Býráðsfundurin verður hildin í Varpinum, har regluligu fundirnir hjá býráðnum verða hildnir. Til ber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á stream(.)fo og á FM 98,7.
Býráðsskráin kann takast niður her: Býráðsskráin 29. januar 2026
Klaksvíkar Kommuna
Býráðsfundur verður hósdagin 29. januar kl. 17:30. Til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni. Býráðsfundurin verður hildin í Varpinum, har regluligu fundirnir hjá býráðnum verða hildnir. Til ber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á stream(.)fo og á FM 98,7. Býráðsskráin kann takast niður her: Býráðsskráin 29. januar 2026 Klaksvíkar Kommuna Tíðindi Prísurin á bústøðum í Føroyum hækkaði við 13% í 2025. Til samanberingar var vøksturin 1% í 2024 og 4% í 2023. Bústaðarprísurin hækkaði kring alt landið, og 2025 var áttanda árið á rað, at prísurin á bústøðum hækkaði. Í 2018 lækkaði miðalprísurin við 5%. Stórur vøkstur í Havn og smærri býunum Hyggja vit eftir høvuðsstaðnum og teim smærri býnum/storu bygdunum, so síggja vit ein sethúsaprísvøkstur á ávikavist 14% og 12%. Í krónum og oyrum er talan um ein miðalprís á ávikavist 4,4 mió. kr. og 2,6 mió. kr. Tá eru íbúðir ikki roknaðar við, men bert sethús. Prísurin á íbúðum í Havn vaks við 2% í 2025. Orsøkin til lutfalsliga lágu hækkingina í íbúðarprísinum er millum annað, at fleiri smáar íbúðir vórðu seldar í fjør sammett við onnur ár, og hetta ávirkaði samlaða prísin á íbúðum, tó so hevur hetta verið við til at økja um fermetraprísin, sum var methøgur í farna ári. Miðalfermetraprísurin fyri íbúður í Havn var 41.404 kr. Til samanberingar var fermetrarprísurin á sethúsum í Havn 30.532 og 18.962 kr í teim smærru býunum/størri bygdunum. Fermetrarprísurin á íbúðum í Havn hækkaði 17% í 2025. Eisini framgongd í smærru bygdunum Hyggja vit eftir bústaðarprísinum í teim smærri bygdunum, síggja vit eisini ein vøkstur. Prísurin vaks við 4%. Húsini í Suðuroy og Sandoy verða bólkað fyri seg, og har var vøksturin 29%. Orsøkin til lutfalsliga høga prísvøksturin har er, at talið á seldum bústøðum er lutfalsliga lágt, og tí síggjast størri sveiggj í prísbroytingunum í Suðuroy-Sandoy. Væntanirnar fyri 2026 Umframt prísvøksturin er talið á seldum ognum eisini hækkað í 2025. Síðani 2019 vórðu flest ognir seldar í fjør, og hyggja vit eftir útlitunum fyri 2026 eru tey sum heild góð. «Í 2025 hava vit sæð eina gongd við meiri ferð á søluni, styttri liggitíð og vaksandi útboði. Hetta hevur tó ikki havt við sær, at prísstøðið er flatnað, og eftir mínum tykki er hetta eitt greitt tekin um, at tørvur er á fleiri bústaðareindum – bæði til at eiga og til at leiga. Tó skal sigast, at hetta eisini er nakað, ið fleiri aktørar hava tikið til sín, og í løtuni eru fleiri ætlanir í gongd um at byggja størri íbúðar og raðhúsaverkætlanir, sum vónandi fer at geva fleiri møguleika antin at ogna sær ein bústað ella finna ein bústað at leiga. Vit vænta, at gongdin við vaksandi prísum fer at halda fram í 2026, og mett verður, at ein prísvøkstur á nøkur fá prosentstig helst er á góðari leið», sigur Petur Mohr Niclasen. Skyn 1. januar 2026 tóku Danmark og Føroyar við formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Á arbeiðsmarknaðarøkinum verður burðardygt arbeiðslív í miðdeplinum. Danmark og Føroyar fara at brúka formansskapin til at seta sjóneykuna á at styrkja tað norðurlendska arbeiðsmarknaðarmodellið og at menna felags norðurlendsku átøkini í móti arbeiðslívskriminaliteti og sosialari dumping. Margit Stórá, landsstýriskvinna við arbeiðsmarknaðarmálum, sigur: “Eg síggi fram til eitt spennandi ár, har vit fara í dýpdina við norðurlendska samstarvinum. Norðurlendska samstarvið hevur stóran týdning á so mongum økjum, og okkara felags norðurlendski arbeiðsmarknaður er einki undantak.” Beskæftigelsesminister, Kaare Dybvad Bek, sigur: “Vit skulu verja okkara sermerkta norðurlendska arbeiðsmarknaðarmodell, sum tryggjar okkum eitt trygt og sunt arbeiðsumhvørvi og rættvísa kapping. Norðurlondini kunnu savnast um eina røð av evnum, so sum okkara hátt at skipa arbeiðsmarknaðin og stríðið í móti sosialari dumping.” Formansskapurin