NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Sáttmáli undirskrivaður við Kanjon

26/6/2025

Comments

 
Picture
Stórur dagur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í dag. Sáttmáli varð  undirskrivaður við Kanjon, ið skal høvuðsumvæla starvsfólkabygningin.

Hesin bygningur, ið er frá 1960-árunum, skal hýsa sjúklingum og starvsfólkum. Hetta hevur verið ein drúgv tilgongd, men nú fer arbeiðið í gongd og vit gleða okkum til at fylgja við umvælingini. 

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, segði, at "tað er gleðiligt, at vit nú kunnu tryggja bæði sjúklingum og starvsfólki góðar og nútímans karmar í bygninginum". 

Arbeiðið byrjar í august og tekur væntandi umleið tvey ár.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Comments

Rynkeby, Røðan hjá Karl Johansen borgmeistara

26/6/2025

Comments

 
Picture
Nógv fólk vóru samankomin at siga okkara Rynkur farvæl, nú tey skulu súkkla til París, her røðan hjá Karl Johansen borgmeistara

Góðan morgun, øll somul 
Í dag byrjar ferðin! 
Ikki bara ímóti París, men ímóti nøkrum nógv størri – nevnliga vónini um lív og kærleika. 

Tað eru støður í lívinum, har tíðin steðgar upp! 
Í øllum førum kennist tað soleiðis. Tað kann vera ein telefonsamrøða, eitt úttrykk frá einum lækna ella einum, sum stendur tær nær. 
Knappliga gerst verðin óhugnaliga kvirr, tí ein tú varðar av, er blivin sjúkur. 
Hetta hendi fyri okkum, og er hetta eisini hent fyri fleiri av tykkum. 
Tá ið man er komin upp í mín aldur, so hevur man uppliva eitt sindur av hvørjum. Bæði viðgongd og mótgongd.
Eg minnist enn sólarklárt, tá ið Annika, elsta dóttir okkara, ringdi við boðunum. 
Eg var til arbeiðis á politistøðini í Klaksvíkar, har eg arbeiddi sum sýðslumaður. 
Hon hevði fingið svar, og boðini vóru, at hon hevði fingið staðfest bróstkrabba! Alt bleiv kvirt!
Hetta var ein trupul tíð hjá dóttrini, men eisini hjá okkum, sum vóru rundan um hana, tí hóast hon var komin upp í árini, og var flutt heimanífrá, so fer hon í hjartanum altíð at vera mín lítla Annika. Og onki er meira tyngjandi enn at síggja síni børn hava pínu, og at uppliva, at tey kempa ímóti sjúku, sum tú sjálvur onga ávirkan hevur á. 
Vit kunnu í dag gleðast um, at ljósið aftur fór at lýsa. 
Smá fet, lítil smíl og til seinast, orðini: Tú ert frísk! 
Hetta er ongin sjálvfylgja, tí tíverri gerast øll ikki frísk. 
Tú ert frísk! 
Hetta er ein setningur, sum framvegis merkir meg, tí tað er ikki bara ein setningur, men eitt undur.   
Í dag súkkla tit – og tit súkkla nevnliga fyri júst hesum – undrinum. 
Tit súkkla fyri teimum, sum framvegis stríðast, og fyri familjunum, sum halda ondini. 
Saman við munagóðari gransking á krabbameinsøkinum, geva tit hesum familjum vón. Og við tí sjónliga arbeiðinum, sum tit gera, skapa tit ein felagsskap, sum ger, at ongin noyðist at kempa einsamallur. 
Eg veit hvussu týdningarmikið tað er fyri tey, sum verða rakt, at tey hava ein góðan felagsskap, har tey verða møtt av fólki, sum kenna teirra støðu. 
Hesum stuðlað tit undir, og eiga tit eina stóra tøkk fyri tað. Bæði tit sum súkkla, men ikki minst tykkum, sum gera tað møguligt fyri, at hesi kunnu súkkla. 
At vera ein evarska lítið partur av hesum felagsskapinum hjá tykkum er okkum í Klaksvíkar kommunu ein stór æra. 
Somuleiðis er tað ein heiður at fáa sagt farvæl við ynskjum um eina góða ferð.
Takk fyri tykkara ídni, dirvi og ikki minst hjartagóða hugburð. 
---
Til tykkum sjálvbodnu í Smæruni. 
Aftur í ár hava tit hjálpt við at fyrireika hetta tiltakið, og eiga tit eina hjartans tøkk fyri tað.
---
Eisini skal ljóða ein heilsan til fittu, røsku børnini í Blákolluni og Dr. Margrethu barnagarði, sum hava listprýtt og savnað pening inn til hetta góða endamál. Tit eru so ófør, øll somul. 

