NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Líðhamar roktúr og aftur bestir, heili 19.000 pund

27/2/2020

Comments

 
Billede
​Líðhamar er á veg inn av einum ordiligum roktúri. Teir hava roynt norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir heili 18.810 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 14.000 pund hýsa, 4.700 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Líðhamar hevur boðað frá landing klokkan 13:00 í dag.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 )
NFCS-27-02-2020   9.405

Lýsing Maverick Barr
Billede
Lýsing Maverick Barr
Comments

BRÁTÍÐINDIR: Coronavirus komin til Danmarkar

26/2/2020

Comments

 
Billede
Tað var ein maður á TV2 sum hevði verið í feriu í Lombardiet í norður Italien, sum er testaður positivur fyri Covid-19, sostatt var hann tann fyrsti danskarin, sum hevur fingið Coronavirus.

Konan og barni hjá teimum vóru eisini testaði, men tey vóru negativ.

Hetta ljóðar ikki gott og nú kann man gott siga, at Coronavirusið nærkast Føroyum ógvuliga skjótt, so vónandi hava okkara heilsumynduleikar støðuna undir kontrol.

Í løtuni eru 82.170 fólk smittað við Coronavirussið runt verðuna og 2.804 fólk eru deyð og 32.898 eru blivin fríðsk aftur.
​
Danmark er tað 15 landi í verðini sum nú hevur Corona virus.

Í løtuni hevur Heilsumálaráðið í Danmark tíðindafund, sjá fundin her, https://web.tv.fo/client-portal/custom/multiscreen/

Fylg við beinleiðis, hvussu nógv hava fingið Coronavirus beint nú, klikk her, “Coronavirus COVID-19 smittaði dags dato”


​
SáH

Comments

​Altíð hugnaligt at fara ein kajtúr

26/2/2020

Comments

 
Billede
Var á støð, tá ið Stakkavík kom aftur í dag. Andru Poulsen hevði fingið vitjan av einum øðrum raskum skipara og á kajuni vóru tríggir við navninum Símun, Ein við Stakkavík, Ein við einari hvítari troyggju og ein við einum toski.

Gott lat á monnum. Stakkavík hevði hvat ein góðan túr og var slagi gott. Teir mettu veiðuna til góð 9.000 pund.

Petur Juel, Símun og Andru gjørdi klárt at fara avstað aftur við Stakkavík, tóku ís umborð og væntandi teir, at teir fóru til útróðrar aftur seinni í kvøld.

Her nakrar myndir frá í dag.

SáH

Lýsing The Kitchen
Billede
Lýsing The Kitchen
Comments

​Norðlýsið opið á Klaksvíkvegi 28

22/2/2020

Comments

 
Billede
Nógv fólk vóru og vitjaðu Norðlýsið, tá ið tey høvdu opið hús frá kl. 13 til 15 í gjár.

News.fo og Norðoya Portalurin vóru eisini á gátt og helt eg eina líta røðu fyri mínar vinir á Norðlýsinum. Gávan var ein Jægermester og var tað symbol upp á, at ein fjølmiðil altíð jagstrar tí góðu søguna, eisini takkaði eg fyri góðu tíðina eg hevði á Norðlýsinum á Rygvegi 3.

Norðlýsið hevur keypt bygningin hjá Grannskoðan, har gamla Blikksmiðjan hjá Niels Juul Arge var á Klaksvíksvegnum.

Stjórin Jóhann Lützen var í góðum lag og tey vitjandi fingu kaffi og pinnamat.

Tillukku við nýggju hølinum Norðlýsið og vónandi fáa vit eitt gott samstarv.

SáH

Lýsing Norðoya Sparikassi
Billede
Lýsing Norðoya Sparikassi
Comments

​Klakkur komin aftur við fullum skipi á sínum fyrsta túrið

20/2/2020

Comments

 
Billede


Klokkan var 05.25 tá ið Klakkur rundaði Klakkin og sigldu teir runt um seg sjálvan 3-4 ferðir og síðani sigldu teir inn eftir Vágni og løgdu at hjá NFCS klokkan 06:00.

Klakkur byrjaði túr tann 23.01 og hava teir fiska á Flemish Cap og undir Føroyum frá 13. februar.

Teir hava fulla last, umleið 300 tons.

Teir vóur 20 mans við hendan túrin.

Skiparar eru Líggjas Johannesen og Bethuel Johannesen.

Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim.

Her tvey filmsklipp, eitt tá ið Klakkur sigldu um seg sjálvan 3-4 ferðir og so eitt, tá ið teir sigldu inn eftir Vágni. Eisini nakrar myndir og eitt filmsklipp, har eg kom at siga 3.000 tons, men sjálvandi var tað 300 tons, orsakað tit á Klakki, soleiðis er at senda beinleiðis.

