NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroyar undirskrivað sáttmála sum forðar óskipaðum fiskiskapi í Íshavi

3/10/2018

Comments

 
Billede
​Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur í dag undirskrivað millumtjóða sáttmála um at forða fyri óskipaðum fiskiskapi í altjóða sjógvi í Íshavi.

“Veðurlagsbroytingar og bráðnandi ísur bera í sær, at tað kann gerast møguligt verður at fara undir fiskiskap í Íshavi í framtíðini.  Tí er avgerandi, at londini eru samd um, hvussu ein møguligur fiskiskapur skal skipast . Fyrsta stigið er, at vit í felag tryggja eitt vísindaligt grundarlag at taka útgangsstøði í,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Við sáttmálanum binda Føroyar, saman við Grønlandi, Íslandi, Noregi, USA, Kanada, Russlandi, ES, Kina, Suðurkorea og Japan seg til ikki at fara undir vinnuligan fiskiskapi í altjóða sjógvi í Íshavi fyrr enn fiskiveiðifelagsskapur er settur á stovn at umsita fiskiskap í økinum. Sáttmálin er í fyrsta umfari galdandi í 16 ár.

Talan er sostatt um strandarlondini kring Íshavið, og tey, sum í løtuni verða mett millum fáu londini, sum hava hegni og reiðskap at fara undir møguligan fiskiskap í Íshavi.

Í røðu síni í Ilulissat í Grønlandi, har sáttmálin varð undirskrivaður, legði Poul Michelsen dent á týdningin av, at fiskiveiðitjóðir kring heimin taka ábyrgd og vísa varsemi, heldur enn at leypa framav og fara undir óskipaðan fiskiskap.

“Sáttmálin er ein varði í millumtjóða fiskiveiðiumsiting. Millumtjóða samstarv, verja av okkara viðbrekna havumhvørvi og vísindaligar kanningar eru grundarlagið undir burðardyggari gagnnýtslu av tilfeinginum í havinum,” segði landsstýrismaðurin millum annað í røðu síni, sum kann lesast her.

​Kelda: Løgtingið

Comments
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.