Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga.
Kelda: Klaksvík.fo
SáH
Vegna arbeiði í Árnafjarðartunlinum kann ferðslan verða tarnað frá á midnátt mikukvøldið 12. februar til hósmorgunin 13. februar kl. 06. Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga. Kelda: Klaksvík.fo SáH Lýsing outlet.fo
Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen hevur í gjár vitjað Hvíldarheimið Naina í Gundadali. Bygningurin, sum liggur umringaður við náttúruvakurleika og mitt í Havnini. Ein sannur fongur fyri føroyingar at eiga eitt slíkt heim. Landsstýrismaðurin sigur, at nøgdsemi setur dagsskránna á Naina. So skjótt ein kemur inn um hurðina, merkist beinanvegin ein positivur andi; at hetta er eitt stað, har fólk kenna seg væl, og har gestir kenna seg at vera sera væl komnar. Hvíldarheimið Naina er fyri allar føroyingar líka mikið, hvar í landinum ein býr. Her starvast góð og dugnalig fólk við einari góðari leiðslu, sum hava megnað at hildið lív í tí neista, sum fyri mongum árum síðani, varð kveiktur. Heimið hevur eisini øll árini borið brá av góðum og heitum hondum. Ætlanin av fyrstan tíð við Hvíldarheiminum var, at hetta skuldi vera eitt stað, har serliga føroyskar kvinnu kundu fáa sálarbót, hvílu og koma fyri seg aftan á sjúku, ella tær á ein ella annan hátt ikki megnaðu gerandisdagin. Hesa uppgávuna hava tit í leiðsluni saman við starvsfólkunum so dyggiliga megnað. Tey seinastu árini er mest sum javnvág millum kynini, so nú eru eisini fleiri menn á heiminum, sum fáa heilsubót, sum eisini síggja út til at trívast væl. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tað hevði verið til gagns fyri brúkararnar og vitjandi, um ein lyfta var millum hæddirnar, og at atkomuviðurskiftini vórðu betri. Eg fari at kanna møguleikarnar fyri, hvussu hetta best kann gerast. Heilsumálaráðið Lýsing Balslev
Fyri at ætlanin við íbúðarbyggingini kundi gerast veruleiki, varð neyðugt við meirøki omaneftir og suðureftir. Tað er í tí sambandi at Klaksvíkar kommuna nú hevur gjørt neyðugu tillagingar á økinum, fyri at verkætlanin kundi útførast í verki. Norðhús heldur hervið fram við byggingini nærhendis verandi íbúðabygging, sum Norðhús lat byggja í 2011. Ætlanin er at byggja 12 íbúðir, har hvør íbúð er 81 fermetrar við tveimum sovirúmum, stovu køki og baðirúmi. Talan er um lyklaklárar íbúðir har eisini økið kring íbúðarbygningin er gjørt liðugt. Kelda: Klaksvík.fo SáH Dato 29.01.2020: Í dag verður vinarbýarsáttmáli undirskrivaður millum St. Pætursborg í Russlandi og Klaksvíkar kommunu. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, umboðar saman við øðrum býráðslimum í Klaksvíkar býráð, Klaksvíkar kommunu, sum í hesum døgum er á vitjan í Pusjkin, sum er ein økispartur av St. Pætursborg við 6 mill. innbúgvum. Seinni í dag fer borgarstjórin at undirskriva vinarbýarsáttmála partarnar ímillum, og í tí sambandi verður ein formligur fundur seinni í dag, har neyvari verður sett orð á samstarvið, som longu letur upp fyri mongum ymiskum, sum verður at frætta um, sum frá líður. Klaksvíkar býráð sær nógvar møguleikar í hesum vinarbandi – vinnuliga og mentanarliga. Tað skerst heldur ikki burtur, at samstarv hevur verið millum Russland og Føroyar á fiskivinnuøkinum síðani 50-ini, og í dag verður størsti partur av fiskaúrdráttum, sum koma frá Føroyum uppskipaður til St. Pætursborg, hagani ein partur so verður skipaður víðari til onnur øki í Russlandi. Her kann leggjast afturat, at tað eru ikki so lítlar nøgdir, sum koma úr Klaksvík. MENTANARLIG VITANARDEILING Á túrinum hevur ferðaliðið vitjað á fleiri ymiskum áhugaverdum støðum. Eitt nú á einum barnabókasavni í Pusjkin, har tey í Puskjin-økinum hava 12 bókasøvn. Hesi snakka øll saman umvegis netið og læna bøkur frá hvørjum øðrum, um tað skuldi verið neyðugt. Í Pusjkin eru tey í ferð við at byggja eitt nýtt bókasavn, sum hevur fingið stuðul frá St. Pætursborg við 29 mill rublar. (1 kr. = ca. 10 rublar) Viðskiftafólkini hjá bókasøvnunum kunnu umvegis netið umbiðja