið um náttúruna, eisini sum rekreatión og sum nakað, sum er gott fyri okkara trivnað, eisini økt. Sýnið á náttúruna broytist og vit síggja eitt breiðari og størri virði í náttúruni og margfeldinum. Eitt virði, sum ikki bert snýr seg um hvat er gott fyri okkum, men eisini hvat er gott fyri náttúruna sjálva.

Vit eru øll partur av okkara vistskipan og tað er neyðugt at síggja hetta bæði í tí stóra og í tí smáa. Hvør fuglur, hvørt gras, hvør blóma, hvør steinur, hvørt kykt, hvørt vatn – øll eiga tey lut í vistskipanini. Broytist eitt, ávirkar tað eitt annað.

Føroyar hava lítið lendi og er mest hav. Skynsom nýtsla av landi og havøki er ein fortreyt fyri, hvussu vit kunnu liva her á landi – eisini í komandi ættarliðum. Tað er ikki alt, sum kann endurskapast.

Tí tørvar okkum eisini nógv meira vitan um lívfrøðiliga margfeldi, hvønn týdning tað hevur, og hvussu vit kunnu røkta og verja tað. Henda vitan má út í almenningin, soleiðis at vit saman búgvast at liva í samljóði við náttúruna og megna at lata samfelagsmenningina og náttúruatlit ganga hond í hond.

Trívist náttúran, trívast vit øll.

So stutt og greitt er tað orðað í faldaranum um Lendisbata, og tað kann valla sigast betri.

Hinvegin kunnu vit eisini siga, at trívist náttúran ikki, so trívast vit heldur ikki.

Tað eru yvir 30 ár síðani, at tað gjørdist heimssamfelagnum greitt, at lívmargfeldið var hótt, við tað at djórasløg og plantusløg hvurvu - alt skjótari.

Stig vóru tikin til ST-sáttmálan um lívmargfeldi, sum varð samtyktur í Rio de Janeiro í 1992. Síðani hevur heimssamfelagið støðugt sett sær sum mál at venda afturgongdini í lívmargfeldinum. Árini frá 2011 til 2020 vórðu útnevnd sum áratíggju fyri lívmargfeldi við tí endamáli at styrkja átøk fyri vernd av lívfrøðiligum margfeldi kring allan heim.

Tey 17 heimsmálini, sum limalondini í ST samtyktu í 2015, hava sum yvirskipað endamál at tryggja eina burðardygga, javna og góða framtíð fyri øll menniskju og náttúruna á jørðini innan 2030. Heimsmál nummar 14 og 15 snúgva seg um at verja lívið í havinum og á landi, og ásett er, at londini skulu gera sítt til at røkja vistskipanir, steðga afturgongdini í lívmargfeldinum og brúka náttúruna burðardygt í samsvari við altjóða avtalur.

Í 2022 samtyktu partarnir í ST-sáttmálanum um lívmargfeldi nýggj mál. 30 % av landøki, vøtnum og høvum skulu verða vard áðrenn 2030 fyri at verja lívmargfeldið í heiminum. Samtykt varð, at lívmargfeldi eigur at innganga í allar politikkir og sektorar, tí lívmargfeldi er ein avgerandi fortreyt fyri liviumstøðunar hjá okkum øllum.

Á 16. fundinum fyri partarnar í ST-sáttmálanum um lívmargfeldi, sum var í Kolombia fyri knøppum mánaða síðani, var høvuðsevnið at sameina burðardygga menning við sosiala javnvág. Á fundinum varð staðfest, at náttúruvernd eigur at vera partur av øllum økjum innan politikk og búskap, tí javnrættindi og virðiligi fíggjarlig kor hava týdning fyri vernd av lívmargfeldinum.

Á fundinum varð eisini staðfest, at vernd av upprunafólki og staðbundnum samfeløgum hava alstóran týdning fyri lívmargfeldið, tí hesi hava eina grundleggjandi og týdningarmikla vitan um lívmargfeldið á staðnum.

ST-sáttmálar, samtykir og heimsmál kunnu tykjast fjar og møtumikil - tí hvat megna vit í Føroyum fyri at verja lívmargfeldi heimsins?

---

Vit kunnu og eiga at gera okkara part, og her er Lendisbati ein serstakliga týðandi verkætlan. 

Føroyska náttúran er rík, men hon er eisini viðbrekin. Nógvastaðni síggjast sár í lendinum og jarðriv. Summi eru íkomin av náttúrligum ávum, summi av veðurlagsbroytingum - onnur av búseting, samferðslukervi og vinnu.

Havandi í huga tær stóru broytingar, ið eru farnar fram í okkara samfelag seinstu 30 árini, og tey árin á náttúruna, ið hava staðist av hesum útbyggingum, so er tað greitt, at burðardygd og endurbøting av náttúruni fara at fáa alt størri týdning fyri tí góða lívinum í Føroyum. Tað er eisini greitt, at vit mugu vera meira framsøkin og fyribyrgjandi á hesum øki.

Eg eri tí serstakliga fegin um verkætlanina Lendisbata, sum hevur sett sær fyri at fremja endurbøtandi átøk í føroysku náttúruni, at fyribyrgja jarðrivi, bøta um lívmargfeldið og endurbøta vátlendi til frama fyri kolevnisupptøku.

Ikki minst fegnist eg um tað breiða samstarvið í verkætlanini millum granskingarstovnar, bøndur, skúlar og útbúgvingarstovnar. Tað borgar fyri góðum! Tí hetta er ein felags uppgáva – til felags besta.

Náttúran er grundarlagið undir okkara lívi, okkara mentan, vinnu og trivnaði. Tí er tað eisini okkara felags ábyrgd at varðveita og bøta um hana – tí trívist náttúran, trívast við øll.

Eg ynski okkum øllum eina góða ráðstevnu. 

Takk fyri.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.