SáH

Lýsing Norðoya Sparikassi
Billede
Lýsing Norðoya Sparikassi
Comments

Beinta 3.400 pund og Kunoyarnes 2.600 pund í morgun

19/2/2020

Comments

 
Billede
​Beinta kom aftur kl. 06:00 í morgun. Beinta hevur roynt við línu sunnafyri í nátt. Kunoyarnes kom aftur kl. 09:00 og hevði hann roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og hevði Beinta 3.380 pund, tað mesta toskur og hýsa, 1.980 pund toskur og 700 pund hýsa. Kunoyarnes hevði 2.600 pund, tað mesta toskur og hýsa, 1.400 pund toskur og 1.200 pund hýsa.

Beinta landaði kl. 07:30 í morgun og Kunoyarnes landaði kl. 09.30.

SáH

BEINTA – ( KG 105 )
NFCS-19-02-2020   1.690
KUNOYARNES – ( KG 323 )NFCS-19-02-2020   1.300

Lýsing Balslev
Billede
Lýsing Balslev
Comments

ANRU góðan túr, hevði 10.300 pund í nátt

19/2/2020

Comments

 
BilledeMynd Gundur Sørensen
​ANRU royndi norðanfyri í nátt og er komin aftur av góðum túri.

Teir fingu 10.300pund, 6.000 pund av toski og 4.300 pund av hýsu.

Harumframt tóku teir eisini eini 2-300 pund av rogni.

ANRU hevur landað í Hvannasundi í morgun og veiðan er seld til Fofish.

SáH

Billede
Mynd Gundur Sørensen tann 19022020
Lýsing AXIA Advokatar
Billede
Lýsing AXIA Advokatar
Comments

Funnið stóran handska í toskinum

19/2/2020

Comments

 
Billede
Var ein kajtúr í gjár og fór á støð, tá ið Bragd kom aftur klokkan 16:00. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar og høvdu 11.500 pund, tað mesta var góðir toskur.

Har vísti teir mær ein løgna sjón, har teir høvdu fiska ein tosk og tá ið teir kruvdi hann, var ein stórur handski í maganum á honum.

So tann sum manglar eina handska stødd nr. 9, kann hann fáast hjá NFCS, søgdu teir við einum smíli.

Her filmsklipp og myndir av maganum og handskanum.

SáH

Lýsing AXIA Advokatar
Billede
Lýsing AXIA Advokatar
Comments

Pól Arni leiðari á Føroya Eftirskúla

13/2/2020

Comments

 
Billede
Týsdagin 11. varð Pól Arni Holm settur sum leiðari á Føroya Eftirskúla á Tvøroyri.

Pól Arni er útbúgvin bachelorur, umframt útlærdur bygningssnikkari. Hann hevur síðan 2013 starvast sum leiðari á ungdómshúsinum á Tvøroyri, Pakkhús 4, har hann hevur staðið fyri at menna og skipa tilboð til tey ungu í býnum.

Pól Arni er eisini kendur úr tónleikaheiminum m.a. sum oddamaður í bólkunum Hamradun og Týr. Pól Arni tekur við einum heilt nýggjum og spennandi starvi og hann fær høvi at seta dám á tilgongdina frá byrjan. Eftirskúlin er eitt nýtt tilboð til ungdómin í Føroyum og uttanlands. Vónirnar eru stórar til ætlanina.

Eftirskúlin á Tvøroyri er tilboð og avbjóðing til Føroya ungdóm og ungdóm aðrastaðni frá at møtast og mennast og samstundis vinna sær førning í uppliving og upplýsing. Okur í Stýrinum fyri Føroya Eftirskúla ynskja Pól Arna blíðan byrð í nýggja starvinum og vóna, at hann fær dyggan stuðul frá Føroya fólki, lokalumhvørvi og landsmyndugleikum.

Føroya Eftirskúli á Tvøroyri er nýbrot í føroyskari skúlasøgu.

Kelda: Føroya Eftirskúli

SáH

Lýsing Maverick Barr
Billede
Lýsing Maverick Barr
Comments

Fólkatalið vaks við 822 fólkum í 2019 og Norðoyggjar vaks við 72 fólkum

11/2/2020

Comments

 
BilledeNorðoyggjar vaks við 72 fólkum

Tann 1. januar í ár var fólkatalið 52.124 og vaks sostatt við 822 fólkum í árinum 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 272, ið svarar til ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 550, ið svarar til tveir triðingar av fólkavøkstrinum.

Her síggja tit hvussu fólkatalið er býtt í millum økir o.a., klikk her ella á myndina: "Fólkatalið vaks við 822 fólkum í 2019".
​
Kelda: Hagstovan

SáH

Comments
<<Previous
Forward>>
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly