NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

636 tilburðir í gjár og nú eru 3369 smittað og 4 innløgd

19/1/2022

Comments

 
Picture
Í gjár vóru 636 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

3843 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 3369 smittað, fýra eru innløgd, harav tvey vegna korona, og tvey eru innløgd av aðrari orsøk.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

Comments

Uppskot til Løgtingslóg um stuðul til ávísar fyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 til hoyringar

19/1/2022

Comments

 
Picture
Uppskot til Løgtingslóg um stuðul til ávísar fyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19

FRÁGREIÐING
Skotið verður upp at seta í verk eina stuðulsskipan fyri fyritøkur, sum reka diskoteks- og vertshúsvirksemi, ið er skipað eftir sama leisti sum stuðulsskipanin í hinum hjálparpakkunum, men tó við ávísum broytingum og tillagingum, undir hesum í mun til, hvussu stuðulin verður gjørdur upp.

Hoyringarfreistin er hósdagin 20. januar 2022 kl. 12:00.

UMMÆLISFREIST
20.01.2022

Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Løgtingslóg

TAK NIÐUR
Uppskot Til Løgtingslóg Um Stuðul Til Ávísar Fyritøkur Fyri Fastar Útreiðslur Í Sambandi Við COVID 19 (Rættlisið)​

Comments

Tveir nýggir stjórnarlimir valdir í Realin

19/1/2022

Comments

 
Picture
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur valt tveir nýggjar stjórnarlimir í Realin.

Landsstýrismaðurin hevur valt Súsonnu Poulsen, bankastjóri í Hjelmland í Noregi, og Virgar Dahl, sjókundastjóra á Betri Trygging.

Súsanna Poulsen er 55 ár. Hon arbeiðir sum bankastjóri í Noregi og hevur útbúgving innan fígging. Hon hevur áður sitið í nevndini fyri BankNordik.

Virgar Dahl er 63 ár. Hann er útbúgvin skipsførari og sigldi, áðrenn hann fór á Tryggingina í 1989. Virgar hevur áður sitið í nevndini fyri Realin.

Úr stjórnini fara Sigurd Poulsen, fyrrverandi landsbankastjóri, og Gloria Kalsø, fyrrverandi lærari á Glasi.

Fíggjarmálaráðið

Comments

​BREAKING NEWS: Eg eigi navnið Varpið og tað sleppur Klaksvíkar Kommuna ikki at brúka

19/1/2022

Comments

 
Picture
Klaksvíkar Kommuna hevur ikki spurt meg um loyvið til at teir kunnu brúka navni Varpið og tað gangi eg heldur ikki við til, at teir sleppa at brúka, tí tað navnið eigi eg og tað er skrásett í mínum navni ella mínum smápartafelag Klips.

Øll mín familja hevur arbeitt á Varpinum og tí var tað sjálvsagt at vit keypti okkum navnið Varpið og skrásetti tað í okkara smápartafelag og tí eiga vit navnið Varpið og tí er tað sera frekt, at man ikki ein gang verður eftirspurdur sum ognari av navninum Varpið og tað bara verður stjólið frá einum og í einari stórari móttøku í vikuni bleiv almennakunngjørt at nýggja Mentunarhúsið í Klaksvík skuldi eita Varpið og har ein fekk 10.000,00 kr. fyri sítt uppskot til navnið Varpið, sum vit eiga.

Hetta er næstu ferð at Klaksvíkar Kommuna stjelur frá okkum, fyrstu ferð var “Kioskini hjá Hans”, har teir uttan loyvið frá mær, flutti kioskina til aftanfyri Svimjihøllina og lótu einum heimleysum manni búgva í kioskina og tá ið hesin reint út sagt hevði skitið hann til, so brendur teir býarmyndina “Kioskina hjá Hans” á Buckwaldi.

Vit fingu null krónir fyri tað beistagerðina og nú er Klaksvíkar Kommuna í ferð við at stjala navnið Varpið frá okkum og tað sleppa teir ikki við.

Klaksvíkar Kommuna má finna sær eitt nýtt navn til Mentunarhúsið í Klaksvík, tí navnið Varpið eigi eg, sjá tekningrútskrift frá Skráseting Føroyar herundir.

