NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Býráðsskráin 27. februar

26/2/2025

Comments

 
Picture
Býráðsfundur verður hósdagin 27. februar kl. 17:30. Til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni.

Býráðsfundurin verður hildin í Varpinum, har regluligu fundirnir hjá býráðnum verða hildnir. Til ber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á stream(.)fo og á FM 98,7.

Býráðsskráin kann takast niður her: Býráðsskráin 27. februar

Klaksvíkar Kommuna


Comments

UNGDÓMSGUDSTÆNASTA HÓSKVØLDIÐ, 27. FEBRUAR KL. 19.30

25/2/2025

Comments

 
Picture
Jesus, likes og lívið.

Ungdómsguðstænasta verður í Christianskirkjuni hóskvøldið 27.februar kl 19.30 við Ann Hermansdóttir, studentapresti.

Ung frá KFUM og K syngja og spæla. Møguleiki verður fyri forbøn og at tendra ljós. Aftaná guðstænastuna verður góður drekkamunnur og hugnalig samvera.

Hjartaliga vælkomin!

Christianskirkjan

Comments

Einvegis ferðsla á Kráargøtu og Heygavegi

24/2/2025

Comments

 
Picture
Klaksvíkar kommuna fer í næstum at einsrætta Kráargøtu (norðureftir) og Heygavegin (suðureftir). Talan um eina royndarverkætlan, sum verður eftirmett seinni í ár. Hetta verður gjørt fyri at bøta um trygdina kring skúlaøkið.

Í 2024 bað kommunan ráðgevarafyritøkuna, Ráð, um at koma við eini meting av ætlanini um at einsrættað hesar báðar gøturnar, og tað er við støði í hesum metingum, at hendan avgerðin er tikin.

Hendan ætlanin hevur verið uppá tal í rúma tíð, og á sumrið 2024 var hetta eisini roynt, tá ið hesir vegir vóru einsrættaðir í samband við vegarbeiðið á Stangavegnum.

Betri ferðslutrygd er nakað sum borgarakanningin greitt vísti á, og sum býráðið hevur sett pening av til í ár, nevnliga at betra um trygdina og ferðsluviðurskiftini í miðbýnum og kring Skúlatrøð.

Neyðug skelti eru sett upp, og broytingarnar koma í gildi frá mikudegnum (26. feb.) at rokna.

Klaksvíkar Kommuna

Her filmsklipp fyri 4 árum síðani, so seint arbeiðir okkara Býráð, nú verður tað roynt, men tað hevur verið roynt í seinastu setu, tá ið Stangarvegurin bleiv gjørdir omanfyri Kjølbro Heilsølu, sjá her:


Comments

Hugsunardagur 22. februar

21/2/2025

Comments

 
Picture
⚜️⚜️⚜️Hugsunardagur 22. februar⚜️⚜️⚜️

⚜️í morgin 22. februar er altjóða skótadagur, og tá fara vit í kirkju. Vit møta í búna og turriklæði kl 16.30 í Uppistovu.
⚜️Eitt sindur um Hugsunardagin: 

Dagurin verður hildin av skótum kring allan heimin til minnis um hjúnini Baden-Powel, ið bæði høvdu føðingardag 22. februar. Á hesum degi hugsa vit um skótavinir okkara kring allan heimin. Her í Føroyum halda vit hugsunardagin við gudstænastum og skótasamkomum kring landið, har skótar eru⚜️

⚜️ Í kirkjuni gongur talvan til frama fyri skótahjálpina.

