NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Børn og ung eru framtíðin

17/3/2026

Comments

 
Picture
Foreldur eru týdningarmesti parturin av uppvøkstrinum hjá børnum, og tað er eisini tað, flestu foreldur vilja.

Virðismiklasta tilfeingið í Føroyum eru vit sjálv. Børnini og ungdómurin er okkara framtíð, og tí mugu tey hava góðar møguleikar, góðar umstøður og frælsi til at velja framtíðina.

Herfyri las eg eitt uppslag á Facebook hjá Evu Klein, sum skrivar: “Arbeiðsmarknaðarviðurskifti, skattaskipan, bústaðarprísir og treytir á fíggjarmarknaðinum hava øll ávirkan á, hvussu føroyskar familjur kunnu skipa sítt lív. Hjá mongum familjum merkir tað, at bæði foreldur eru á arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman.”

Eg eri púra samd við Evu – tað er trupult hjá familjum at fáa gerandisdagin at hanga saman fíggjarliga, uttan so at bæði foreldur eru á arbeiðsmarknaðinum. Familjan er kjarnin í samfelagnum. Hon er grundvøllurin undir einum sterkum samfelagi. Tí skal samfelagið vera familjuvinarligari á øllum økjum.

Í longri tíð hava vit hoyrt, at bíðilistarnir á sjúkrahúsinum til at útgreina (serliga) børn bara vaksa. Vit eiga at spyrja okkum sjálv: “Er galið við mentanini, ella er galið við børnunum?”

Við munandi átøkum, opnum kjaki um ríkt barnalív og við góðum samstarvi tvørtur um fakbólkar, hugsi eg, at vit kunnu gera veruligan mun, tá ið tað snýr seg um sálarheilsuna hjá okkara børnum og ungum.

Vit mugu geva familjunum størri rásarúm, serliga tá ið barnið er undir 3 ár, við at geva teimum eitt nú møguleika til at leingja barsilsfarloyvið, hava styttri arbeiðsdagar ella styttri arbeiðsviku.

Mín dreymur er, at øll børn kunnu mennast og mentast við støði í egnum áhuga, soleiðis at øll børn uppliva, at tey eru perfekt, akkurát sum tey eru.

Fólkaflokkurin vil, at:
vit skulu hækka barnafrádráttin og gera hann stigvísan
vit skulu hava frælsa barnaansing, har peningurin fylgir barninum
foreldur skulu hava frælsi at skipa barnsburðarfarloyvi, sum tey sjálv vilja
hámarkið á barsilsútgjaldinum skal hækkast upp í 40.000 kr
skattafríur barnakekkur á 20.000 kr. skal veitast úr barsilsskipanini, tá ið ein fær eitt barn
kreativu og handaligu lærugreinarnar í fólkaskúlanum skulu styrkjast
karmarnir hjá fólkaskúlanum skulu betrast til frama fyri trivnaðin hjá næmingum og lærarum 
privat- og eftirskúlar skulu hava góðar møguleikar.

Set X við Fíu Selmu Nielsen
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Picture
Comments

Vælferðartøkni kann styrkja røktina – men lóggávan má fylgja við.

16/3/2026

Comments

 
Picture
Alzheimarfelagið hevur heitt á myndugleikarnar at dagføra lóggávuna, so trygdarskapandi vælferðartøkni kann nýtast í størri mun í eldrarøktini. Hettar kom fram í Dagur og Vika 20. februar. Hesa áheitan, vit eiga at taka í størsta álvara.

Í dag eru lógarforðingar í Føroyum, sum gera tað torført at taka slíka tøkni í brúk. Í nógvum førum skal søkjast um loyvi í hvørjum einstøkum føri, og loyvini verða givin fyri avmarkað tíðarskeið. Hetta ger skipanina umsitingarliga torføra – og tað tænir hvørki starvsfólkum, búfólkum ella avvarðandi.

Samstundis vita vit, at trygdarskapandi vælferðartøkni kann gera stóran mun.

Royndir frá ellisheimum í Danmark og Týsklandi vísa, at slík tøkni kann:
• geva náttarvaktum upp til 40% meira tíð til umsorgan og røkt
• geva dagvaktum 20–30% meira tíð
• minka sjúkrafráveru og stress hjá starvsfólki
• fyribyrgja at eitt nú búfólk detta, bróta bein ella fáa aðrar skaðar 
• skapa størri tryggleika hjá avvarðandi

Við øðrum orðum: tøknin gevur starvsfólkunum meira tíð til menniskjaligar uppgávurnar – til røkt, samrøðu og umsorgan.

Men føroyska lóggávan er ikki fylgd við menningini.

Í dag verða nógv sløg av vælferðartøkni bólkað undir sama reglurverk, sum merkir, at søkjast skal um loyvi í hvørjum einstøkum føri – eisini tá talan er um trygdarskapandi tøkni.

