Rosalinga González, sum er gift við leiðaranum av tí sokallaða Jalisco Ný ættarlið-kartelli, Nemesio Oseguera Cervantes, við ekknavninum El Mencho - bleiv handtikin av meksikansku løgregluna ígjár.
JáH (y) 28.05.2018
Konan hjá leiðaranum av meksikanska narkokartellinum er handtikin í Guadalajara - ákærd fyri at hava hvítvaska pengar, skrivar NTB. Rosalinga González, sum er gift við leiðaranum av tí sokallaða Jalisco Ný ættarlið-kartelli, Nemesio Oseguera Cervantes, við ekknavninum El Mencho - bleiv handtikin av meksikansku løgregluna ígjár. JáH (y) 28.05.2018
Trump hevur aftur nú yvirraska øll - og sigur á Twitter, at hann hevur sent eitt lið yvir til Norður Korea, so at fundurin ímillum hann og leiðarin hjá Norður Korea, Kim Jong-un kann enda sum ein veruleiki.
- Eg trúgvi veruliga, at Norður Korea hevur framúrskarandi møguleikar og at fer at vera ein økonomisk og fíggjarlig tjóð ein dagin. Kim Jong-un er einigur við mær í hesum. Tað fer at henda, skrivar Trump á Twitter og lesur man boðini, sum hann hevur skrivað - so sær tað næstan út, sum um hann og Kim hava tosað saman í telefon - men um teir hava tað, vita vit sjálvandi ikki og um fundurin í Singapore verður tann 12. juni - vita vit heldur ikki við fullari vissu. JáH (y) 28.05.2018
Filmsframleiðarin Harvey Weinstein bleiv handtikin fyrradagin og lovaði at vera í einum GPS trackara, so at løgreglan altíð veit hvar hann er. Hann betaldi góðar 6 milliónir fyri leyslatan móti veðhaldi og slapp síðan undan, at fara í gegli ... hesa ferð! Yvir 70 kvinnur hava ákært Weinstein fyri neyðtøkur, ósømiligan atburð og fyri at hava gjørt seg inn á tær. Fyritøkan hjá Harvey Weinstein er farin á heysin, sum vera man - og hansara karriera sum filmsframleiðari í Hollywood hevur fingið somikið dyggan smeit, at hann onga framtíð hevur innan filmsheimin nakrantíð aftur. JáH (y) 27.05.2018 Nú meirilutin havur sagt sítt - so skal sigast, at tveir útav trimum írum hava sagt ja til at broyta grundlógina, so at abort verður loyvd í Írlandi. Fleiri túsund írar feiraðu tað í gøtunum í Dublin ígjár, so at sangur rungaði um alt Írland - ímeðan onnur kanska ikki vóru so glað fyri úrsliti. JáH (y) 27.05.2018 Í góðveðrinum ígjár - helt eg meg kenna ein persón aftur, sum kom gangandi oman Kelduvegnum við einum barnavogni við smekkfult av bókum í. Jú, mín sann - eg ikki kendi mann aftur. Sjúrður Højgaard og ein annar vóru farnir sær ein túr til Kunoy, at deila bíblir út og sjálvandi varð tað talan um King James bíblian, ið her er talan um. Eg rópti á Sjúrða ígjøgnum mítt vindeygað og bað hann og vinmannin koma og fáa sær ein kaffimunn. Eg skeinkti teimum síðan ein kaffimunn - og vit báðir sessaðust niður, at práta eina løtu. Vit prátaðu um mangt og hvat - og tað varð faktist ein hugnaligt prát vit báðir høvdu saman. Tá ið vit høvdu prátað eina løtu saman og kaffi varð drukkið liðugt, so fóru teir báðir avstað aftur, tí nakrar King James bíbliur skuldu deilast út afturat. Sjálvt um Sjúrður Højgaard hevur sínar ógvusligu meiningar innan reglión, so hava eg eisini mínar ógvusligu meiningar innan humor - og hvørki av partunum vóru ígjár dømandi ímóti hvørjum øðrum. Tað varð bara ein dialogur ímillum tveir persónar, sum hava hvør sína meining. Og óansæð hvat, so má ein hava loyvið at hava sína meining, isje sannheit ..? JáH (y) 27.05.2018 Sjónleikarin Morgan Freeman er nú eisini blivin ákærdir fyri ósømiligan atburð ímóti ósømiligan atburð ímóti kvinnum. Hósdagin høvdu átta kvinnur meldað sjónleikaran. Sjálvur sigur Freeman, at hann ikki hevur gjørt seg inn á nakra kvinnu, men tað kann gott vera, at hann hevur borið seg ósømiliga at í málburði: - Vit muga lurta eftir teimum, men tað er ikki rætt, at samanlíkna ræðulig dømir av seksuellum yvirgangi við málplaseraðum humor og komplimentum. Og grundað av tí, at eg oftað royni at skemta við og geva kvinnur rós, sum eg annars helt - vera stuttligan og glaðan. Tað er týðiligt, at eg ikki verið uppfataður uppá tann mátan, sum eg meinti tað. Og tað er eisini grundin til, at eg hósdagin bað um umbering og vil