Undirritaði fekk annars bót, tí dekkini framman ikki vóru heilt sum tey skuldu vera og tað er eisini ok. Vit skula øll jú fylgja Landsins lógum, isje sannheit ..?
JáH (y) 20.10.2015
Eitt ordans herlið av politistum eru staddur uppá núverandi tíðspunkt og taka paragraff 13 av bilum. Tveir politistar vóru í Fjósabrekkuni - og í minsta lagi 4 politistar stóðu við Nólsoyar Pálsgøtu og upp har 2 aðrir politistar standa við Magn støðina í Klaksvík - so tað er at taka trygdarbelti uppá seg, tit ... og eisini syrgja fyri, at bilurin annars er í góðum standi. Undirritaði fekk annars bót, tí dekkini framman ikki vóru heilt sum tey skuldu vera og tað er eisini ok. Vit skula øll jú fylgja Landsins lógum, isje sannheit ..? JáH (y) 20.10.2015 Olympiski meistarin við ongum beinum Oscar Pistorius er sloppin leysur av sínari húsa arrest í Suður Afrika og skal nú sita restina av 5 ára dóminum hjá gubba sínum í Pretoria, siga mynduleikarnir í Afrika. Hann skjeyt annars dámuna hjá sær, Reeva Steenkamp, sum doyði á staðnum. Hann helt at dáman varð ein innbrotstjóvur og skjeyt hana ígjøgnum læstar vesihurð. Sakførarin fyri familjuni hjá Steenkamp vónar tó, at dómurin fellur eitt sindur harðari tann 3. november í ár - tí tá skal Pistorius eisini forsvara seg enn eina ferð. Familjan hjá Steenkamp valdi at kæra dømingina hjá Pistorius fyri ein hægri Landsrætt í Afrika - tí at tey hildu at 5 ár varð alt ov bíliga sloppið. JáH (y) 20.10.2015 -At vera í útlegd fær meg at kenna meg eyka polska, sjálvt um eg jú eri komin til Klaksvíkar fyri at verða, sigur Kinga Eysturland um, hvussu tað er at vera póllendingur í Føroyum. Kinga er fødd og uppvaksin í Gdansk í Póllandi, men nú býr hon í Klaksvík í Føroyum. Hon er limur í Integratiónsnevndini í Klaksvíkar kommunu, har hon saman við øðrum tilflytarum skiftir orð við býráðspolitikkarar um, hvussu integratiónin í Klaksvíkar kommunu kann skipast uppaftur betur. Kinga hevur búð í fleiri ymiskum londum, men seinastu trý árini hevur hon búð her í Klaksvík. Og hon hevur tí royndir við at integrera seg í føroyska samfelagið. Les meira HER JáH (y) 19.10.2015 Kelda: Klaksvíkar Kommuna Trupuleikin hevur verið kendur í áravís, men tað er ikki nakað, sum ein tosar hart um. Tá ið ein hevur eina sálarliga lýðing, so er tað stórur kjansir fyri, at ein lukkar tað inni í sínum egna høvdi. Tá ein upplivur, at verðin hyggur niður á ein, grundað av einum mentalum sjúkdómi, sum ein livur við, so læsir ein seg vekk. Tað er lættari at goyma seg fyri demonum uttanfyri, enn teim vit hava innanfyri. Ein nýggj donsk kanning vísur á, at gott 1.200 danskarar við sálarligari lýðing, eru sum oftast teirra egnu fíggjindar. 92 % av teim spurdi søgdu at tey ikki hava vilja handla ella á onkran annan hátt sjálvstigmatiseraðan atburð innan fyri tað síðsta árið. Les meira HER JáH (y) 18.10.2015 Kelda: Politikken Føroyingafelagið í Aarhus hevur nógv ymisk tiltøk gjøgnum dag, mánaðar og ár, og nú hevur felagið valt at leggja enn eitt tiltak afturat. Av tí at felagið hevur ógvuliga nógvar limir, ið á ein og annan hátt eru lesandi, verður nú skipað fyri, at Áarstova kann verða nýtt sum lestrarhøli í dagtímunum. Hølini eru sera væl egnað til tílíkt virksemi, har eru nógv og góð sitipláss, tráleyst internet, atgongd til wc og køk osv. Kaffi/te er altíð at fáa – hetta verður ókeypis, men høvi verður tó at lata nakrar krónur í ein sonevndan kaffikassa. Hetta tilboðið er fyri allar limir felagsins og er heilt ókeypis. Opið verður frá kl. 10-18 hvønn gerandisdag, og er tørvur á at møta fyrr um morgunin, ella sita longri út á kvøldarnar er møguleiki eisini fyri hesum, tó ikki teir dagar har onnur tiltøk eru í hølunum (sí kalendara) Neyðugt er ikki við tilmelding, ella binding uppá nakran hátt. Leggjast kann afturat, at møguleiki er fyri at fáa eitt skáp, ið kann læsast, soleiðis at tú ikki noyðist at taka alt tilfar við tær, hvørja ferð tú fert úr hølunum. So hevur tú brúk fyri einum lestrarplássi í eina avmarkaða tíð, einkultar dagar, í royndartíðum, ella bara brúk fyri einum skifti í gerandisdagnum, er høvi at koma oman í Áarstovu, finna tær eitt pláss, logga teg á neti og arbeiða í frið og náðum. Kontaktpersónur í oktober og november er: Marin Magnusdóttir Østerø, stud.cand.pæd.pæd.psyk. (specialeskrivandi) t-post: marin_ostero@hotmail.com Fartelefonnr. 