Símun á Høvdanum

Picture
Picture
Lýsingarprísir, klikk bannara omanfyri!!!!
Comments

​729 tilburðir í gjár og nú eru heili 3003 smittað og 7 innløgd

18/1/2022

Comments

 
Picture
Í gjár vóru 729 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

5208 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 3003 smittað, sjey eru innløgd, harav fimm vegna korona, og tvey eru innløgd av aðrari orsøk.

Heilsamálaráðið og Føroya Landsstýri

Comments

Broytingar í tilmælunum

18/1/2022

Comments

 
Picture
Farsóttarnevndini hevði fund í gjár, har avgjørt bleiv at 31. januar verður hildið uppat at kanna við markið. Eisini varð avgerð tikin um at strika tilmælið um heimauppihald til 2. dag eftir komu. Hetta verður gjørt beinanvegin. Mælt verður tó framvegis til at fólk lata seg kanna 2. dag eftir komu.

Harumframt hevur Farsóttarnevndin avgjørt at linka sóttarhaldsreglurnar, soleiðis at “tættar kontaktir”, sum hava fingið 3. prik, ikki skulu í sóttarhald. Mælt verður tó framvegis til at hesi lata seg kanna 4. dag  og 6. dag.

Landsstýrið viðgerð í løtuni, hvussu farast skal fram framyvir, eitt nú í mun til tilmælini um náttarlívið og hvussu nógv fólk kunnu savnast. Løgmaður fer tí at umrøða støðuna við allar floksformenninar. Væntandi koma neyvari boð frá landsstýrinum seinni í vikuni.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

Comments

Varpið verður navnið á nýggja mentanarhúsinum

18/1/2022

Comments

 
Picture
Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík skipaði í vetur fyri navnakapping til mentanarhúsið í Klaksvík, har freistin fyri at senda inn uppskot var 16. november 2021.

Heili 60 fólk ymsastaðni frá, sendu inn tilsamans 70 uppskot til navn. Stýrið fyri Grunnin hevur síðani viðgjørt uppskotini á nøkrum fundum – eisini saman við sakkønari hjálp.

Á fundi 11. januar 2022 var so avgerð tikin um at halda seg til uppskotið hjá Poulinu Slættanes – at navnið á mentanarhúsinum skal verða: Varpið!

Í dag var navnið avdúkað av Poulinu Slættanes á lítlari samkomu, sum var inni í høllini, ið er undir bygging, bygd sum ein stórhøll afturat norðanfyri posthúsið.

Umráðandi var at fáa eitt navn, sum er serstakt, lætt at minnast, lætt at siga og er serstakt fyri Klaksvík.Varpið er kent staðarnavn í Klaksvík, ið helst stavar frá Nólsoyar Páll. Í dag sæst ikki nógv til Varpið (gamla timburhandilin) ella Varpabrúnna.

Nólsoyar Páll skrivar til myndugleikarnar í 1806, at hann hevur bygt eitt “kølhalings varf”, ella eina beding, har hann kann fáa skip sítt umvælt. Aðrir sjófarandi fáa við hesum umstøður at bøta um teirra skip. Umstøður, ið ikki funnast aðrastaðir í landinum tá.

Orðið “varf”, ið Nólsoyar Páll skrivar, stavar frá enska orðinum “wharf”, ið merkir atløgubryggja til upp- og avskiping. Á gomlum Hálendskum finst orðið “werf” og “Scheepwerf”.  Varf er síðani vorðið til Varp og Varpið.

Tó er tað ikki staðarnavnið, Varpið, ið stýrið ynskir at flyta og brúka aðrastaðni!

Tað, stýrið leggur seg eftir í týdninginum av orðinum, er meira:

· Eitt varp er m.a. eitt pláss, har fuglur heldur til og eigur. Vit hava mong vørp í Føroyum, onkur teirra eru nær íbúðarøki og hava hesi upp ígjøgnum øldirnar havt stóran týdning fyri mannlívið. Bæði at vinna føði av og at kunna ræna.

· Tær ymsu listagreinirnar, sum framføra í húsinum, eru jú listafólk av ymsum slagi og sum bera hugmyndir í kviði, sum so verða ”verptar og ella varpaðar” á pallinum. Varpið er sostatt staðið, har listafólk verpa síni egg.

· Varpið ger listafólkini til fuglar, sum flúgva frítt, brúka og sýna sítt hugflog, og hava eitt stað at lenda og verpa á, - í Varpinum.

