NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Býráðsfundur hósdagin 31. oktober

31/10/2024

Comments

 
Picture
Býráðsfundurin byrjar kl. 17:30. Til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni.

Býráðsfundurin verður hildin í býarsalinum í Varpinum, har regluligu fundirnir hjá býráðnum nú verða hildnir. Til ber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á stream(.)fo og á FM 98,7.

Býráðsskráin sæst her: Býráðsfundur 31. oktober 2024

Klaksvíkar Kommuna


Comments

Minningarhald teirra sjólátnu

30/10/2024

Comments

 
Picture
Minningarhald verða hildin 1. nov í Klaksvík kl. 15.00, á Syðradali kl. 13.00 og í Svínoy kl. 11.00.

Til minningarhaldið í Klaksvík verður tað Øssur Kjølbro, sóknarprestur, sum flytir fram røðu. Allahalgannahaldið verður sum vant í gamla kirkjugarði í Vágstúni 1. nov. kl. 15.00. Eisini luttekur Betesdakórið við sanginum 'Ver tú hjá mær'.
Eftir haldið verður boðið til drekkamunn í Betesda

-----------------------------

Á Syðradali flytir Sverri Steinhólm, prestur fram røðu við minnisvarðan fríggjadagin 01. november kl. 13.30. Kransar verða lagdir. SAM fer av Klaksvík kl. 13.00 og av Syðradali kl. 15.50!
Bussur koyrir niðan til Syðradals kl. 13.20

-----------------------------

Í Svínoy verður tað Frímund Hansen, sum flytir fram røðu. Minnishaldið verður við minnisvarðan, ”Dropi í lívsins havi”  allahalgannadag kl. 11.00 – og kransar verða lagdir. Jósup siglir av Hvannasundi kl. 08.45.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Stakkavík selur feskan fisk í morgin klokkan 09:00 við Neystið

27/10/2024

Comments

 
Picture
Í morgin verður møguligt at keypa feskan útróðrarfisk við Neystið.

Útróðrabáturin Stakkavík hevur valt at selja ein part av veiðuni til borgaran eftir nógvar fyrispurningar.

Møguligt er eisini at bíleggja sær fisk áðrenn.

Toskurin kostar 40kr/kg og hýsan 35kr/kg.

Tey ið bíleggja 10 kg ella meir fáa 5 kr av bæði tosk og hýsuni.

Tilber at bíleggja við at skriva til 258077 ella 265415.

Comments

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum loyst úr starvi

24/10/2024

Comments

 
Picture
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, hevur boðað løgmanni frá, at hon ynskir at verða loyst úr starvi, sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 1.

Løgmaður hevur eftirlíkað hennara umbøn.

Sambært fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 73 frá 18. juni 2024, § 55 stk. 3, røkir løgmaður fyribils umhvørvismál. 

Løgmansskrivstovan

Comments

Valstøð í kommununi

24/10/2024

Comments

 
Picture
Samsvarandi lýstu kunngerð frá Løgmálaráðnum er kommunuval týsdagin 12. november 2024. Samstundis er val til staðbundnar nevndir.

Valið fer fram á hesum støðum
KÍ – høllin í Klaksvík (Klaksvík, Ánirnar og Norðoyri)
Valstýrari: Eydna Klakkstein Thomsen, formaður

Róðrarneystið í Árnafirði (bygdin Árnafjørður)
Valstýrari: Guttorm F. Pálsson, formaður

Skúlin í Mikladali (bygdirnar: Mikladalur og Trøllanes)
Valstýrari: Herfrí Sørensen, formaður

Skúlin á Húsum (bygdirnar Húsar og Syðradalur)
Valstýrari: Fríða Isaksen, formaður

Gamligarður (bygdin Svínoy)
Valstýrari: Hanna Jacobsen, formaður

Atkvøðutíðin verður frá kl. 10:00 til 20:00, og so leingi veljarar koma til valborðið uttan steðg.

Brævatkvøður
Veljarar, ið vænta at verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið greiða brævatkvøðu við at venda sær til Miðlan/kommunuskrivstovuna.
Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi innan valið byrjar kl. 10:00 valdagin.

