NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroyar og Danmark gjørt avtalu um veðurlagssamstarv

30/8/2025

Comments

 
PictureMargit Stórá og danski ráðharrin Lars Aagard
Margit Stórá og danski ráðharrin Lars Aagard hava í dag undirskrivað samstarvsavtalu um altjóða veðurlagsarbeiði, sum verður útint undir ST Veðurlagssáttmálanum og Parísavtaluni.

”Við hesi avtalu fáa vit betri møguleikar at fremja okkara áhugamál í altjóða veðurlagssarbeiðinum og samstundis tryggja, at okkara sjónarmið verða hoyrd” sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

Avtalan millum Føroyar og Danmark tryggjar, at støða Føroya til mál og evni, sum verða viðgjørd í altjóða samráðingum um veðurlag, fær rúmd. Fremstu áhugamál Føroya eru hav, veðurlag og náttúra, matframleiðsla úr sjónum, orkuskifti innan maritima øki og tillaging til veðurlagsbroytingar hjá oyggjasamfeløgum.

Umframt at samstarvsavtalan kjølfestir eitt opið samstarv millum Danmark og Føroyar, tryggjar avtalan eisini, at Føroyar fáa innlit í veðurlagssamstarvið hjá ES og atgongd til tingingar um komandi veðurlagsmál. 

Umhvørvismálaráðið

Comments

Minnningarorð um Øssur av Steinum á Løgtinginum 28. august

28/8/2025

Comments

 
Picture
Á tingfundinum í dag bar eg fram minningarorð um skyldmannin Øssur av Steinum, fyrrverandi løgtingsmann:

Sunnudagin hin 27. juli 2025 andaðist Øssur av Steinum, fyrrverandi tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, 84 ára gamal.

Øssur av Steinum varð føddur í Kollafirði hin 8. juni í 1941. Hann var sonur Niels Paula av Steinum, sum kom av Velbastað og Jensiu Clementsen, ættað av Sandi. Systkini á Heyggi vórðu seks í tali. Øssur giftist Mariu, fødd Lindberg hin 10. juli í 1965.

20 ára gamalur fór kollfirðingurin Øssur til Havnar at lesa til lærara, og tók hann læraraprógv í 1964. Fyrstu tvey árini sum lærari undirvísti hann í Gøtu skúla. Eftir hetta gjørdist hann lærari í Kollafjarðar skúla, og starvaðist hann har, til hann í 1980 tók við sum skúlastjóri í ALV-skúlanum við Áir. Har var hann, inntil hann fór frá fyri aldur.

Øssur av Steinum tók fyrstu ferð sæti á tingi, sum tingmaður umboðandi Norðurstreymoyar valdømi, í januar 1985 sum varamaður fyri Jógvan Durhuus, ið gjørdist landsstýrismaður og varaløgmaður. Øssur av Steinum var varamaður á tingi til 1988.

Á tingi var Øssur fastur limur í umhvørvisnevndini, landbúnaðarnevndini og í arbeiðaramálanevndini. Uppvaksin á Heyggi, Inni í Firði í Kollafirði, har pápin var uppsitari, var eyðvitað, at landbúnaðarmál høvdu hansara heilt stóra áhuga. Garðurin á Heyggi var frá 1857 amtslæknagarður, og er tann garðurin, sum seinni varð tikin til royndarstøð, og har Búnaðarstovan í dag húsast.

Í landbúnaðarnevndini var Øssur við í millumtinganevndini, sum gjørdi uppskot um nýggja landbúnaðarlóggávu. Eftir gomlu lógini kundu einans menn taka við einum festi. Í nýggju lógini fingu kvinnur ein sjálvsagdan og javnsettan rætt til at festa.

Øssur av Steinum var eisini ein virkin kommunupolitikari. Hann var bygdaráðsformaður í Kollafirði frá 1975 til 1981, og var hann tá við til at gera fyrstu býarætlanina fyri Kollafjørð. Somuleiðis var hann bygdaráðslimur aftur frá 1985 til 1989.

Í barndómsheiminum fylti politikkur nógv. Bæði foreldrini vóru tjóðveldisfólk, og man hetta eisini hava gjørt sítt til stóra áhugan hjá Øssuri fyri politikki. Í 1966 var Øssur við at seta Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag á stovn, og hann sat í nevndini, fyri tað mesta sum skrivari, í samfull fimmti ár.  

