NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Gudrun komin inn við 15.000 pundum av havtasku

9/8/2021

Comments

 
Picture
​Gudrun er komin aftur í morgun. Teir hava roynt við gørnum á Føroya Banka.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 15.540 pund, tað mesta var havtaska, 15.000 pund og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 05. august.

Landa blívur júst nú til NFCS.

SáH

GUDRUN – ( KG 243 )NFCS-9-08-2021  7.770

Comments

Safir og Smaragd komin inn við 175.000 pundum

12/7/2021

Comments

 
Picture
​Safir og Smaragd er komnir aftur frá fiskileið. Teir hava partrola eystanfyri Føroyar.

Teir høvdu 175.000 pund, tað mesta var upsi. Landa bleiv til Kósina og ein partur bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, 2.840 pund, 1.340 pund hýsa og 1.500 havtasa, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 03. juli.

SáH

SAFIR – ( KG 339 )
KLAKSVÍKAR HAVN-12-07-2021   1.000
SMARAGD – ( KG 340 )KLAKSVÍKAR HAVN-12-07-202  1420

Comments

​Fuglberg og Skoraberg eru komnir aftur við umleið 210 tonsum

11/7/2021

Comments

 
Picture
Teir komu aftur á Klaksvík tíðliga í morgun og hava teir partrola sunnanfyri Føroyar.

Teir høvdu umleið 210 tons av gullaksi og hava boðað frá landing nú klokkan 08:00.

Teir byrjaðu túr tann 03. juli.

Tá ið liðugt verður at landa,  verður veiðan koyrd til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

SáH

Comments

Safir og Smaragd høvdu 120.000 pund

25/5/2021

Comments

 
PictureSafir og Smaragd. Mynd tikin tann 25.05.2021 klokkan 07:35
​Safir og Smaragd komu inn tíðliga í gjár. Teir høvdu partrola eystanfyri Føroyar.

Landa bleiv til Kósina og høvdu teir 120.000 pund, tað mesta var upsi.

Nakað av veiðuni bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, sjá tað søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 13. mai.

SáH

SAFIR – ( KG 339 )KLAKSVÍKAR HAVN-25-05-2021  700
SMARAGD – ( KG 340 )KLAKSVÍKAR HAVN-25-05-2021  650

Comments

Uppskot til kunngerð um vinnuligar royndir og verkætlanir sent til hoyringar

21/5/2021

Comments

 
Picture


Í § 49 í sjófeingislógini er ásett, hvussu kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir verða lætnar. Samanborið við 2020 er ein áseting komin inn afturat, har landsstýrismaðurin hevur fingið heimild eisini at luta út kvotur til verkætlanir, ið snúgva seg um ítøkilig skipakeyp.

Sostatt ásetir uppskotið til kunngerð fyri 2021, at møguligt verður at søkja um kvotu til trý ymisk endamál, ávikavist til vinnuligar royndir og verkætlanir, í sambandi við ítøkiligt skipakeyp og sum ískoytiskvotu til verandi skiparakstur.

Ein annar munur er, at í 2021 verður møguligt at søkja um kvotu av svartkjafti, bæði til vinnuligar royndir og sum ískoytiskvota til verandi skiparakstur.

Fyrivarni verður tikið fyri, at kvoturnar av makreli, norðhavssild og svartkjafti fyri 2021 eru ikki ásettar enn, og tískil eru hesi tonsatøl ikki endalig.

Uppskotið til kunngerð liggur á heimasíðuni undir "Uppskot til ummælis".

Ummælisfreistin er sett til kl. 12.00, 4. juni 2021.

Tá kunngerðin er lýst og komin í gildi, verður møguligt at søkja um kvotu á serligum oyðublaði á www.fisk.fo.

Fiskimálaráðið

Comments

Búgvin góðan fiskiskap, kom aftur við 47.000 pundum

26/4/2021

Comments

 
PictureBúgvin og Dýrindag, mynd tikin tann 23.04.2021 klokkan 06:50, tá ið teir landaðu Búgvan.
​Trolbáturin Búgvin, sum hevði trola norðan fyri Føroyar, hevur havt góðan fiskiskap og seinasta túrurin var ein av teimum heilt góðu.
  
Teir hvødu 47.062 og veiðan bleiv seld til Fiskamarknaðin Føroyar. Tað mesta var toskur og hýsa, 21,216 pund toskur og 9.540 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
  
Búgvin byrjaði túr tann 16. apríl.Landa bleiv til NFCS.

Við vóru fýra mans og skipari var Ísak Petersen.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 )NFCS-KLAKSVíKAR HAVN16-04-202123-04-2021   23.531

Comments

Fiskaklettur hevði 22.000 pund í dag

7/4/2021

Comments

 
PictureFiskaklettur, mynd tikin tann 07.04.2021 klokkan 07:14
​Fiskaklettur er komin inn. Teir hava trola norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 21.840 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 12.000 pund toskur, 4.900 pund hýsa, 2.540 pund reyðsprøka og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 31. mars.

Landa bleiv til NFCS í morgun.

SáH

FISKAKLETTUR – ( TN 415 )
NFCS-KLAKSVíKAR HAVN-07-04-2021   10.920

Comments

Gadus er farin at sigla heim

3/4/2021

Comments

 
Picture
Beint eftir miðnátt fór Gadus at sigla heim.

Teir hava fullað last, 760 tons, so teir eru fullir upp undir lúkurnar og nakað væl afturat. Tað mesta er flak.

​Teir fóru túr tann 20. januar og hava roynt í norskum sjógvi.

Væntandi tekur heimreisan góðar 4-5 dagar, so teir vera á Klaksvík mikudagin ella hósdagin í komandi viku.

Við eru 32 mans og skipari hendan túrin er Ólavur Biskopstø.

Vit ynskja skipara og manning eina góða heimreisu.

SáH

​Fiskaklettur júst komin aftur klokkan 08:00 tann 03. apríl 2021

Picture
Comments

Nærkast at Gadus fer at sigla heim

29/3/2021

Comments

 
Picture


Gadus hevur umleið 700 tons í lastini og nærkast fulla last sum er  áleið 750 tons.

Teir fóru túr tann 20. januar og hava teir roynt í norskum sjógvi.

Hesin túrurin er munandi betri enn seinastu túrurin, tá høvdu teir bert 380 tons, tann túrurin vardi frá 31. oktober og til miðjan januar.

Væntandi verður lastin full í hesari vikuni um alt gongur gott og so verður sett beina kós á Klaksvík.

Vit ynskja skipara og manning góðan fiskiskap víðari.

SáH

Picture
Picture
Comments

Fiskaklettur komin inn við 33.300 pundum

8/1/2021

Comments

 
PictureFiskaklettur, mynd tikin tann 08.01.2021 klokkan 07:03
​Klokkan 07:05 kom Fiskaklettur aftur í morgun. Teir høvdu roynt við troli á Skeiva Banka.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 33.300 pund, tað mesta var Havtaska, 29.200 pund og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaðu túr tann 2. januar.

Landa verður til NFCS og byrjað teir nú klokkan 08:00.

Her filmsklipp og myndir tikin í morgun, beint eftir klokkan 07:00.

SáH

FISKAKLETTUR – ( TN 415 )
NFCS-08-01-2021   16.650

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.