NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kirkjuráðsval verður týsdagin 4. november

22/10/2025

Comments

 
Picture
Valið fer fram í kjallaranum í Christianskirkjuni frá kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Valrætt hava øll í Klaksvíkar sókn, ið eru yvir 18 ár og limir í fólkakirkjuni.

Hesi verða stillaði upp sum valevni til kirkjuráðsvalið 4. november 2025 í Klaksvíkar sókn,

Andras Hammer
Bergfríð Klakstein
Eliesar Lydersen
Hjalmar Waag Arge
Ingun Vágsheyg Niclasen
Jón Egholm
Kristoffur Olsen
Ólavur Samson
Petur Martin Glerfoss
(Nølli) Poul Nolsøe Kjølbro Linklett
Sigmar A. Høgnesen
Súsanna Lydersen

Valstýrið í Christianskirkjuni
21. oktober 2025

Comments

Fyrsta skotið latið til sambýlið við Rygsá

20/10/2025

Comments

 
Picture
Í dag varð fyrsta skotið í fyrireikingunum til nýggja sambýlið við Rygsá á Argjum latið. Tað var Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannamálum, ið trýsti á knøttin.

Í hesum sambandi varð skipað fyri lítlari hátíðarløtu á staðnum, har millum annað umboð úr Fíggjarnevndini og Almannaverkinum luttóku. Verkætlanin við Rygsá er liður í ætlanini um at byggja nútíðar sambýli og loysa stóra bústaðartrupulleikan hjá fólki, sum hava tørv á vardum bústaði.

Sambýlið við Rygsá verður bygt til vaksin við autismu og fær 24 íbúðir býttar í fýra eindir.

Landsstýrismaðurin segði nøkur orð, og legði dent á, at sambýlið er ein íløga í framtíðina, og at tað fer at geva vaksnum við autismu, sum hava stóran tørv á stuðli og umsorgan í gerandisdegnum, tryggar góðar karmar, og eitt varandi heim, sum er bygt til endamálið.

Niðanfyri ber til at lesa røðuna hjá landsstýrismanninum.

Góðu tit,
Hetta er ein týðandi dagur. Vit taka nú enn eitt stig í verkætlanini við Rygsá – sambýli, sum verður bygt til vaksin við autismu.

Verkætlanin er liður í okkara størri ætlan um at loysa bústaðartrupulleikan hjá fólki, sum hava tørv á vardum bústaði. Tørvurin er stórur vita vit, fleiri sambýli eru bygd og fleiri eru á veg. Vit vilja úr teimum smærru ótíðarhóskandi sethúsunum, og byggja karmar, sum eru sniðgivnir til endamálið og til tey fólk, sum skulu búgva har.

Rygsá er ætlað vaksnum við autismu, sum hava miðal til tungan tørv á stuðli og umsorgan í gerandisdegnum. Eisini hava tey tørv á, at verða serliga skermaði í mun til ljós, ljóð og umhvørvi. Byggingin hevur tí serlig krøv, og saman við autismufelagnum og starvsfólki hjá Almannaverkinum, hava onnur fakfólk, arkitektar og ráðgevar spílað seg út, fyri at fáa eina so góða verkætlan og byrjan, sum yvirhøvur til ber.

Hesi krøv hava sjálvandi ein kostnað við sær, ráðgevarnir hava leitað eftir loysnum, sum skulu kunna tæna fleiri endamálum, og sjálvandi fyrst og fremst teimum, sum skulu kalla Rygsá sítt heim. Við tí avgerandi miðinum, so vita vit, at tað hevur ein ávísan kostnað, men eisini. at hetta er ein varandi íløga, sum fer at loysa seg fyri allar partar. Tað er tí vit gera hana. 

Sambýlið verður eitt nútíðar og trygt heim við 24 búeindum, býtt í fýra eindir – hvør við egnum felagsrúmi og køki. Allar íbúðir fáa egna inngongd, vesi og møguleika fyri at hava køk og eitt virðiligt privatlív. Tað gevur bæði felagsskap og møguleika fyri friði.

Vit hava longu bygt Kvíggjartún til børn og ung við autismu. Rygsá kann á ein hátt sigast at vera næsta stig. Eitt heim til tey, sum gerast vaksin og skulu flyta víðari í eitt varandi heim, umframt til tey, sum í dag búgva í ótíðarhóskandi karmum runt um í okkara samfelag.

EYA arkitektar saman við CUBO hava staðið fyri allari prosjektering, sum nú er liðug, og nú byrja vit so jarðarbeiðið, sum Articon stendur fyri. Samstundis fyrireika vit verklagslóg, og í næstum verður klárt hjá okkum at skriva undir við høvuðsarbeiðstakara, sum skal standa fyri byggingini, sum eftir ætlan skal byrja í februar komandi ár.

Við Rygsá fáa vit karmar, sum geva teimum, sum hava serliga tørv á hesum umstøðum, møguleika at liva eitt so vanligt og sjálvstøðugt lív sum til ber – í friðarligum, tryggum og sniðgivnum umhvørvi.

Hetta er ein týðandi íløga í menniskju og í framtíðina.

