NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klaksvíkar Róðrarfelag vassar í lortið

9/4/2016

Comments

 
Billede
Einaferð søgdu vit í Klaksvík "Reinur og Fríður, Klaksvíkar býur", men soleiðis er tað ikki longur og nú gongur tað eisini hart yvir okkara íðkandi ungdóm á sjónum. 

Klaksvíkar Róðrarfelag okkara stoltleikið innan rógving, vassar bókstaviliga í lortið. 

Her eru 9 manningar, sum venja hvønn dag og sum eru komnar í eina sera keðiliga støðu, har tey nærum ikki fáa bátarnar út á vánna.

Orsøkin er tann, at órudd og flóv/fjøra standa í vegin. Tað er sera óheppið, at manningarnar hjá KRF skulu vassa runt í kloak og annað ólekkrum, bara fyri at fáa bátarnar út.

Her hava tit myndir av, hvussu okkara kæra Kommuna behandlar okkara ítróttarfólk í býnum. Onkrastaðni stendur Býráðsformaðurin á odda og ruddar kava av vøllinum og aðrastaðni í býnum kunnu ítróttarfólkini vassa í lortið.

Hetta er also ikki gott nokk harra Jógvan Skorheim, fái fingurin úr einum vissum staðið og fáa viðurskiftini hjá KRF íordan, hetta líkist svartasta ongum.

​SáH 

Comments

Breaking News: Ferðsluóhapp í Klaksvík

9/4/2016

Comments

 
Billede
Í svinginum niðan á Helnabrekku hendi eitt álvarsligt ferðsluóhapp kl. 15.00 ídag.

Ein eldri maður, sum var einsamallir í bilinum, misti tamarhalda á bilurin og fór við nógvari ferð útav vegnum og rendi á takið á húsinum niðanfyri vegin.

Fólk vóru skjót á staðnum og maðurin var koyrdir á Klaksvíkar Sjúkrahús. Hann hevði vit, tá ið sjúkrabilurin koyrdi hann avstað og vónandi hevur hann ikki fingið stóran skaða.

Tá ið Norðoya Portalurin var á staðnum var Politið og gjørdi kanningar og nakað av fólki vóru og hugdi aft.

Meira um ferðsluóhappi seinni.

SáH

Comments

Narko í Danmark 2015: Størsta mongd av hashi í 16 ár

8/4/2016

Comments

 
Billede
Danska løgreglan veit at siga frá, at teir hava lagt hald av størstu mongd av hashi í 16 ár.

Les meira HER

Í 2015 løgdu teir halda á 3.618 kg av Hash, 190 kg av Amfetamin, 70.000 Ecstasy tablettir, 29 kg av Heroin og 547 kg av Kokain og í teim flestu førunum er hetta ein vaksan av stoffum, sum løgreglan hevur lagt hald á í Danmark.

Um stoffini eru samsvarandi vaksandi í Føroyum er so ein annar spurningur, sum vit á Norðoya Portali hava planir um at spyrja løgregluna um í Føroyum.

JáH (y) 08.04.2016

Comments

Amerika: Hava 6.000 IS hermenn í Libya

8/4/2016

Comments

 
Billede
Amerikanskar herdeildir vita at siga frá, at ímillum 4.000 - 6.000 hermenn úr IS eru í Libya og tað er meira enn dupult so nógv, sum tað varð síðsta ár.

Generalurin David Rodriguez sigur, at teir úr IS brúka Libya at venja IS hermenn upp og síðan vera hesir IS hermenn sendir úr Libya til lond í Evropa at gera ónáðir.

JáH (y) 08.04.2016

Comments

Egyptaland: Minst sjey menniskjur deyð

8/4/2016

Comments

 
Billede
Minst fimm hermenn, ein heryvirmaður og ein sivil kvinna eru dripin, tá ið ein panseraður bilur fór í luftina á Sinay-oyggjuni ígjár. Og minst 15 persónar fingu skaða.

IS sigur tað, at tað vóru teir sum stóðu aftanfyri álopið, veit Reuters at siga frá.

JáH (y) 08.04.2016

Comments

Syria: IS stendur aftanfyri hópdráp!

8/4/2016

Comments

 
Billede
Ífylgi herinum úr Sýria, so hevur IS (Islamiskur Statur) staðið aftanfyri, at 175 arbeiðsfólk eru dripin í einari sementfabrikk - norðeystan fyri Damaskus.

