NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tough Shit, Sea Shepherd !!! (also translated to English)

23/7/2015

Comments

 
Picture
Fyri slakum mánaði síðani, tá ið 22 hvalir løgdu beinini á Hvannasundi - svav Sea Shepherd grindina burtur og vóru alt ov seinir at koma uppí, at blanda seg.

Hesa ferð, tá ið áleið 120 hvalir løgdu bein á Bø - vóru Sea Shepherd vaknir, men tað hjálpti lítið, tí løgreglan varð á staðnum og handtók fýra Sea Shepherd fjepparar, sum vóru í ferð við at gera balladu.

Og søgan endar ikki her - tí keldur vilja vera við, at eisini tveir speed-bátar og ein gummibátur hjá Sea Shepherd fekk løgreglan eisini tikið hald uppá. So henda herferðin hjá Sea Shepherd er vorðin dýr fyri stóra pengapungin hjá Harra Watson.

Fyrr í vikuni, so blivu tvey øðrin Sea Shepherd fólk handtikin, tí tey ikki hildu seg til Grindalógina - tá ið ein grind sædd. Kvinnan, sum er skuldsett - stendur nú púra ber, tí skipið Sam Simon er rýmt undan henni og er statt í Hetlandi. Skiparin á Sam Simon skuldi annars møta í rættinum, men hann stakk halan ímillum beinini og rýmdi til Hetlands. Way to go, skipper!

Sjá annars myndarøð niðanfyri - har Norðoya Portalurin sjálvandi varð á staðnum og tók myndin, ímeðan grindin bleiv drigin til lands í Sørvági. Eftir er bert, at siga: "Bon Appetit, tit í Sørvágiiiiii"

JáH (y) 23.07.2015

Picture
Tough Shit, Sea Shepherd (English version)

About a month ago, when 22 whales ended up as food in Hvannasundi - the Sea Shepherds were sleeping their day away and did not manage to interfere with the killing. 

This time when about 120 whales ended as food in the little village Bø - a few Sea Sheperd members were awake (barely), but the police were on the spot and apprehended four Sea Sheperd members, that were up to no good. 

But the story does not end here because sources told us, that the police also took three small boats from Sea Sheperd, that were trying to interfere with the killing, so this rampage from Sea Sheperd is going to cost Mr. Watson a lot of money.

Furthermore, earlier this week - two Sea Sheperd members were also arrested when they violated the faroese Whalelaw. The accused woman is left alone by her crew members, because the ship, Sam Simon, has fled to Shetland, most likely because the captain of the Sam Simon also was supposed to meet in curt, but he did not show. Way to go, Skipper.

You can also look at the slide show below, and see pictures that Nordportal took on the spot of the happening in Sørvági.

All that is left to say is:"Bon appetit, people of Sørvági"

Btw - If you want to know more about faroese Whaling - go to: www.whaling.fo and if you want to know more about our beutiful islands - go to: www.visitfaroeislands.fo - and if you want to have a laugh and a ½ - go to: www.nordportal.net/jokes

Comments

Myndir frá Norðoya Portalinum í norska blaðnum Fiskaren

20/7/2015

Comments

 
Picture
Longu nú eru fleiri myndir frá Norðoya Portalinum í norska blaðnum Fiskaren.

Fiskaren hevur eisini gjørt eina grein um teknirøðina hjá Jógvan á Høvdanum yngra, viðvíkjandi She Sheperd, fyri góðari viku síðuni, so vit eru stak populerir í Norra :)

Norðoya Portalurin verður stak nógv vitjaður fyri tíðina, tann 5 juli. vóru 43.264 vitjandi hjá NP og tað er met hjá okkum.

SáH

Picture
Comments

Grindin slapp og nú er støðan 1-1

20/7/2015

Comments

 
Picture
Fyri løtu síðani komu teir síðstu bátarnar inn á Klaksvíkinga aftur.

Grindin kavaði nógv og tað var ómøguligt at fáa rakstur á hana og tilendas slapp grindin. 

Tað gjørdi heldur ikki betur, at Sam Simon slapp at gera eitt sindur av ónáðum, við at liggja tætt at bátunum, sum vóru í grind.

Vit vunnu í Hvannasundi, men hesaferð fór SS við sigrinum.

SáH

Picture
Comments

Elti als ikki skipið Sam Simon

20/7/2015

Comments

 
Picture
Norðoya Portalurin var og tók myndir av grindaraksturin í Kalsoyrarfirði ímorgun, har tvey donsk verjuskip vóru til staðar. 

Her eygleiðir Triton Sam Simon og sum tit síggja á myndini, so eltir ongin skipið, men eftir mínum tykkið, so skuldi teir havt tikið tað inná Klaksvík, tí tað var til ampa fyri grindaraksturin.

Skjóttgangandi bátarnir hjá sjóverjun vóru skjótir á staðnum og teir løgdu at borðinum hjá Sam Simon, men Sam Simon slapp at sigla víðari og tað er mær ein gáta, hví tað slapp, sjálvandi skuldi tað verið tikið.

SáH

Comments

Her leggur danska og føroyska løgreglan uppí

20/7/2015

Comments

 
Picture
Her fyrstu myndirnar, har danska og føroyska løgreglan leggur uppí og er íferð við at handtaka SS fólk.

