Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 6.710 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 4.900 pund hýsa, 1.700 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Við Dalsenna eru tríggir mans og skipari er Jóhannes F. J. Nybo.
Dalsenni var eisini til útróðrar týsdagin og tá høvdu teir 6.956 pund og tá var eisini tað mesta hýsa.
Landa bleiv til NFCS.
SáH
DALSENNI - ( KG 301 )NFCS-16-09-2020 3.355
DALSENNI - ( KG 301 )NFCS-15-09-2020 3.478