NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Andras Biskopstø helt jólarøðuna í Ánunum 2020, her røðan hjá Andrasi

24/12/2020

Comments

 
PictureAndras Biskopstø, her saman við gubbanum Jógvan á Høvdanum
Tann 30. november bleiv jólatræið í Ánunum tendra. Andras Biskopstø helt røðuna og hana kunn tit lesa herundir.

Gott kvøld øll somul og vælkomin til hetta haldi, hvar vit fara at tendra jólatræið. 

Tað eru fýra ár síðani at Dávur Winther var eftir mær og eg fekk í boði at halda eina talu til hetta haldi við at tendra jólatræði. Men alla tíðina havi eg funni onkran annan at hildu taluna. Fyrsti var Ove Frederiksen, so Heini Mohr, síðan Rúna Sivertsen og nú bleiv tað so mín túrur. 

John Reid Bjartalíð hugleiðir í síni bók “Á gomlum gøtum og yngri”, soleiðis um jólatræið: 

Síggj, og gev tykkum far um, her standi eg í grønu kápu míni, og eg havi fingið vøkur lýsandi ljós á krop mín,  greinar mínar eru vornar ljósskrýddar; tað er menniskjan, ið ynskir og sum hevur gjørt tað so, at á myrkastu tíð ársins kom eg at standa her – í lýsandi skrúð, flutt úr øðrum grannalandi. Uppgáva mín er at vera eitt minni um stórhendingina á sinni, tá stjørnan lýsti so bjørt á himli, stjørnan tann, sum vísti hirðunum – seyðamonnunum vegin til Betlehems at finna Jesusbarnið. 

Tá vit hugsa um, hvat vit hava upplivað í lívi okkara í teimum árunum, ið farin eru, og síðan spyrja okkum sjálvi: Hvat er tað ríkasta og besta, sum vit hava upplivað, ikki bert eina ferð, men ár eftir ár sum barn, sum unglingi ella ung, ja, alt lívið ígjøgnum, munnu so ikki jólini koma at standa fremst hjá teimum flestu í hesum landi? Advents- og jólatíðin er ein føgur tíð. Tað er ein vónarinar tíð, og vónin skapar altíð ríkar møguleikar í menniskjasinninum. Sinnið gerst livandi. Tað grør okkurt í tí, sum rímar saman við gleðini. Men tann, ið leingist eftir gleði, fær eisini sinni at gleða onnur. Soleiðis er tað upp undir jól. 

Vit eru ikki komin inn í desember enn og jólatrøini, her norðuri í Áninum, hava longu staði eina tíð pyntaði og ljósskrýdd, – jú hetta skapar spenning og gleði. 

Spyrja vit, hvat tað er, sum ger, at vit fáa so nógv vakurt at síggja hesa tíðina, so verður svarið, sum vit vita, at tað eru jólini. 

Fólk siga ofta, at jólini eru berur blankur handil; nakað er um tað. Men lat okkum heldur siga, at tað er ein gleði, sum til allar tíðir, síðani Jesus var føddur, hevur rátt millum menniskju í tí kristna heiminum, og henda gleðin mátti fram. 

Tá ein er glaður, so plagar tað at kunna síggjast. Og tá ið ein er glaður, verða ofta onnur drigin við inn í hesa gleði. 

Vit eru sum kristin fólk glað um, at Jesus Kristus kom í heimin. Henda gleði kemur til sjóndar í tí, at vit vilja gleða onnur við t.d. gávum, heilsanum o.ø. Tað verður eisini bjóða til veitslur. 

Tað er kærkomið fyri fólk at fáa eina tíð á árinum, sum soleiðis fær okkum at hugsa meiri um onnur. Tí mong hava nóg mikið í sær sjálvum, mong eru fylt av ótta, tí alt er so ótrygt, siga tey. 

Men jólaevangeliið, sum er upphavið til gleðina, sum vit tosaðu um í áðni, sigur frá, at menniskju eiga ikki at óttast, tí vit hava fingið tey stóru gleðiboðini: Okkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! 

Hetta var tann stóra gávan, Gud gav menniskjanum. 

