NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Upptøka á vallista

27/2/2026

Comments

 
Picture
Til ber at søkja um upptøku á vallista fyri føroyingar, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttanfyri Føroyar

Avgerð um upptøku á vallistan skal vera tikin í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin. Umsóknir, sendar inn stutt áðrenn valdagin, kunnu tí ikki væntast at vera avgreiddar til valið.

Seinasta freist at søkja um upptøku er hósdagin 5. mars. 
Umsóknin, saman við lestrarprógvi, kann sendast til [email protected] 

Heinta skjalið her: Upptøka til val Kunna teg nærri her: Kunngerð um upptøku á vallista av persónum, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttanfyri Føroyar

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Reinsiverkið á Gili skal gerast liðugt

26/2/2026

Comments

 
Picture
Seinastu tvey árini hevur verið arbeitt við nýggjum reinsiverkið á Borðoyarvík. Nýggj rørleiðing á 150 m bleiv løgd út og knýtt í reinsiverkið. Harumframt eru stóru tanganir lagdir undir jørð, og økið asfalterað.

Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at fáa reinsviverkið á Gili liðugt. Í hesum sambandi hevur verið neyðugt at leggja eina fyribils grótrúgvu í fjøruna, sum kann tryggja kranabilin, sum skal leggja betgong máttur, ið skulu trygga spillvatnsleiðinga ímóti brimi.

Tá arbeiðið er liðugt, verður grótið tikið burtur aftur.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Løgtingsval verður hósdagin 26. mars 2026

25/2/2026

Comments

 
Picture
Hósdagin tann 26. mars 2026 skulu føroyingar aftur á løgtingsval.

Løgmaður hevur í dag frá løgtingsins røðarapalli boðað frá, at hann, sambært grein 15, stk. 2 í løgtingsvallógini, hevur avgjørt at skriva út val at vera hósdagin 26. mars 2026.

Seinasta løgtingsval var tann 8. desember 2022.

Løgmansskrivstovan

Her filmsklipp av tá ið Aksel V. Johannesen boðar frá at tað verður nýval tann 26. mars, eg var staddur í Heiminum við Vágna og vitjaði pápa mín, tað gerið eg hvønn dag ímillum 15-16. Tey gomlu lurtaði eftir og øll tóktist sera glað, sjá filmsklipp herundir.

Comments

Sáttmáli um Sambýlið við Rygsá undirskrivaður

24/2/2026

Comments

 
Picture
Í síðstu viku skrivaði Landsverk undir sáttmála við høvuðsarbeiðstakaran Articon, um at byggja nýggja sambýlið við Rygsá á Argjum.

"Stórur og átrokandi tørvur er á fleiri og betri búplássum til vaksin við autismu. Við hesum sambýlinum taka vit eitt týdningarmikið stig at tryggja teimum eitt virðiligt og tíðarhóskandi heim. Hetta er eitt mál, sum vit hava sett okkum fyri, tí vit vita, at karmarnir hava verið óhóskandi.”
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum

Sambýlið við Rygsá verður bygt til vaksin við autismu. Í sambýlinum verða 24 búpláss, skipað í fýra eindum við seks íbúðum í hvørjari eind. Í hvørjari eind verða tvær íbúðir serliga lagaðar til fólk, sum hava stóran tørv á at vera vard fyri óljóði og órógvi.

Í øllum eindunum verða felagshøli og felagskøkar, og allar íbúðir kunnu hava egna inngongd uttanífrá.

Bygningurin verður 2.090 fermetrar til støddar og verður bygdur í forskotnum hæddum eftir lendinum. Eftir ætlan verður verkætlanin liðug við árslok í 2027.

Sambýlið við Rygsá er liður í ætlanini um at byggja nútíðar sambýli og loysa stóra bústaðartrupulleikan hjá fólki, sum hava tørv á vardum bústaði, og fer at geva hús- og starvsfólki góðar og hóskandi karmar, sum eru bygdir til teirra tørv.

Almanna- og heilsumálaráðið

Comments

Løgmaður: Øll arbeiða fyri einum tryggum Suðuroyartunli

23/2/2026

Comments

 
Picture
- Fyrst vil eg vísa á, at øll, ið taka lut í fyrireikingunum, arbeiða fyri, at ein møguligur Suðuroyartunnil verður tryggur. Drúgvar mannagongdir og góðkenningartilgongdir mynda arbeiðið, sum er at koma fram til tryggastu loysnina, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til fyrispurning frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu. 

- Løgtingið tekur ikki støðu til ein lidnan tunnil nú, men til eina tilgongd, har tunnilin bert kann gerast og latast upp, um fakligir myndugleikar staðfesta, at trygdin er nøktandi.

Løgmaður vísir á, at altjóða tunnilstrygdarreglur eru í høvuðsheitum bygdar á vanligar fortreytir sum ferðslumongd og tunnilslongd. Tá ein tunnil fellur uttan fyri hesar standardfortreytir, leggja reglurnar í staðin upp til, at trygdarstøðið verður staðfest við ítøkiligum váðametingum av samlaðu loysnini.

Tað er beinleiðis ásett í norsku Tunnelsikkerhetsforskriften, at myndugleikin kann góðkenna aðrar trygdarloysnir enn standardkrøvini.

- Tað er ikki rætt at lýsa støðuna soleiðis, at trygdarkrøv verða sett til viks. Heldur er talan um at gera sum reglurnar sjálvar leggja upp til – eina váðagrundaða meting í serligum førum, skrivar løgmaður í svarinum.

- Við øðrum orðum: Ikki minni trygd – men ein onnur trygdarlýsing, sum hóskar til lága ferðslu og umstøðurnar annars.

Les alt svarið her.

