NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Rótin í hjartanum í Klaksvík

3/10/2025

Comments

 
Picture
Seinnapartin lat nýggi skúlin Rótin dyrnar upp fyri almenninginum. Fleiri hundrað fólk møttu til móttøkuna, sum varð fyriskipað við røðum, tónleiki og ábiti. Harumframt var tónleikur frá bæði Jens Marna Hansen og næmingunum á skúlanum.

Vit endurgeva røðuna, sum borgarstjórin, Karl Johansen helt í samband við at nýggi Húsarhaldsskúlin nú alment er tikin í nýtslu og hevur fingið nýggja navnið Rótin. 

Góðan dagin øll somul
Tað er mær ein stórur heiður og ein gleði, sum borgarstjóri, at standa her í hesum glæsiliga bygningi, sum hevur fingið heimstað í hjartanum í Klaksvík.

Hetta er sanniliga ein stórur og søguligur dagur, ikki bara fyri Norðoyggjar, men fyri alt landið. 

***

Skúlin varð settur á stovn í 1974. Tá var eg 19 ára gamal. Og eg haldi ikki, eg sigi ov nógv, tá ið eg sigi, at tað var ein heilt onnur tíð, ja eitt annað samfelag.

Mamma mín

Mamma mín var ein siðbundin kvinna. Hon vaks upp í einum samfelag, har tað var púra greitt, hvørjar uppgávur hon skuldi røkja.

Hon helt hús, mataði okkum børn, og hevði ein stoltleika í síni ábyrgd, men tað var ikki ofta, at spurt varð, hvat hon ynskti sær.

Hetta var ein tíð, tá ið húsarhald var eitt yrki. Tað sum vit í dag eisini umrøða sum ósjónligt yrki.

Men longu tá ið Húsarhaldsskúlin varð settur á stovn, fyri nú 51 árum síðani, vóru tað undangongufólk, sum sóu stóran týdning í uppgávum, sum kvinnan í høvuðsheitum stóð fyri.

Húsarhaldsdygdirnar skuldu ikki detta niðurfyri, men skuldu tryggjast. Og tí varð tað við stórari virðing, at farið varð undir at menna Húsarhaldsskúlan sum tilboð, so kvinnur eisini kundu fáa eina útbúgving. 

Kona mín

Tá eg hitti konu mína Jórun, var samfelagið øðrvísi. Hon var og er ein kvinna, sum visti, hvat hon vildi.

Ein kvinna við dreymum – bæði innan og uttan fyri heimið.

Hon valdi ikki millum arbeiði og familju, men hon strembaði eftir at røkka báðum.

Hon varð tískil sum nógvar aðrar kvinnur í 80’unum og 90’unum. Hon skuldu meistra alt, men var eisini tilvitað um, at hon kundi mynda sína egnu kós.

Døtur mínar

Og so komu døturnar. Tær eru vaksnar upp í einari tíð, har tær ikki í eins stóran mun, kenna seg bundnar av, hvat kvinnur "plaga" at gera.

Tað hevur ikki so stóran týdning, um øll klæðini ikki eru strokin, ella um kakan ikki er hevað rætt.

Í øllum førum eru tær tilvitaðar um, at tær hava eitt val í mun til raðfestingar. 

Kvinnan er broytt, spyrt tú meg! Men virðini, sum mamma mín hevði, eru ikki horvin. Tey hava bara flutt seg, ment seg, og finnast í øðrum hami.

Soleiðis hevur tað eisini verið við Húsarhaldsskúla Føroya. Skúlin varð stovnaður í eini tíð, har kvinnan hevði eitt ávíst pláss – tí kann man siga, at skúlin eisini hevur flutt seg við tíðini.

Skúlin hevur í nógv ár givið almennandi undirvísing við serligum atliti til heimið og familjuna, men fevnir í dag eisini um undirvísing um kropp, heilsu og rørslu og hvussu ein kann liva eitt heilsugott lív.