Skótalið Nólsoyar Pálls

Comments

Torraskráin, leygardagur 22. februar

21/2/2025

Comments

 
Picture
Torraskráin, leygardagur 22. februar
kl. 10.00 - Norðoya Bátafelag - í gamla Roykivirkinum, Faktorsvegur 6. Boðin verður ókeypis morgunmatur.
kl. 10.00 - 16.00 Spinnaríið. Spinnaríið við ánna vitjar á Torradøgunum í Klaksvík.
kl. 10.00 - 16.00 Lær at spinna tín egna tráð á lítlastrá. Guðrun Sundar Hansen hevur skeið í ullavirking í Spinnarínum. Tilmelding: Senda boð við tínum navni og bústaði til [email protected]. Prísurin er 400 krónur um dagin. 
Eisini sýnir Jana Skorheim Sørenensen fram hondgjørd teppi.
kl.10.00 – 14.00 Dugni, Tinghúsið. Listaframsýning við Louisu Sivertsen.
kl. 10.00 - 14.,30 - Opið Hús á TSK. Allar deildirnar á skúlanum hava opið, og til ber at kunna seg um virksemið á skúlanum. Ymiskar kappingar verða á ymsu deildunum. Eitt nú verður altíð væl umtókta páskaregg-kappingin hjá Serbreytini aftur á skrá. Evnið hesa ferð er “Standmyndir í Klaksvík”. Serbreytin bjóðar eisini vaflur, kaffi og saft.
Komandi næmingar og avvarðandi hava eisini møguleika at síggja umstøðurnar á næmingaheiminum. Lestrarvegleiðarar vegleiða um útbúgvingarnar á skúlanum.
Kl. 10.00 Gakk og Renn (tiltakið er avlýst)
kl. 11.00 - Rennibreytin VK 6. Treysti skipar fyri rennikapping. Kappingin er ein partur av Raska vetrarkappingini í renning. Tilmelding fer fram á staðnum áðrenn kappingarbyrjan ella online á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, sum er www.fif.fo. 
Kl. 11.00 – 14.00 - Torra sjálvtøkuborð á TSK - Matvørudeildin. Næmingar á Matvørudeildini TSK bjóða eitt Torra-sjálvtøkuborð. Borðreitt verður við rávørum úr sjónum. Eisini verður okkurt søtt og gott omaná. Atgongumerki til Torra-sjálvtøkuborðið á 100 kr. fáast í TSK á degnum.
kl. 11.00 Magnstøðin í Klaksvík. Bestu Torra-epli og røtur úr Trøðum av Sandi fáast til keyps. Miðstovugarðurin á Sandi 220203.
kl. 11.00 – 15.00 Í Aulini á Skúlatrøð - TeknmálsCafé
Karl Haldorsson Johansen, borgarstjóri heldur røðu og setur Cafáina. Kantinan opin, selur vaflur og drekka. Brunnurin og postarenning til børn byrjar. Tónleikur - Absalon spælir og Unn syngur
12.00 – 13.00 Í Aulini á Skúlatrøð - TeknmálsCafé. Sjómenn við niðursettari hoyrn, m.a. skiparar, siga frá teirra lívi umborð á skipi og um Bláubók í sambandi við niðursetta hoyrn.
13.00 – 14.00  Pallborðsfundur: ”Kunnu fólk við niðursettari hoyrn verða sjómenn? Hvat siga altjóða reglurnar”?Orðstýrari er Beinta Løwe
14.30 – 15.00 Teknmálstulkar greiða frá arbeiði sínum
Kl. 12.30 Christianskirkjan. Torramatiné við Klaksvíkar Hornorkestri. Spæld verða góð og hugnalig løg.
Kl. 14.00 – 16.00 Varpið - Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk. Ein afturlítandi framsýning.
14.00 – 17.00: Dragin Opið skip umborð á Draganum. 
Kl. 15.00 – 20.00 Gallarí Á Stongunum. Listaframsýning við Lydiu Petersen og Jógvan K. Glerfoss. 
Kl 16.00 Foyerini í Varpinum: Vilji er lekjandi máttur
- Nýggj bók um buldrasliga lívið hjá Gunnari Hjelm verður løgd fram og umrødd. 
Kl. 21.00 – 01.00  Café Fríða. Torra Quiz - Sjómansquiz og hugnaløta - Ein spurnarkapping um fisk og bátar. Sámal Petur í Grund og Martin Vágsheyg skipa fyri

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Várbryggj fæst í Maverick

21/2/2025

Comments

 
Picture
Endiliga er Vágbyggj komi aftur og tað fæst sjálvandi í Maverick.

Maverick letur upp klokkan 17:00 í dag, her skráin:
Kl. 18:00 Lyngby - Randers
Kl. 18:15 Danmark - Svøríki kvinnur
Kl. 19.30 Freiburg Werder Bremen
Kl. 20:00 Leicester - Brentford
Kl. 20:00 Celta Vigo - Osasuna

Eisini verður tónleikur á skránni, støkkið inn á gólvið og fái tykkum ein kalda Várbryggj, tað skal nokk vera stuttligt.

Maverick Barr

Comments

Ferðslan við rundkoyringina tarnað

18/2/2025

Comments

 
Picture
Komandi dagarnar, frá 18. til 20. ferbruar, verður ferðslan við rundkoyringina í miðnýnum tarnað.

