Vit í Veiðu- og Skjótifelag Føroya vilja hervið koma við einum álvarsomum mótmæli til framferðarhátti, sum Løgreglan hevur valt í sambandi við málið, ið nú er almannakunngjørt – har ein fyrrverandi sýslumaður og ein grindaformaður eru skuldsettir fyri brot á lógina um djóravælferð.
Málið er bæði týdningarmikið og viðbrekið, og vit vænta av føroysku myndugleikunum, at teir arbeiða á einum virðiligum grundarlagi, serliga í málum, har náttúru-, veiði- og djóraverndarlógir eru í spæl.
Teir upplýsingar, sum nú eru komnir fram, skapa tíverri greiðan iva um, hvørt framferðin hjá Løgregluni hevur verið í samsvari við hesar grundleggjandi meginreglur.
Vit mótmæla hesum, tí:
• Løgreglan eigur altíð at virka við varsemi, javnvág og virðing – ikki við óneyðugum ágangi ella ógreiðum mannagongdum.
• Mál, ið snúgva seg um grind, veiði og djóravælferð, krevja serligt gjøgnumskygni í hesum føri hevur løgreglan skúgva grindalógina fullkomiliga til viks.
• Framferð, sum kann tykjast skeiv ella ósaklig, undirger álitið á myndugleikar og setir rættartrygdina hjá borgarum í vanda.
• Hetta mál rakar ikki bara einstaklingar – tað rakar fjølbroyttu veiðimentanina og samfelagsliga álitið á, at lógin verður hildin eins av øllum.
Vit krevja tí:
• at framtíðar mál innan grind, veiði og djóravælferð verða viðgjørd á ein hátt, ið styrkir, heldur enn brýtur niður, álitið millum feløg, borgarar og myndugleikar
Vit vilja samstundis staðfesta, at at hetta skriv er prinsipielt og felagsslig:
Henda støða snýr seg ikki um at taka partí við einstaklingum, men um at verja tær meginreglur, sum alt tað føroyska samfelagið eigur at byggja á nevnliga
Virðing, rættvísi, javnrættindi, gjøgnumskygni og lógfest rættindi.
Vit halda áfram at virka fyri eini veiði- og skjótimentan, ið er ábyrgdarfull, virðilig og fakliga væl skipað – og sum byggir á, at myndugleikar og borgarar hava innanhýsis álit.
Vit heita á tykkum øll um at deila hetta uppslagið og standa saman um kravið um rættvísi og greiðar og lógarfestrar mannagongdir.
Vinarliga
Nevndin
Veiðu- og Skjótifelag Føroya
RSS Feed