Annars er mesti vindurin júst nú á Norðradalsskarði, har er mesti vindurin í hvirlunum 53 m/s.
Vindurin minkar spakuliga nú og út á seinnapartin verður vindferðin umleið 10 til 15 m/s úr suðuri.
SáH
Ikki so galið, at vindurin er minkaður í suðri, frá 57 m/s til 44 m/s á Ørðaskarði og á Fámjinsveginum. Annars er mesti vindurin júst nú á Norðradalsskarði, har er mesti vindurin í hvirlunum 53 m/s. Vindurin minkar spakuliga nú og út á seinnapartin verður vindferðin umleið 10 til 15 m/s úr suðuri. SáH Fyri fyrstu ferð í næstan 30 ár eru fleiri enn 5000 borgarar í Klaksvík, og fyrrapartin vitjaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri Árna Brandsson Petersen, sum er borgari nummar 5000. Árni B. Petersen og konan Karla fluttu herfyri til Klaksvíkar at búgva og tá ið Árni varð skrásettur sum búsitandi í Klaksvíkar kommunu, kom fólkatalið upp á 5000 fyri fyrstu ferð í nógv ár. Í hesum sambandi var borgarstjórin á vitjan á Skála, har Árni arbeiðir, fyri at hátíðarhalda, at fólkatalið í Klaksvík endiliga er komið uppum 5000 aftur. - Tað er stórsligið at kunna staðfesta, at vit nú eru fleiri enn 5000 borgarar í Klaksvík, tí tað merkir, at fólkatalið endiliga er aftur á tí støðinum, sum vit hava ynskt í so nógv ár, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Hann leggur dent á, at fólkavøkstur hevur havt stóra raðfesting í býráðnum seinastu mongu árini, og so eigur Norðoyatunnilin eisini sín lut í góðu gongdini. - Vit hava leingi virkað fyri fólkavøkstri, og seinastu tíðina hava vit ordiliga sæð, at hetta hevur kastað av sær og trivnaðurin er somuleiðis vorðin betri, tí fólkavøkstur merkir jú bæði menning og betri trivnað, so hetta er ein stórur dagur fyri Klaksvík. Árni er sjálvur eitt frálíkt dømi um, hvussu góðan mun Norðoyatunnilin eisini ger, tí hann býr jú í Klaksvík og arbeiðir á Skála, og tað ber so væl til í dag, sigur borgarstjórin. Í 1988 var seinast hátíðarhildið, at tað vóru 5000 borgarar í Klaksvík, men í árunum frá 1988 til 2009 minkaði fólkatalið støðugt. Í 2010 varð so ein vakstrarætlan sett í verk fyri at skapa fólkavøkstur og síðan tá hevur gingið rætta vegin aftur. Og fyri fáum døgum síðan var so borgari nummar 5000 skrásettur í fólkayvirlitinum. Sjálvur visti Árni B. Petersen ikki av, at júst hansara tilflyting flutti fólkatalið í býnum upp á 5000. - Eg havi búð bæði í Danmark og í Havn seinastu árini, ímeðan eg havi verið undir útbúgving, men í summar gjørdi konan og eg av at flyta til Klaksvíkar, og higartil er tað ein avgerð, sum vit eru sera glað fyri, sigur Árni. Hann er sjálvur glaður fyri at vera partur av vaksandi fólkatalinum í Klaksvík. - Tað er stuttligt at kunna flyta heim við konuni, og vónandi kunnu vit eisini seta børn til og harvið økja enn meira um fólkatalið í Klaksvík, so eg eri glaður fyri at vera partur av góðu gongdini, sigur Árni B. Petersen. Borgarstjórin vitjaði Árna á arbeiðsplássinum á Skála í morgun og handaði honum ein málning, sum Edward Fuglø hevur málað til høvið. Klokkan 08.45 kom hesin sløkkiliðsbilurin til Trongisvágs, har ein tekja í grannalagnum hevði fingið skaða, men skaðin var ikki stórir, so sløkkiliðið fór avstað aftur beinanvegin til næstu uppgávu. Eitt træ í garðinum hjá okkum fekk eisini skaða, har ein stór grein bleiv kveitt av um tvøran. Træið má vera umleið 30-40 ár gamalt. SáH Tiltakið við Peter Mygind um lívið eftir 3 blóðtøppar og hjartasteðg verður hósdagin 6. oktober kl 19.30 í Norðurlandahúsinum Tiltakið er alment og deyvatolkur verður til staðar. Atgongumerkið kostar kr. 100 og kann keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo Skráin: 1. Kl. 19:30 verða hurðarnar latnar upp Eyðun á Lakjuni, pianistur spælir vakran tónleik á Stainway flyglið, meðan gestirnir finna sessir sínar í stólaraðunum. 