NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Veðrið: Ongantíð verið so fúlt sum nú !!!

6/5/2015

Comments

 
Picture
Ikki koyrandi er um Oyggjarvegin ella Gøtueiði hevur Árni Jacobsen frá Landsverk júst boða frá í Útvarpinum - eisini mælir hann til, at fólk við summardekkum vísa varsemi um alt landið, tá nógv kræpa hevur lagt seg á vegin um alt landið.

Norðoya Portalur hevur tosað við ein eldri mann í morgun, og hann sigur seg ongantíð vita, at veðrið hevur verið so fúlt sum tað er nú. Eisini leggur hann afturat, at veðrið er vesnað nógv tey seinastu árini.

Lurta eisini eftir hesari grein frá KVF "Røktingarmaður: Illveðrið kemur illa við" HER

Eisini skrivar Vága Portalur hesa grein: "Nú doyggja smálombini". Les greinina HER

Myndin sum tú sær omanfyri er júst av Kunoyarbygd - og er so nógv kræpa, at ein ikki sær oman á bygdina frá Kelduvegnum av.

JáH (y) 07.05.2015




Comments

Nógvar seinkingar og avlýsingar

6/5/2015

Comments

 
Picture
Mai mánaði skuldi gjarna boða frá góðum veðrið - ímeðan vit í Føroyum uppliva eitt heilt annað veður, enn tað vit høvdu glett okkum til. Á myndini, sum undirritaði tók ígjár, sær tú eina ær við sínum lambi kroka ímóti einum gróti - fyri vindi og regni.

Atlantic Airways boðar frá nógvum seinkingum og nógvum avlýsingum frá ígjár av - og somuleiðis hevur Strandfaraskip Landsins eisini gjørt tað. Nei, ikki er tað stuttligt við slíkum vánaligum veðrið, sum vit føroyingar uppliva fyri tíðina.

Og Landsverk sigur soleiðis á teirra heimasíðu um veðrið í dag:

Vánalig koyrilíkindir eru við summardekkum í Vágunum, Streymoynni og Eysturoynni, heitt verður á bilførarar um at koyra varliga

Boðað verður frá nógvum vindi:
Mykines - 05:51 Skrið, Í hvirlunum upp til 26.5 m/s. 
við Velbastaðháls - 05:57 Skrið, Í hvirlunum upp til 30.0 m/s. 
Porkerishálsur - 05:57 Skrið, Í hvirlunum upp til 30.5 m/s. 

Hálku fráboðan:
Klaksvík, Gerðabøur - 05:58: Roknast kann við hálku. 
Gjáarskarð - 05:57: Roknast kann við hálku. 
Kambsdalur - 05:58: Roknast kann við hálku .
Gøtueiði - 05:58: Roknast kann við hálku .
Runavík - 05:58: Roknast kann við hálku. 
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - 05:57: Roknast kann við hálku .
Streymnes - 05:58: Roknast kann við hálku .
Høgareyn - 05:58: Roknast kann við hálku. 
Kaldbaksbotnur - 05:57: Roknast kann við hálku. 
Sund - 05:58: Roknast kann við hálku .

Fá meira at vita um veðrið við at trýsta her


Comments

Eykajáttan til skurðøkið á Landssjúkrahúsinum til viðgerðar í dag

6/5/2015

Comments

 
Picture
Serlæknar á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum hava í longri tíð ikki havt nøktandi tal av royndum hjálparlæknar til at lætta um vaktarbyrðuna. Støðan hevur havt við sær, at tað hevur verið trupult at fáa sett serlæknastørvini á Skurðdeplinum.

Landsstýrið hevur tí lagt eykajáttan fyri Løgtingið, sum skal nýtast til at seta á stovn eina sonevnda millumvakt, sum er eitt vaktarlag av royndum hjálparlæknum. Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum hevur eina skipan við millumvakt, og virkar hetta sambært Landssjúkrahúsinum væl.

Ætlanin er haraftrat at seta ein serlækna afturat í ortopedi, so tað frameftir vera fýra heldur enn tríggir serlæknar í ortopedi, somuleiðis fyri at gera viðurskiftini munandi betri á skurðdeplinum. Landssjúkrahúsið metir, at um farið verður undir at lýsa eftir skurðlækna beinanvegin, er gjørligt at seta ein skurðlækna í starv beint eftir summarfrítíðina.

Kelda: Heilsumálaráðið tann 05.05.2015


Comments

Talgildu landsroyndirnar væleydnaðar

1/5/2015

Comments

 
Picture© Mentamálaráðið
Frá mánadegi til mikudag í hesi vikuni hava allir næmingar í 4. og 6. flokkunum kring landið verið til árligu landsroyndina, sum fólkaskúlalógin ásetur.

Talgilda skipanin, sum nú  er ment, fer at verða eitt týðandi amboð hjá føroyska undirvísingarverkinum í sambandi við eftirmetingar, royndir og próvtøkur í framtíðini. Frá næsta ári er ætlanin at fráfaringarroynd fólkaskúlans eisini verður talgild.

Telduskipanin verður hýst í Føroyum og hava tillagingar í nýtsluni eisini verið gjørdar her á landi. 

Innlatin eru eini 7000 uppgávusett frá gott og væl 1400 næmingum. Allar uppgávur eru rættaðar og samlað met er givið til hvønn einstakan næming, sum foreldur eisini kunnu síggja talgilt saman við næminginum. Skipanin hevur svarað uml. 1,4 milliónir fyrispurningum hesar dagarnar, og hevur sent út eini 60 GB data.

4. flokkarnir vóru 40 meðan 6. flokkarnir vóru 38 í tali. Landsroyndirnar hava verið í lærugreinunum føroyskt, støddfrøði og náttúru og tøkni.

Bjørn Kalsø landsstýrismaður, fegnast um, at tað hevur gingið væl og sigur, at tey, sum hava staðið fyri  fyrireikingini og skúlarnir eiga rós uppiborið fyri eitt gott arbeiði.

Samanumtøka við frágreiðing fer nú at verða skrivað og verður væntandi liðug um 1 mánaða.

Kelda: Mentamálaráðið


Comments

Sendimannaskifti í London og Reykjavík

1/5/2015

Comments

 
Picture© Løgmansskrivstovan
Tann 1. september 2015 verða nýggir sendimenn á Sendistovu Føroya í Íslandi og í Bretlandi. 
   
Áki Johansen, ráðgevi, verður sendimaður í London, meðan Petur Petersen, deildarstjóri, skal røkja sendimannastarvið í Reykjavík.
   
Samstundis koma Hákun J. Djurhuus og Jóannes Vitalis Hansen heim til Føroya at arbeiða á Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni.

Kelda: Løgmansskrivstovan

Comments
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.