Skipið hjá She Sheperd eitur Sam Simon og lág norðanfyri Húsum og royndi at tarnað grindaraskturin.

SáH



Comments

Skopunarhagen ársins tjaldingarlega 2015

19/7/2015

Comments

 
Picture
Skopunarhagen bleiv ársins tjaldingarlega 2015.

Teir hava sett sín dám á festivalin og vóru teir fyrstir á leguna mikudagin.

Tillukku við tí og serliga okkara Pub Quiz maður í Maverick Barr Heri Signar Nolsøe.

Her niðanfyri sært tú filmsklipp frá handaðini.

SáH

Comments

Myndir frá leygarkvøldinum á G! Festivalinum

19/7/2015

Comments

 
Picture
Lagi var avbera gott á G! Festivalinum. Her nakrar myndir frá leyarkvøldinum.

Norðoya Portalurin takkar G! fyriteikarnum fyri góða tænastu og vit koma heilt sikkurt aftur næsta ár.

SáH

Comments

Eitt satt G! barn

18/7/2015

Comments

 
Picture
Í morgun kl. umleið 11 fingu Rósa Tyril Gaardlykke og Jonathan Gaardlykke eina dóttir.

Og hetta er av sonnum eitt G!-barn. Rósa hevur seinastu árini havt ábyrgdina av innskrivingini á G! og hevði verið til arbeiðis til klokkan fýra í morgun, táið vatnið fór, umleið kl hálvgum fimm.

Hon og Jonathan fóru so til Havnar á föðideildina. Um níggjutíðina byrjaðu verkirnir og umleið klokkan ellivu átti Rósa eina vælskapta dóttir.

Rósa er dóttir ein av núverandi hövuðsfyriskiparunum á G!, Kristfríð Tyril. Pápin er Marni Tyril, sum hevur havt ein týðandi leiklut at skapa alt G!-konseptið síðani byrjan, harímillum hevur hann sniðgivið G!-búmerkið og lagt lunnar undir grafiska samleikan.

Marni og bróðurin Jón Tyril valdu at takka fyri seg seinasta ár, men Rósa og Kristfríð hava báðar havt týðandi leiklutir framvegis.

Vit ynskja lítlu dóttrini vælkomnari og Rósu og Jonathan tillukku. G!-hópurin gjördist sostatt eina eina mammu og eina ommu ríkari í dag. Og Marni og Jón kunnu kalla seg ávikavist abbi og abbaba eftir hetta.

Og sólin skínur í Syðrugötu nú.

Kelda: gfestival.fo

SáH

Comments

Ókeypis undirhald til børnini

18/7/2015

Comments

 
Picture
Ókeypis undirhald til børnini

Áðrenn kl. 16 er ókeypis atgongd á festivaløkið á G! Festivalinum, so tey, ið hava hug at koma og royna festivalkensluna, kunnu gera tað. 

Vit leggja fyri í dag við eini sera sterkari skrá til børnini. Angela & Hannibal, Kom & flenn, skattaveiða, víkingasjónleikurin Óðins eyga og Ævintýraferðin teljast millum tilboðini, ið eru. 

Eindags atgongumerki fáast við dyrnar eftir hetta, um tú vilt hoyra Dizzy Mizz Lizzy, At the Gates, Eivør, Teitur og øll hini, so er hevur tú
møguleika til tað.

Børn 12 ár og yngri sleppa ókeypis á G! allan dagin.

Kelda: gfestival.fo

SáH

Comments

Sjálvstýrisfólk í býnum spæla við eld

18/7/2015

Comments

 
Picture
Frekan til frekleika skal ein leita leingi eftir. Fyrst stuðlar Klaksvíkar Kommuna bara onkrum í býnum og onnur sleppa als ikki framat og nú eru teir farnir at koyra flisar og annað tilfar uttanfyri Maverick Barr, sum skal brúkast á hinari síðuni á vegnum. Er hetta ikki at spæla við eld ella hava tit hug at provokera meg, so hevur tað eydnast tykkum.

Hvat billa tit tykkum inn? minnist væl, tá ið eg átti Klaksvíkar Timburhandil á Stongunum. Tá bleiv eg ringdir niður, um eitt lítið bunti av timbri ella ein plattur av flisum stóð á kaj økinum og bleiv hóttir við einum og hvørjum. 

Nú síggið eg, at fólk í býnum brúka alt kajøkið, bæði á vestari síðu og eysturi síðu til lagur, har 10 tals pláttar, konteynarar og vørur standa til ampa fyri ferðsluna á kajøkinum, sjá myndir niðanfyri. 

Hava tit broytt politikk á hesum økinum? og kann eg nú brúka kajøkið niðanfyri mín Timburhandil á Varpinum til lagur? Vónandi fái eg svar skjótt, tí eg kann eisini keypa 10 tals pláttar av flisum, timburbuntir og aðrar vørur og leggja teir á kajøkið niðanfyri tann lokala Timburhandilin í býnum, nevnliga Klaksvíkar Timburhandil.

SáH

Comments
<<Previous
Forward>>
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly