
Ein góð byrjan er at flyta minst 400 - 500 arbeiðspláss frá høvuðsstaðnum út til útjaðarn í ár, so eru vit ígongd.
Taka vit Norður økið, so kunnu vit byrjað við at flyta Fiskimálaráðið til Klaksvíkar og har hoyrir sjálvandi eisini Fiskivinnueftirlitið og Vørn við.
Hví hava tveir stovnar, sum gera tað sama? "duputfunktiónir" er vakra orðið, tað hoyrir man "javnan" innan Sjúkraverkið í Føroyum, men hví hevur Tórshavn Tekniska skúla?, tá ið vit í Klaksvík hava ein tíðarhóskandi Tekniska skúla her norðuri og hví hevur Tórshavn trygdarskeið til sjómenn, tá ið vit hava eitt Sjónam í Klaksvík? Hví er umsitingin av Norðoya Tunnilinum í Tórshavn?, tá ið vit hava tíðarhóskandi hølir her norðuri og ein kann blíva við og við og við...... Kom ísving og fá hasi 400-500 arbeiðsplássini út um alt landi, ongantíð ov skjótt.
SáH
Sjá grein í DR um útjavnan her: Klikk á myndina ella hetta linki: GRAFIK Se, hvilke styrelser der flytter hvorhen: