NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Katrin og Karin Maria í starvsvenjing á Landssjúkrahúsinum

31/1/2025

Comments

 
Picture
Katrin og Karin Maria ganga í 10. flokki í á Skúlatrøð í Klaksvík, og eru í løtuni í starvsvenjing á Landssjúkrahúsinum. Í dag eru tær komnar í helvt við sína starvsvenjing, sum í alt varar tvær vikur.

“Vit hava upplivað nógv áhugavert og spennandi longu eftir eina viku. Vit hava verið við til eina skurðviðgerð á Eygnadeildini, og hava kannað okkara egnu blóðtypu á Rannsóknarstovuni. Eisini hava vit verið hjá Sjúkraflutningstænastuni, Ergo- og Fysioterapiini og við KT-trygdarleiðaranum. Tey hava víst okkum, hvat tey starvast við dagliga.” siga Katrin og Karin Maria, sum hava eina viku eftir at uppliva nógv afturat. Síðan leggja tær afturat: “Vit eru sera spentar at síggja, hvat komandi vika hevur at bjóða. Tá skulu vit á Dagskurð, Medisinska ambulatorium, koyra matvognar til deildirnar, og á Vaskaríið.”

Landssjúkrahúsið hevur áleið 20 næmingar frá fólkaskúlum í starvsvenjing hvørt ár. Tað er týdningarmikið, at ung, ið skjótt skulu velja sær eina útbúgving, fáa innlit dagliga í virkseminum á sjúkrahúsunum.

“Vit eru sera takksamar fyri, at vit sleppa vera við til alt tað tey gera, og síggja hvussu teirra arbeiðsdagur sær út. Vit vilja viðmæla øðrum at fara í starvsvenjing á Landssjúkrahúsinum, tí tað er eitt øki, har ein sleppur at royna og uppliva nógv ymiskt. Eingin dagur er líka, og allir eru sera áhugaverdir.” Nevna tær báðar, Katrin og Karin Maria at enda.

Landssjúkrahúsið

Comments

Klaksvíkar býráð samtykt KT-trygdarpolitikk

31/1/2025

Comments

 
Picture
Á býráðsfundi hóskvøldið 30. januar samtykti Klaksvíkar býráð nýggjan KT-trygdarpolitikk fyr kommununa. Endamálið við politikkinum er at byggja upp eina størri tilvitan um KT-trygd í øllum virkseminum hjá kommununi.

KT-trygdarpolitikkurin fevnir um yvirskipaðu trygdarmálini og er grundarlag undir, hvussu Klaksvíkar kommuna tillagar kunningartrygdarhondbókina, sum er felagsheiti fyri KT-trygdarpolitikkin og undirliggjandi leiðreglur og virkisgongdir.

Leiðreglurnar, sum eru gjørdar, skulu vera við til at stuðla undir KT-trygd í kommununi í síni heild. Øll starvsfólk skulu arbeiða við og halda seg til kunningartrygd í dagliga arbeiðinum.

Arbeiðið at tryggja KT-trygdarstøði er bæði eitt krav fyri at halda lógar- og myndugleikakrøv, men eisini eitt neyðugt amboð, ið tryggjar samstarvsfelagum og borgarum okkara eina trygga tænastu.

Samtykti KT-trygdarpolitikkurin kann lesast her: Politikkir og faldarar

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Posta fokuserar virksemið

30/1/2025

Comments

 
Picture
Posta tekur nú stig til at skipa virksemið meira skynsamt í samsvari við eftirspurningin og tørvin hjá viðskiftafólki, tí virksemið broytist við metferð.

Kjarnuuppgávan hjá Posta er útbering av posti og vøru til føroyingar kring landið. Gongdin er tó, at postboðið hevur færri brøv og lýsingabløð við í hvørjari útbering, meðan eftirspurningurin er størri viðvíkjandi pakkum.

”Føroyingar ganga sum heild høgt upp í at keypa eftir tilboðum. Men bæði handlar og húskini velja í størri mun prentaðu lýsingabløðini frá og brúka talgildar pallar so sum Posta-appina, sosialar miðlar ella tilboð á telduposti”, sigur Edvard Remberg, fyribilsstjóri.

Frá í vár gevst Posta tískil at bera út til húski, sum móttaka lýsingabløð og annað adressuleyst í postkassan hvørja viku:

”Hetta er ein neyðug tillaging fyri at betra um raksturin, og tað ger, at vit kunnu fokusera virksemið og skipa okkum enn meira eftir pakkaútbering, sum vit longu gera gott í dag. Tað er har, eftirspurningurin er”, sigur fyribilsstjórin á Posta.

Posta hevur í dag eina góða tænastu á pakkamarknaðinum. Við færri vørum á hillini verður virksemið enn meira miðvíst við denti á útbering av pakkum til dyrnar ella í pakkaboks.

Avgerðin hevur tíverri avleiðingar fyri starvsfólk, sum arbeiða í útberingini og við adressuleysum.

”Tað er ein tung avgerð at siga góð starvsfólk úr starvi, sum hava lagt stóra orku í at gera eitt gott arbeiði fyri okkara viðskiftafólk hvønn einasta dag”, sigur Edvard Remberg.

Posta gevst í vár at bera út adressuleyst, men heldur fram við talgildu lýsingablaðstænastuni. Í Posta-appini og á bera.fo kunnu viðskiftafólk lesa lýsingabløð talgilt, og tann tænastan er sera nógv vitjað frammanundan.

Posta

Comments

21 nýggj parkeringspláss við Stangavegin

29/1/2025

Comments

 
Picture
Á sumri í 2023 fór arbeiðið at gera veg til raðhúsini og onnur hús omanfyri Stangavegin ígongd. Í alt vera 21 nýggj almenn parkeringspláss í økinum, umframt at tað eisini verður møguligt at løða el-bilar.

Endamálið við arbeiðinum er m.a., at atkomur skulu gerast til gomul sethús, og verður hetta gjørt so lagaliga sum til ber, umframt at fleiri parkeringspláss fáast fram við Stangavegnum.

Arbeiðið hevur gingið væl, men onkrar avbjóðingar hava verið. Eitt nú mátti brekkast meir enn væntað, og kemst hetta serliga av umleggingini av eini á, sum rennur næst sethúsunum. Arbeiðið, at umleggja kloakkina, er nú liðugt, og er ágrevstur og annað jørðarbeiði um at verða liðugt.

Kostnaðarmetingin fyri verkætlanina er 8,3. mió. kr., og verður arbeiðið eftir ætlan liðugt um mánaðarskiftið august/septembur í 2025.

Her fleiri myndir, klikk her "21 nýggj parkeringspláa við Stangarvegin"

Klaksvíkar Kommuna


Comments

Býráðsskráin 30. januar

29/1/2025

Comments

 
Picture
Býráðsfundur verður hósdagin 30. januar kl. 17:30. Til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni.

Býráðsfundurin verður hildin í Varpinum, har regluligu fundirnir hjá býráðnum verða hildnir. Til ber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á stream(.)fo og á FM 98,7.

Býráðsskráin kann takast niður her: Býráðsskráin 30. januar

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Tøk grundstykkir í Klaksvíkar kommunu

28/1/2025

Comments

 
Picture
Klaksvíkar kommuna hevur nøkur tøk grundstykkir til sølu. Yvirlitið yvir tøk grundstykkir í Klaksvíkar kommunu er nú dagført.

Sí yvirlitið yvir tøk grundstøkkir her:
Tøk grundstykkir í Klaksvíkar kommunu

Skriva teg uppá grundstykkjalistan

Upptøka á grundstykkjalistan er treytað av ávísum viðurskiftum - eitt nú, at umsøkjarin er 18 ár ella eldri og ikki eigur grundstykki frammanundan. Samlaða reglugerðin fyri grundstykkjalistan stendur at lesa á umsóknarblaðnum.

Umsóknarblað til Grundstykkjalistin

Samtykt varð á býráðsfundi 14. okt. 2024 at dagføra reglugerð fyri grundstykkjalistan og at hækka depositumgjaldið fyri at vera á grundstykkjalistanum. Les meira HER.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Myndir Norðlýsið í nátt

28/1/2025

Comments

 
Picture
Norðlýsið var sera vakurt í gjárkvøldið, tað var ikki so kraftigt í nátt, men her nakrar myndir tiknar klokkn 01:00 í nátt, sjá myndirnar herundir:

SáH

Comments

Fiskaklettur sera góðan túr, 57.000 pund

27/1/2025

Comments

 
PictureFiskaklettur verður landaður, mynd tikin í dag 27.01.2025 klokkan 12:32
Fiskaklettur er komin aftur av sera góðum túri. Teir hava trola eystan fyri Føroyar

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 57.340 pund, tað mesta var havtaska, 50.000 pund, 1.800 skøturavar, 1.440 longa og restin annað fiskaslag, sjá søluni herundir.

​Fiskaklettur byrjaði túr tann 19. januar.

Landa blívur til NFCS júst nú.

