Í vár samtykti Klaksvíkar býráð, at farast skal undir eina kommunuætlan, sum m.a. skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir.
Arbeiðstilgongd
Tað eru nógvir ymiskir hættir at loysa eina slíka uppgávu, men støða er tikin til, at høvuðsorðið í hesi verkætlanini er samskapan. Tað merkir, at arbeiðið skal vera væl kjølfest í býráðnum, samstundis sum allir viðkomandi partar skulu kunnast, hoyrast og takast við í arbeiðið.
Skipað verður tí fyri almennum kunningarfundum, samrøðum í smærri bólkum, umframt at møguleiki skal vera at geva sítt íkast til verkætlanina umvegis teldupostin [email protected]
Endamálið við fundinum mánakvøldið er at greiða almenninginum frá arbeiðinum við hesari heildarætlan, sum uttan iva verður eitt gott úrslit, um samstarvið millum kommununa og borgarin eydnast væl.
Klaksvíkar Kommuna
RSS Feed