NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Guitaristarnir, ein sera skemtiligur leikur, sum tit mugu síggja

28/1/2016

Comments

 
Billede
Norðoya Portalurin var til frumframførsluna hjá Guitaristarnum í gjárskvøldið í Spaniastovu og sigast skal beinanvegin, "Hendan sjónleikin mugu tit fara til".

Hann er sera skemtingarsamur og duga tey fýra Høgni Olsen, Jógvan á Høvdanum (Y), Sára Skarðenni og Maria Bláhamar sera væl at framføra.

Hetta skrivar tey á leikskránni um Guitaristarnir:
Sjáldan hava so nógvir flatir sangtekstir verið framførdir av so láturvekjandi amatør-guitaristum í so tápiligum umhvørvi.
Lina Knutzon dugir meistarliga at heingja høpisleysar gerandistvídráttir út á snór, og lata teir flákra í vindinum.
Leikstjórna sjónleikin hevur Rita Tórgarð.
Ein frálíkur sjónleikur, sum varar ein 1 tími og 20 minuttir og verður framførdir í Spaniastovu í Klaksvík.

​SáH

Comments

Einmælt samtykt at leggja saman við Húsa Kommunu

28/1/2016

Comments

 
Billede
Almenni Býráðsfundurin í Klaksvíkar Kommunu var ikki langur íkvøld, bert hálvur tími gekk og so var fundurin slitin.

Tvey punkt vóru á skránni, fyrsta var at geva Jan Gardar loyvið at taka sætið í Býráðnum fyri Eyðstein Poulsen. Næsta punkt var samanleggjing av Klaksvíkar Kommunu og Húsa Kommunu og triðja punkt var tikið aftur og koyrt í Teknisku Nevnd, sostatt bert tvey punkt.

Sólarn Isaksen aftur Klaksvíkingur
Tað sum hevði mestan áhuga, var samleggingin av Klaksvíkar Kommunu og Húsa Kommunu. Nakrir Býráðspolitikkara tóku orðið á fundinum og allir vóru teir Ja-ligur at leggja saman við Húsa Kommunu og ynsku teir allir Húsafólki og Syrðadalsfólki vælkomin í Klaksvíkar Kommunu. 

Samanlegging verður endalig 1. januar 2017 og tá er so øll Kalsoyggin og Klaksvík ein kommuna.

Sólarn Isaksen og borgmeistarin Jógvan Skorheim vóru glaðir aftaná fundin og nú kann Sólarn Isaksen endiliga aftur kallað seg Klaksvíking.

SáH

Comments

Ferðsluóhapp í Klaksvík

27/1/2016

Comments

 
Billede
Sera hált í Klaksvík og kl. 16.50 hendi hetta ferðsluóhappið við Kráargøta, har tveir bilar rendu saman. Løgreglan og sjúkrabilur vóru á staðnum, tá ið Norðoya Portalurin kom forbí.

Ein persónur bleiv koyrdir inn í sjúkrabilin og so hált var, at portørarnir høvdu ilt við at fóta sær á vegnum.

Vónandi var fólkaskaðin ikki stórir.

​SáH

Comments

Amerika: Kavaódnin kravt minst 30 mannalív

26/1/2016

Comments

 
Billede
Tann ógvusligi kavin í Amerika um vikuskiftið hevur kravt minst 30 mannalív, veit AFP at siga frá.

Kavin sum rakk góðar 71 cm verður eisini kallaður fyri Snowzilla av amerikumonnum.

JáH (y) 26.01.2016

Comments

​Hvat ætlar Klaksvíkar Kommuna við svimjing í framtíðini

26/1/2016

Comments

 
Billede
Veit at ein bólkur er settur fyri stadionøkið í Klaksvík, har tað skal byggjast ein nýggjur fótbóltsvøllur og rennibreyt, men í tekningum sær man eisini, at har er ein 50 metur svimjihylir við í ítróttarmiðdeplinum, sum skal vera eystanfyri Svimjihøllina, men ongin frá Ægir er í hesari nevndini. Klaksvíkar Ítróttarfelag og rennifelagið Treysti eru við í nevndini, men hví er ongin frá Ægir í nevndini?

Ægir hevur luttikið í "Reykjavík Internations Games 2016" seinasta vikuskiftið og har gjørdi SuSvim í Vági eitt ordans hál, har tey settu 27 met í langgeil og har Ægir setti 2 met, so nú er sjón fyri søgn, at skal Ægir gera seg galdandi í framtíðini, so má fáast ein 50 metur hylur skjótast gjørligt.

Hetta skrivar formaðurin í SSF á heimasíðuni www.svimjing.com

Nú renna suðuroyingar frá restini, vegna Pálshøll
Nú januar er um at vera liðin, kunnu vit staðfesta at tað til nú í ár eru sett 12 nýggj føroysk met og 17 føroysk juniormet, ella 29 met tilsamans, harav suðuroyar eiga øll uttan tvey. Stóri spurningurin er, um vit ikki longu nú síggja effektina av nýggju Pálshøll, og kunnu vænta at tey renna enn meira frá restini, tess longur vit koma út á árið.......Les alla greinina her: "Nú renna suðuroyingar fra´restini, vegna Pálshøll"

Ægir hevur verið og er stoltleikin innan føroyska svimjing, men skulu vit gera okkum galdandi, so krevst at vit fáa somu sømdir sum hini svimjifeløgini í Føroyum. Pálshøll er komin og Havnin er komin langt við teirra ætlanum, at gera ein 50 metur hyl í Tórshavn og nú er mín spurningur, hvat æltar Klaksvíkar Kommuna við svimjing í Klaksvík?

