NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Ókeypis at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin til koronukanning

29/10/2021

Comments

 
Picture
Fyrrapartin hava Sjúkrahúsverkið og P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnilin gjørt avtalu um, at tað frá í kvøld verður ókeypis at koyra ígjøgnum tunnilin, tá fólk fara til Havnar at lata seg kanna fyri koronu.

Nú koronusmittan ger um seg sum ongantíð áður, eru tað nógv fólk úr Eysturoynni, sum dagliga ferðast við bili ígjøgnum Eysturoyartunnilin fyri at lata seg kanna. Skalt tú kannast fleiri ferðir, kann kostnaðurin hava við sær, at fólk setast aftur.

Tí hava Sjúkrahúsverkið og P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnilin í dag gjørt avtalu, sum hevur við sær, at tað frá í kvøld verður ókeypis at koyra við persónbili ígjøgnum Eysturoyartunnilin til og úr Tórshavn hjá teimum, ið fara at lata seg kanna fyri koronu.

Í kvøld, fríggjadagin 29. oktober, verður ókeypis koyring í tíðarskeiðinum kl. 18.30 til kl. 23.30.
Leygardagin 30. oktober verður ókeypis at koyra í tunnlinum millum kl. 16.00 og kl. 23.30.
Sunnudagin 31. oktober verður ókeypis at koyra í tunnlinum millum 16.00 og 23.30.
Frameftir verður kunnað á corona.fo um hvørji tíðarskeið verða ókeypis at koyra.

Sjúkrahúsverkið

Comments

Stórur dagur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

29/10/2021

Comments

 
Picture
Í dag er ein stórur dagur fyri okkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi! Lóa Lenvig Hansen hevur, síðani 1. november 2019, verið í læru sum føðsluatstøðingur í køkinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Skúlaskeiðini hevur hon tikið á Hotel og Restaurantskolen í Keypmannahavn. Hon fekk sveinaprógvið tann 8. oktober og endaði við einum flottum 12 tali og bleiv innstillað til gull heiðursmerki.

Í dag er lærutíðin liðug og hetta er sostatt hennara seinasti arbeiðsdagur.
​
Vit, starvsfelagarnir í køkinum, ynskja henni hjártaliga tillukku og takka fyri góðu tíðina.

Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús

Klaksvíkar Sjúkrahús

Comments

​Skuldi heldur brúkt pengarnar til felagshølir til Ægir

29/10/2021

Comments

 
Picture
Nú borgarnir í Klaksvíkar Kommunu sleppa til orðanna, so vil eg siga mína hjartans meining og tað er, at nú má tíðin vera komin, at Ægir fær síni felagshølir og hasar 200.000,00 kr. høvdu verið nógv betri brúktir til eini felagshølir og venjingarhølir til okkara stolta svimjifelag Ægir enn til eina borgarakanning.

Tórshavnar Kommuna satsar nógv upp á svimjingina og eru í gongd við at gera ein langhyl fyri góðar 150 milliónir, men Ægir fær slett onki frá Klaksvíkar Kommunu.

Ægir hevur enn eitt kustaskap til felagshølir og Ægir hevur ongin venjingarhølir, sum øll hini stóru feløgini í Føroyum hava og at vera í toppinum í føroyskari svimjing krevst at umstøðurnar eru tær bestu.

Fari at heita á Klaksvíkar Kommunu ella okkara vinnulív her norðuri at geva Ægir betri hølisviðurskiftir, bæði til felagshølir og til venjingarhølir við vektum og tað sum tilhoyrir einum venjingarhølum.

Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaðurin í Føroyum og tað sum hevur alstóran týdning er at allir okkara fiskimenn og fiskikvinnur duga at svimja og tað gerst bara um vit geva Ægir bestu umstøðurnar fyri at læra okkara børn og vaksin at svimja. Her hava tit møguleikan at hjálpa og stuðla bæði vinnulívið og Kommunan.

Farið enn einaferð at heita á Klaksvíkar Kommunu at geva Ægir munandi betri umstøður enn tit bjóða teimum í dag og sum tit hava bjóða teimum tey seinastu 10 árini.

Símun á Høvdanum

Picture
Comments

Hvussu nógvar pengar skulu vit brúka upp á Prei til Klaksvíkar Kommunu?

29/10/2021

Comments

 
Picture
​Veit væl at tað ikki eru nógvir pengar 200.000,00 kr. fyri at BORGARAR Í KOMMUNI SLEPPA TIL ORÐANNA Í KLAKSVÍK, men vit hava eina APP sum vit møguliga hava goldið fleiri 100 túsund krónur fyri og har borgarnir sleppa til orðanna.

