NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Býarbussurin fer at koyra fleiri túrar

30/9/2025

Comments

 
Picture
Frá 1. oktober fer leið 2, sum koyri til Norðoyrar, Ánirnar og Árnafjørð, eisini at koyra millum kl. 10.00 - 12.00.

Staðbundna nevndin á Norðoyri hevur í fleiri umførum víst á, at tørvur er á at fáa fleiri túrar á ferðætlanina fyrrapart. Tey hava víst á, at tað bæði er gagnligt fyri skúlabørnini í økinum, men eisini fyri Baldursbrá, sum serliga ger túrar fyrrapart.

Borgarstjórin, Karl Johansen, fegnast um, at býráðið kann ganga hesum ynski á møti.

- Borgarstjórin hevur fund við staðbundnu nevndirnar fýra ferð um árið. Javnan verður eisini skipað fyri ástøðisfundum, har fundur verður hildin í avvarðandi øki. Hetta er ein góð skipan, sum gevur borgarunum góðar møguleikar at vísa á, hvørjir tørvir eru í økinum.

- Tað er sjálvsagt ikki øll ynskir, sum bera á mál, men eg gleðist um, at hetta málið er rokkið, sigur Karl Johansen.

Í fyrstu atløgu er talan er um eina royndarkoyring restina av árinum.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Føroya Politi fylgir við dronuvirkseminum

25/9/2025

Comments

 
Picture
Føroya Politi fylgir neyvt við í hendingunum viðvíkjandi dronum. Skuldi ólógligt dronuvirksemið komið fyri í Føroyum, er politiið til reiðar at gera neyðugu átøkini hesum viðvíkjandi.

Í Føroyum hava vit í løtuni ongar ábendingar um tílíkt dronuvirksemi, sum seinastu dagarnar hevur verið at sæð á donskum flogvøllum. 
 //
Færøernes Politi følger situationen vedrørende hændelser med droner nøje og vil i tilfælde af ulovlig droneaktivitet træffe de nødvendige forholdsregler.
Der er i øjeblikket ikke indikationer på hændelser svarende til det observerede i danske lufthavne.
// 
The Faroe Islands Police are closely monitoring the incidents related to drones. Should illegal drone activity occur in the Faroe Islands, the police are prepared to take the necessary measures in this regard.
At present, we have no indications of such drone activity in the Faroe Islands as has been observed in recent days at Danish airports.

Føroya Politi

Comments

Býráðsskráin 25. september

24/9/2025

Comments

 
Picture
Býráðsfundur verður hósdagin 25. september kl. 17:30. Til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni.

Býráðsfundurin verður hildin í Varpinum, har regluligu fundirnir hjá býráðnum verða hildnir. Til ber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á stream(.)fo og á FM 98,7.

Býráðsskráin kann takast niður her: Býráðsskráin 25. september 2025

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Byggisamtyktin fyri E5 góðkend

24/9/2025

Comments

 
Picture
Vísandi til grein 7 í Býarskipanarlógini*, sendi Klaksvíkar kommuna tann 14. nov. 2024 Umhvørvismálaráðnum uppskot um nýggjan økispart E5 (miðstaðar- og bústaðarøki) í almennu byggisamtyktini til góðkenningar.

Nýggi økisparturin er uml. 2000 m2 til støddar og er skipaður soleiðis, at veghædd í komandi bygningunum er ætlað til miðstaðarendamál, meðan 1. og 2. hædd eru ætlaðar til bústaðir.

Uppskotið hevur ligið frammi til viðmerkingar frá 1. til 22. mai 2024. Kærutíðin var úti 12 juni. 2024. Innkomu tvær kærur, ið vóru viðgjørdar á býráðsfundi 14. okt. 2024.

Býarskipanarnevnd Landsins hevur havt málið til ummælis, og hevur nevndin viðmælt ætlaðu broyting. Umhvørvismálaráðið hevur somuleiðis viðgjørt málið, og tekur undir við viðmælinum frá Býarskipanarnevndini og hevur við heimild í grein 4 í Býarskipanarlógini, góðkent broytingina um stovnan av E5 í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu           

Byggisamtyktin sæst her: 
Økisblað E5 er at síggja á s. 6-7 í skjali Miðstaðarøkið E1-E5. Her: Miðstaðarøki E1-E5

* Býarskipanarlógin: Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025       

Klaksvíkar Kommuna

Comments

FØROYA POLITI LEITAR EFTIR VITNUM

24/9/2025

Comments

 
Picture
Politiið leitar eftir vitnum í sambandi við eina neyðtøkuroynd, sum fór fram í miðbýnum í Havn sunnumorgunin 7. september 2025 klokkan gott fýra. 