​Myndirnar tiknar 27. januar klokkan 12:30

SáH

FISKAKLETTUR - ( TN 415 )NFC-19-01-2025 - 27-01-2025   28.670
Comments

Borgarstjórin takkaði Rannvá Joensen fráfarandi varaskúlastjóra

27/1/2025

Comments

 
Picture
- Tað finnast persónar, sum hava serliga ávirkan á tað umhvørvið, sum tey eru partur av. Serliga eru tað tey, sum hava gjørt ein stóran og áhaldandi innsats. Tað hevur tú, segði Karl H. Johansen, borgarstjóri, í røðu síni til Rannvá Joensen, sum nú fer frá sum varaskúlastjóri á Skúlatrøð, her hon hevur starvast síðan 1992.

Í sambandi við at Rannvá Joensen, skúlastjóri, hevur valt at takka fyri seg í starvinum og fer frá fyri aldur, skipaði skúlin fyri eini hátíðarløtu í miðhøllini á Skúlatrøð, har fleiri røður vórðu hildnar, og eisini tónleika- og sangframførslur.

Eisini Karl H. Johansen, borgarstjóri, var boðin við til hátíðarløtuna, har hann bar fram eina heilsan vegna býráðið og kommununa til fráfarandi varaskúlastjóran.

Vit endurgeva røðuna her niðanfyri:
- Góðan dagin øll somul. Fyrst og fremst vil eg takka fyri innbjóðingina til hesa hátíðarløtu, nú Rannvá aftaná 37 ár gevst sum lærari og varaskúlastjóri á Skúlatrøð. 

- Góða Rannvá. Nógv er hent hesi 37 árini, og nógv er broytt. Vit vita av royndum, at tá ið nógvar broytingar fara fram, so kann tað vera trupult at halda fast við summar vanar, siðvenjur osfr.

- Men morgunløtan, sum varð fyriskipað saman við øllum næmingunum í gjár, prógvaði, at á Skúlatrøð eru siðvenjur, sum tú, saman við fleiri, ert blivin góð við. Ja, eg hoyrdi at ein næmingur í 1. flokki hevði sagt, at Rannvá er stjóri í morgunsang.

- Tú hevur av sonnum verið ein fyrimynd og slóðari á hesum økinum, og týdningin av morgunsanginum fekk tú so vakurt sett orð á saman við eini áheitan um, at vit øll skulu vera góð við hvønn annan.

- Tað finnast persónar, sum hava serliga ávirkan á tað umhvørvið, sum tey eru partur av. Serliga eru tað tey, sum hava gjørt ein stóran og áhaldandi innsats. Tað hevur tú! Bæði fyri næmingar og mótvegis tínum starvsfeløgum.

- Eg hoyrdi ein starvsfelaga hjá tær siga, at man er ongantíð í iva um, hvat Rannvá heldur: ”Hon sigur tingini, sum tey eru. Hon pakkar onki inn, men kortini verður tað ongantíð tikið illa upp, tí hennara hjartarúm er so stórt og vælmeinandi”.

- Umframt tín dagliga gerning sum lærari, og seinnu nógvu árini sum varastjóri, hevur tú eisini verið partur av einum norðurlendskum skúlaleiðaratoymið, sum hevur havt stóran týdning fyri vinarbýarsamstørvini, sum Klaksvíkar kommuna hevur við Ísland, Finnland, Norra, Svøríki og Danmark.

- Eg kann til stuttleika nevna, at tá ið borgarstjórarnir seinast endurnýggjaðu sáttmálan millum hesi londini, so róstu øll Klaksvíkar kommunu fyri sín virkna leiklut í samstarvinum, her serliga á skúlaøkinum.

- Kanska hevur tú fingið hesa rósuna einaferð fyrr, men tú fært eina afturat í dag, sum enn ein tøkk fyri, at tú eisini á hesum økinum hevur verið so nærløgd og arbeiðssom.

- Eg veit av royndum, at tað er við blandaðum kenslum, at tú stendur her í dag, men eg trúgvi at øll sum eru her, kunnu vera samd um, at tú av røttum kanst líta aftur á eitt virkið og nærlagt arbeiðsavrik.

Í røðu síni kom borgarstjórin eisin inn á privatu umstøðurnar hjá Rannvu, sum hevur upplivað at mist fleiri av sínum kæru. Ein stór sorg.

- Má Harrin styrkja teg í sorgini og sakninum, nú enn eitt kapittulskifti í tínum lívi stendur fyri framman.

- Vegna Klaksvíkar býráð og øllum, sum starvast hjá Klaksvíkar kommunu, er tað mær ein heiður at bera tær eina hjartans tøkk fyri títt trúfesti í øll hesi mongu ár. 

- Takk fyri.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Vetrarmyndir Klaksvík tann 27.01.2025

27/1/2025

Comments

 
Picture
Nakrar vetrarmyndir tiknar í morgun tann 27.01.2025 av okkara kæra býi Klaksvík.

Veðrið gott, men sera hált, so ansi tykkum í ferðsluni.

Sjá myndirnar herundir.

​SáH

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.