Takk fyri.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

Landið og kommunurnar samd um at savna demensøkið hjá kommununum

13/10/2025

Comments

 
Picture
Í dag hava landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu og formaðurin í Kommunufelagnum, Tórbjørn Jacobsen, havt fund um málið um at savna demensøkið hjá kommununum.

Lógaruppskotið, sum leggur upp til, at tilboðini til borgarar undir fólkapensjónsaldur við demenssjúku frameftir verða veitt av kommununum, hevur verið til ummælis. Freistin at senda inn ummælisskriv er nú farin.

Mett verður, at hetta er ein góð og natúrlig loysn, sum tryggjar, at ábyrgdin verður greitt skipað og liggur hjá einum geira. Flestu kommunurnar hava væl útbygd tilboð til fólkapensjónistar við demens, bæði búpláss og dagtilboð. Við hesi broyting slepst undan, at borgarar og avvarðandi teirra mugu venda sær til fleiri almennar myndugleikar.

Tað er semja millum landið og kommunurnar um at flyta ábyrgdina av demensøkinum til kommunurnar, soleiðis at tryggjað verður, at borgarar ikki detta niður í millum skipanir. 


Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, heldur tað vera gott, at semja er fingin við kommunurnar.

"Hetta er eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum at skapa greiðari og meira samanhangandi tænastur til fólk við demens og teirra avvarðandi. Kommunurnar hava longu drúgvar royndir á økinum, og við hesum fáa vit eina skipan, sum er bæði einfaldari og betri fyri borgaran, sigur landsstýrismaðurin".

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

Fiskikapping nú leygardagin tann 18. oktober

13/10/2025

Comments

 
Picture
Um viðrar verður árliga fiskikappingin í Norðoyggjum sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, leygardagin 18. oktober 🛥🎣🐟😃

Góðir vinningar
Aftur í ár verða sera góðir vinningar:
Nr. 1: Tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)
Nr. 2: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)
Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: JFK/GADUS)

Størsti fiskur: Gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: JFK/GADUS )

Harumframt verður lutakast millum allar luttakarar, ið ikki gerast millum vinnararnar - Vinningur: Ein gávukekkur á 2.000 kr. (JFK/GADUS )
Inntøkan av søluni fyri fiskin, fer óskerd til rakstur av skúlaskipinum Dragin.

Dragin

Comments

Útbyggja Baldursbrá

10/10/2025

Comments

 
Picture
Í farnu viku undirskrivaði Klaksvíkar kommuna undir sáttmála við Norðhús, sum hevur fingið uppgávuna at útbyggja dagstovnin Baldursbrá, sum fevnir um bæði barnagarðs- og vøggustovupláss.

Annika S. Biskopstø, forkvinna í trivnaðarnevndini Børn&Ung, sigur, at í rúma tíð hevur verið umrøtt at fara undir at útbyggja dagstovnin Baldursbrá, tí tørvur er bæði á fleiri og meira nútímans karmum. Somuleiðis er hetta ein liður í at veita ansingartrygd.

- Baldursbrá er fyrra byggistig, har útiøkið tó longu nú í stóran mun er gjørt til bæði byggistigini, og ætlanin er, at Baldursbrá og útbyggingin skulu hava somu leiðslu. Tí verður mett, at útbygging av Baldursbrá er tað mest nátúrliga næsta byggistigið á dagstovnaøkinum.


Verkætlanin er mett at kosta 9,2 mió. og byrjað verður beinavegin við projektering og at gera økið klárt. Barnagarðurin væntast liðugur á sumri 2026.  

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments

Nýggj talgild skipan fyri marknaeftirlit í Evropa

8/10/2025

Comments

 
Picture
Tann 12. oktober 2025 verður nýggja EES-fyriskipanin hjá ES stigvíst tikin í nýtslu. EES merkir Entry/Exit System.

Talan er um eina talgilda skráseting av inn- og útferð hjá triðjalandsborgarum í Schengenlond, sum skrásetir beinleiðis í inn- og útferðarskipanina hjá ES. Skipanin kemur ístaðin fyri núverandi skipan, har pass verða stemplað manuelt. Endamálið er at nútímansgera marknaeftirlitið og økja trygdina bæði við ytru mørkini í Schengen og inni í Schengenøkinum.

EES-fyriskipanin verður eisini sett í verk í Danmark, Føroyum og Grønlandi.

Møguligar bíðitíðir í byrjanini
EES tekur m.a. mynd av andliti og tekur fingramerki hjá ferðandi, ið koma úr londum uttan fyri Schengen. Hetta kann fyrstu tíðina hava við sær bíðitíðir við marknaeftirlitsstøð – eitt nú á flogvøllum.

Mælt verður tí til, at ferðafólk møta í góðari tíð á flogvøllum ella øðrum marknaeftirlitsstøðum frá 12. oktobur 2025.