20 59 97 84 Vit gleða okkum at síggja tykkum! Vinarliga, Nevndin í Føroyingafelagnum This one is funny indeed - the minions from Sea Shepherd now want Erik Biskopstøð and Steintór Rasmussen NOT to have a Summer Festival in the Faroe Islands - because they will speak to bands like Metallica and convince them NOT to attend any such festivals as G! or the Summer Festival. We will ask Erik or Steintór for a comment on this later this week. Hi Farrah I think against the Faroes a boycott is a tool that could be very effective. Our own history says: "In 2000 Sea Shepherd brought economic pressure to bear against those companies still purchasing seafood from the Faroes and as a result – over 20,000 European retail outlets terminated their Faeroese fish contracts." It would be a great opportunity to involve the different SS chapters to map for their own region/country what is imported from the Faroes and where it goes and then target these supermarket chains, restaurants, fish & chips shops etc. Besides fish exports the tourism operators and cruise liners could be a target. I think local musicians will be difficult to convince to speak out, that might work better in Denmark (Metallica drummer Lars Ulrich is Danish). A few weeks ago Twisted Sister played in the Faroes; these foreign bands might be easier to convince to pull out of festivals. Kind regards Erwin - email: empavermeulen@onsbrabantnet.nl Response from Farrah: Hello everyone I spoke to a few of our big supporters and they suggested we start going after the restaurants that sell seafood from the Faroes. Supposedly it’s all over the menus in Nantucket which is an extremely affluent community. They also suggested we try to get to all the sponsors from the big festival and ask them to pull out for next year. Rosie and Lamya-do you remember who they were? We should see if we can get any of our celebrity musicians to talk to the local bands ask them not to play the festival. I was told these are the most popular. Do we have connections to any of them or a bad history? Teitur Lassen or Eivør (Eivør Pálsdóttir), Anna Katrin Egilstrøð, Annika av Matras, Lena (Lena Andersen), Høgni Reistrup, Høgni Lisberg, HEIÐRIK (Heiðrik á Heygum), Guðrið Hansdóttir and Brandur Enni. Well-known bands include Týr, Gestir, Hamferð, The Ghost, Boys in a Band, ORKA, 200, Grandma's Basement, SIC, and the former band Clickhaze. I know we have stayed away from boycotting countries in the past, but how do we feel about doing it now?? What are we doing to push back on the government of Denmark?? Thank you Farrah - email: farrah@seashepherd.org Not only does Sea Shepherd want to stop the music in Faroe Islands - but they also want the word to boycott our food, and also to prevent tourism in the Faroe Islands. My question is simple: "When the f*** are the politician going to WAKE up - and start BANNING this assholes ?!?" Jógvan á Høvdanum (junior) 15.10.2015 Dagstovnarnir í norðoyggjum rigga í hesum døgum til stórt barnafagnaðartiltak fyri børnini á stovnunum. Tiltakið verður í Badmintonhøllini hósdagin 29. oktober. Barnafagnaðardagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum dagstovnarnir í norðoyggjum skipa fyri á hvørjum ári. Evnið á degnum í ár er málslig menning - eitt evni, sum hevur sera stóran týdning fyri heildarmenningina hjá børnum. Hósdagin 29. oktober savnast dagstovnarnir í Klaksvíkar kommunu og norðoyggjum til barnafagnaðardag í Badmintonhøllini. Sjóneykan er á málsligari menning, og ymsu stovnarnir skipa hvør sær fyri ymiskum ítrivum á degnum. Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipari stendur fyri tiltakinum saman við stovnsleiðarunum, og hon er ikki í iva um, at tiltakið hevur stóran týdning fyri børnini á stovnunum. - Barnafagnaðurin er ein læruríkur og stuttligur máti hjá øllum børnunum í kommununi at koma saman og hava tað stuttligt samstundis við at tey læra, sigur Sigrun Vágstún, og leggur afturat: - Málsliga menningin hevur stóran týdning fyri børnini, tí teimum tørva málið fyri at samskifta, og hetta ávirkar sjálvandi eisini heildarmenningina hjá einstaka barninum, sigur Sigrun. Barnaansingarsamkiparin arbeiðir í løtuni við at menna skránna saman við leiðarunum á dagstovnunum í kommununi. Skráin er tí ikki endalig enn, men arbeitt verður við at skipa fyri ymiskum spølum og venjingum, sum stimbra málsligu menningina á ymsan hátt. Umframt dagstovnarnar taka Klaksvíkar bókasavn og Námsfrøðiliga ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu eisini lut í tiltakinum. JáH (y) 14.10.2015 Kelda: Klaksvíkar Kommuna Familjan hjá tí 20 ára gamla Kyle Careford og vininum hjá honum, 21 ára gamli Michael Owen vil at tú sum ein ungur fýrur ella genta - ger tær stundir at hyggja eftir niðanfyri-standi video og møguligvís læra okkurt av hesum ... Hetta eru teir síðstu minuttirnir, sum eru tiknar uppá video av teimum sjálvum, har fartur & stoffir vóru orsøkin til at teir báðir lótu lív í Crowborough, Onglandi í Apríl í ár. Tann sum koyrdi bilin varð Kyle Careford og vinurin hansara, Michael Owen sat í bilinum og tók upp. Fleiri ferðir biður vinur hansara, Careford at seta fartin niður, tá ið teir koyra ígjøgnum Sussex - men tað endar also við at bilurin fer sendandi við yvir 90 km/t ímóti einum kirkjuveggi og báðir tveir lata lív. Familjan hjá dreingunum og Løgreglan í Sussex vóna, at ungdómurin tekur hesa video í størsta álvara og letur bilin standa, næstu ferð ungdómurin hevur planir um at rúsa seg - tí tað kann veruliga enda heilt galið ... Sí bert video hjá Løregluni, sum júst er almanna kunngjørd niðanfyri: JáH (y) 13.10.2015 Vegarbeiðið í samband við sjóhitan er nú komið til Gerðagøtu, og tí verður ein partur av gøtuni avgrivin í komandi viku. Koyrandi til stadionøkið Vegastrekkið eftir Gerðagøtu, sum er víst á myndini, verður stongt fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu mánamorgunin kl. 8.00 og inntil arbeiðið er liðugt. Arbeiðið er lagt soleiðis til rættis, at koyrandi verður av Gerðagøtu og inn ímóti ítrottarøkinum á Jógvan Waagsteinsgøtu. Soleiðis verður ferðslan til Dr. Margrethu barnagarð, svimjihøllina, fótbóltsvøllin og ítrottarhallirnar ikki tarnað av vegarbeiðnum. Vegarbeiðið tarnar heldur ikki bussleiðini hjá Klaksvíkar kommunu, og tí koyra bussarnir sum vant alla komandi viku. Atlit tikin til skúlakoyring Gerðagøta er ein av høvuðsæðrunum fyri ferðslu til og frá Skúlatrøð, og tí er vegarbeiðið lagt í viku 42, tá ið skúlin er í heystfrí. Vegastrekkið verður sum sagt stongt mánamorgunin 12. oktober kl.8, og ætlanin er at gera arbeiðið liðugt í somu viku, soleiðis at ferðslan til skúlan ikki verður ávirkað, tá ið heystfrítíðin er av. Sjóhitin – ein slóðbrótandi íløga Sjóhitin er ein av størstu og mest spennandi verkætlanunum í Klaksvíkar kommunu í løtuni. Við nýggju sjóhitaskipanini gongur Klaksvíkar kommuna á odda, tá ið tað kemur til grøna orku í Føroyum, og íløgan fer at kasta bæði fíggjarligan og umhvørvisligan vinning av sær. Sjóhitaskipanin verður førd ígjøgnum miðbýin, so at hon kann veita hita til flestu kommunalu bygninarnar í Klaksvík. Skipanin kann spara upp til fimm milliónir litrar av olju um árið. Skipanin er løgd inn eftir skúlavegi, og nú eigur vegastrekkið tvørturum Gerðagøtu og yvir til stadionøkið tørn. Kelda: www.klaksvik.fo SáH |
Greinar
April 2024
|