Tann fyrsti útróðrarbáturin kom inn kl. 05:00 í morgun og tað var Norðsøki, ein tíma aftaná kom Kallanes aftur og nú eftir klokkan 8 komu Slætnatindur, Líðhamar og Stakkavík, so her eru 5 útróðrarbátar við bryggju hjá NFCS.
Beinta og Dalsenni eru á veg inn. Bragd roynir sunnanfyri Sandoynna.
Væl hevur roynst hjá teimum. Norðsøki hevði 12.000 pund, Líðhamar 11.000 pund, Slætnatindur 6.500 pund, Stakkavík 6.000 pund, Dalsenni 5.000 pund og Beinta 2.500 pund. Ikki fingið upplýst hvat Kallanes høvdu, men tað frættað tit seinni.
SáH
BEINTA – ( KG 105 )NFCS-06-12-2019 1.150
LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-06-12-2019 5.535
SLÆTNATINDUR – ( FD1053 )NFCS-06-12-2019 3.190
DALSENNI – ( KG 301 )NFCS-06-12-2019 2.358
STAKKAVÍK – ( KG 748 )NFCS-06-12-2019 3.060