fer at arbeiða við, hvussu londini framtíðartryggja tað norðurlendska arbeiðsmarknaðarmodellið, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava stórt sjálvræði, og har støðugt samskifti er við til at styrkja modellið og undirtøkuni fyri tí. Hetta er serliga viðkomandi í eini tíð, har vit uppliva broytingar í arbeiðsmegini. Harumframt fer formansskapurin at halda fram við norðurlendska samstarvinum at berjast móti arbeiðslívskriminaliteti og sosialari dumping. Skipaði viðurskifti og rættvís kapping skulu verða grundarlagið á norðurlendska arbeiðsmarknaðinum. Tað snýr seg um at tryggja rættvíst og frælst flytføri á norðurlendsku arbeiðsmarknaðunum gjøgnum skipaði lønar- og setanarviðurskifti, eisini fyri útlendska og útstationeraða arbeiðsmegi. Danski beskæftigelsesministeren og landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum verða í ár vertir fyri árliga fundinum millum norðurlendsku arbeiðsmarknaðarráðharrarnar. Fundurin verður hildin 24.–25. november 2026 í Keypmannahavn. Tú kanst lesa meira um donsku og føroysku formansskapsætlanina HER: (Tíðindagreinin er frá Beskæftigelsesministeriet. Sí donsku greinina her: Danmark og Færøerne har overtaget formandskabet for Nordisk Ministerråd) Les meira um Norðurlendska Ráðharraráðið HER: Almanna- og heilsumálaráðið Frá 16. - 21. januar er Karl H. Johansen, borgarstjóri burturstaddur, og tí er er Annika S. Biskopstø virkandi borgarstjóri í hansara stað. Annika S. Biskopstø tók fyrstu ferð sæti í Klaksvíkar býráð fyri Tjóðveldi í valskeiðnum 2021-2024. Annika er fyrstvaldi býráðslimur á Tjóveldislistanum við 200 persónligum atkvøðum. Umframt at vera varaborgarstjóri, er Annika S. Biskopstø eisini forkvinna í trivnaðarnevndini Børn og Ung. Klaksvíkar Kommuna Fíggjarmálaráðið fyrireikar kæru av úrskurðinum hjá Føroya Rætti tann 9. januar 2026 um steðgandi virknað til Eystara Landsrætt. Fyri at kæra slíka avgerð krevst loyvi frá Procesbevillingsnævnet. Orsøkirnar til, at Fíggjarmálaráðið ætlar sær at kæra avgerðina um steðgandi virknað eru: - at avgerðin um, at stevningin hjá fimm býráðslimum skal hava steðgandi virknað kann fáa ta avleiðing, at meginparturin av valskeiðnum er farið, áðrenn umval kann fara fram. Um bíðast skal eftir, at Føroya Rættur fellur dóm í sivila rættarmálinum, og við møguleikanum hjá pørtunum at kæra til Landsrætt og Hægsta Rætt, so er vandi fyri at valskeiðið er runnið áðrenn umval verður. - at talan er um eitt mál um brot á okkara valskipan. Brotið hevur ávirkan á samansetingina í einum fólkavaldum býráði, sum hevur skipað seg eftir skeivum fortreytum. - at atlitið til eina trygga og vælvirkandi valskipan, sum borgarar hava álit á, eigur at verða tikið framum møgulig atlit til kommununa og tey, sum í dag eru vald í kommunustýrið. Í næstum fer Fíggjarmálaráðið at søkja Procesbevillingsnævnet um loyvi til at skjóta avgerðina frá Føroya Rætti um at geva stevningini steðgandi virknað til Eystara Landsrætt. Freistin at søkja um loyvi frá Procesbevillingsnævnet er 14 dagar frá dagfestingini av úrskurðinum hjá Føroya Rætti. Fíggjarmálaráðið Í dag, 13. januar, fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, til Keypmannahavnar á ávegis ríkisfund og fund í samstarvsráðnum. Fundurin verður hildin í morgin, 14. januar. Hetta er triðju ferð, at skipað verður fyri ávegis ríkisfundi og fundi í samstarvsráðnum í januar mánað. Fyrstu ferð var í 2024. Grønland yvirtók um ársskiftið formansskapin í samstarvsráðnum, og vanligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða tí í Grønlandi í juni. “Støðan er tann, at stórveldini vísa ein øktan áhuga fyri Arktis og norðurleiðum. Í seinastuni hevur orðaskiftið snúð seg um framtíðina hjá Grønlandi. Tað hevur týdning fyri meg at endurtaka boðskapin frá í fjør og siga beinleiðis við stjórnina í Grønlandi, at Føroyar stuðla Grønlandi, og at grønlendska fólkið – og eingin annar - eigur avgerðina um framtíðina hjá Grønlandi.”, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Løgmansskrivstovan Nú ber til at seta tiltøk á Torraskránna fyri 2026. Torradagarnir verða á skrá 16. – 21. februar. Í 2007 vóru Torradagarnir á fyrsta sinni á skrá, m.a. tí saknur var í einum savnandi tiltaki á vetri, har tað tó aftur byrjar at ganga móti ljósari tíðum, sum eisini er ein merking av “Torra”. Torradagar hava verið fyriskipaðir í Klaksvík í seytjan ár – í 2021 vórðu dagarnir avlýstir vegna sóttina. So hetta verður 18. ferðin, Torradagarnir eru á skrá. Til ber umvegis leinkjuna niðanfyri at seta tiltøk á skánna – Skriva heitið á tiltaki, hvar, nær – dag og klokku – og skriva eisini eina frágreiðing um tiltakið. Eru ivamál ber til at skriva til samskiparan, Dáva Winther á [email protected] Seinasta freist fyri at seta tiltøk á Torraskránna er á miðnátt leygarkvøldið 7. februar 2026! Boða frá tiltakið her: Tiltøk á Torraskánna Klaksvíkar Kommuna Hin 1. januar tók Noomi Oddmarsdóttir Gregersen við sum stjóri í Heilsustýrinum. Í hesum sambandi verður almenn móttøka í nýggju hølunum hjá Heilsustýrinum á Óðinshædd 11, fríggjadagin 9. januar kl. 14.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Noomi er 47 ára gomul, hon er útbúgvin MSc í lívfrøði frá Aarhus Universiteti (2010) og hevur eina PhD í medisini við sergrein innan arvafrøði frá Aarhus Universiteti (2015). Harumframt er hon er í gongd við eina master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya. Noomi hevur drúgvar royndir innan gransking og fyrisiting og hevur millum annað starvast sum granskari, verkætlanarleiðari fyri FarGen og eindarleiðari í Heilsustýrinum. Noomi tekur við starvinum eftir Bjarna á Steig, sum hevur verið stjóri, síðani Heilsustýrið varð sett á stovn 1. januar 2023. Heilsustýrið Við ársskiftið yvirtaka Danmark og Føroyar formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri 2026. Í formansskapinum, sum ber heitið “Sameind í skiftandi tíðum”, fara Føroyar og Danmark at leggja dent á at menna og styrkja samstarvið millum øll átta norðurlondini, serliga við denti á: Samfelagstrygd og tilbúgving Kappingarføri í Norðurlondum Javnsetta luttøku í norðurlendska samstarvinum fyri Føroyar, Grønland og Áland Sí formansskránna her. Sum liður í formansskapinum verða Føroyar í 2026 vertir fyri meira enn 20 fundum innan Norðurlendska ráðharraráðið, bæði á ráðharrastigi og á embætisfólkastigi. Árligi summarfundurin hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum verður hildin í Føroyum 15. og 16. juni, har samfelagstrygd og tilbúgving verður á skrá. Norðurlandaráðið samtykti í 2024 einmælt at heita á norðurlendsku stjórnirnar at seta eina kommissión at gera uppskot til broytingar í Helsingforssáttmálanum. Broytingarnar skulu millum annað tryggja javnsetta luttøku hjá Grønlandi, Føroyum og Álandi. Norðurlendsku stjórnirnar settu í vár Elinu Pirjatanniemi, professara í løgfrøði á Åbo Universiteti, at greina møguligar løgfrøðiligar avbjóðingar av at dagføra Helsingsforssáttmálan. Arbeiðið verður liðugt um ársskiftið og síðani fara samstarvsráðharrarnir at viðgera spurningin um at seta eina kommissión. Sirið Stenberg, norðurlendskur samstarvsráðharri, sigur: “Í hesum tíðum er stórur tørvur á at styrkja sambondini og samstarvið við okkara norðurlendsku systra- og brøðratjóðir. Føroyar hava verið partur av norðurlendska samstarvinum í meira enn 50 ár og eru virkin í norðurlendskum samstarvi á øllum samfelagsøkjum og í øllum geirum. Føroyar hava í áratíggju ynskt og arbeitt fyri limaskapi í egnum navni. Tí er tað við gleði, at Føroyar saman við Danmark yvirtaka formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum, og vit fara at stremba eftir at fáa sett eina kommissión at dagføra Helsingforsavtaluna og vinna Føroyum fullan limaskap.” Uttanríkis- og mentamálaráðið Á seinasta býráðsfundi í 2025 samtykti býráðið fundarskránna fyri 2026. Býráðsfundir í 2026: 29. januar 26. februar 26. mars 30. apríl 28. mai 25. juni 24. september 29. oktober 26. november 17. desember Regluligu býráðsfundirnir eru almennir og byrja kl. 17.30 í forhøllini í Varpinum. Til ber eisini at stroyma fundin beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu og at lurta eftir býráðsfundinum á www.stream.fo og á FM 98,7. Klaksvíkar Kommuna |
Greinar
February 2026
|