NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Krúndiamantbrúdleyp - Elsuba og Jógvan á Høvdanum

21/4/2025

Comments

 
Picture
Krúndiamantbrúdleyp - Elsuba og Jógvan á Høvdanum

Mikudagin 23. apríl 2025 hátíðarhalda vit okkara 65-ára brúdleypsdag.
Vit halda dagin í Heiminum við Vágna í Klaksvík frá kl 17.00-21.00

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vit ynskja familju, vinum og kenningum eini gleðiligar páskir.

Elsuba og Jógvan á Høvdanum

Comments

Forkvinnuskifti í MEGD

11/4/2025

Comments

 
Picture
Í dag varð almenn móttøka í MEGD, í sambandi við at Tóra við Keldu er farin frá sum forkvinna í MEGD, og Ruth Thomsen hevur tikið við sessinum. Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, luttók og bar hann fram eina heilsan til tær báðar.

Heilsanin kann lesast her:
Eg fari vegna landsstýrið eisini nýta høvið til at takka Tóru við Keldu fyri tíðina, ið hon hevur verið forkvinna í MEGD. Tóra varð vald til forkvinnu fyri fyrstu ferð í 2014, og hevur tí verið við til at mynda felagið, og miðvísa arbeiðið á brekøkinum í eina rúma tíð.

Sigast kann um Tóru at hon hevur verið ein sera sjónlig og eldhugað forkvinna, sum ígjøgnum sítt arbeiði í MEGD hevur víst eina djúpa trúgv uppá rættindi og lívsgóðsku hjá fólki, ið bera brek.

Hennara virki hevur verið merkt av drúgvum arbeiði, góðum samstarvsevnum og eini greiðari visjón fyri inklusjón í samfelagnum. Hon hevur megnað at givið fólki við breki eina sterka rødd og hevur verið eitt týðandi talirør fyri at vit áheldandi skulu arbeiða fyri at í Føroyum skal vera gott hjá fólki, ið bera brek at búgva.

Og góða Ruth. Hjartaliga til lukku við starvinum sum forkvinna í MEGD!

Tú kemur inn í eina týðandi og virðismiklan sess, og tað verður spennandi at fylgja tínum arbeiði fyri at øll skulu hava javnrættindi í Føroyum.

Eg gleði meg til eitt gott og virkisfult samstarv.

MEGD hevur øll árini verið at arbeiða fyri at beina burtur allan mismun, tá ið ræður um fulla atkomu til eitt virkið lív í gerandisdegnum, á arbeiðsmarknaðinum og í politiska lívinum, og við tínum royndum sum forkvinna í Blindafelagnum eri eg sannførdur um, at tú fert at mynda MEGD við styrki og dirvi.

Vónandi fært tú eina góða byrjan og nógvan viðvind á leiðini.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

Nýggj kanning fyri prostatakrabba í Føroyum

8/4/2025

Comments

 
Picture
Í dag varð farið undir ein nýggjan hátt at kanna sjúklingar, har ein MR-skanning hevur víst illgruna um prostatakrabba. Sjúkrahúsverkið hevur fingið nýtt tól til vega, ið ger hetta møguligt.

Um 200 menn verða árliga ávístir til MR-skanning, við illgruna um prostatakrabba. Á leið 70 teirra verða sendir víðari til at taka vevnaðarroyndir. Umleið 50 av hesum fáa síðani staðfest krabbamein. 

Vevnaðarroyndir av prostata hava áður verið gjørdar á universitetssjúkrahúsinum í Aalborg.

Við hesum nýggja tólinum, og við upplæring av starvsfólkum, ber nú til at gera hesar kanningar herheima. Myndirnar frá MR-skanningini verða smeltaðar saman við ultraljóðmyndunum frá nýggja tólinum. So kann arbeiðast út frá myndunum, heilt nágreiniliga. Hetta ger at vevnaðarroyndirnar eru meira neyvar og tí eisini færri í tali. Á hendan hátt verða MR-skanningarnar av prostata eisini gagnnýttar til fulnar her í Føroyum. 

Hetta ger stóran mun fyri sjúklingin, ið oftast eru eldri menn. Fyri tað fyrsta tí at kanningin verður gjørd í Føroyum, heldur enn í Danmark. Tað er ikki neyðugt at ferðast eins langt, verða burtur í fleiri dagar og hava fylgjara við. Fyri tað næsta, tí at kanningin við hesum nýggja háttinum er minni pínufull, tað bløðir minni og tað er so gott sum ongin vandi fyri bruna. Hetta kemst av, at vevnaðarroyndirnar nú verða tiknar við at farið verður ígjøgnum millumkjøtið og ikki gjøgnum endatarmin.

Hendan kanningin tekur vanliga bara 20-30 minuttir. Sjúklingurin er væl fyri aftaná, tað eru færri hjáárin og ein nógv lagaligari sjúklingagongd. 

Mannagongdin eftir kanningirnar er tann sama sum frammanundan, royndirnar verða sendar til útgreinan á universitetssjúkrahúsinum í Aalborg og svarið verður sent til ávísandi lækna.

Í dag hava starvsfólk frá universitetssjúkrahúsinum í Aalborg verið við til kanningarnar, fyri at vegleiða okkara egnu starvsfólk. Eisini hava starvsfólk frá GE Healthcare verið við, fyri at tryggja at tólið er rætt stillað og sum heild koyrir sum tað skal. 

Sjey slíkar kanningar vórðu gjørdar í dag á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og framyvir verða tær gjørdar eftir tørvi. 

Tað er Jóhan Poulsen, ábyrgdarhavandi og visiterandi urologur í Sjúkrahúsverkinum, sum hevur fingið hetta týðandi arbeiði upp at standa. Framyvir verður tað urologur, saman við sjúkrarøktarfrøðingum, ið koma at gera hesar kanningar, á urologiska ambulatoriunum.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Picture
Comments

Rudda í grannaløgum

8/4/2025

Comments

 
Picture
Árligur ruddingardagur hevur í fleiri ár verið fyriskipaður av kommununi, sum hevur heitt á borgarar, fyritøkur og stovnar, um at rudda útvald øki. Seinastu tvey árini hevur eisini verið skipað fyri grannarudding, og hevur hetta verið sera væl eydnað.

Síðstu árini hevur árligi ruddingardagurin verið knýttur at skránni í Virkið vár, har eitt av endamálunum er at stuðla undir ABC átakinum hjá Fólkaheilsustýrinum um at vera virkin saman og hugbundin.

Lagt verður upp til, at fólk skipa seg í sínum grannalagi ella í smærri bólkum, soleiðis at fólk eru saman um at rudda eitt felags øki. Í hesum sambandi verður eisini ein grannapakki latin hvørjum grannalagi, sum meldar seg til. Pakkin inniheldur bæði okkurt praktiskt til ruddingina, søtt til góman og grønar spírar, sum grannalagið kann fáa gleði av.

Fyri at fáa lut í einum grannapakka er neyðugt at melda til. Ruddingarátakið í grannaløgum er í døgunum 28. apríl – 4. mai og eru tað grannaløgini sjálvi, sum heinta grannapakkan og avgera, hvønn dag tey rudda.

Í tilmeldingini er neyðugt at upplýsa, hvussu nógv taka lut, og hvussu nógv húsarhald talan er um. Neyðugt er eisini, at grannaløgini skipa seg sjálvi við einum samskipari, sum útfyllir tilmeldingarskjalið.

Boð um hvar grannapakkin kann heintast, verða send til tey, sum melda til.

Melda til umvegis leinkjuna her: Grannarudding 2025

Klaksvíkar Kommuna

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.