Sáttmáli varð í farnu viku undirskrivaður millum J & K Petersen og Klaksvíkar kommunu, um at víðka verandi verkætlan, soleiðis at yvir 6 túsind fermetrar verða lagdir afturat nyggja ídnaðarøkinum við Borðoyavík.
Í verandi verkætlan er talan er um eitt øki á 15.000 m2, ið verður útgrivið sunnanfyri bátahylin á Borðoyarvík. Nýggji sáttmálin við J & K Petersen, sum eisini stendur fyri vernadi verkætlan, merkir, at J & K Petersen leingir verandi verkætlan við 100 metrum, svarandi til 6.585 m2. Sostatt verður samlaða ídnaðarøkið 21.585 fermetrar til víddar.
Endmálið er at nýta suðurendan av ídnaðarøkinum til vinnuøkir, umframt at Grótbrotið og annað virksemi hjá kommununi skal halda til har. Harafturat tryggjar hendan íløgan, at kommunan og borgarar koma at hava góða atgongd til grót og annað tilfar framtíðar verkætlanir.
Eftir ætlan skal fyrsti parturin av verkætlanini handast kommununi um ársskift. Kostnaðurin fyri meirarbeiðið, sum J & K Petersen nú fer í gongd við, er 6,5 milliónir.
Ístaðnfyri at leggja seg eftir at fríðka av kirkjugørðum, sum eisini skal til, so skuldi Klaksvíkar Kommuna roynt at fingið liðugtgerðina av ídnaðarøkinum við Borðoyavík og á Fossum lidna og selda, so fleiri pengar komu í kommunukassan.
Klaksvíkar Kommuna søkir nú eftir einum byggifrøðingi afturat, helt at har vóru 15 fólk sum arbeiða á tekniski deild hjá KK og sum tíðirnar eru nú, so er tað helvtin ov nógv og sum skilst so vera tær mestu av byggiverkætlanirnar keyptar frá Teknistovunum í býnum og aðrastaðni við.
Tað hevði verið upp á sítt pláss at borgmeistarin og formaðurin í Tekniski nevnd upplýsti okkum borgarnum, hvussu nógv Klaksvíkar Kommunu hevur betalt til Teknistovurnar í Føroyum tey seinastu 5 árini og hvussu nógv umsitingin av Teknisku deild kostar KK um árið? Skal ein nýggjur byggfrøðingur setast, so vera tit noydd at siga einum byggifrøðingi upp, tí KK hevur ikki ráð at bara seta fleiri og fleiri fólk í umsitingina hjá kommuni, vit hava snøgt sagt ikki ráð til tað.
Annars gleðiligt at nú endiliga er gongd komi á Ídnaðarøkið Undir Hamri og vit væntandi fara at síggja virksemi á økinum í nærmastu framtíð. "SO VERÐUR TAÐ GJØRT"
SáH


RSS Feed