NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hannis á Birtuni lág á botninum í Svimjihøllini í Klaksvík

14/11/2014

Comments

 
Picture
Størsta marran hjá einum  svimjilærarar og svimjivenjarnar hendi mikudagin í Klaksvíkar Svimjihøllin. Ein sjey ára gamal drongur úr Miðvági,
var nær við at druknað. Lukkutíð fingu lærarnir hann upp til tíðina og hann var fluttir á Klaksvíkar Sjúkrahús í skundi og tað eydnaðist at bjarga honum.

Hann hevði svølgt nakað av vatnið og hann var meira ella minni uttan vit, men lærarnir handlaði skjótt og fingu hann
upp á kantin og boðaðu sjúkrahúsinum frá og ein sjúkrabilur var skjótt á staðnum.

Hann var komin norður til Klaksvíkar at svimja við Skúlanum í Giljanesi, tað vóru umleið 50 børn og tríggir lærarar og er vanlig mannagongd tann, at ítróttarlærarnir heilsa uppá leiðaran í høllini og so gevur leiðarin teimum ábyrgdina av svimjitímanum. Hvat er hent er ilt at meta um, men sambært Kringvarpinum, so hevði skúlastjórin ábyrgdina av tí síðuni, har drongurin var við at druknað og hann leyp í hylin og fekk bjarga dronginum.

Hetta má vera fyrstu ferð, at so álvarslig hending er hend við børnum í Klaksvíkar Svimjihøll, har vaksin fólk hava verið inni í høllini og ein drongur var nær við at druknað.

Lukkutíð fyri allar partar druknaði hann ikki og hevur hann tað gott ídag.

Hoyr samrøðuna við mammu hannis her: Mundi druknað í svimjihøllini

SáH


Comments

Torleif Johannesen í Býráðshøllini í Klaksvík mikukvøldið kl. 19.00

14/11/2014

Comments

 
Picture
Komandi mikudag gevur Torleif Johannesen, trúboðari út bókina, Trolaralív – søgur úr Barentshavinum, í býráðshøllini í Klaksvík.

Torleif hevur verið við Ennibergi, Sjúrðarbergi, Akrabergi og Gasusi. Í frásøgunum frá hesum túrum fær lesarin nógva ítøkiliga vitan um skipini, fiskiskap og viðurskifti í Barentshavinum

Ingolf S. Olsen, tíðindamaður, sum aftast í bókini hevur eitt eftirmæli, heldur fyri, at “Hvørt skip á sjónum er sín egni, serstaki siglandi heimur, har lívið verður livað nærum leyst av tí, ið fyriferst á landi.

Hvørt skip hevur sítt sosiala umhvørvi við sínum serligu eyðkennum, serligu persónsmenskum og mannalagnum. Her verða vinarbond knýtt, her verður skemtað, glósað og flent. Men prísurin fyri eitt frælst og huglætt lív, sum sjólívið á mangan hátt er, er saknur og longsul.

Tú verður drigin við umborð av hesi frálíku løtumynd, ið rithøvundurin við sínum lætta frásøguhátti, máli og góðu myndum gevur av lívinum umborð á føroysku langfaratrolarunum”.

“Trolaralív”

Bókaframløga, í býráðshøllini í Klaksvík verður mikukvøldið 19. nov. 2014 kl. 19:00

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin   
Øssur Kjølbro, Heimamissiónsforlagið, sigur nøkur fá orð               
Systrarnar av Strondum syngja ein sang                                          
Torleif Johannesen, rithøvundur, greiðir frá søguni handan bókina    
Snorri Brend, tíðindamaður, umrøður bókina                                             
Systrarnar av Strondum syngja ein sang                                                            

Torleif Johannesen signerar bókina

Klaksvíkar býráð bjóðar ein drekkamunn 

Øll eru vælkomin

Comments

Ein dagur til Frændur konsertina í Klaksvík

14/11/2014

Comments

 
Picture
Nú er bert ein  dagur til stóra Frændur konsertina í Klaksví. Hetta skrivar Steintór Rasmussen á sínum Facebook veggið ímorgun:

Minnist tú gildið, vit hinaferð hildu?! Ja, sjálvandi minnist eg tað! Har vóru tey flestu av okkara bestu, og øll vóru í góðum lag.....

Løturnar hava verið nógvar og góðar. Men hetta verður helst tann størsta og besta Frændur veitslan nakrantíð.

Vit gleða okkum at hitta frálíkar føroyingar, gott fólk, vinir og kenningar í góðum hýri innandura í hugnaligum stórslidnum hølum, øll undir sama taki til eitt søguligt og ógloymandi kvøld 


SáH

Comments

Borgarstjórin í Reykjavík feldi jólatræið til Vaglið

13/11/2014

Comments

 
PictureMyndaánari: mbl.is
Dagur B. Eggertsson, borgarstjóri í Reykjavík, fekk í gjár tann stóra heiður frá íslendska 'Skógræktarfelagnum' at fella risastóra jólatræið, sum skal standa á Vaglinum til jóla.

Jólatræið, ið er eitt ikki minni enn 12 metrar høgt granntræ úr Heiðmørkini í Reykjavík, er um hálva øld gamalt. 