​Bert ein lítlan spurning til Karl Johansen borgmeistara, kanst tú upplýsa okkum 
hvat Prei kostaði Klaksvíkar Kommunu? Tann skipanin bleiv sett í gongd í 2018 og virkar Prei enn? Send svarið til [email protected]

Picture
GEV PREI

Við appini kanst tú geva Klaksvíkar kommunu prei um kommunal viðurskifti, sum tørva ábøtur ella viðlíkahald. Innkomin prei verða skrásett í arbeiðsætlanina hjá kommununi, og tú kanst fylgja gongdini við tínum fráboðanum í appini.

Í yvirlitinum finnur tú vegleiðing og reglugerð fyri nýtslu av appini og skipanini, og Klaksvíkar kommuna heitir á allar brúkarar at fylgja hesum leiðreglum.

Við at geva okkum prei, hjálpir tú okkum við at gera Klaksvíkar kommunu vakrari og betri. Takk fyri tað.

TAK APPINA NIÐUR HER

Til android
Til iPhone

Hvat er nú munurin og skulu vit blíva við at oysa pengar út í eina nýggja kanning?


Símun á Høvdanum
Picture
​BORGARAR Í KOMMUNUNI SLEPPA TIL ORÐANNA
Býráðið hevur í kvøld samtykt at gera eina borgarakanning. Endamálið við kanningini er at vita, hvat borgarar, og onnur, halda um tænasturnar, sum kommunan veitir.

Kanningarúrslitini verða viðgjørd í politisku skipanini og í fyrisitingini við tí endamáli at kunna veita eina betri, og miðvísari tænastu.

Úrslitini eru serliga viðkomandi fyri býráðið og fyrisitingina, tá ið nýggjar tænastur verða mentar, ella verandi tænastur skulu byggjast út.

Ætlanin er at gera kanningina við spurnarkanningum, samrøðum og borgarafundum. Býráðið játtaði einmælt 200.000kr til kanningina.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at tað hevur týdning at taka borgaran, vinnu, mentan og ítrótt, og onnur, við upp á ráð í arbeiðinum, sum Klaksvíkar kommuna ger, og í samband við tær framtíðarætlanir, sum býráðið hevur.

- Teir flestu borgararnir hava ynskir og upplivingar, sum vit kunnu brúka í arbeiðinum at skipa virksemið í kommununi. Borgarakanningar hava verið nýttar áður. Nevnast kann vakstrarkanningin í 2011 og borgarakanningar á dagstovnaøkinum og á eldraøkinum, men hetta eru longu nøkur ár síðani, sigur Karl Johansen, sum gleðir seg at fara undir tilgongdina.  

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Samráðingarnar um at býta uppsjóvarfisk byrja fyrst í komandi ári

28/10/2021

Comments

 
Picture
​Eftir samráðingar í London millum strandarríkini í seinastu viku og hesa vikuna eru Føroyar, Bretland, Evropasamveldið, Grønland, Ísland, Noreg og Russland samd um mest loyvdu veiði fyri svartkjaft, norðhavssild og makrel á ávikavist 752.736 tons, 598.588 tons og 794.920 tons fyri 2022.

Londini eru eisini samd um at seta vísindaligar bólkar at savna saman alt taltilfar um havrannsóknir og fiskiskap viðvíkjandi makreli og svartkjafti, eins og longu verður gjørt viðvíkjandi norðhavssild.

Sostatt vóru øll mál viðvíkjandi teim trimum uppsjóvarstovnunum avgreidd í London hesar dagarnar, uttan stóru spurningarnir um býtini.

Samráðingarnar um býtini byrja fyrst í komandi ári, tá ið samráðingar verða í Keypmannahavn um svartkjaft og norðhavssild undir ávikavist føroyskum og bretskum formansskapi og í London um makrel undir bretskum formansskapi.

Í London hesa vikuna samdust Føroyar og Bretland eisini um at byrja árligu samráðingarnar um sínámillum fiskirættindi í Tórshavn í døgunum 23.-24. novembur 2021.

Fiskimálaráðið

Comments

Stuðul til Barnabata og LGBT+

28/10/2021

Comments

 
Picture
​

Í fjør varð stuðul latin til Barnabata og LGBT áljóðandi í alt kr. 290.000.

Barnabati veitir fíggjarligan stuðul til føroyskar barnafamiljur í samband við jól og  føðingardagar umframt stuðul til frítíðarítriv. Jólamerkjagrunnurin handaði í 2020 Barnabata kr. 200.000 til jólahjálpina, sum fór beinleiðis til føroysk børn í fátækraváða.

-        Tað kann vera torført at fáa endarnar at røkka saman upp til jóla. Tí vóru vit serstakliga glað um stuðulin frá Jólamerkjagrunninum, sum var við til at stuðla næstan 600 føroyskum børnum, so tey kundu fáa eini góð jól, og at børnini eins og teirra javnaldrar fingu gávur um høgtíðina, sigur Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.