framhaldandi biðja um umbering til ein og hvønn, sum eg havi skatt ótilvitað, sigur ein heldur keddur Freeman við fjølmiðlarnir. JáH (y) 27.05.2018 At ein yvirhøvur hevur brúk fyri, at kallað eitt menniskja ein "lit" - er í sær sjálvum - sera løgið fyri mítt viðkomandi og tí fór eg ein túr í Google í morgun og spurdi (á enskum) hvat kallar tú ein svartan persón ..? Les: I prefer to be called black Og tað er ymiskt, sum fólk svara - hóast tey allerflestu, sum hava ein myrkan húðalit - helst vilja vera kallaði svørt (les grein omanfyri). Men er tað so nemt, at umseta direkta svart yvir til føroyskt ..? Liggur tað ikki okkurt rasiskt í orðunum hjá okkum og hvussu vit brúka orðið ..? Fer tú í Sprotan, sum er sera nógv brúktur av føroyingum og skrivar "black" í leitiorðabókini frá enskt til føroyskt, so kemur hetta framm: 1 svartur litur 2 (um klæði) (t.d. black is becoming to her klædir henni); syrgibúni (t.d. she wears black for her father); blacks flt (t.d. a lawyer in his blacks) 3 nekari, blámaður Og beinavegin - so leggur ein til merkis, at tað ikki er frítt - at nógvir føroyingar hava verið rasistiskir í sínari tíð (sí bert punkt 3) og eru tað enn tann dag í dag. Far bert í kjak um muslimar og vita hvussu tann samtalan fer at ganga. Vit hava beinavegin hug til at seta okkara fingramerki á onnur fólk og milt sagt, so haldi sjálvur at hetta er serstakiliga óhugnaligt. Boksarin Muhammed Ali bardist alt sítt í ringinum - men eisini uttanfyri ringin. Hann undraðist yvir, hví øll verðin og himmalin varð hvítur. Og sjálvt um vit vita, at Jesus ivaleyst hevur havt ein myrkan húðalit - so vilja vit hvítu - mála Jesus líka so hvítan, sum vit sjálvi eru. Hetta er ein mynd í sær sjálvum, at vit hvítu menniskjur ynskja at ráða yvir øllum í hesari verð og seta okkum hægri enn fólk, sum ikki hava sama húðalit, sum vit "tey hvítu". So er tað so løgið, at man ein leygarmorgun situr við sítt teldutastatur og googlar eftir, hvat onnur fólk við øðrum húðaliti - vilja vera kallaði ..? Tað besta hevði sjálvandi verið, at vit ØLL menniskjur vóru sædd sum líka - og at ein gavst við at seta orð á hvat húðalit viðkomandi menniskjur hevði. Men søgan við tí hvíta Jesus, við tí hvítu einglunum og tí Hvíta Húsinum í Washington - fortelur okkum, at tann rastiska søgan er enn í umferð og fer sikkurt at vera tað, so leingi vit liva ... desverri. Hoyr Muhammad Ali greiðar skemtandi frá tí "hvíta" og "svarta" litinum ígjøgnum tíðirnar. JáH (y) 26.05.2018 29 ára gamli fysiklærarin Jason Seaman tók eina skjóta avgerð, tá ið ein næmingur í hansara flokki - fríggjdagin byrjaði at skjóta frá hond í einum skúla í býnum Noblesville í stákríkinum Indiana. Lærarin rann ímóti tí vápnaða næminginum og bleiv sjálvur raktur av fleiri skotum - áðrenn tað eydnaðist læraranum at fáa hendur í næminginum. Tað fortelja fleiri næmingar, sum vóru til staðar í flokshølinum. - Okkara fysiklærari rann beinavegin ímóti honum, tók pistól frá hansara hond og tacklaði hann, so at hann datt niður. Um tað ikki hevði verið fyri okkara lærara, so høvdu fleiri av okkum - uttan iva - verið rakt, segði 13 ára gamli Ethan Stonebraker, sum gongur í 8. flokki. Lærarin Jason Seaman er í sjúkrahúsinum og verður behandlaður fyri hansara skotsár - og verður sagt, at hann er uttan fyri lívsvanda. JáH (y) 26.05.2018 Forsetin hjá Russlandi, Vladimir Putin sigur, at hann hevur stóra respekt fyri grundlógini og at hann tí ferð frá, tá ið valskeiðið er av í 2024. - Í Grundlógini stendur klárt skrivar, at ongin kann sita meira enn tvey tíðarskeið á rað - og tann regulin ætli eg mær eisini at fylgja, segði Putin í St. Petersburg fríggjadagin, skrivar NTB. JáH (y) 26.05.2018
At man verður heilavillur av tí amerikanska forsetanum - er kanska onki at siga til.
Tann eina minuttin sigur, at fundurin við Norður Koreanska leiðaran Kim Jong-un verður av ongum - men nú sigur hann, at samtalurnar ímillum londini hava verið framleiðandi, at kanska verður fundurin álíkavæl tann 12. juni. Skula vit ikki bara siga: Vi får se ..? JáH (y) 26.05.2018
|
Greinar
April 2024
|