NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Hvørji frítíðartilboð eru í kommununi?

30/9/2024

Comments

 
Picture
Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu eru 16 ítróttafeløg upplýst at vera í kommununi. Ein vifta av sera fjølbroyttum felagsskapum, sum í høvuðsheitinum verða rikin og ment av sjálvbodnum eldsálum.

Umframt ítróttafelagsskapir, er ein ørgrynna av øðrum frítíðarvirksemi. 

Í samband við kommunuætlanina, sum Klaksvíkar býráð hevur samtykt at farast skal undir, so er ein liður í arbeiðinum at finna útav, hvørji frítíðartilboð eru til borgarar í býnum. Bæði til børn og vaksin. 

Vit vilja fegin hoyra um øll tey fjølbroyttu frítíðartilboðini, sum eru í kommununi. Alt frá skótavirksemi, føroyskum dansi til andalig frítíðartilboð. 

Um tú umboðar ein sjálvbodnan frítíðarfelagsskap ella annað frítíðarvirksemið, sum er opið fyri almenninginum, lat okkum so endiliga frætta. 

Send boð til [email protected] Upplýs navnið á frítíðarfelagsskapinum, og gev okkum navn og telefonummar hjá einum ábyrgdarfólki. 

Les nærri um endamálið við kommunuætlanini her: Tíðindaskriv um kommunuætlanina

Send boð til [email protected] Upplýs navnið á frítíðarfelagsskapinum, og gev okkum navn og telefonummar hjá einum ábyrgdarfólki. 

Yvirlit: Ítróttafelagsskapir í Klaksvíkar kommumu

Klaksvíkar Kommuna


Comments

Kommunan enn merkt av netálopi

26/9/2024

Comments

 
Picture
​Sum kunnugt varð Klaksvíkar kommuna rakt av netálopi um vikuskiftið. Hetta merkir, at teldusníkar hava lagt hald á telduskipanir hjá kommununi.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at støðan er álvarsom, tí kommunan hevur onga atgongd til sínar dátur. Arbeitt verður við at fáa greiðu á, hvussu umfatandi álopið er, men sannlíkt eru viðkvæmar upplýsingar komnar í skeivar hendur.

Serkøn fólk, sum hava royndir við tílíkum, arbeiða í løtuni saman við avvarðandi myndugleikum fyri at finna útav, hvat er hent, og hvør avleiðingin verður. Samstarvað verður við bæði løgregluna, KT-Landsins og kt-veitarar. Fráboðan er somuleiðis send Dátueftirlitinum. 

Borgarstjórin, sum eisini er stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu, leggur afturat, at arbeiðsstøðan hjá umsitingini er nógv merkt av støðuni, men í høvuðsheitum virka flestu tænastuveitingar, bæði hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Býráðsskráin 26. september

25/9/2024

Comments

 
Picture
Býráðsfundur verður hósdagin 26. september kl. 17:30. Til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni.

Býráðsfundurin verður hildin í býarsalinum í Varpinum, har regluligu fundirnir hjá býráðnum framyvir verða hildnir.

Til ber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á stream.fo og á FM 98,7.

Býráðsskráin kann takast niður her: Býráðsskráin 26.september 2024

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Ágangandi vespur Úti í Grøv

24/9/2024

Comments

 
Picture
Hóast heystið er komið, so er vesputíðin ikki av enn. Kommunan hevur fingið fleiri fráboðanir um, at vespur, ið eru Úti í Grøv, eru sera ágangandi hesa tíðina.

Eftir fráboðanina um óvanliga nógvar vespur í viðarlundini, hevur kommunan sett neyðug tiltøk i verk. Fyritøkan Vakurt hevur verið á staðnum og hevur funnið eitt býli, og er arbeiðið at týna vespubýlið sett í gongd. Kommunan vil tó gera vart við, at nógvar vespur kunnu framvegis vera at síggja í viðarlundini.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Klaksvíkar kommuna rakt av netálopi

23/9/2024

Comments

 
Picture
Um vikuskiftið varð Klaksvíkar kommuna rakt av netálopi. Starvsfólk hjá kommununi arbeiða í løtuni saman við avvarðandi myndugleikum fyri at finna útav, júst hvat er hent, og hvør avleiðingin er.

Ítøkiliga merkir hetta, at fleiri av telduskipanunum eru óvirknar í løtuni. Hetta er ein trupulleiki, sum í stóran mun rakar fyrisitingina hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.  

Einstakir stovnar eru eisini raktir og veita eina skerda tænastu, eitt nú hevur barnatannrøktin í løtuni einans opið fyri teimum, sum hava ein bráðfeingis tørv.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Margit Stórá: Vit eiga at koppseta børnini – tað skylda vit teimum

23/9/2024

Comments

 
Picture
Eg havi sum landsstýriskvinna tikið stig til at fara undir munagóð átøk fyri at fáa uppaftur fleiri foreldur at taka av tilboðunum um ókeypis koppsetingar til børn og ung. Málið er, at vit um eitt ár hava rokkið markinum hjá WHO um undirtøku fyri barnakoppsetingum og HPV-koppsetingini.