Hetta er nokk eisini ein orsøk til, at skúlin í dag fær nýtt navn.

Hóast broytingar og menning, so er onki at ivast í, at tey grundleggjandi virðini sum trivnaður, ábyrgd, felagsskapur, virðing og arbeiðsgleði framvegis mynda skúlan, og tað fegnist eg um.

Í dag standa vit í einum nýggjum bygningi, men undir tí nýggju tekjuni eru starvsfólk, sum hava megnað at varðveitt siðbundin virðir og mentan, men samstundis hava góðar og spennandi framtíðarætlanir. Við øðrum orðum, ein modernaður og kreativur skúli, har tað gamla møtir tí nýggja.

Tí vil eg enda við at siga:

Takk til tykkum, sum hava borið skúlan hendan vegin.

Takk fyri trúskap, arbeiði og dirvi.

Og til tykkum ungu, sum nú fara at taka skúlan í nýtslu: lat hetta vera eitt stað, har tit menna handaligar dygdir, men ikki minst lívsdygdir, sum eggja og stuðla tykkum í, at finna tykkara egna veg og at lívbjarga sær sjálvum. 

Til seinast vil eg senda eina hjartans tøkk til Húsarhaldsskúla Føroya, og til tín Jóhanna, sum hevur tikið eitt lógvatak í hesari tilgongdini.

Hjartaliga til lukku og góða eydnu við arbeiðinum víðari.

Takk fyri.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Móttøka Húsarhaldskúli Føroya í morgin kl. 15:00

1/10/2025

Comments

 
Picture
Møttøka hósdagin 02. okt frá  kl. 15.00-17.00

Øll eru hjartaliga vælkomin 😃

​Húsarhaldsskúli Føroya

Comments

Landsstýrið raðfestir útlendingaøkið

1/10/2025

Comments

 
Picture
Útlendingaøkið verður raðfest í fíggjarlógini fyri 2026, til at koma á eitt hægri tænastustøði.

Landsstýrismaðurin fegnast um hesa raðfestingina.

“Hetta er eitt týðandi stig á leiðini fram ímóti, at myndugleikin fær eina skjótari málsgongd, í sambandi við viðgerð av umsóknum um uppihaldsloyvi,” sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum.

Tað er greitt, at viðgerðartíðin av umsóknum um uppihaldsloyvi í summum førum er ov long, og at hetta kann fáa avleiðingar bæði fyri arbeiðsgevarar og starvsfólk, tá talan er um arbeiðsloyvir. Tað er ikki haldført í longdini, at fólk standa í óvissu í fleiri mánaðir, og um tað er eins og ført verður fram, at vinnan má reka sítt virksemi undir ávísum ótryggleika og við møguligum eykaútreiðslum.

Eftir at umsitingin er flutt á føroyskar hendur, hevur tað verið munandi lættari hjá myndugleikanum at fylgja við innflyting av útlendskari arbeiðsmegi, herímillum at varpa ljós á tær avbjóðingar, sum eru vorðnar eyðsýndari. Eisini fer í dag eitt tættari samskifti fram millum umsøkjarar og myndugleikan enn frammanundan, tá ið eitthvørt ítøkiligt mál liggur til viðgerðar, bæði tá ið talan er um útlendingar og arbeiðsgevarar.

Endamálið við delegatiónini var júst at fáa eina skipan, ið varð nærri knýtt at føroyskum viðurskiftum og umsøkjaranum, sum í nógvum førum eru í Føroyum. Tað er tó greitt, at vit enn ikki eru komin á mál – slíkar broytingar krevja tíð – serliga, tá ið økið ikki áður hevur verið umsitið í Føroyum. Við ábyrgdini á føroyskum hondum, hava vit møguleikan at gera okkum greitt, hvat krevst, og hvussu skipanin eigur at verða ment frameftir.

Raðfestingin fer at gera, at tænastustøðið at fáa viðgjørt umsóknir um uppihaldsloyvi hækkar. Kunngerð kemur í næstum, sum ásetur ómaksgjøld fyri umsóknir um uppihaldsloyvi í Føroyum. Ætlanin er, at henda raðfesting saman við inntøkum frá ómaksgjøldum skal viðvirka til, at skipanin, yvir rímiliga tíð, kemur upp á eitt nøktandi tænastustøði.

Samanlagt verður úlendingaøkið raðfest við 1,4 mió. kr. í fíggjarlógini fyri 2026.

Løgmálaráðið

Comments

31 hugskot til at styrkja sálarligu heilsuna

1/10/2025

Comments

 
Picture
Fólkaheilsuátakið hjá Heilsustýrinum Virkin oktober fer av bakkastokki í dag. Við trimum álmanakkum til børn, ung og vaksin hevur átakið “Virkin oktober” 31 hugskot til at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga hvønn dag í mánaðinum.

At vera virkin uppá ymsar mátar gevur okkum orku, gleði og kann gera, at vit koma í samband við onnur. Virkin oktober tekur støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu um at vera virkin, saman og hugbundin. Hesir boðskapir eru góð og einføld amboð til at styrkja og verja sálarligu heilsuna bæði hjá okkum sjálvum og øðrum. Við átakinum ber til at fáa góðar vanar og gera smáar broytingar í gerandisdegnum, tí tær smáu gerðirnar kunnu gera stóran mun.

Føroyingar, ið fylgja ABC-boðskapunum, hava tað betri
Úrslit úr føroysku fólkaheilsukanningini “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023 vísa, at føroyingar, ið hava eitt høgt ABC-stig, siga seg hava tað betri. ABC-stig er eitt samlað mát fyri í hvønn mun fólk eru virkin, saman og hugbundin í onkrum, ið gevur meining fyri tey. Úrslitini vísa, at tey, sum eru meira virkin í ABC-virksemi, meta seg hava eina betri heilsustøðu, betri lívsvirði, eru minni strongd, og kenna í minni mun einsemi. Eisini sæst týðuligt samband millum høgt ABC-stig og heilsuatferð so sum kostvanar, royking og svøvn.

Álmanakkar
Álmanakkarnir við uppskotum til børn, ung og vaksin eru tøkir her: Álmanakkar.

Harumframt eru eisini tómir álmanakkar, sum kunnu brúkast til at fylla út við egnum hugskotum til virksemi, ið hóskar til eins egnu áhugamál og lívsstøðu. Tómu álmanakkarnir kunnu eisini brúkast sum eitt amboð, sum dagstovnar, skúlaflokkar ella arbeiðspláss útfylla í felag, so tey kunnu vera virkin saman í oktober. 

Átakið er eisini á Instagram- og Facebook hjá ABC fyri sálarliga heilsu. Til ber at venda sær til [email protected] fyri at fáa uppsløg fyri hvønn dag til kunningarskíggjar á t.d. skúlum, stovnum og arbeiðsplássum.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Grundstykkjalistin verður dagførdur kl. 12.00

1/10/2025

Comments

 
Picture
Listin yvir tøk grundstykkir, verður dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði kl. 12.00.

Áhugaður keypari kann velja eitt grundstykki, ið er tøkt, og senda umsókn um at keypa tað. Hetta skal gerast umvegis frymil/oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á heimasíðuni. Tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa.

Í løtuni eru 17 tøk kommunal grundstykkir. Hesi verða boðin út 1. okt. 12.00. Sølulistin verður at finna á heimasíðuni www.klaksvik.fo 
​
Tøk grundstykkir:
8 millum Hjalla
8 á Fossum
1 undir Klakki

Borgarar, sum ynskja at keyp kommunalt grundstykki eiga at kunna seg um galdandi reglugerð á heimasíðuni hjá kommununi. Leinki er her: Reglugerð

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.