EES í Føroyum og í Grønlandi
EES verður tikið í nýtslu í Føroyum og í Grønlandi á sama hátt sum í hinum politiumdømunum í Danmark. Tá ein triðjalandsborgari fer inn í ella úr Schengenøkinum um landamørkini í Føroyum ella í Grønlandi, við ætlan um stutt uppihald (við visum ella visumfrítt), verður hetta skrásett í EES. Stutt uppihald í Føroyum ella í Grønlandi er í mesta lagi 90 dagar innan fyri eitt 180 daga tíðarskeið.

Dátuvernd og rættindi hjá ferðandi
Upplýsingar, sum verða skrásettar í EES, verða varðveittar í upp til trý ár, og viðgerðin av upplýsingunum fer fram eftir evropeisku dátuverndarfyriskipanini (GDPR).
Triðjalandsborgarar, hvørs upplýsingar eru skrásettar, hava rætt til at síggja, rætta og fáa strikað upplýsingar, ið eru skeivar ella ólógliga skrásettar.

Nærri kunning
Nærri kunning um EES sæst á heimasíðuni hjá Udlændinge- og Integrationsministeriet her
Sí kunngerðina her


Løgmálaráðið

Comments

Árligur fundur í felagsnevndini sambært semjuskjalinum millum Føroyar og ES um styrkt samstarv

7/10/2025

Comments

 
PictureSendileiðararnir hjá Føroyum og ES og Sendikvinna Føroya til ES.
Mikudagin 24. september hittust umboð fyri Føroyar og ES til árliga fundin í felagsnevndini, sum er sett at umsita semjuskjalið um styrkt samstarv, sum varð undirritað í Føroyum í fjør. Hetta er aðru ferð at partarnir hittast sambært nýggja samstarvskarminum.

Semjuskjalið skipar ein karm fyri samstarvið millum partarnar, sum kemur afturat verandi formligu samstarvsavtalunum millum Føroyar og ES. Endamálið er at menna viðurskiftini enn meira.

Fundurin var eitt gott høvi at taka samanum gongdina síðani fyrsta fundin og at leggja eina ætlan fyri samstarvið frameftir. Partarnir umrøddu millum annað handil, fiskivinnu, arktisk viðurskifti, útbúgving, gransking og nýskapan, burðardygga ferðavinnu, talgilding, eins og matvørutrygd og tilbúgving.

Staðfest varð, at samskiftið á fleiri av hesum økjum longu er í tryggari legu, eins og partarnir umrøddu týdningin av at finna loysnir á týðandi samstarvsøkjum. Á øðrum økjum er samstarvið væl ment og liggja spennandi møguleikar fyri framman.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Comments

Brekumboðið farið til verka

7/10/2025

Comments

 
Picture
Eilif Magnusson Arge, brekumboð hevur í dag hitt Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í almannamálum.

Brekumboðið hevði sín fyrsta starvsdag 1. oktober, og er nú so smátt farið til verka. Báðir partar fegnast um, at arbeiðið nú er farið í gongd, og nýtti landsstýrismaðurin høvi til at ynskja Brekumboðnum blíðan byr við týdningarmikla starvinum.

Endamálið hjá Brekumboðnum er at verja og fremja rættindi og áhugamál hjá fólki við breki og teirra avvarðandi kring alt landið. Við hesum er tikið eitt týdningarmikið stig fram á leið í arbeiðinum at tryggja, at fólk við breki kunnu liva eitt sjálvstøðugt, virðiligt og virkið lív á jøvnum føti við onnur.

Brekumboðið er at hitta á:
📧 Teldupostur: [email protected] 
📞 Telefon: 401400

Ein av fyrstu uppgávunum hjá Brekumboðnum verður at menna eina heimasíðu fyri Brekumboðið og at gera skrivstovuhølini á Klaksvíksvegi 77 í  Klaksvík klár til nýtslu. Tá heimasíðan verður tøk, verður kunnað nærri um innihald og møguleikar á síðuni.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

Fara at kanna handfaringina av málinum um hekkuportrið

7/10/2025

Comments

 
Picture
Seinastu vikurnar hevur nógv umrøða verið av málinum um myndina av hekkuportrinum umborð á Galaxy.

Sjóvinnustýrið tekur sær av at kanna trygdina umborð á Galaxy. Upplýsingarnar, sum eru komnar fram seinastu dagarnar, hava tó gjørt, at spurnartekn kann setast við, hvussu Strandferðslan hevur handfarið málið. 

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Strandferðsluni, hevur tí gjørt av at fara at kanna, hvørt Strandferðslan hevur handfarið málið á nøktandi hátt.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

Føroya Húsarhaldsskúli eitur nú Rótin, her myndir og filmsklipp

3/10/2025

Comments

 
Picture
Fríggjadagin tann 3. oktober lat Húsarhaldsskúli Føroya alment upp og í tí sambandinum fekk hann ein nýggjan sannleika og eitur nú Rótin.
​
Sera nógv fólk møtti upp til móttøkuna, har røður, sangur og ábit vóru á skránni.

Tiltakið eydnaðist sera væl og øll fólk vóru stak nøgd við skúlan og umstøðurnar sum næmingar nú hava fingið.

Tillukku við skúlanum og nýggja navninum. Her nakrar myndir frá móttøkuni, sjá herundir.

Símun á Høvdanum

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.