Kanning er gjørd í Danmark, har umleið 50% av limunum í DGI eru kannaðir og úrslitið varð, at har fingu helvtin skaða árliga av at renna og er tað eisini høvuðsorsøkin til, at tey melda seg út úr DGI. Les meira her, klikk á myndina ella á hetta linki: Vandamikið at renna
J-dagurin hjá Maverick Barr byrjar kl. 22.00 íkvøld, har tey fyrstu 60 fáa eina jólabryggj fyri bert 1,00 kr. stk. Maverick letur upp kl. 18.00 íkvøld, har fótbóltur verður á skránni og hevur Maverick skaffa sær ein nýggjan flatskerm til niðaru hæddina og nú er góðskan sera góð. Kl. 19.45 verður Gekkur við "Happy Hour" til tey sum spæla Gekk. Gekkur er uppá 100.000,00 kr., pluss ein kann vinna ein bil. Aftaná verður hópin av tónleiki á skránni. Leygardagin opið frá kl. 13.00 - 04.00 Av tí at flestu handlarnir í býnum hava langan leygardag, letur Maverick Barr upp kl. 13.00 leygardagin, har hópin av fótbólti er á skránni, so nú kann konan fara at keypa jólagávur og maðurin kann fara í Maverick at hyggja eftir fótbólti. Fótbóltsskráin er hendan: 13.00 Liverpool - Chelsea 15.00 Manchester United - Crystal Palace 17.30 Queens Park Rangers - Manchester City Aftaná verður tónleikur á skránni og seinni aftur Karaoke í Maverick. SáH Norðoya Portalurin var og vitjaði J.A.P. handilin á N.P.Gøtu ímorgun og tey vóru bæði blíð og tí, har man fekk bjóða karamellir. Handilin er umvaldir og sær knasandi gott út. Eg spurdi Alis, hvør hevði sniðgevi handilin, hon vildi illa svara, men eg fekk at vita, at tað vóru hon og Petrina, sera krevativt og ein sera flott útstilling. Handilin lat upp við nýggja sniðnum í vikuni og har hava verið sera nógv viðskiftafólk á gátt og nú leygardagin væntar Alis uppaftur fleiri, nú langur leygardagur er og Undirsjóvartunnilin er opin nakrar tímar, har fólk kunnu koyra ókeypist. Vit lata myndirnar tala og ynskja J.A.P. góðan byr framyvir. SáH Norðoya Portalurin ávaraði longu kl. 05.38 ígjár, at tað var beinfryst í Klaksvík og tað var sera hált á Helnabrekku og aðrastaðni í býnum, so tað er ófatiligt, at Klaksvíkar Kommuna ikki vaknaði. Hevði hesin bussurin komið niðan á Helnabrekku í gjáramorgunin, kundi tað fingið óbøtaligan skaðað, um bussurin fór á glið, men tíbetur kom bussurin ikki niðan og teir góvust at koyra, inntil at tað var koyrandi. Helnabrekka er kanska ikki so brøtt, men hevði bussurin farið norðureftir, so er brekkan norðuri á Kósini, har varaborgmeistarin býr, sera brøtt og eg ivist um autoverjan hevði hildi, um ein bussur við nógvari ferð, fór glíðandi omanav har. Karl Jákup Ósa sigur við Kringvarpi, at hetta má ikki henda aftur, men hvør hevur ábyrgdina, tá ið skaðin er hendir, hvør stendur tá við ábyrgdini?. Er tað slipsamennirnir, busssjáførurin ella er tað vegaforðmennirnir? Haldi tað er eina sera týdningarmikil spurningur at seta, tí hetta var bara fyrsta hálkan í ár og hvat nú, um hetta endurtekur seg? Hoyr samrøðuna við Olivur Askham, sum hann hevði við Kringvarpi í gjár, klikk á myndina ella klikk á link her: Hált hjá býbussunum í Klaksvík í morgun Tíbetur er tað ikki altíð tey sum happa, sum vinna, her er ein søga, har pápin tekur lógina í egnar hendur og setur nøkur børn uppá pláss, les meira við at klikka : Slóð klikk hjá pápanum
Ansa tykkum i ferðsluni ímorgun, tað er beinfryst og vegirnir eru ógvuliga hálir. Var ein túr við bilinum fyri løtu síðani, umleið klokkan 05.15, tá var hált á Helnabrekku og aðrastaðni í býnum. Hetta skrivar Landsverkt um koyrilíkindi ímorgun, kl. 5:38. Ávaring Hálku fráboðan: Klaksvík - 05:38: Boðað verður frá hálku: Sandavágshálsur - 05:37: Boðað verður frá hálku: Hvalba - 05:38: Boðað verður frá hálku: Viðareiði - 05:38: Roknast kann við hálku Gjáarskarð - 05:27: Roknast kann við hálku Kambsdalur - 05:38: Roknast kann við hálku . Oyndarfjørður - 05:38: Roknast kann við hálku