bøkur. Tær bøkur, savnið ikki hevur, verða umbiðnar aðrastaðni frá. Verandi barnabókasøvn hava sín uppruna frá 1946, har fólk eftir kríggið tóku seg saman at stovna bókasøvn við bókum, sum fólk í býnum góvu til endamálið. Hetta var ein svár tíð, har nógv varð gjørt fyri at lætta um og tá serliga hjá børnunum. Á bókasavninum hava tey eina verkætlan, sum tey kallaðu ”Við opnum hjarta”, har tey skipa fyri ymiskum kreativum s.s. tónleik, tekna, byggja lutir, gera einglar um jólini, seyma og gera lutir úr pappíri o.a. Summi av børnunum hava eitt baldrugt lív, men njóta gott av at koma higar at fáast við mangt ymiskt, umframt at læna og lesa bøkur. Tey gera kallendarar við børnunum, skipa fyri lestrarkvøldum og annað mangt. Í Pusjkin eru nógv ymisk søvn í býnum umframt parkir, og so ikki at forgloyma standmyndina av Pusjkin, sum varð krógvað burtur undir krígnum, so hon ikki varð bumbað, sum so mangar aðrar. Standmyndin varð tikin framaftur eftir kríggið, við nógvum kenslum. Eina ferð um mánaðin skipar bókasavnið fyri tiltaki fyri ungum við skerdum førleikum, teirra millum blindum, og so vitja tey eisini fólk á sjúkrahúsum við bókum. KREATIVUR STUDENTASKÚLI Vitjað varð eisini á einum miðnámsskúla, har tað ganga 1300 næmingar. Á skúlanum verður undirvíst í list í breiðari merking, tónleiki, leiklist, list og bókmentum. Vitjað varð á ymsu deildunum og vóru øll sera fyrikomandi, og ferðaliðið fekk eisini nakrar ljóðroyndir – bæði av heilt ungum næmingum og lærarum á skúlanum. Á bókmentadeildini var eitt rúgvusmiki savn við bókmentafólkum og verkum teirra, har kanska mest var gjørt burtur úr kendu Anna Axmatoba 23. juni 1889 – 5. mars 1966, sum einaferð var í uppskoti til Nobel-virðisløn. Hennara bókmentur vóru kanska so mikið fyri sína tíð, at sumt av tí varð forboðin lestnaður. Her fleiri myndir, klikk her “Vinarbýarsáttmáli við Skt. Pætursborg” Kelda: Klaksvík.fo SáH Lýsing Balslev
Mikukvøldið umleið klokkan 18 fann eitt ungt par í Aalborg, ein bløðandi mann beint frammanfyri høvuðsinngongdina til Aalborg Universitetshospital og tá ið tey runnu inn á Sjúkrahúsið og rópti um hjálp, tá var svarið, at tey kunnu ringja til 112, vit kunnu ikki hjálpa tykkum. Soleiðis er tá ið umsitingin hevur tikið ræði á okkum vanligu fólkum, les hesa heldur ódámligu grein, klikk her ella á myndirnar, “Mikkel fandt blødende mand foran hospital: – Vi kan ikke hjælp – du må ringe 112″ SáH Lýsing Norðoya Sparikassi
Nú ársins Vika Sex er farin framvið í øllum góðum, vita umleið 700 ungir skúlanæmingar nógv meira um kropp, kenslur og mørk, enn áður. Seksualundirvísing inn á miðnám nú! var greiða niðurstøðan í Perluni í Viku sex 2019. Síðani tá hevur Marin í Dali, lækni, stovnað felagið KYN saman við Bjørt Lind, sálarfrøðingi og Turið Hermansdóttur, fólkalívsfrøðingi. Felagið hevur til endamáls at menna føroyska seksualundirvísing og at kunna um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni og soleiðis skapa betri trivnað millum føroysk ung. Fyriskipararnir handan Viku Sex hava tí skipað soleiðis fyri, at fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík hava fingið seksualundirvísing í Viku Sex 2020. Til tiltakið í Perluni hóskvøldið, sum var fyri fakfólk, foreldur og avvarðandi, greiddu tær frá tilgongdini hjá felagnum og um hvussu tey hava fingið fatur á ungum undirvísarum, hvørja upplæring hesir hava fingið, og hvussu tey ítøkiliga tosa við ung um seksualitet. Umráðandi er at skapa tryggar umstøður og vera ítøkiligur, men ikki persónligur. Tær vóru glaðar fyri, at tær vórðu so væl móttiknar á skúlunum og av næmingunum. Og niðurstøðan er greið: Næmingarnir ynskja hesa undirvísing, sum styrkir tilvitanina um kropslig rættindi og seksuellu heilsu teirra. Eftirmetingin hjá næmingunum vísti, at tað serliga var tann praktiski parturin, sum var stuttligur, góður, øðrvísi og læruríkur. Nakrar av viðmerkingunum frá næmingunum vóru: # “Framúrskarandi góð undirvísing” # “Gott” # “Super” # “Feitt” “Duga væl ikki at gera tað awkward” Við hesum tiltakinum ynsktu vit at fáa eitt kjak í lag og møguliga fáa svar uppá, um tørvur veruliga er á seksualundirvísing á miðnámi. Kanningin “Keldur til seksualvitan hjá føroyskum ungum” hjá Marini í Dali, lækna vísti tað. Eftirmetingin av seksualundirvísingini hesa vikuna vísir tað. Felagið KYN og undirvísararnir fingu ta fatan, at tað var gott hjá miðnámsskúlanæmingunum at fáa hesa undirvísing. Samanumtikið: tey ungu á miðnámi ynskja meira seksualundirvísing. Hvørjum bíða vit so eftir? Okkara greiða viðmæli til myndugleikarnar á økinum er at fáa seksualundirvísing lagda í eina fasta legu t.d. við hesum leisti, har ung eldhugað og fakliga væl ílatin eru tilreiðar at samstarva. Vit undirritaðu fyriskiparar eru eisini tilreiðar at samstarva. Vegna fyriskipararnar, Apoteksverkið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Almannamálaráðið/Sig frá! Almannamálaráðið Lýsing Norðoya Portalurin
Teir drógvu tí síðstu setuna kl. 9:00 hósmorgunin og hava sett 9 setur hendan túrin. Teir hava roynt við línu á Munkagrunninum og vestanfyri. Teir eru komnir inn við 140.000 pund, 90.000 pund toskur, 42.000 hýsa og restin annað fiskaslag. Landa verður til Kósina í morgun. Nakað av veiðuni bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya, 7.500 pund, 4.800 pund longa, 1.380 pund bromsa, 1.200 pund havtaska og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Teir byrjaði túr tann 28. januar. SáH KVIKK - ( KG 477 )KLAKSVÍKAR HAVN.07-02-20203.750 Dagtilhaldið, sum seinastu árini hevur verið á Heiminum við Vágna, flytur í dag inn í nýggj høli á Stoksoyravegi 39. Umframt at staðsetingin verður nýggj, so hevur dagtilhaldið eisini fingið nýggja navnið: Dagtilhaldið Sóljan. Navnið til Dagtilhaldið hevur verið umrøtt, og var størst undirtøka millum teirra, ið koma í dagtilhaldið, fyri navninum Dagtilhaldið Sóljan, sum eisini var navnið, áðrenn dagtilhaldið flutti inn á Heimið við Vágna. Hugnaliga samveran í Dagtilhaldinum hevur seinastu árini fingið fleiri heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum at hittast til sosiala samveru, og nýggju hølini taka seg væl út og hóska væl til endamálið. Til ber at kunna seg um virksemið hjá Dagtilhaldinum Sóljuni á heimasíðuni https://nbh.fo/tiltoek/ kelda: Norðoya Bú- og Heimatænasta SáH Hetta hendi í Maverick Barr í gjárskvøldið. Maverick Barr lat tíðliga upp í gjár, har vit fóru at hyggja eftir toppdystinum Tottenham – Manchester City. Nógv fólk vóru í Maverick Barr og út á kvøldinum var ein av kundunum varhugir við, at hann møguliga hevði allar 13 dystirnar rættar. Øll úrslitini passaði tað soleiðis hendan minniliga dagin 02.02.2020, at hann hevði allar rættar og í dag gjørdist greitt, at tað var bara ein tippari, ið hevði 13 røtt og tað var gesturin, sum var í Maverick Barr í gjárskvøldið. Eg spurdi viðkomandi í dag og tá var hann ikki heilt sikkurt og helt seg hava vunnið 5.000,00 kr., men løtu seinni, so komu boðini. Símun vit hava vunnu 1.048.000,00 kr., har var bert ein vinnari til 13. røtt og tað vóru vit, eg og ein annar Klaksvíkingur. Teir høvdu satsa 2.000,00 kr., 1.000,00 kr. í part og vunnu 1.048.000,00 kr., so nú eru teir báðir 524.000,00 kr. ríkari og lagi var framúr gott, sjá vinnara seðilin herundir. Stórt tillukku tit báðir, tit skylda mær ein umgang, tá ið eg komi aftur av flatlondum. Koyr á Tottenham. SáH Lýsing Maverick Barr
GRAVIARBEIÐIÐ HJÁ SEV HELDUR FRAM NORÐUREFTIR Graviarbeiðið ígjøgnum Klaksvíkina heldur fram. Farið er nú undir at grava norðanfyri gamla Vallaraheimið, norðureftir Garðavegi, víðari eftir Skáltavegi og norður um Nema. SEV ger leiðingina ígjøgnum býin, og Føroya Tele og Klaksvíkar kommuna nýta høvið til ávikavist at gera dagføringar og ábøtur á kloakkskipanina. Arbeiðið fer væntandi at taka nakrar mánaðir og kemur at tarna ferðsluni nakað, men hóast hetta verður vegurin ikki stongdur. Fólk verða biðin um at vísa varsemi. SEV, Klaksvíkar kommuna og Føroya Tele Kelda: Klaksvík.fo SáH |
Greinar
March 2024
|