Við ynskjum um eina ógloymandi ferð og blíðan byr, nú toymið Team Rynkeby fer avstað.

​Takk fyri.

Karl Johansen, borgmeistari
Klaksvíkar Kommuna

Comments

Talvudagur fyri Bíbliufelagið Hvítusunnudag

5/6/2025

Comments

 
Picture
Talvan gongur fyri Føroyska Bíbliufelagið Hvítusunnudag 8. juni 2025.

Bíbliufelagið vónar, at kirkjur, samkomur og onnur vilja stuðla Bíbliufelagnum at fáa Guds orð út til alt Føroya fólk.

Endamálið hjá Føroyska Bíbliufelagnum er:
1. at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli og at fáa Bíbliuna út,
2. at skipa fyri at týða Bíbliuna ella partar av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur, at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum enn teimum løggildu og annað viðkomandi tilfar,
3. at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika,
4. at hava innsavningar og forlagsvirksemi,
5. at umsita sambandið við útlendsk bíbliufeløg,
6. at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum er fíggjað við gávum og stuðli. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.

Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at týða og útgeva Bíbliuna og bíbilskt tilfar til allar føroyingar, so vit øll hava møguleika at lesa Bíbliuna á móðurmálinum. Tí hevur nýggja bíbliuumsetingin hægstu raðfesting, men andaligur og fíggjarligur stuðul krevst, um tað skal eydnast at fáa útgávuna lidna.

Nýggj Bíbliutýðing á veg

Arbeiðið við nýggju týðingini hevur gingið longri enn ætlað, tí tað er nógv størri arbeiði enn væntað, men arbeiðið gongur væl og arbeitt verður miðvíst við verkætlanini. Í ár er ætlanin at geva út Nýggja Testamenti eftir týðing Hans Jacob Joensen. Hetta so at øll kunnu fáa høvi at lesa og gera viðmerkingar til nýggju bíbliutýðingina.

Endurskoðanin av Nýggja Sáttmálanum – Nýggja Testamenti á gerandisføroyskum – krevur sítt, og er komin væl ávegis. Harafturat hava vit ment nýggja Bíbliuapp - Bíbliuappin kallað – við enn fleiri hentleikum, fleiri bíbliuútgávum og til allar fartelefonir. Bíbliufelagið hevur eisini fingið nýggja heimasíðu.

Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuarbeiði hjá øðrum tjóðum. Felagið stuðlar Altjóða Bíbliufelagnum, Ukrainska Bíbliufelagnum og sjónvarpsrásini Sat 7, ið m.a. ger undirvísingar- og kristiligt tilfar til Miðeystur og Norðurafrika.

Bíbliufelagið hevur konto í øllum peningastovnunum:

Føroya Banki: 6460-382.873.7
Eik Banki: 9181-380.777.2
Norðoya Sparikassi: 9865-992.646.6
Suðuroyar Sparikassi: 9870-992.061.8

Við tøkk og bøn um góðan stuðul.

Vinaliga,

Jógvan Fríðriksson
Forseti í Bíbliufelagnum

Bergur D. Joensen
Formaður í Bíbliufelagnum

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.