Øssur var ein íverkseti og ein drívmegi fyri nærumhvørvið í Kollafirði. Hann gjørdi nógv, serliga fyri trivnaðin hjá bæði eldri og ungum.

Í 1967 tók Øssur stig til at endurstovna ítróttarfelagið KÍF og helt soleiðis ungdóminum í Kollafirði til, bæði í hondbólti og borðtennis. Í nevndini fyri KÍF var hann eisini drúgvur; har sat hann í nøkur og 30 ár.

Øssur var leingi virkin í nevndini fyri Norðurstreymoyar dansifelag, har hann millum annað skipaði fyri uttanlandsferðum, sum ikki vóru so fáar. Eitt nú varð vitjað í Noregi, Russlandi, Estlandi og Baskaralandi. Harumframt var hann virkin í bjargingarfelagnum í Kollafirði og partur av landsfelagnum fyri bjargingarfeløg. Hann var við til at byrja Kiwanis í í Føroyum, har hann var formaður í mong ár; hann virkaði í Reyða Krossi og undirvísti kring landið í fyrstuhjálp. 

Hetta at vera virkin og áhaldin má sigast var eitt sereyðkenni fyri Øssur, og arbeiðið fyri felagslívið varð eisini virðismett. Í 2016 bleiv Øssur heiðraður fyri serstakliga drúgva arbeiðið í Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Og í KÍF fekk hann sjálvur annar stóra heiðurin at verða tilnevndur til heiðurslim í felagnum.

Øssur var sum nevnt bóndasonur og fekst nógv við seyð og kríatúr. Hann var av raskastu fjallmonnum, og javnan vóru eisini boð eftir honum hjá skælingsmonnum og hjá bóndanum á Signabø.

Sum smágenta hitti eg Øssur, tá hann vitjaði heima hjá ommuni og abbanum á Klovanum á Sandi. Jensia, mamma Øssur, var onnur systir abba mín Kristian. Øssur var sostatt systkinabarn mammu. Eg minnist hann sum ein mann, ið var blíður við okkum børn. Seinni komu vit at kennast ígjøgnum virksemi okkara í flokkinum, har hann var stuðlandi og jaligur at práta við.

Seinastu árini fánaði hesin maður, sum ongantíð hevði sitið hendur í favn. Sjúkan merkti hann, og seinasta skeiðið av lívsævini búði Øssur í sambýlinum í Kollafirði.

Kollafjarðar kirkja var stúgvandi full, eins og nógv vórðu savnaði uttanfyri kirkjuna, henda sólskinsríka dagin hin 1. august, tá Øssur varð borin til gravar. Har, í hugnaligu trækirkjuni í Kollafirði, átti Øssur mangt sporið, sum deknur og trúgvur kirkjugangari. Í grein á folkakirkjan.fo fortelur Øssur sjálvur um, tá kirkjuráðsformaðurin á sinni bað hann gerast dekn: “Eg helt, at hann heldur skuldi biðja konuna, tí hon sker betur ígjøgnum, eg eri heldur lágmæltur, men tað vildi hon ikki hoyra talan um, og eg eri deknur enn”. 

Maria Jørðdal Niclasen, prestur, helt eina vakra røðu til jarðarferðina hjá Øssuri, har hon segði frá einum manni, ið bar so nógv til heimbygdina og til felagsskapin. Søgan um ein trúgvan og trúgvandi mann.

Prestur fortaldi, hvussu hann røkti tænastuna í kirkjuni til lítar og virðiliga. Og serliga væl dámdi honum at lesa lestrarnar hjá Jákupi Dahl, prósti. Høgtíðir og hátíðardagar stóð hann ofta í føroyskum búna á kórsgáttini, fortaldi prestur.

Til einkjuna, Mariu, bar prestur yrking eftir Christian Matras, sum orðfá, kortini rúmar tíð, kærleika og stillar kenslur:

Vit livdu ár saman
vit livdu lívið saman
og gott var at vera menniskja

Tankar okkara leita í samkenslu til tín Maria og til tykkum øll hansara nærmastu, sum stóðu Øssuri so nær.

Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um tingmannin og álitismannin Øssur av Steinum.

Farið at biðja tingfólk um at reisast, so vit í tøgn eina løtu saman kunnu minnast tingmannin sála.

Á Løgtingi, hin 28. august 2025,

Bjørt Samuelsen
løgtingsforkvinna

Comments

Miðlastuðul 2025 – stuðul til skjalprógvaðar lønarútreiðslur

27/8/2025

Comments

 
Picture
Almanna- og mentamálaráðið hevur eftir áheitan frá Miðlastuðulsnevndini nú býtt út miðlastuðulin til skjalprógvaðar lønarútreiðslur fyri roknskaparárið 2024.

Tilsamans eru 8 umsóknir játtaðar, og játtanin í ár er 2,9 milliónir krónur, har 30% (870.000 kr.) eru settar av til lønarstuðul.

Stuðulin er býttur soleiðis millum umsøkjararnar:

Sosialurin        315.307 kr.
Portal.fo          206.161 kr.
FM                  139.007 kr.
Dimmalætting   98.727 kr.
VP                     43.407 kr.
Norðlýsið    39.061 kr.
EYP             20.229 kr.
JN                  8.100 kr.

Miðlastuðulin verður býttur út eftir avgerð frá Miðlastuðulsnevndini við heimild í § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 35 frá 31. mars 2017 um miðlastuðl, sum broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 5. mai 2021. 

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

Amerikanski kavbáturin USS South Dakota í Nólsoyarfjørð

27/8/2025

Comments

 
Picture
Í dag kemur amerikanski kavbáturin USS South Dakota í Nólsoyarfjørð. Talan er um stuttan steðg í Nólsoyarfirði í sambandi við manningarskifti. USS South Dakota er kjarnorkurikin og hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar kjarnorkuyvirvøku og onnur tilbúgvingaratlit í sambandi við vitjanina. Tjaldrið fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Comments

Avtaka grundstykkjalistan!

26/8/2025

Comments

 
Picture
- Tað skal verða lættari at fáa fatur á kommunalum grundstykkjum til sethúsabygging!

Hetta hevur verið eitt politisk ynski, sum farið varð undir at kanna tíðliga í vár. Síðan hevur verið arbeitt við at menna eina skipan, sum í størri mun skal tryggja, at tey, sum eru klár at fara undir bygging, hava møguleika at onga sær kommunalt grundstykki.

Verandi leistur við sølu av grundstykkjum hevur verið óneyðuga drúgvur umsitingarliga, og tað ger, at tað ofta tekur langa tíð at koma ígjøgnum bíðilistan, tá grundstykkir verða útlutaði.

Kunningarskriv um hesa broyting er send øllum teimum, sum hava staðið á grundstykkjalistanum. Er brævið ikki komið til onkran, sum heldur seg eiga at hava móttikið hesa kunning, so ber til at seta seg í samband við kommununa umvegis teldupost [email protected] 

Nýggj søluskipan
Listin yvir tøk grundstykkir, verður í nýggju skipanini dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði kl. 12.00 (um annað ikki er fráboðað). Harvið fáa øll kunning um tøk grundstykkir samstundis.

Áhugaður keypari kann velja eitt grundstykki, ið er tøkt, og senda umsókn um at keypa tað. Hetta skal gerast umvegis frymil/oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á heimasíðuni. Tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa.

Í løtuni eru 20 tøk kommunal grundstykkir. Hesi verða boðin út 1. september kl. 12.00, tá ið skipanin verður tikin í nýtslu. Sølulistin verður at finna á heimasíðuni www.klaksvik.fo 

Tøk grundstykkir:
8 millum Hjalla
11 á Fossum
1 undir Klakki

Borgarar, sum ynskja at gera brúk av nýggju søluskipanini, eiga at kunna seg um galdandi reglugerð á heimasíðuni hjá kommununi. Leinki er her: Reglugerð

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Vísið varsemi á Skúlavegi

21/8/2025

Comments

 
Picture
Vegna kloakk- og graviarbeiðið verður Skúlavegur stongdur 25. og 26. august frá kl. 9.00 – 16.00.  

Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi, og at kunna seg um skeltir, sum verða sett upp í hesum sambandi.

Dagføring av spillivatnsskipanini á Ziskatrøð

Arbeiðið, sum í løtuni verður framt á Prestvegi, er fyrsti partur av eini spillivatnsarbeiðstøku, sum Kanjon ger fyri kommununa.  

Arbeiðið er partur av stóru spillivatnsverkætlanini, sum Klaksvíkar kommuna støðugt arbeiðir við.

Tá ið hetta arbeiðið er liðugt, verður beinanvegin farið undir seinna partin. Tá ið hesi arbeiðini eru liðug, fer onki spillivatn í Ósánna.

Klaksvíkar Kommuna

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.