Les meira HER


JáH (y) 13.11.2014
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

Bústaðir 8 íbúðir í Klaksvík

12/11/2014

Comments

 
PictureMyndaánari: Klaksvíkar Kommuna
Nakrir størri skúrar eru komnir at standa á grótútfyllingini í miðbýnum, og onkur hevur spurt, um hetta er byrjanin til miðbýin. Men so er ikki – hetta eru modulbyggjarí, sum Bústaðir stendur fyri, og skulu hesar íbúðir setast á Heygavegi 56 omanfyri fjósið hjá Kjølbro.

Talan er um eitt skilagott samstarv við Klaksvíkar býráð, sum hevur nakað á baki. Býráðið hevur latið byggiøkið lagaliga til Bústaðir til eina verkætlan at byggja 8 íbúðir ár.

Les meira HER


JáH (y) 13.11.2014
Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments

Klaksvíkar Kommuna hugsar um tykkum

12/11/2014

Comments

 
Picture
Hesir svimjarnir úr Ægir venja 9-10 ferðir um vikuna og ígjár ringdi Dávur Winther til forðmannin í Ægir Símun á Høvdanum og segði, at Klaksvíkar Kommuna hevur Ægir í tonkunum og um formaðurin vildi geva svimjarnum eina tiltronda gávu frá Klaksvíkar Kommunu.

Hendan gávan, var kanska ikki av teimum størstu, men Dávur helt, at hon var sera tiltrond og har svimjarnir kundi slappa eitt sindur av frá teirra hørðu venjing og tískil vildi hann vegna Kommuna geva teimum 5 atgongumerkir til Frændur føðingardagin leygarkvøldið.

Í morgun klokkan 05.30 handaði forðmaðurin í Ægir teimum atgongumerkini og bar heilsuna frá Klaksvíkar Kommunu og svimjarnir vóru sera glaðir fyri atgongumerkini og at Kommunan eisini tonkti uppá svimjingini, tí at vera í toppinum innan svimjing í Føroyum, krevur sera harða venjing og ólúksaliga nógva tíð.

Hesir fimm svimjarnir eru øll úttikin til ávikavist HM, NM og NJM.

Ægir takkar Klaksvíkar Kommunu fyri teirra uppbakking.

SáH

Comments

Skal KÍ høllin broyta navn?

12/11/2014

Comments

 
Picture
Nú Klaksvíkar Kommuna eigur KÍ høllina, so hava fleiri vent sær til Norðoya Portalin og biðji okkum taka spurningin upp, um tað ikki er uppá tíðina, at KÍ høllin broytir navn.

Har kundi Kommunan gjørt eina navnakapping, har øll fingu høvi, at koma við einum hóskandi navni til høllina.

Eisini eru tað fleiri feløg, sum brúka høllina, sum eisini eru áhugaði, at fáa fatur í reklamupengunum uppá lýsingarskeltini, sum er fest á høllina, tí hví skal KÍ hava einkarrættin til tær lýsingarinntøkurnar, tá ið teir ikki eiga høllina longur?



Comments

Ongin serlig móttøka at fáa, tá ið Gadus kom aftur til Klaksvíkar ígjár

11/11/2014

Comments

 
Picture
Eftir at hava verið á sjóðnum í góðar 82 dagar, so er altíð stuttligt at koma heim til síni kæru, men móttøkan var alt annað enn góð ígjár hjá Gadus.

Har kom eitt talsterkt lið av tollarnum, Heili 10 í talið og tá ið Gadus legði at, slapp ongin umborð, fyrrenn teir góvu loyvið.

Sindur løgið, tí Gadus hevur ikki verið í nakari Havn hendan túrin, so ein kann spyrja, hví so nógvir tollarar vóru í Klaksvík ígjár?

Reiðarin Hanus Hansen slapp tó umborð, men ongin annar. Tað gekk ein løtu, so slapp manningin á kajuna, at heilsa uppá familjuna og vinir.

Nú veit eg ikki, um tollarnir funnið nakað ólógligt í gjárskvøldið, men hetta var ongin serlig móttøka at fáa. Sjálvandi skal tollvaldið gera sítt arbeiðið, men máti skal vera við. Sigast skal, at ongin nakrohundur var við átakinum ígjár frá talsterka liðnum av tollarum.

SáH

Comments

Gadus kom á Klaksvík kl. 17.30 ígjár

11/11/2014

Comments

 
Picture
Sera nógv fólk vóru komin saman at taka ímóti Gadus, tá ið hann legði at við bryggjuna niðanfyri N.F.C.S. kl. 17.30 ígjár.

Gadus hevur roynt í Russsikum og Norskum sjógvi og hevur 660 tons inni, nú hann koma aftur til Klaksvíkar.

Skipari var Ólavur Biskopstøð og væntandi ferð Gadus avstað aftur eystureftir mánadagin.

Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim aftur til klettarnar.

SáH

Comments

Í dag eru tað 25 ár síðani at Berlin múrurin fall !!!

8/11/2014

Comments

 
Múrurin deildi vestur Berlin og eystur Berlin og bleiv bygdir í 1961 - men í 1989 fall múrurin og fólk frá eystur og vestur Berlin kundu nú møtast - uttan at føla seg hótt.

Og tey í Týsklandi hátíðarhalda eisini dagin í dag. Angela Merkel skal halda talu og 6000 hvítar ballónir vera sendar upp í luftina - fyri bert eina áminning hvussu viktugt tað er at vera fríðir.

Sangløtur & minningarhald vera eisini - umframt fleiri kend týsk tónleika nøvn (har ímillum Peter Gabriel) eisini fara at framføra.

JáH (y) 09.11.2014
Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.