Runavík - 05:38: Roknast kann við hálku Norðskálatunnilin - 05:37: Roknast kann við hálku Streymnes - 05:38: Roknast kann við hálku Høgareyn - 05:38: Roknast kann við hálku Vatnsoyrar - 05:37: Roknast kann við hálku Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 05:37: Roknast kann við hálku Kaldbaksbotnur - 05:37: Roknast kann við hálku Sund - 05:38: Roknast kann við hálku Sandoy - 05:38: Roknast kann við hálku Porkeri - 05:37: Roknast kann við hálku SáH Norðoya Portalurin tosaðið við Politi, men teir visti ikki tað stóra um eldsbrúnan. Hvussu hann var kyknaður og um heilsustøðuna hjá manninum, sum varð funnin inni í húsinum og koyrdir á Sjúkrahúsið. Har bleiv hildu vakt, inntil kanningarliðið frá Tórshavn kemur norður at gera kanningar viðvíkjandi eldinum, segði løgreglumaðurin. Hetta er vanlig mannagongd og væntandi verður kanningarliðið í Klaksvík seinni ímorgun. SáH Tað umleið kl. 23.00 ígjárskvøldið, har alarmsentralurin fekk fráboðan, at eldur var í einum sethúsum úti á Stoksoyraveginum í Klaksvík. Tá sløkkiliðið kom á staðið, funnu teir ein mann liggjandi á gólvinum við køkin og lukkutíð fingu teir hann út. Tað gekk gott við at sløkkja eldin og maðurin bleiv í skundi koyrdir á Klaksvíkar Sjúkrahús og síðani til Landssjúkrahúsið. Hann er illa brendur. Støðan var hættislig, men frættist frá einum sløkkiliðsmanni, sum hevði brandvakt í nátt, at teir í sjúkrahúsbilinum høvdu fingið samband við mannin áveg til Havnar og høvdu tosað eitt sindur við hann. Hvat støðan hjá honum er ímorgun, vita vit ikki. Hevði sløkkiliðið í Klaksvíki ikki verið so skjótt á staðnum, so var ongin ivi, at so var maðurin deyður ídag, segði sløkkiliðsmaðurin. SáH Nógv fólk var komin saman við gamla minnisvarðan á Vágstúni leygardagin til at minnast teir seks, sum lótu lív á sjónum í 2013/2014. Veðrið var gott, men sera kált. Teir gulu skótarnir hjá Skótalið Nólsoyar Páll býtti sangheftir út til allar áhoyrarnar. Forkvinnan í Mentanarnevndini Signhild V. Johannesen bað vælkomin. Hanus Lassen, skipari helt eina góða røðu. Har hann segði okkum, at nú nærkaðist tíðin til at Harrin kom aftur til okkum og um vit vóru klár at møta Harranum. Hann kom eisini inná sjólívið og hvussu gott tað var at hava Harran sum fylgissvein, tá ið ein var burturi. Til endast læs hann nøvnini upp á teimum, sum farin vóru og so var ein minuttir stillheit fyri at minnast teir. Talan endaði við Faðir Vár. Kransar blivu lagdir við minnisvarðan og hesi løgdu kransarnar: Klaksvíkar Býráð: Jógvan Skorheim, borgarstjóri Føroya Landsstýri: Jógvan Skorheim, borgarstjóri, vegna Bjørn Kalsø, landsstýrismann, sum av tekniskum áðum ikki kundi møta. Klaksvíkar Útróðrarfelag: Jógvan Páll Steinberg, formaður Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag: Jastrid W. Niclasen, forkvinna Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag: Arthur Guðjonsson, formaður Betesdakórið sang tveir sangir undir minningarhaldinum og eisini blivu tveir felagssangir sungnir. Sighild takkaði øllum, sum høvdu staðið fyri minningarhaldinum og aftaná bjóðaði Betesda øllum til ein kaffimunn og kakur. Ein minniligur dagur og vit ynskja frið yvir teimum sum farnir eru. Sjólátnir í 2013/2014: Rani í Billustovu, 20 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. des. 2013 Jens Pauli Juul, 22 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. des. 2013 Magnus Pauli Grønagarð, 47 ár, andaðist umborð á Pison 23. jan. 2014 Haefundin Hasanah, 34 ár, ættaður úr Indonesia, sló út við garnabátinum Anitu 11. februar 2014 Klæmint Eli Poulsen, 48 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 08. apríl 2014 Sámal J. Debes, 56 ár, andaðist umborð á Stapanum 25. aug. 2014 Gunnar Zachariassen, 22 ár, andaðist umborð á Gamla Skálabergi 25. sept. 2014 SáH |
Greinar
April 2024
|