SáH

Comments

Hvønn skulu vit trúgva uppá, Kristian Eli Zachariasen ella Helen Waag?

26/1/2016

Comments

 
Billede
Hetta stóð á Facebook vanganum hjá Kristian Eli Zachariasen tann 30. desember, har hann gerð greitt, at Klaksvíkar Kommuna hevur keypt húsini omanfyri heimið við Vágna og økið við, Men Helen Waag, skrivar sama dag "Mær vitandi eru tey IKKI seld enn" og sum øllum kunnugt, so kemur Helen frá á Bakkanum, so hon átti at vita, men hetta skrivar Kristian Eli:

Grønt øki á Bakkanum
Klaksvíkar Kommuna hevur keypt økið omanfyri Heimið við Vágna, vanliga nevnt á Bakkanum. Á økinum standa millum annað fleiri gomul trø og runnar. Í byrjani av komandi ári, verður farið í holt við at fríðka um og gera tað til eitt grønt øki. Húsið, ið er á økinum, verður tikið niður. Økið verður gjørt meira atkomuligt og opið, millum annað við at gera gøtur, sitipláss og aðrar hentleikar til gagns fyri okkum øll.

Nógv hava gjørt viðmerkingar og nú vil Norðoya Portalurin vita, um Klaksvíkar Kommuna hevur keypt húsið og økið. Eisini hevði verið áhugavert, um keypssáttmálið er gjørdir at fingið at vita, hvat prísurin var?

SáH

Billede
Comments

Europol: IS planleggur stór álop á Evropa

25/1/2016

Comments

 
Billede
IS (Islamiskur Statur) planleggur stór álop, sum skula vera framd í næstum í Evropa, sigur Europol.

Europol eru bangin fyri, at IS fer at skapa álop í einum størri skala ymisk støð í Evropa og at álopini higartil bert er byrjanin til nakað heilt ræðuligt.

JáH (y) 25.01.2016

Comments

Kavin í Amerika kravt 19 mannalív

24/1/2016

Comments

 
Billede
Ógvusligi kavin (eisini kallaður: Snowzilla) í Amerika hevur nú kravt sítt 19. inda mannalív og kaos er kring nógvir statir í Amerika.

Les: Kavastormurin í Amerika

Tey biðja nú fólk at vera innandura og ikki fara út - tí tað er ikki koyrandi nógva staðnis.

Les eisini: Ógvusligasti kavin í Washington D.C. í 100 ár

Serliga er tað eisini farligt, at koyra - tí nógva staðni er illa grivið og av teim 19 sum deyð eru av kavanum eru fleiri av teimum deyð í ferðsluvanlukkum.

JáH (y) 24.01.2016

Comments

Svøríki: 90 menn føldu uppá børn & ung undir einari konsert

24/1/2016

Comments

 
Billede
Tað varð undan konsertini hjá Zara Larsson í 2015, at 90 menn úr Afganistan byrjaðu at føla uppá ungar kvinnur og børn.

Les eisini: Løgreglan í Svøríki meldar seg sjálvan

We Are Sthlm festivalurin og svenska løgreglan hevur verið undir stórum kritikki, tí at onki bleiv gjørt við, at kynsligur ágangur varð framdur á festivalinum.

Nú er tað so komið framm - at hesin planlagdi kynsligi ágangur varð framdur av monnum úr Afganistan og vóru hesir menn flóttafólk og friðskjólsøkjarar. Svenska fólkið er í øðini og ynskir at greiða kemur á støðuna umgangandi. Svøríki hevur annars tikið ímóti 200.000 flóttum síðsta ár.

Les eisini: Politistjórin úr Köln uppsagdur

Hendingin í Svøríki sá dagsins ljós - eftir kynsliga yvirgangin í Köln, Týsklandi - har fleiri kvinnur blivu neyðtiknar Nýggjáraftan av flóttafólkið & friðskjólsøkjarum og melda bleiv til løgregluna.

JáH (y) 24.01.2016

Comments

17 ára gamal ákærdur fyri at hava dripið fýra 

24/1/2016

Comments

 
Billede
Skúlaskjótingin í Kanada sum kravdi tvey mannalív í skúlanum, men sum eisini kravdi tvey mannalív heima hjá brotsmanninum - har hann eisini drap sínar egnu brøðir - er nú ákærdur fyri morð á 4 fólk.

Les eisini: Kanada: Skotbardagi kravt 4 mannalív

Og tann sum skjeyt varð einans ein 17 ára gamal drongur og varð eisini ein næmingur í skúlanum.

JáH (y) 24.01.2016

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.