NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Spinnaríið ongan góðan

5/10/2013

Comments

 
Picture
Stór skomm, at einki verður gjørt við Spinnaríið í Klaksvík og sum hevur  staðið sum ein stór "ruin", síðani Klaksvíkar Býráð fekk tað til gávus frá  Niels Mortensen í 2009, sum sjálvandi afturfyri fekk allar sínar treytir uppfyltar viðvíkjandi Bónus handlinum og stykkinum við síðuna av.

Lyftini vóru stór og góð, men einki av teimum er uppfylt enn, heili fýra ár aftaná. Hetta segði táverandi Mentamálaformaðurin og núverandi
Borgmeistarin Jógvan Skorðheim í Klaksvíkar Kommunu við Sjónvarpi, klikk link niðanfyri: 



Comments

Fyrisitingin økt heili 28.8 prosent uppá trý ár í Klaksvíkar Kommunu!!!

3/10/2013

Comments

 
Picture
Smb. Gjaldstovuni er Kommunal fyrisiting pr. borgara í Klaksvík økt heili 28.8 prosent uppá trý ár í Klaksvíkar Kommunu  frá 2009  til 2012 og væntandi verður tað talið uppaftur størri, nú fleiri Kommunustjórar eru settir í starv í 2013 og ongin er koyrdur til hús enn.

Í 2009 var fyrisitingin 2.447 kr. pr. borgara og er tað komi uppá 3.152 kr. Samanborið við høvuðstaðin so er teirra fyrisiting økt minimalt,  bert 1.5% frá 2010 - 2012. Frá 3.407 kr. til 3.456 og tað skal Heðin Mortensen og hansara umsiting hava rós fyri.

Vága Kommuna hevur tað bíðligasta fyrisiting pr. borgara. Hon hevur spart seg frá 3.040 kr. til 2.245 kr. pr. borgara, ein minking uppá góð 26%.

Sjálvandi skulu vit hava ein góða fyrisiting, men sum sagt fyrr, so hjálpir tað ikki borgarnum í Kommuni, at bara fylla fólk inn í ein bygning, vit vilja síggja úrslit.

SáH

Comments

2500,00 kr. fyri at standa á einum bíðilista!!!!!

2/10/2013

Comments

 
Picture
Dýrt at standa á einum bíðilista til grundstykkir hjá Klaksvíkar Kommunu. Hetta hevur ein av borgarnum í Klaksvík skriva á sín vegg ígjár:

"Fyri umleid 10 árum sídani, søkti eg um grundstykki í  Klaksvíkar Kommunu. Havi sídani, hvørki hoyrt ord ella eid um hetta. Í dag kom
bræv um at eg kundi halda áfram at standa á listanum, vid at gjalda 2500 kr.

Tad fyrikemur mær rættiliga óseriøst, at man einki hoyrir í so langa tíd, fyri sídani at fáa eina rokning og so einki meir. - Ongar upplýsingar um hvør stødan er og hvat man kann vænta. Hvat skal man so gera vid tad ? - Gjalda og so bída í 10 ár aftrat ?
Nei best man verda at arkivera tad lodrætt ! - Tad eru adrir listar í ødrum kommunum"

Comments

Nýggjur keypsportalur tikin í nýtslu

1/10/2013

Comments

 
Picture
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri hevur kunngjørt rundskriv um keyp av vørum og tænastum hjá tí almenna. Rundskrivið er komið í gildi í dag 1. oktober.  Frá í dag skulu vørur og tænastur, ið hitt almenna keypir og sum eru omanfyri eina ásetta upphædd, bjóðast út á nýggjum keypsportali.

Keypsportalurin er fyrst og fremst eitt alment kunngerðarstað, har ið almennir stovnar kunnu lýsa við útboðum, og veitarar kunnu halda seg dagførdar um nýggj útboð.

 - Fyritøkur og borgarar skulu hava álit á, at almenn keyp eru rættvís og gjøgnumskygd. Somuleiðis skal sum mest fáast fyri hvørja skattakrónu. Keypsportalurin, sum eisini er eitt av málunum í samgonguskjalinum, skal virka við til at røkka hesum málum, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

Keypsportalurin, sum er mentur við støði í rundskrivinum, varð tikin í nýtslu í dag á almennari samkomu á Gjaldstovuni.

Rundskrivið snýr seg um keyp av vørum og tænastum hjá almennum stovnum og er, við ávísum undantøkum, galdandi fyri øll keyp omanfyri 50.000 kr. uttan mvg. Skilt verður tó millum keyp frá 50.000 kr. upp til 800.000 kr. og síðani keyp oman fyri 800.000 kr. uttan mvg. 

Tvey sløg av útbjóðingum eru ásett í rundskrivinum.
Annar hátturin er at seta ein tilboðsfyrispurning. Hann kann nýtast fyri keyp upp til 800.000 kr. u/mvg og krevur, at tilboð skulu biðjast frá í minsta lagi tveimum veitarum. Einki krav er tó um, at ein tilboðsfyri¬spurningur skal lýsast alment, og nýggi keypsportalurin er í fyrstu syftu ikki ætlaður hesum útbjóðingarhátti.

Hin hátturin er alment útboð, sum verður brúkt fyri keyp ið eru omanfyri 800.000 kr. u/mvg, men kann eisini verða nýtt fyri keyp niðanfyri hesa upphædd. Í rundskrivinum verður kravt, at almenn útboð skulu lýsast á Keypsportalinum, so allir veitarar kunnu bjóða upp á vøruna ella tænastuna. 

Jørgen Niclasen væntar, at almennir stovnar í størri mun enn higartil fara at útbjóða keyp av vørum og tænastum, og at tað fer at skapa eina virknari kapping og harvið betra fortreytirnar fyri einum effektivum og kappingarførum marknaði. 

Gjaldstovan hevur ment Keypsportalurin. Heimasíðan er partur av heimasíðuumhvørvinum hjá Gjaldstovuni, men er eisini at finna á www.keypsportal.fo.


Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Egon Joensen, teldupostur egon@fmr.fo ella telefon 352020.

Rundskriv um keyp av vørum og tænastum, klikk link her: http://www.fmr.fo/Data/Register/0209FF11-AB5D-42FF-8ED7-68B8145134C5/21101720-B612-4B2A-B8CD-786827144249/27E1F046-72A7-4A39-A327-4F31FF4ED16D.pdf

Kelda: Fíggjarmálaráðið



Comments
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.