Í Danmark er hetta longu broytt. Har er hugtakið “tryghedsskabende velfærdsteknologi” komið inn í lóggávuna, so ávís sløg av tøkni kunnu nýtast uttan at søkjast skal um loyvi hvørja ferð – sjálvandi undir greiðum treytum.

Tað hevði gjørt skipanina nógv smidligari og givið bæði starvsfólkum og búfólkum betri umstøður.

Vit standa framman fyri eini tíð, har vit til dømis fáa fleiri eldri borgarar, meðan talið á starvsfólkum fylgir ikki við. Tað er torført at manna øll størvini. Tí er neyðugt at brúka nýggja tøkni og harvið nýggjar arbeiðshættir.

Skulu vit tryggja eina góða og trygga røkt í Føroyum, inna eldrarøkt, demens, heimarøkt, brekøkið og so framvegis mugu vit eisini tryggja, at starvsfólkini hava tey bestu amboðini til arbeiðið.

Tí eigur føroyska lóggávan at dagførast, so trygdarskapandi vælferðartøkni kann nýtast í nógv størri mun.

Tað er gott fyri starvsfólkini.
Tað er gott fyri avvarðandi.
Tað er gott fyri tey, sum hava tørv á hjálp.
Og gott fyri samfelagið, sum kann liva upp til skyldurnar.

Ein jalig avleiðing er eisini, at hesi amboð kunnu verða ein av fleiri loysnum at bøta um fíggjarligu haldførisavbjóðingina.

X við A
X við FróðA Magnussen Valevni hjá Fólkaflokkinum



Picture
Comments

Myndir: Herluf's Kafé hevur skipa seg

15/3/2026

Comments

 
Picture
Leygardagin 14.03. bleiv fyrsta nevndin í Herluf's Kafé vald.

Nevndin skipaði seg beint eftir valið.
Formaður: Noel Joensen.
Næstforkvinna: Ingrid Heinesen.
Kassameistari: Bjørg Hansen.
Skrivari: Sigmar Høgnesen.
Nevndarlimur: Sonhard Johannesen.
Varalimir: Agnar Joensen og Anna Mikkelsen.

Komandi leygardag 21.03. verður aftur opið hús.
Morgunmatur, kaffi, køkur, og tit, við tykkara himmalska huglagi. Felagssangur verður sjálvandi. Kanska onkur vísa eisini.

Oooog...... Ein kendur útisetaKlaxjingur, sum býr í Havn, ið allir føroyingar kenna, kemur á gátt. Rudolf Joensen fer at hugleiða um nærumhvørvið runt Herluf's Kafé. Úrmælingur sum frásøgumaður, so vit koma ikki at keða okkum
Bøgøta 3, kjallarahæddin.

​Sjá myndir herundir:

Møti fjølment.

Deili endiliga.

Herluf's Kafé

Comments

“Dagurin hjá fólkaskúlanum”

12/3/2026

Comments

 
Picture
Almennur valfundur um fólkaskúlan verður hósdagin 19. mars kl. 15.30-17.30 í D-lonini í Eysturskúlanum.

Føroya Lærarafelag skipar fyri almennum pallborðsfundi um fólkaskúlan. Valevni frá øllum flokkum luttaka.

Evni sum verða viðgjørt eru m.a. “hvat siga valskráirnar um fólkaskúlan”, “Umstøðurnar hjá læraranum og næmingum í dagsins fólkaskúla” og “Hin góði skúlin, har næmingar og lærarar trívast”

Valevnini fáa høvi at greiða frá síni ásjón, og høvi verður at seta spurningar úr salinum.

Rógvi Olafson er orðstýrari.

Valfundurin verður stroymdur. 

Føroya Lærarafelag

Comments

Maverick spílar seg út til Løgtingsvalið. Í morgin kemur Fróði Magnussen á vitjan

11/3/2026

Comments

 
Picture
Kl. 19:30 verður høvi at hitta Fróða Magnussen, stjóri á Formula, hann fer at tosað um "tilfeingisrentuna" og fiskivinnuna.

Vónandi verður undirtøkan stór, nú hava tit møguleikan at heilsa uppá Fróða og seta honum spurningar.

Fróði Magnussen er ættaður úr Klaksvík og er uppstillaður fyri Fólkaflokkin, hann er mest kendur fyri hansara hvassu viðmerkingar til landsins leiðslu, har hann hevur givið teimum góð ráð, hvussu okkara land skal stýrast.

Fróði Magnussen var formaður í Búskaparráðnum áðrenn Johnny í Grótinum, sum nú er virkandi formaður.

Øll eru vælkomin, kaffi og kakur verður at fáa.