Vit treingja øll til at eiga ein frelsara, og vit hava øll gott av at hava ein annan harra enn okkum sjálvi. Tað er ikki bara hjá børnum at hetta er galdandi; tey vaksnu kunnu fegin verða við saman við børnunum. 

Og so ein lítil jólasøga. 
Javnan so eri eg og klippi mær og ofta er onkur annar eisini inni í klippistovuni. Hjá konufólki er tað ofta okkurt sum stendur uppi á høvdinum, ivaleyst tí hári skal torna. Men práti gongur og tað er um mjólk og at ganga eftir mjólk. – Tað er ofta eitt sera hugnaligt prát, um gamlar dagar hvussu tað var tá. Í sama práti, so kemur ein hending fram fyri meg sum eg skal sigi frá. Tá eg eri liðugur, siga báðar konurnar at hasa søguna mást siga víðari. – Nú er tað bara mamma mín sum kennir hendingina. 

Søgan er hendan: 
Hetta er stutt eftir at pápi mín var deyður. Vit høvdu búð á Biskupsstøð og vóru flutt niðan í Trønna at búgva. Minnist at mín best vinmaður Jóannes Kjølbro, Jóannes hjá Ewald kom eisini nógv niðan í Trønna at spæla, somuleiðis sum eg eisini var nógv á Biskupsstøð og spældi. Eg havi verið um 7 ár og mamma mín og beiggjarnir vóru í Havn. Mamma mín passaði av og á húsið hjá Hans Paula ommubeiggja mínum, tá tey gomlu vóru í sjúkraørindum í Danmark ella tey vóru og ferðaðist. 

– Hetta var upp til jólar, tað var sera myrkt uppi í Trønni. Húsið stóð so einsamalt á veg út í Grøv. Tá eg var smádrongur vóru tey fyrstu húsini vit komu til omaneftir, húsini hjá Agga. 

Ivaleyst eri eg farin tíðliga í song. Minnist at eg svav ímillum hjá ommu og abba, men nú vakni eg mitt á nátt og tá ið hvørki omma ella abbi vóru í songini so fór eg upp. – Alt húsið var myrkt. Eg tendri so hvørt eg komi fram, men har var eingin at finna. Á loftinum var eingin, á miðhæddini var eingin og í kjallaranum var heldur eingin. Sum verða man, so blívur drongurin bangin. Einast ráðini vóru at ringja til Jóannes og eg undrist á at man longu tá hevur ringt. – Eg ringi og tað gongur ein rúm tíð til Gerda, kona Ewald, tekur telefonina. Eg greiði so frá hvussu støðan er og hon skilir hvussu tað stendur til. Jú hon skuldi koma. – Tvs. at eg fái vagt alt húsið hjá Ewald. – Sjálvur siti eg í undirklæðum á telefonkrakkinum í gongini og bíðji. Tað gekk ein løta so var Gerda og dóttirin Fríðgerð har og glaður var eg. – Eina lítla løtu aftaná so kemur omma mín upp gjøgnum kjallaratrappurnar og uppkomin standa øll spyrjandi. Jú kúgvin hevði kálva uppi í fjósinum og tey høvdu verið noydd at hjálp til. – Omma hevði sæð ein bil koma í túni og at onkur var komin upp gjøgnum trappurnar uttanfyri og farin inn.  – – Ja, soleiðis kundi ein lítil drongur fáa alt í røring mitt um náttina. 

Uppi hjá abba mínum vóru tvær kýr í fjósinum og har gingu nógv fólk eftir mjólk. 

Í dag er alt hatta vekk! Nú ferð øll mjólkin til MBM Meginfelag Búnar Manna! 

At enda skulu vit takka Klaksvíkar kommununi fyri at vit her norðuri í Áninum eisini kunnu fáa eitt jólatræð og takka hornakestrinum fyri at teir so trúfastir møta upp fyri at gera løtuna hugnaliga og takka øllum somlum at tit møttu upp til tiltaki. 

Ivaleyst er tað ein kaffimugur og onkur karamella at fáa aftaná. 

Eftir er bert at siga Gleðilig jól øll somul!  

Stóra takk fyri!

Andras Biksopstø

SáH

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2026
    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.