Hendingin byrjar við, at tríggir mans koma yvir til tvær 18 ára gamlar kvinnur, sum sita uttan fyri Margarinfabrikkina millum Tórsgøtu og Magnus Heinasonar gøtu. Menninir tosa enskt. Eftir eina løtu fara teir avstað. 

Ein teirra kemur tó aftur og roynir at gera seg inn á kvinnurnar. Tá hetta miseydnast, rennur brotsmaðurin frá staðnum. Brotsmaðurin, sum tosar enskt, er myrkur í húðini og verður mettur at vera uml. 30 ár.  

Vit leita nú eftir vitnum, sum kunna hava sæð hendingina ella mannin renna frá staðnum sunnumorgunin. Um tú hevur upplýsingar, kanst tú venda tær til Føroya Politi á tlf. 35 14 48.
//
FAROESE POLICE SEEKING WITNESSES
The police are seeking witnesses in connection with an attempted rape that took place in Tórshavn on Sunday morning, 7 September 2025, shortly after 4:00 a.m.

The incident began when three men approached two 18-year-old women who were sitting outside the Margarinfabrikkin, between Tórsgøta and Magnus Heinasonar gøta. The men spoke English. After a while, they left.

However, one of them returned and attempted to assault the women. When the attempt failed, the perpetrator fled the scene. The man, who spoke English, has dark skin and is estimated to be around 30 years old.

We are now seeking witnesses who may have seen the incident or the man running from the scene on Sunday morning. If you have any information, please contact the Faroese Police at +298 35 14 48.

Føroya Poltii

Comments

Galaxy avlýsir túrar í dag tann 18. september

18/9/2025

Comments

 
Picture
Fyri veður verða fráferðirnar á leið 7 kl. 6:00 av Krambatanga og kl. 11:30 av Havnini avlýstar, hósdag 18. septembur.

Nærri kunning um siglingina restina av hósdegnum verður fráboðað í morgin.

Strandfaraskip Landsins



Comments

Petö-endurvenjingarskeið 2025

17/9/2025

Comments

 
Picture
Heystskeiðið í 2025 verður í viku 42, 43 og 44

Endurvenjingarskeiðið er fyri børn, við CP og øðrum kropsligum avbjóðingum, í aldrinum 0 til 14 ár.

Endamálið er at børn innan hendan málbólk, fáa møguleika at venja intensivt í 3 vikur, fyri at betra um ella viðlíkahalda teirra funktiónsstøði.

Treytin fyri luttøku er at barnið hevur CP ella aðrar kropsligar avbjóðingar, og er ávíst av barnalækna. 

Venjingarnar eru 2 tímar um dagin, 5 dagar um vikuna, í 3 vikur.

Neyðugt er, at foreldur/stuðul er við til venjingarnar. Ynskiligt er at tey, ið eru um barnið dagliga, bæði frá stovni og heimi, kunnu verða við til vegleiðing í venjingum, sum barnið eftirfylgjandi kann gera dagliga.

Venjingarnar ganga fyri seg í bólkum og tí er neyðugt, at børnini megna at arbeiða í bólki. 

Á venjingarskeiðnum verður atlit tikið til einstaka barnið og miðað verður ímóti, at børnini á ein stuttligan hátt við sangi, spæli og rørslum, kunnu betra um teirra rørslutarn.

Tilmeldingarfreistin er 03. okt 2025

Tit eru vælkomin at ringja 404668 ella 235467, um ivamál eru.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Comments

Rudda Føroyar leygardagin

17/9/2025

Comments

 
Picture
Klaksvíkar kommuna hevur seinastu árini verið partur av altjóða ruddingardegi, sum í Føroyum er nevndur, Rudda Føroyar. Hetta er ein ruddingardagur, har øll lond rudda í senn. Sum nakað nýtt er dagurin eisini settur í kalendaran hjá ST, og stendur at vera 20. september.

Á hvørjum ári luttaka umleið 20 milliónir fólk úr øllum heiminum.

Yvirskipaða endamálið við verkætlanini Rudda Føroyar er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim. Meira ítøkiliga skulu so nógvir føroyingar sum gjørligt fáast til at taka lut í altjóða ruddingardegnum. 