2. Jan Jóanesarson, hjartalækni hevur stutt læknaligt innslag 3. Maria á Lakjuni syngur, meðan faðir hennara Eyðun spælir undir 4. Peter Mygind, sjónleikari og fyrilestrarhaldari tekur pallin. Hjartafelagið hevur saman við FÁ8, sum er fakligur áhugabólkur hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum arbeiða við hjartasjúklingum, boðið kenda sjónleikaranum, rithøvundinum og fyrilestrahaldaranum Peter Mygind at halda ein spennandi fyrilestur, sum kann hava áhuga hjá øllum. Peter Mygind hevur á egnan kropp kent at hava angist aftaná 3 blóðtøppar og ein hjartasteðg. Hann er komin longur í lívinum við at taka um angistina og ikki lata hana festa røtur. Peter Mygind er ambassadørur fyri danska hjartafelagið og vil fegin samskifta um sínar royndir. Tað verður eitt kvøld, har vit fara at hoyra um “stríðsmannin” , sum fer í hernað fyri at fáa eitt gott lív, har angist og sorg ikki stýra dagligdegnum. “Tað er ikki altíð lætt, tá tú dagliga skalt taka heilivág, sum minnir teg á sjúkuna. Tað ræður um at taka ábyrgd av egnum lívi og stuðla tey, sum hava fyri neyðini at finna innara stríðsmannin í sær,” sigur Peter Mygind. Hann var eisini sera fegin um, at har vóru fólk á staðnum, sum kundu fáa hann aftur til lívs, soleiðis at hann er á lívi í dag. Hetta verður eitt spennandi kvøld, sum kann geva okkum øllum innlit í og amboð til at fáa eitt gott lív, hóast sjúku, angist og sorg. Hetta er ikki bara galdandi fyri hjarta-karsjúk, men øll, tí fá sleppa undan onkuntíð í lívinum at møta angist og sorg. Kelda: www.hjartafelag.fo “Okkurt má gerast. Tað ganga 12-13 ára gomul í býnum her og eru rúsað við narkotika. Tey skuldu havt frítíðarítriv… ella eitt ella annað stað, har tey kundu stuttleikað sær UTTAN rús.” Les greinina hjá Bláa Krossi her: "Kamilla andaðist einans 20 ára gomul" SáH Javnðarkvinnan Alega Hammond í Grønlandi misti allar sínar sessir og bleiv blakað út úr Javnaðarflokkinum Siumut fyri at hava brúkt 13.000 krónir til privat forbrúk. Vit hava Javnaðarfólk í Føroyum, sum brúka 365.000,00 kr. uppá eitt fundarborð smb. KVF og tað fær ongar fylgur. Vit hava Javnaðarfólk í Føroyum, sum hava bygt verðins dýrasta trappu, haldi hon kostaði fleiri milliónir? fær heldur ongar fylgur. Vit hava Javnaðarfólk í Føroyum, sum sita bæði í Løgtinginum, er 1. næstformaður í Løgtinginum. formaður í Kommunufelagnum og er Borgmeistari í Tórshavn, har stemma kann vera báðum megin borið, fær heldur ongar fylgur. Her ruggar ikki alt rætt, Kringvarp Føroya jagstraði alla síðstu setu Fólkafloksfólk, men nú kann samgongan gera akkurát tað hon lystir. Stór mál eftir stór mál vera tikin upp, men eftir eina tíð, so vera tey tagd burtur og tað fær als ongar fylgjur fyri hesi Løgtingsfólk ella Landsstýrisfólk. Løgið sigi eg bara. SáH |
Greinar
April 2024
|