NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Líðhamar 14.420 pund og landaði til Snarfrost í Miðvági

26/11/2019

Comments

 
Billede
Líðhamar hevur verið til útróðrar í nátt. Teir hava verið við línu vestanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 14.420 pund, tað mesta hýsa og toskur, 9.200 pund hýsa, 5.000 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til Snarfrost í Miðvági klokkan 09:30 í morgun.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 )  (SNARFROST) 26-11-2019   7.210


Comments

Kvikk komin aftur av góðum túri

26/11/2019

Comments

 
Billede
Beint fyri klokkan trý í dag kom Kvikk aftur av góðum túri.

Teir hava 140.000 pund inni, tað mesta var hýsa og hava teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Landa verður nú til Kósina og 82.680 pund blivu boðin út til Fiskamarknaðin Føroya.  78.000 pund hýsa og 4.680 havtaska.

Kvikk byrjaði túr tann 16. november.

KVIKK – ( KG 477 )
KLAKSVÍKAR HAVN16-11-201927-11-2019   41.340

SáH

Comments

Gudrun landa 9.000 pund av havtasku

26/11/2019

Comments

 
BilledeGudrun, mynd tikin tann 26.11.2019 klokkan 11:00
Gudrun er komin aftur frá góðum túri. Teir hava verið úti í eitt døgn og høvdu góð 9.000 pund av havtasku.

Teir hava í morgun landa til NFCS og vóru teir lidnir at landa kl. 11:00 í morgun.

Tá News.fo og Norðoya Portalurin komu á støð, var okkara gamli maður Sjúrður Josephsen á veg í land, eftir at hann hevði landað Gudrun og tað var eftir stigatrappunum við síðuna á Gudrun í stýriborð og tað gekk avbera gott at koma á land aftur. Spurdi hann, um hetta var dagligurin kostur hjá honum, at klitra í land og um hann ikki var ov gamal til slíkt, men tað helt hann yvirhøvur ikki, hatta var einki uppá seg, upplýsast skal at Sjúrður er 81 ella 82 ára gamal.

Sera gott klára, hann segði at hann var noyddir at fara umborð á bátarnar, tí hann skuldi síggja í lastina, tá ið hála var upp og niður.

SáH

Comments

​Kunoyarnes hevði 4.000 pund

25/11/2019

Comments

 
Billede
Kunoyarnes var eisini til útróðar sunnunáttina og landaði hann til NFCS klokkan 10:00 mánamorgunin.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.820 pund, tað mesta toskur og hýsa, 2.200 pund toskur, 1.600 pund hýsa og restin annað fiskaslag.

SáH

Comments

Stakkavík 6.000 pund í dag

25/11/2019

Comments

 
BilledeStakkavík, mynd tikin tann 25.11.2019 klokkan 10:58
Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum var ikki serliga góðir í nátt, streymurin var harður og veðrið kundi gott verið eitt sindur betri. Fleiri av útróðrarbátunum fóru ikki til útróðar sunnunáttina.

Stakkavík var álíkavæl til útróðrar og royndu teir við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 5.530 pund, tað mesta toskur og hýsa, 3.000 pund toskur, 2.400 hýsa og restin annað fiskaslag.

Teir komu aftur kl. 11:00 og landa bleiv til NFCS og sjá filmsklipp herundir.

SáH

Comments

ANRU hevði 7.000 pund í dag

25/11/2019

Comments

 
Billede
ANRU hevur roynt norðanfyri í nátt.

Teir fingu 7.000 pund á 30 stampum. Meginparturin av veiðuni var toskur og hýsa, 4.500 pund var toskur og restin hýsa.

ANRU hevur landað í Leirvík fyrr í dag og veiðan er seld til Fofish.

SáH

Comments

Smaragd og Grønanes landaðu 72.000 pund til Kósina í dag

25/11/2019

Comments

 
Billede
Smaragd, sum hevur ligið sera leingi við bryggju, er farin í drift aftur og hevur hann verið úti og trola saman við Grønanesi. Teir hava partrola eystanfyri Føroyar.

Teir hava landa 72.000 pund til kósina og tað mesta var havtaska og upsi.

Ein partur bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var havtaskan, Smaragd landaði 12.600 pund og Grønanes 13.800 pund til FMF.

Teir byrjaði túr 18. november.

SáH

Comments

Jákup B landar 100.000 pund til Kósina í dag

24/11/2019

Comments

 
Billede
​Jákup B er afturkomin til Klaksvíkar og landar nú góð 100.000 pund til Kósina.

Teir hava roynt við línu á Íslandsrygginum.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 98.060 pund, tað mesta toskur og svartkalvi, 68.800 pund toskur, 25.080 pund svartkavi og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

JÁKUP B – ( KG 7 )
KLAKSVÍKAR HAVN  25-11-2019   49.030

Comments

ANRU hevði 10.000 pund leygardagin

24/11/2019

Comments

 
Billede
ANRU hevði roynt norðanfyri fríggjanáttina.

Teir settu 37 stampar og fingu 10.000 pund

Umleið 7.000 pund var toskur og 3.000 pund var hýsa.

ANRU landaði í Leirvík leygarmorgunin og veiðan bleiv seld til Fofish.

SáH

Comments

Her live upptøkur frá Stakkavík í morgun

22/11/2019

Comments

 
Billede
yri løtu fekk News.fo live upptøkur, har Stakkavík júst eru byrjaðir at draga og væl sær út, sjá filmsklipp herundir.

Spennandi at vita, hvussu nógv teir hava fiska í nátt og í morgun.

Takk fyri Andru Poulsen og tit umborð á Stakkavík verður ynskt eitt gott fiskarí.

Her sæst filmsklipp, klikk her, "Filmsklipp: Stakkavík tit fiskiskap tann 22.11.2019"

SáH


Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.