Maverick Barr 

Comments

Skýlið til Sjúkraflutningstænastuna – ein verkætlan, sum ger stóran mun

6/3/2026

Comments

 
Picture
Skýlið til Sjúkraflutningstænastuna – ein verkætlan, sum ger stóran mun 🚑 

Fyri jól fór byggifyritøkan KBH undir byggiverkætlanina Skýlið til sjúkraflutningstænastuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Nú er tann tyngsti parturin av arbeiðinum avgreiddur, sum millum annað fevnir um tey stóru betongelementini.
Hetta hevur ikki verið ein bara-bara uppgáva, tí millum annað fevnir tekjan um seks betongelementir, har hvørt betonelement vigar 5,5 tons. 

Í dag skipaði Landsverk, sum er byggiharri, fyri reisigildið, sum varð hildið fyri handverkarum, ráðgevum og okkum á sjúkrahúsinum. 

Arbeiðið er nú væl ávegis, og gongst alt sum ætlað, verður skýlið til sjúkrabilarnar liðugt í mai.

Regin Mortensen, ambulansaviðgeri, sigur, at hetta er ein fantastisk verkætlan, tí hon fer at bøta um trygdina hjá bæði sjúklingum og ambulansaviðgerum, tá ið sjúklingar verða fluttir út og í sjúkrabilin. Við nýggja skýlið koma tey at standa í lívd fyri vindi og regni, og tað ger arbeiðsumstøðurnar bæði tryggari og betri.

Harumframt skal nýggja skýlið hýsa sjúkrabilum, og eitt lítið goymslurúm verður eisini gjørt til amboð og dekk hjá sjúkraflutningstænastuni.

Vit øll á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fegnast um arbeiðið og gleða okkum at kunna taka skýlið í nýtslu.

Fleiri myndir, klikk her: "Skýlið til Sjúkraflutningstænastuna"

Tekstur og mynd: KS

Klaksvíkar Sjúkrahús

Comments

Fólkið í fokus

6/3/2026

Comments

 
Picture
Góðu tit - komi eg inn á ting verður mín fremsta uppgáva, at tæna, varðveita og verja Føroya land, Føroya fólk og Føroyska siðvenju.

Mín høvuðsábyrgd er mótvegis fólkinum. Statsvaldið skal blanda seg minst møguligt í lívið hjá mær og tær og í stórstan mun lata vanlig fólk fáa frið.

Familjan er bulurin í samfelagnum. Hetta merkir heilt einfalt, at uppruna eindin - mamma, pápi og barn - er lívsneyðug fyri, at okkara samfelag megnar at hanga saman og at okkara mentan yvirlivir. Tí má familjan styrkjast og verjast

Birita Lamhauge Jóansdóttir
Fólkaflokkurin



Picture
Comments

Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi í kvøld klokkan 19:00 á Skúlatrøð

5/3/2026

Comments

 
Picture
Hósdagin 5. mars kl. 19 skipar Vinnuhúsið fyri almennum valfundi í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Valevni fyri allar politisku flokkarnar luttaka í kjakinum, og áhoyrarar fáa eisini høvi at seta spurningar.

Vit seta sjóneykuna á tveir avgerandi spurningar fyri føroyska samfelagið:


Hvussu skapa vit kappingarførar karmar, sum gera tað lættari at reka og menna fyritøkur?
Hvussu tryggja vit starvsfólk til samfelagstørvin?
Tað er vorðið alsamt truplari og dýrari at reka vinnuligt virksemi í Føroyum. Hækkingar í almennum gjøldum og avgjøldum, umsitingartung lóggáva og óvissa um framtíðar karmar leggja stórt trýst á føroyskar fyritøkur. Hetta ávirkar beinleiðis kappingarførið og møguleikarnar at skapa vøkstur, vælferð og arbeiðspláss.

Vit eiga at hava greiðar, støðugar og kappingarførar vinnukarmar, sum gera tað lokkandi at arbeiða og menna seg í Føroyum. Tað er avgerandi, um vit vilja fáa bæði fólk og fyritøkur at velja Føroyar sum stað at búgva og virka.

Samtíðis er tørvurin á starvsfólkum vaksandi – bæði her heima og uttanlands. Við einum arbeiðsloysi upp á 1,0% og hægsta vinnutíttleika í Evropa mugu vit tosa greitt um, hvussu vit tryggja arbeiðsmegi til samfelagstørvin – frá vælferðartænastum og bústaðabygging til virðisøking av tilfeinginum.

Hvønn leiklut skulu útlendsk starvsfólk hava? Hvussu kunnu fólk, sum nærkast pensjónsaldri, og ung í størri mun gerast partur av arbeiðsmarknaðinum? Og hvussu tryggja vit, at føroyingar velja at búgva og virka í Føroyum?

Vinnukarmar og arbeiðsmegi hanga tætt saman. Uttan góðar karmar steðgar vøksturin, og uttan arbeiðsmegi steðgar menningin. Tí er hetta ein avgerandi politiskur spurningur.

Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt týdningarmikið alment kjak um framtíðar karmarnar fyri føroyskt vinnulív og arbeiðsmarknað.

Orðstýrari er Rógvi Olavson.

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinnuhúsið

Picture
Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.