Orsøkin er, at nýggir kantsteinar skulu leggjast við rundkoyringina, sunnanfyri mentanarhúsið. Í hesum sambandi verður ferðslan í rundkoyringini og eftir Biskupsstøðgøtu nakað tarnar.

Klaksvíkar Kommuna


Comments

Torravikan 2025, skráin mánadag 17. februar

17/2/2025

Comments

 
Picture
Torravikan er farin av bakkastokki og her er skráin fyri í dag.

Mánadagur 17.februar
kl. 09.00 - 21.00 - Café Fríða

kl. 11.30 - 15.00 -  Angus opið

kl. 12.00 - 20.00 - Café Fríða
Hvønn dag í Torravikuni. Serligur Torra-borðseðil – sí Frida.fo. Eisini er annað mangt á borðseðlinum

kl. 13.00 - 17.30 Blái Krossur Føroya 

kl.13.00 – 17.00 Dugni, Tinghúsið - Klaksvíkvegur 56
Tað er Louisa Sivertsen, sum sýnir fram verk síni – ein søluframsýning

Kl. 14.00 – 16.00 Varpið - Foyerin. Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk

kl. 16.00 - Christianskirkjan í kirkjukjallaranum. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari í 35 ár – um at bera sjófólkinum góð tíðindi - og samstundis bera tíðindi frá sjófólkinum til fólkið heima. Drekkamunnur verður boðin aftaná

kl. 17.00 - 21.30 Angus opið bjóðar serligan Torra-borðseðil. Angus.fo – 457777

kl. 19.30 Klaksvíkar bókasavn. Bókacafe við Eyðuni Klakstein. Tað verður Arnbjørn Ó. Dalsgarð, ið fer at hava samrøðu við rithøvundin um bókina Lygn.

kl. 19.30 Varpið: Hvussu ávirka veðurlagsbroytingarnar Føroyar?
Kendi danski veðurmaðurin á DR, Jesper Theilgaard fer at hava fyrilestur um, hvussu veðrið verður. Jesper fer í fyrilestri sínum at koma neyvari inn á orsøkina til veðurlagsbroytingarnar, tí tað er her, vit kunnu finna møguligu loysnirnar. Kaffi og prát er eisini á skrá.

kl. 20.00 Café Gloria. Sangløta. Elim saman Frelsunarherinum, hava andakt og skipa fyri sangkvøldið, eisini verður ein góður drekkamunnur at fáa.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Myndir Búnaðarstevnan 2025 í Klaksvík

16/2/2025

Comments

 
Picture
Í gjár leygardagin tann 15. februar var Búnaðarstevnan hildin í mentanarhúsinum "Varpinum" í Klaksvík.

Nógv fólk vóru samankomin at tosað um landbúnaðin og fleiri fyrilestrar vóru í gjøgnum allan dagin.

Politiskt kjak var klokkan fýra leygardagin og tað gjørdist eitt sindur heitt til tíðir, men tað var OK at man fær meiningar frá øllum vinklum og Beinta Løwe dugdi væl at vera orðstýrari og halda skil á og skera ígjøgnum, tá ið onkur hevði havt orðið dekan ov leingi.

Borðreitt var eisini við føroyskum viðskera og suppu. Samanumtikið ein stak væl eydna Búnaðarstevna 2025.

SáH

Comments

Team Rynkeby - Føroyar: 239.705 krónur til børnini ♥️

15/2/2025

Comments

 
Picture
Enn einaferð hevur Team Rynkeby Føroyar skipað fyri gallaveitslu á Hotel Føroyum, leygarkvøldið 15. februar.

Vit takka øllum, sum gjørdu kvøldið so væl eydnað. Takk Hotel Føroyar fyri hølini, samskipararnar, kokkarnar og tænastufólkini. Takk til allar tónleikarar og undirhaldarar, borðstjóra og tykkum ið leiddu Sangin, veitarar av mati og drykkjuvørum, og síðst men ikki minst - túsund takk øll tit, sum keyptu atgongumerki og hava sett hetta kvøldið av - uttan tykkum, eingin kekkur🫶

Innkomni peningurin fer óskerdur til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum, familjum teirra og til gransking í hesum sjúkum. 💛

Team Rynkeby - Føroyar

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.