· Ein annar týdningurin er at varpa, sum merkir at kasta - og ger tað hetta eisini meira ítøkiligt og nærliggjandi, at hugbornir lutir verða til lutbornar ella luftbornar lutir, frá hugflogi til framførslur.

· Leikir, tónleikur og list verða varpað av pallinum út til hyggararnar. Hyggjararnir verða mettaðir við ”andligum eggum”, kundi ein sagt.

· Her kann leggjast afturat útvarp, sjónvarp, kringvarp, sum varpa ljós á ymisk tíðindi, eisini varpa ymiskar tónleika- og mentanarsendingar – At varpa er í hesum føri tað sama sum at miðla ella at umtala og greiða frá.

· Eisini merkir varp akker. Sagt varð til dømis: Skipið liggur fyri varpi á víkini. Hetta ber eisini tyngd og góðsku, tí tað ger mentanarhúsið til eitt stað, sum mentan í Klaksvík er ankrað í,   (forankrað í) - hon fýkur ikki fyri vág og vind.

Mongu línumenninir í Klaksvík hava brúkt varp ella dregg at halda línuni liggjandi á øki, hon er sett í.

Stýrið metir orðið, varpið, at sita væl, er hóskiliga stutt, hevur fleiri gagnir týdningar fyri brúkið av húsinum og ljóðar forkunnugt, samstundis sum tað er kent í Klaksvík í ymiskum brúki, sigur forkvinnan í stýrinum, Jóhanna C. Christiansen.

Jóhanna takkaði Poulinu Slættanes, vegna stýrið fyri hugskotið, ið stýrið fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, hevur valt at taka av.

So viðtikið er, at navnið á mentanarhúsinum í Klaksvík verður, Varpið!

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Løgmaður á fundi við Mette Frederiksen

17/1/2022

Comments

 
Picture
Løgmaður hevur í dag verið á fundi við danska forsætisráðharran Mette Frederiksen í Keypmannahavn.

Á fundinum umrøddu tey ymisk týðandi mál millum Føroyar og Danmark. Eitt nú, hvussu arbeiðið í nýggja  uttanríkis,- trygdar,- og verjupolitiska samstarvsráðnum, skal skipast framyvir. Føroyar hava í løtuni formansskapin í ráðnum, og fyrsti fundur verður í Føroyum í juni. Løgmaður og danski forsætisráðharrin umrøddu eisini spentu støðuna í Ukraina.

Løgmaður nýtti eisini fundin til at gera vart, at tað er óheppið, at danskir myndugleikar ikki hava tikið ynskið um betraði fongsulsviðurskifti í Føroyum við, nú nýggj langtíðaravtala er gjørd um karmarnar hjá Kriminalforsorgini.

Løgmansskrivstovan

Comments

Aftur stórt met við Koronu, heili 415 tilburðir í gjár og nú eru 2654 smittað

17/1/2022

Comments

 
Picture
415 tilburðir í gjár og nú eru heili 2654 smittað og 7 innløgd

Í gjár vóru 415 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

2916 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 2654 smittað, sjey eru innløgd, harav fimm vegna korona, og tvey eru innløgd av aðrari orsøk.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

Comments

Stakkavík fiskaði fyri góðar 5. milliónir í 2021

17/1/2022

Comments

 
Picture
Stakkavík gjørdist bestir í bólki 5A í 2021, teir fiskaði fyri 4.887.967 kr, tað mesta var hýsa og toskur, 2.524.347 kr fyri hýsuna og 2.004.955 fyri toskin og restin var annað fiskslag.

Hetta er triðja árið á rað at Stakkavík gerst bestur, í 2019 fiksaði Stakkavík fyri 6.477.376 kr. í bólki A , í 2020 fyri 3.863.508 í bólki B og í 2021 4.887.967 í bólki A.

Skipari á Stakkavík er Andru Poulsen.

Her listin yvir teir sum fiskaðu mest í 2021:
Stakkavík 4.887.967 kr.
Gordrúgvin 4.427.577 kr.
Falkurin 4.172.066 kr.
Luttur 2.785.026 kr.
Tróstur 2.427.948 kr.
Dalsenni 2.009.878 kr.
​Heidi 1.739.849 kr.
Hvítaberg 1.710.644 kr.
Bjørgvin 1.448.227 kr.
Barmur 1.404.710 kr.
Svanur 1.363.796 kr.

SáH

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.