Løgmansskrivstovan

Comments

P-dagur í Maverick Barr klokkan 20-21

20/2/2026

Comments

 
Picture
P-dagur í Maverick Barr klokkan 20-21

Aftur í ár er P-Dagur hjá Føroya Bjór og er hann í kvøld tann 20 Februar. Hetta merkir at teir fyrstu 30 gestirnir fáa eina øl fyri bert eina krónu, so er at møta tíðliga upp.

Hetta passar gott til vinardysti ímillum KÍ-B36, hann byrjar klokkan 18:30.

Vit síggjast í Maverick, koyr á KÍ.

Maverick Barr

Comments

Myndir og Filmsklipp Ferðavinnudagur í Varpinum í dag

19/2/2026

Comments

 
Picture
Hetta er fyrsti ferð at skipa verður fyri Ferðavinnudegi í Klaksvík og nógv fólk vóru møtt upp í morgun.

Stevnan bleiv sett av Signhild V. Johannesen, forkvinnan í mentanarnevndini í Klaksvíkar Kommu og eftir røðuni hjá Signhild, bjóðaði Theres T. Kreutzmann stjóri í Visit North vælkomin.

Her nakrar myndir av Ferðavinnurástevnuni og filmsklipp, sjá herundir.

​SáH

Comments

Ingun Hansen sett sum fyribils landsapotekari

18/2/2026

Comments

 
Picture
Ingun Hansen sett sum fyribils landsapotekari

Almanna- og heilsumálaráðið kunnar um, at Hjalti Gunnarstein hevur sagt seg úr starvinum sum landsapotekari.

Uppsøgnin hevur virknað beinanvegin.

Ingun Hansen, apotekari á Eysturoyar apoteki, er sett sum fyribils landsapotekari og tekur við starvinum beinanvegin.

Almanna- og heilsumálaráðið

Comments

Kom og sig tína hugsan um ferðavinnu í Norðoyggjum

17/2/2026

Comments

 
Picture
Í samband við at Landsstýrið hevur álagt øllum kommunum at gera ferðavinnuætlan, er Visit North farið undir at menna eina ferðavinnuætlan fyri flestu kommunurnar í Norðoyggjum. Endamálið við ferðavinnuætlanunum er at menna og fyriskipa ferðavinnuna í ymsu kommununum, so hon verður skipað á ein skilagóðan og burðardyggan hátt, við atliti til náttúru, lokal virði og trivnað í nærumhvørvinum. 

Heimafólk, festarar, hagastýri og onnur áhugað verða í hesum sambandi boðin til borgarafund. 

Á fundinum verður greitt nærri frá: 
· hvat ein ferðavinnuætlan er og hvat endamálið er
· hvussu arbeiðstilgongdin er skipað
· hvussu borgarar og lokalir áhugapartar kunnu geva íkast til arbeiðið

Størstur dentur verður lagdur á tykkara íkast. Tí verður stórur partur av fundinum settur av til prát, spurningar og viðmerkingar. Hetta er fyri at geva øllum møguleika at koma til orðanna og seta fram upplivingar, ynski og hugskot um, hvussu ferðavinnan eigur at mennast í Norðoyggjum. 

Yvirlit yvir fundirnir: 
Viðareiðis Kommuna:  23. februar kl. 19.00 í Viðareiðis skúla 
Hvannasunds Kommuna:  24. februar kl. 19.00 í skúlanum á Fossánesi
Kalsoy: Syðradalur, Húsar, Mikladalur og Trøllanes: 26. februar kl. 16.00 í Avhaldshúsinum í Mikladali 
Kunoyar Kommuna: 2. mars kl. 19.00 í Bygdarhúsinum í Haraldssundi 
Klaksvík, Árnafjørður, Ánirnar og Norðoyri: 3. mars kl. 19.00 í Varpinum í Klaksvík
Svínoy: Nærri kunning kemur seinni. 

Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka og leggja síni sjónarmið fram. 

Um tú ikki ynskir at taka orðið, verður eisini møguligt at lata skrivligt íkast á fundarstaðnum. 

Er ikki møguligt at møta á borgarafundi í tíni kommunu, ert tú vælkomin at møta á hinum fundunum.  

Klaksvíkar Kommuna

Comments

VIVALDI OG TÆR FÝRA ÁRSTÍÐIRNAR Í CHRISTIANSKIRKJUNI FRÍGGJAKVØLDIÐ 13.FEBRUAR KL. 19.30

10/2/2026

Comments

 
Picture
"Eitt av kendastu tónleikaverkunum í heiminum nakrantíð"

Tær fýra árstíðirnar eftir Antonio Vivaldi er eitt tað mest ikoniska verkið í tónleikasøguni – og av góðum orsøkum. Í fýra lívligum violinkonsertum endurgevur Vivaldi fuglasong, ódnarveður, summarhita og vetrarkulda so livandi, at tónleikurin framvegis kennist frískligur, fysiskur og nærverandi 300 ár seinni.

​Hetta kvøldið fært tú høvið at hoyra ein kamarbólk við føroyskum og útlendskum tónleikarum framføra alt verkið. Á odda stendur altjóða viðurkendi violinisturin Alissa Margulis, sum verður bæði solistur og fer at leiða ljómliðið.

Konsertin fer eisini at bjóða upp á Souvenir de Florence eftir Tjajkovski – eitt fjálgt, lagvakurt og ríkt kamarverk, sum tónaskaldið skrivaði eftir at hava vitjað Italia. Hetta eina kvøldið hittast Vivaldi og Tjajkovski, har norðurlendskir tónleikarar blása lív í tvær av størstu ferðafrásøgnunum í tónleikasøguni."

Christianskirkjan

Comments
<<Previous
    Picture
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.