Heimaval
Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki kunnu møta við valborðið, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri valið við at boða frá á Miðlan telefon 41 00 00 innan kl. 12 mánadagin tann 11. november 2024.

Valkort
Valkort verða send út við postinum. Um onkur, ið heldur seg hava valrætt í kommununi, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi vinaligast biðin um at venda sær til Miðlan / kommunu-skrivstovuna skjótast gjørligt.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Nú havi eg fingið brævið um Jógvan Skorheim 10. ferðir

15/10/2024

Comments

 
Picture
Tað ganga leysasøgur í Klaksvík um at eg havi skrivað hatta brævið um Jógvan Skorheim, men tað kann eg upplýsa tykkum at so er ikki.

Eg fekk hatta brævið fyri einari viku síðani og vísti blaðstjóranum á Norðlýsinum Jóhan Lutzen tað og spurdi hann um Norðlýsið hevði fingið hatta brævið, men tað høvdu teir ikki.

Bað hann lesa brævið og har vóru tveir aðrir í bilinum sum eisini sóu brævið. 

Eg upplýstið Jóhan Lutzen, at eg fór ikki at koyra hatta brævið í Norðoya Portalin, tí eg helt tað vera dekan ov grovt.

Kenni heldur onki til privatu viðurskiftini hjá Jógvan Skorheim og slett ikki um konuna hjá honum og hansara vinum, so har et tað heilt sikkur onkur sum vil hava at eg komi í ringt orð til Býráðsvalið tann 12. november, men tað eydnaðist honum/henni ikki.

Eg koyrdi ikki brævið í Norðoya Portalin og tað ætli eg mær heldur ikki at gera tað, men nú er tað komu út á sosialu miðlunum og tað haldi eg vera langt úti. Haldi slett ikki tað er í ordan, at vit blanda privat viðurskiftir og politikk saman og tað kunnu øll sum kenna meg játtað, at soleiðis eri eg ikki.

Eg blandi ikki privat og politikk saman og ein av mínum besti vinum er Javnaðarmaður og tá ið vit eru saman, so leggja vit politikkin á hyllina.

Til tykkum sum senda mær hatta brævið, so kann eg upplýsa tykkum, at tað kemur ikki í Norðoyar Portalin og heldur ikki inn á mínar sosialu síður á Facebook og Instagram.

Vit í Fólkaflokkinum eru sum ein flokkur og vit fara øll at reka saman til frama fyri Klaksvíkar Kommunu og Fólkaflokkin.

Gott Fólkafloksval

Símun á Høvdanum

Comments

Málið um Føroya Bjór varð tikið av skrá

15/10/2024

Comments

 
Picture
Ikki vóru nógvir áskoðarnar til fundin í gjárskvøldið, leiðslan á Føroya Bjór og so trý fólk afturat, annars fylgdu nógv við á stroymingini.

Heita epli á Býráðsfundinum í gjárskvøldið skuldi vera Føroyar Bjór, men áðrenn fundurin byrjaði, so boðaði borgmeisarin Karl Johansen at mál 24/00328-21 Skipan av øki 14 í miðbýnum varð tikið av skrá.

Samskifti hevur verið millum kommununa og Føroya Bjór um leiguøki til Føroya Bjór í miðbýnum. Avrátt varð, at umsitingin arbeiðir víðari við skitstu og fer at skipa økið í mun til fermetrabýti, veg, parkering o.a. Tí kann ein væntað at hetta málið ikki verður loyst í hesari setuni.
Norðoya Portalurin skrivaði um málið, les her: "Føroya Bjór skal viðgerast ordiligt, Føroya Bjór er okkara stoltleiki"

Símun á Høvdanum

Comments

Almennur kunningarfundur um kommunuætlanina

15/10/2024

Comments

 
Picture
Mánakvøldið 21. oktober kl. 19.30 verður boðið til almennan kunningarfund í Varpinum, har greitt verður nærri frá um, hvussu Klaksvíkar kommuna fer at skipa arbeiðið við kommunuætlanini, sum í høvuðsheitinum skal mynda stóru linjurnar fram til 2040.

Í vár samtykti Klaksvíkar býráð, at farast skal undir eina kommunuætlan, sum m.a. skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir.

Arbeiðstilgongd
Tað eru nógvir ymiskir hættir at loysa eina slíka uppgávu, men støða er tikin til, at høvuðsorðið í hesi verkætlanini er samskapan. Tað merkir, at arbeiðið skal vera væl kjølfest í býráðnum, samstundis sum allir viðkomandi partar skulu kunnast, hoyrast og takast við í arbeiðið.

Skipað verður tí fyri almennum kunningarfundum, samrøðum í smærri bólkum, umframt at møguleiki skal vera at geva sítt íkast til verkætlanina umvegis teldupostin [email protected] 

Endamálið við fundinum mánakvøldið er at greiða almenninginum frá arbeiðinum við hesari heildarætlan, sum uttan iva verður eitt gott úrslit, um samstarvið millum kommununa og borgarin eydnast væl. 

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Býráðsfundurin útsettur til 14 oktober

12/10/2024

Comments

 
Picture
Eyka býráðsfundurin, sum bleiv lýstur at verða hósdagin 10. oktober, er útsettur til mánadagin 14. oktober kl. 16.30. Býráðsfundurin verður hildin í býarsalinum í Varpinum.

Til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni. Til ber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á stream(.)fo og á FM 98,7

Býráðsskráin kann takast niður her: Býráðsskráin 14. otober 2024.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Fráboðan um trygdarbrot

9/10/2024

Comments

 
Picture
​Henda kunning er til øll, sum hava havt samskifti við Klaksvíkar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) og Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum.

Sum tey flestu helst vita, so hevur Klaksvíkar kommuna verið úti fyri einum álvarsomum telduálopi, har óviðkomandi eru komin fram at skipanunum hjá kommununi og harvið eisini hjá NBH og Barnaverndartænastuni. Sostatt hava bæði vanligar og viðkvæmar persóns-upplýsingar verið á skeivum hondum. Vit hava nú ræði á øllum upplýsingunum aftur, men kunnu ikki við vissu siga, at teldsníkarnir ikki hava tikið avrit av upplýsingunum.

Hetta trygdarbrotið fevnir millum annað um upplýsingar, sum eru skrásettar hjá Klaksvíkar kommunu, NBH og Barnaverndartænastuni, so sum navn, bústaður, p-tal, kontunummur, yrkisfelagsligt tilknýti og aðrar viðkvæmar persónupplýsingar í sambandi við málsviðgerðir.
Talan kann eisini vera um skrásetingar hjá barnatannlækna í Klaksvíkar -, Fugloyar -, Hvannasunds -, Kunoyar - og Viðareiðis kommunum.

Henda kunning er fyri at geva øllum møguleika at taka neyðug stig og fyrivarni fyri at tryggja seg, nú persónupplýsingar hava verið á skeivum hondum.

Trygdarbrotið kann viðføra m.a. hesar vandar: 

Persónar kunnu royna at nýta p-tal ella aðrar upplýsingar til m.a. samleikastuldur ella svik
Við atgongd til persónsupplýsingar kunnu óviðkomandi royna at lumpa fólk at veita fleiri upplýsingar ella pengar
Her eru nøkur stig, ið kunnu takast fyri at forða fyri misnýtslu av persónupplýsingum: 

Verið varin, um tit fáa óvæntaðar teldupostar, SMS-boð ella telefonuppringingar, har biðið verður um persónligar upplýsingar, innritanarupplýsingar ella pengar
Trýstið ikki á ivasamar leinkjur og latið ikki persónupplýsingar til óviðkomandi
Broytið veik loyniorð til sterk loyniorð - sí t.d. kunning frá Gjaldstovuni her: https://gjaldstovan.fo/Gjaldstovan/kunning/tidindi/kt-tilbugvingin-a-gjaldstovuni-haekkar-nu-netalop-er-innan-landoddarnar/
Um tit hava spurningar, ella tykkum tørvar fleiri upplýsingar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkara dátuverndarfólk, Jens Chr. Olsen, telefon 784070, teldupostur: [email protected].

Arbeitt verður av øllum alvi við at framtíðartryggja allar dátur.

Vinaliga

Klaksvíkar kommuna, Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) og Barnaverndartænastan í Norðoyggjum

Klaksvíkar Kommuna

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.