
Ein góð løta og ikki sørt at vit Klaksvíkingar vóru sera stoltir hendan dagin.
Nógv fólk vóru til reisugildið og hildu Jan Petersen, borgmeistari Karl Johansen, stjórin í Kanjon Karstin Hansen og Kristian Martin Rasmussen røður og endaði alt við at Kristian Martin avdúkaði navnið KG.
Jón Rasmussen, takk fyri at Norðoya Portalurin bleiv bjóðaður við og vil eg ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við navninum, hetta gerð okkum lokalu enn stoltari at vera Klaksvíkingar við stóra K.
Her røður og myndir frá hátíðarhaldinum.
SáH