Jólamerkjagrunnurin veitti í 2020 LBGT+ 90.000 kr. til verkætlanir til at betra um sálarheilsuna hjá ungum føroyskum LGBT’arum. Stuðulin var oyramerktur til miðvíst at arbeiða við sjálvhjálpsbólkum í LGBT høpi.

-        Vit vóru takksom fyri stuðulin. Tað er tørvur á sjálvhjálpsbólkum, og stuðulin frá jólamerkjagrunninum hevur hjálpt okkum at seta teir á stovn og byrja tað arbeiði, sigur Annika S. Vang, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar.  

---

Ynskir tú at stuðla Jólamerkjagrunninum og harvið lata pening til samfelagsgagnlig endamál, kanst tú keypa jólamerkini á Posta ella á stamps.fo frá 4. november 2021. Í ár hevur Harriet Olafsdóttir tikið myndir til jólamerkini, og kostar arkið kr. 30,-.

Søk stuðul
Vilt tú søkja stuðul til tiltøk ella verkætlanir til frama fyri børn og ung, so kanst tú lesa meira á Posta.fo. Freistin at søkja er 31. oktober 2021. 

Posta

Comments

Støkk-inn til triðju koppseting

28/10/2021

Comments

 
Picture
Sjúkrahúsverkið fer nú undir at geva 3. koppseting. Klaksvíkar Sjúkrahús koppsetir í Skálanum í Klaksvík.

Leygardagin, 30. oktober, verður støkk-inn koppseting til 3. koppseting, í Skálanum í Klaksvík, á Bøgøtu 11.

Hetta tilboð er hesaferð til fólk omanfyri 65 ár, ella 65+. Treytin fyri at fáa 3. koppseting er, at tað eru meira enn 6 mánaðir og 14 dagar, síðani 2. koppseting. Tað vil við øðrum orðum siga, at øll omanfyri 65 ár, sum hava fingið 2. koppseting áðrenn 16. apríl 2021, kunnu nú fáa 3. koppsetingina.

Opið verður til støkk-inn frá kl. 10 til 16, í Skálanum, á Bøgøtu 11 í Klaksvík.

Inngongdin verður við høvuðsdyrnar, sum venda móti bústovninum við Mýruveg. Útgongdin verður inni í salinum, út til Bøgøtu.

Støkk inn til 1. og 2. koppseting er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mikudagar frá kl. 16.30 til 17.

Minnist til at hava koppsetingarkortið við.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Alexandra á Dul

Picture
Comments

84 tilburðir í gjár og nú eru heili 579 smittaði og 5 innløgd

28/10/2021

Comments

 
Picture
Í gjár vóru 84 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

3810 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 579 smittað í Føroyum.

Heilsamálaráðið

Picture
Comments

Bragd hevði 7.500 pund í dag

28/10/2021

Comments

 
Picture
​Bragd er komin aftur frá útróðrið. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 7.480 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 6.200 pund hýsa, 900 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Bragd hevur eisini verið til útróðrar mánadagin, týsdagin, sjá søluna herundir.

Landa bleiv klokkan 9:30 í morgun.

Skipari umborð Bragd er Oddmar Niclasen.

SáH

BRAGD – ( KG 642 )
NFCS-28-10-2021   3.740
BRAGD – ( KG 642 )NFCS-26-10-2021   2.010
BRAGD – ( KG 642 )NFCS-25-10-2021   2.320

Comments

BÝRÁÐSFUNDUR í dag 28. OKTOBER

28/10/2021

Comments

 
Picture
Skráin fyri býráðsfundin, sum er hósdagin 28. oktober kl. 17.30, er nú tøk.

Fleiri mál eru á skrá. M.a. eitt mál um skoytubreytina, sum skal gerast enn betri.

Skoytubreytin í Klaksvík hevur verið sera væl vitjað, og tí verður mælt til, at umstøðurnar gerast enn betri, so fólk nær og fjar fáa eina góða uppliving, tá vitjað verður á skoytubreytini á biskupstorgi.   

Í annaðkvøld skal býráðið m.a. taka støðu til, um hóskandi skúrar skulu byggjast til virksemið kring skoytubreytina.

Nógv skúlabørn og nógvir gestir vitja dagliga skoytubreytina, og tí er eisini tørvur á at seta taskur, skógvar o.a. frá sær meðan skoyta verður. 

Mælt verður til, at ein skúrur verður til útleigan av skoytum og ein til umklæðing og goymslu av persónligum lutum. Skoytubreytin væntast at lata upp síðst í november. 

Regluligu býráðsfundirnir eru almennir, og til ber eisini at stroyma fundin beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Skráin fyri býráðsfundin sæst her: Býráðsskráin 28. oktober

Klaksvíkar Kommuna

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.