Arbeiðsfólkini blivu rænd fyrr í vikuni og eru eftir øllum at døma - øll dripin av IS hermonnum.​

JáH (y) 08.04.2016

Comments

Amerika: Luftálop dripið Abu Firas al-Suri

6/4/2016

Comments

 
Billede
Hernaðardeildir úr Amerika váttað nú, at leiðarin úr tí nógv umtalaða Nusra hermótinum, Abu Firas al-Suri er deyður av einum luftálopið.

Suri og 20 aðrir jihadistar frá al
Qaeda lótu lív mánadagin av luftálopinum, veit Reuters at siga frá.

IS og al Qaeda eru í trongum skóm í løtuni, har teir vera bumbaðir frá øllum síðum av, men enn eru fleiri terroristar í Belgia, sum ivaleyst eru komnir hagar - saman við flóttafólkunum. IS hevur nýliga boða frá, at 400 jihadistar eru kring Evropa og fleiri álop á Evropa fara at vera framd í næstum.

JáH (y) 06.04.2016

Comments

Skemtileikurin "Renn fyri vívinum"

6/4/2016

Comments

 
Billede
Skemtileikurin “Renn fyri vívinum”, sum verður leikti í Losjuni við Gøtugjógv hesa komandi tíðina.  
 
Skemtileikurin um forvirraða taxasjaførin John Smith, sum er giftur tveimum konum, er í roynd og veru ein klassikari, sum síðani 1983 hevur givið áskoðarum um allan heimin láturkrampar.  
 
- Í ár hava vit valt ein víðagitnan og ómetaliga stuttligan leik, og sum venjingarnar ganga í løtuni, so ivist eg ikki í, at áskoðararnir fara at stuttleika sær saman við okkum, sigur Noomi Reinert, leikstjóri.  
 
“Renn fyri vívinum” er ein farsa, har áskoðarin verður sogin inn í eina stuttliga og skjóttgangandi fløkju, sum nakrir av leikarunum royna at loysa, ímeðan aðrir ganga púra óvitandi. Heimskendi høvundurin Ray Cooney skrivaði leikin í 1983, og ígjøgnum ár og dag hevur “Run for your wife”, sum hann eitur á enskum, bæði verið nógv spældur og væl dámdur. 
 
Sunnukvøldið verður leikurin fyri fyrstu ferð vístur á palli í Gøtu, og sostatt fáa allir føroyingar skjótt møguleika fyri at sleppa við inn í hurlivasaheimin hjá John, ímeðan hann jonglerar ímillum bæði hjúnabond síni.  
 
Leikurin hóskar øllum - ungum sum gomlum - ið dáma látur og livandi løtur. Atgongumerkini til fyrstu sýningarnar, sum verða mánakvøldið 4. apríl og mikukvøldið 6.apríl kl.19 eru til keyps nú, og kunnu bíleggjast á tlf. 280820.

Comments

Skrúvugudstænasta í Christianskirkjuni ídag kl. 17.30

6/4/2016

Comments

 
Billede
Mikudagin, 06. apríl, kl. 17.30 verður skrúvugudstænasta í Christianskirkjuni við Hanusi á Gørðum presti.

Næmingar úr tónlistaskúlanum spæla blokfloytu saman viđ urguleikaranum Johannu Johannesen.

​ Eftir gudstænastuna eru øll boðin í kirkjukjallaran til skrúvur og kjøtsós.

Comments

​Ódámligt av Heðin Mortensen, nú ætlar hann sær úr Løgtinginum

6/4/2016

Comments

 
Billede
Nú valskeiðið næstan er liðugt og Býráðsval verður seinni í ár, so ætlar Heðin Mortensen bert at sita sum borgmeistari í Tórshavn og verður hann afturvaldur sum borgmeistari tann 8. november, so fer hann at siga Løgtingssessin frá sær. 

Eru fólk pillbýtt, er tað veruliga so einkult, Eftir at hesin maðurin í áravís hevur fingið yvir 100.000,00 kr. løn um mánaðin og kallar seg Javnðaramenn, har motto hjá hesum flokkinum er, at stuðla arbeiðarafjøldini og royna at javnað lønirnar, so tað ikki er ov stórt glopp ímillum háløn og lálønt, so hava fólk í Javnaðarflokkinum tær allerhægstu lønirnar í Føroyum og kunnu hava 8-10 hattar ísenn og skovla pengar inn til seg og síni hvønn mánaðin. Kann nakar síggja logikkin í hesum ella er fjøldin pillbýtt.

Her samrøðan við Heðin Mortesen, við Kringvarp Føroyar, klikk her:  "Heðin Mortensen ætlar sær úr Løgtinginum"


SáH

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.