Vit vita, at koppseting bæði er tann virknasti hátturin at basa smittandi sjúkum og kann fyribyrgja summum sløgum av krabbameini. Koppsetingin verjir bæði tann, sum hevur fingið koppseting, og hon verjir eisini onnur í samfelagnum – m.a. pinkubørn og onnur, sum eru serliga viðbrekin fyri sjúkum.

Eftirsum undirtøkan fyri koppsetingum í okkara parti av heiminum hevur verið góð, hevur tað eydnast okkum at basa fleiri smittandi sjúkum, sum fyri ikki so nógvum árum síðani vóru sannar plágur. Nógvar av hesum sjúkum elvdu til at børn doyðu ella fingu álvarsligar avbjóðingar, sum tey máttu stríðast við restina av lívinum.

Tað er tí órógvandi at frætta, at undirtøkan fyri barnakoppsetingum og HPV-koppsetingini er fallin seinnu árini. Tá fleiri børn og ung ikki eru koppsett, hava vit ikki ta neyðugu verjuna í landinum móti smittandi og álvarsligum sjúkum, sum vit annars høvdu rokkið við okkara koppsetingarskipan.

Eg havi havt fund við landslæknan, Heilsustýrið, Heilsutrygd, Apoteksverkið, kommunulækna og Gigni. Endamálið var at tosa um munagóð tiltøk at seta í verk, fyri at økja um undirtøkuna fyri koppsetingunum.

Øll eru samd um, at tað er týdningarmikið, at foreldur fáa holla og dygdargóða heilsufakliga kunning um tilboðini um koppsetingar. Harafturat mugu tilboðini verða lætt atkomulig, so foreldur ómakaleyst kunnu fáa koppsett børnini hjá sær. Møguliga er ein av orsøkunum til fallandi undirtøkuna fyri koppsetingum vantandi kunning um tilboðini.

Tí er skjøtul settur á arbeiðið at gera eina skipan, sum fer at kunna foreldrini um, nær børnini kunnu fáa ymsu koppsetingarnar. Í næstum verður eisini farið undir at kanna, hvørjar orsøkirnar eru til, at summi foreldur ikki taka av tilboðunum um ókeypis koppsetingar.

Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur sett mørk fyri, hvussu nógv børn og ung í minsta lagi skulu verða koppsett fyri at kunna veita floksmótstøðuføri, sum verður rokkið tá nóg nógv í einum samfelag eru koppsett. Floksmótstøðuførið hevur við sær, at sjúkan ikki fær møguleika fyri at breiða seg í samfelagnum.

Málið er, at vit fyri ársenda í 2025 hava rokkið málunum hjá WHO um undirtøku fyri koppsetingunum.

Eg eri glað fyri, at vit við at koppseta børn og ung kunnu fyribyrgja, at tey gerast sjúk óneyðugt. Sjálv minnist eg ilt á ta tíðina, tá eg hevði meslingar, skáldkoppar og aðrar sonevndar barnasjúkur. Eisini í Føroyum eru børn deyð av hesum sjúkum.

Tað er tó ikki longri síðani enn so, at eisini eg minnist tað kvøl tað elvdi, tá besta vinkonan brádliga, frá degi til dags, misti beiggja sín av smittandi sjúku - eini sjúku, sum vit í dag kunnu fyribyrgja við okkara koppsetingarskipan.

Tað eru helst eisini hesar upplivingar, sum m.a. fáa garvaða kommunulæknan, Signar Dam, at rópa varskó í miðlunum. Hann minnist nógvar harmasøgur, sum elvdar vóru av sjúkum vit í dag kunnu fyribyrgja - um vit vilja.

Tá talan er um koppsetingar haldi eg, at tað er týdningarmikið, at hetta framvegis verður veitt sum eitt tilboð í heilsuverkinum. Eg taki tí ikki undir við teimum, sum mæla til at seta serlig krøv og treytir, og á ein hátt tvinga fólk til at lata seg og børn síni koppseta. Tað eru søguliga sæð nógvar royndir á tí økinum runt umkring, sum ongantíð hava givið nøkur góð úrslit.

Heilsupolitiskt er eingin ivi um, at vit mugu hava koppsetingarstøðuna í landinum aftur á beint.

Vit vita hvør ræðuleiki tað er vit basa á hendan hátt. Tí mugu vit koppseta børnini. Tað skylda vit teimum.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum


Heilsumálaráðið

Comments

Í dag er altjóða alzheimersdagur

21/9/2024

Comments

 
Picture
Í havanum á Bakkanum í Víkunum sendur ein sokallaður minnisbonkur. Endamálið við bonkinum er at seta sjóneykuna á demens. Tað er Alzheimerfelagið, sum hevur framleitt benkurnar í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík.

Á bonkinum stendur: “Visti tú, at demenssjúkur stava frá heilasjúku og ikki frá elli? Latið okkum í felag menna eina demensvinarligar Føroyar!” Bonkurin stendur sjónliga fyri almenninginum, og skal bjóða fólki seta seg niður og taka eitt prát og minnast løturnar.

Týsdagin 24. September kl. 19.00 skipar Alzheimerfelagið fyri áhugaverdum tiltaki í Varpinum, við Mette Søndergaard. Evnið er: „Hvussu skapa vit ein góðan gerandisdag fyri fólk við demenssjúku?“. Atgongumerki á 100 kr. kann keypast HER.

Klaksvíkar Kommuna

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.