
Í 2017 blivu minst 993 menniskjur tikin av døgum úr 23 londum. Tað er fýra prosent lægri enn í 2016, sigur frágreiðingin hjá Amnesty International.
Men tølini fyri 2016 og 2017 umfata ikki Kina, sum hevur sín statistikk í loyndum. Amnesty meinar, at Kina tekur fleiri túsund fólk av døgum um árið.
JáH (y) 12.04.2018
Kelda: NTB