Teir byrjaði túr tann 9. juli.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 134.520 pund av upsa.
SáH
Safir og Grønanes koma aftur tíðliga í morgun og hava teir partrola eystanfyri Føroyar og landa júst nú til Kósina. Teir byrjaði túr tann 9. juli. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 134.520 pund av upsa. SáH Dýrindal kom aftur kl. 07:30 í morgun og hava teir trola á landleiðini/eystanfyri. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðinum Føroyar og høvdu teir 25.420 pund, tað mesta var havtaska. 10.280 pund, 6.720 pund toskur, 3.800 tunga, 2.880 pund reyðsprøka og restin annað fiskaslag. Teir fóru túr tann 11. juli og við hendan túrin vóru 4 mans. SáH Klokkan 08:15 legið Sómay at bryggju við NFCS. Hann hevur havt ein góðan túr ígjár, har teir hava snellast norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.640 pund og landa júst nú til NFCS, tað mesta toskar og nakað hýsa og upsi. Tað vóru tveir mans við Sólmay. SáH Jákup B. er afturkomin aftur til landi av góðum túri vestanfyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 170.260 pund, tað mesta toskur og hýsa. 121.000 pund toskur, 46.000 pund hýsa og restin annað fiksaslag. Jákup B. byrjaði túr tann 5. juli og landar júst nú til Kósina. SáH
Stakkavík kom aftur klokkan 16:30 í dag og hava teir roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 9.200 pund á 37 stampum og var hann besti útróðrarbátur í Klaksvík í dag. Størra helvtin var toskur, 5.400 pund, 3.000 pund hýsa og restin annað fiskaslag. Teir vóru tríggir við hendan túrin og skiparin var Andru Poulsen. SáH
Fuglberg og Skoraberg komu aftur kl. 05:30 í morgun, har teir løgdu at bryggju við Kósakajuna.
Teir hava partrola við Føroyar og veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 338.400 pund av Gullaksi. Teir byrjaði túr tann 6. juli. Fiskurin ferð allur til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar. Her filmsklipp og myndir, sjá herundir. SáH |
Arkiv
December 2022
|