Tørvur á hjálparum í Norðurøkinum

Oman fyri 1000 føroyingar, bæði einstaklingar og fyritøkur, plaga at vera við, og tí er tørvur eisini á at fáa hjálparar, sum kunnu vera við til at samskipa ruddingina í Norðurøkinum. Ruddingin verður skipað í tøttum samstarvi við Klaksvíkar kommunu.

Klaksvíkar kommuna eggjar borgarum, fyritøkum og felagsskapum um at taka lut í ruddingini, men eisini at seta seg í samband við Rudda Føroyar, um áhugi er fyri at hjálpa til við praktiska partinum.

Á heimasíðuni hjá Rudda Føroyar ber til at skráseta seg sum hjálpara og sum ruddara. Les meira á heimasíðuni, hvussu tú kanst gera títt íkast: Latið okkum halda Føroyar reinar saman her

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Kunningarfundur um kirkjuráðsarbeiði

15/9/2025

Comments

 
Picture
Kirkjuráðsval verður 4. novembur 2025, og tí skipar valstýrið í Christianskirkjuni fyri fundi, har kunnað verður um hvat kirkjuráðsarbeiði inniber. Jógvan Ravnsfjall frá Føroya Stiftsstjórn greiðir frá. 

Fundurin er ætlaður teimum sum eru á valevnislistanum, og teimum sum vilja vita meir um kirkjuráðsarbeiði. 

Fundurin verður í kirkjukjallaranum mikukvøldið 17. septembur kl 19.30. 

Valstýrið í Christianskirkjuni

Comments

Limaskapur í WTO er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya

10/9/2025

Comments

 
Picture
§ 6 nevndin, sum landsstýrið og danska stjórnin gjørdu virkna at gera av, um  limaskapur Føroya í egnum navni í WTO er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya, er nú komin til ta niðurstøðu, at slíkur limaskapur er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya.

Løgmaður sigur í viðmerking:
- Eg fegnist um, at § 6 nevndin er samd við løgfrøðiligu niðurstøðuni hjá landsstýrinum um at limaskapur Føroya í egnum navni í WTO er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya. Samstundis harmist eg um, at málið hevur drigið so nógv út vegna eina skeiva tulking hjá danska løgmálaráðnum. Eg vóni, at hetta mál fer at føra til ávíst afturhaldni frá danskari síðu at gera avgjørdar einsíðugar niðurstøður um, hvat stjórnarskipanarliga støða Føroya loyvir ella ikki loyvir. 

Nevndin hevur undir viðgerðini havt tríggjar fundir. Í Keypmannahavn 28. mars 2025, í Havn 2. mai 2025 og  í Keypmannahavn  2. juni 2025. Harumframt hava tað verið trý umfør við skrivligum innleggum.

Á seinasta § 6 nevndarfundi varð staðfest, at teir landsstýris- og stjórnarvaldu limirnir í nevndini ikki kundu semjast um eina felags niðurstøðu. 

Tískil var spurningurin, sbr. § 6, stk. 2 í heimastýrislógini, latin teimum trimum hægstarættardómarunum í nevndini at taka endaliga avgerð, m.a. við støði í innleggunum hjá nevndarlimunum.

Hægstarættardómararnir í nevndini hava nú í hjáløgdu niðurstøðu tikið avgerð um, at limaskapur Føroya í egnum navni í WTO er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya.

Í nevndini sótu hægstarættardómararnir Jens Peter Christensen, formaður,  Lars Hjortnæs og Jens Kruse Mikkelsen. Landsstýrisvaldir vóru professari Bjørn Kunoy, sendimaður Føroya í Washington og Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni.

Stjórnarvaldir vóru Vibeke Pasternak Jørgensen, stjóri í løgfrøðiligu tænastuni í danska uttanríkisráðnum og  Anders Sparholt Jørgensen, stjóri í lógardeildini í danska løgmálaráðnum.

Les avgerðina á føroyskum her og á donskum her. 

Um grein 6-nevndina
Heimastýrislógin § 6, stk. 2: Ivamál um føroyska heimastýrisins ræði í mun til ríkisvaldið verða løgd fyri nevnd, skipað av tveimum limum valdum av ríkisstjórnini, tveimum valdum av landsstýrinum og trimum av hægstarættarpresidentinum valdum hægstarættardómarum; ein teirra verður settur sum formaður. Eru teir fýra av ríkisstjórnini og landsstýrinum valdu limirnir samdir, er málið endaliga avgjørt. Um so ikki er, verður málið avgjørt av teimum trimum hægstarættardómarunum.

Løgmansskrivstovan

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.