NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroyar og Ísland gjørt fiskiveiðiavtalu fyri 2023

9/12/2022

Comments

 
Picture
Føroyar og Ísland hava gjørt avtalu um fiskiveiðiavtalu fyri 2023. Avtalan varð gjørd á fundi 6. desember 2022 millum Árna Skaale, fiskimálaráðharra, og Svandís Svavarsdóttir, matvørumálaráðharra.

Avtalan, sum er tann sama sum avtalan fyri 2022, ber í sær, at føroysk skip eins og árini framman undan kunnu fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi og íslendsk skip uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.

Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan eins og áður verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5% av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.

Atgongdin at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Hetta merkir, at londini kunnu fiska hesar kvotur í síni heild inni hvør hjá øðrum. Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum; hetta er eisini óbroytt í mun til undanfarin ár.

Føroyar og Ísland hava í heyst skrivað undir ein rammusáttmála, sum skipar fiskiveiðisamstarvið millum londini av nýggjum. Sáttmálin kemur ístaðin fyri semjuna landanna millum frá 1976 og fær gildi, tá Løgtingið og Altingið hava tikið undir við honum.

Fiskiveiði­samráðingarnar millum Føroyar og Ísland hava higartil altíð verið á politiskum stigi, men við nýggja sáttmálanum verður lagt upp til, at tær fara at vera á embætismannastigi. Um Løgtingið og Altingið taka undir við rammusáttmálanum, verður fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland fyri 2023 sostatt tann seinasta, sum er gjørd á politiskum stigi.

Fiskimálaráðið

Comments

Semja um fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Noreg fyri 2023

9/12/2022

Comments

 
Picture
Føroyar og Noreg hava 7. desember gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2023. Hóast toska- og hýsukvotan í norskum sjógvi lækkar munandi komandi ár, vóru londini sinnað at varðveita núverandi støði í avtaluni.

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2023 verða 4.945 tons av toski, 1.100 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum. Hetta eru óbroyttar kvotur í mun til 2022.

Norsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2023 vera eisini óbroyttar í mun til 2022. Kvotan av longu og blálongu verður 3.000 tons, og kvotan av brosmu verður 1.500 tons. Kvotan av øðrum fiskasløgum verður 800 tons. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum, verður eisini óbroytt 6.600 tons.

Umframt kvotabýtið fáa føroysk skip atgongd at fiska tosk og hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Russland, í norskum sjógvi. Føroyar kunnu samanlagt flyta 6.250 tons av botnfiskakvotuni í Russlandi í norskan  sjógv at fiska. Talan er um eina øking á 2.260 tons í mun til í 2022. Afturfyri verður norska atgongdin at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2023 50.000 tons. Hendan atgongdin var 31.920 tons í 2022.

Noreg var vertur fyri samráðingunum hesaferð, og vóru samráðingarnar hildnar í Oslo.

Fiskimálaráðið

Comments

Nýggj tøkni avgerandi fyri burðardygd

18/5/2022

Comments

 
Picture
Løgmaður setti í gjár stóru søluframsýningina Atlantic Fair, sum í hesum døgum verður hildin í Klaksvík.

Í røðu síni vísti løgmaður m.a. á, at vit mugu verða burðardygg um vit skulu vaksa, og legði dent á, at Atlantic Fair er ein drívmegi í hesari tilgongd. Bæði við at vísa fram nýggja og grøna tøkni, men eisini við at knýta sambond millum týdningarmiklar partar í Norðuratlantshavi.

Røðan hjá løgmanni kann lesast niðanfyri:

Røða løgmans á Atlantic Fair 2022

Dear guests, ladies and gentlemen,

Welcome to Klaksvík.  The fisheries capital of the Faroe Islands.

The sea has sustained the Faroese way of life for a millennium.

The Faroese industrial revolution took off in the late 19th century.

It did not begin in the coal mines or industrial cities as it had done in our neighbouring countries.

It all started on the sea.

Klaksvík was at the heart of this revolution.

Its people were its driving force as they still are.

***

The Faroe Islands are now among the most advanced fisheries economies in the world.

The health of our nation still depends on the sea.

Therefore, we always want to make sure that marine resources are used to create lasting value for our people.

But we must create value without damaging the ability for future generations to do so.

This is our top priority.

***

Ladies and gentlemen,

Adapting to the need for sustainable growth in the maritime industries is crucial for the people of this region.

Therefore, I launched the Forum for Sustainable Growth, which has now been at work for more than a year.

The mandate of the forum is simple:

Find sustainable ways to preserve and develop Faroese welfare and way of life.

The definition of growth must require that unless it is sustainable, it should not be considered growth at all.

I am convinced, as is the Faroese business community that growth can happen and should happen despite aiming for a greener future.

Among the focus areas of the Forum for Sustainable Growth are marine resources and marine services.

The Forum has formulated numerous proposals for sustainable growth within different areas.

The Faroe Islands is among the top food producers and exporters in the world.

However, we need more food research and more value-added food products.

We need a greater focus on fish processing methods and research into fish stocks.

We also need to develop new, more productive, and sustainable methods of aquaculture.

We need to develop more sustainable tourism  and we need to look at growth opportunities within information technology,  green technology, and maritime services.

Atlantic Fair is an important part in this development. Because it can showcase the necessary technology.

And because it can bring together businesses and decision makers.

***

Ladies and gentlemen.

The participants in this event over the years are proof that innovation and adaptability go hand in hand.

The Atlantic Fair highlights the maritime industry on an international level.

It connects partners in the North Atlantic and beyond.

Partners that would otherwise not know of each other.

It supports the foundations for further growth in industries that are the main source of income for our country.

The success of the Atlantic Fair can be seen in the diversity of its participants.

I am told that 191 companies from 17 countries participate this year, which makes this year’s exhibition the largest ever.

With these words, I declare the Atlantic Fair open.

Thank you!

Bárður á Steig Nielsen  
Løgmaður

Comments

​Makrelsamráðingar hava verið í London hesa vikuna

11/5/2022

Comments

 
Picture
Hesa vikuna hava samráðingar verið í London millum strandarlondini um at býta makrelin av nýggjum.

Fundir hava verið í dag og í gjár, har ein framtíðar makrelsemja hevur verið viðgjørd. Serliga viðgjørdu londini, hvussu vísindaliga makrelfrágreiðingin skal tulkast sum grundarlag undir krøvunum og longdina av einari framtíðar makrelsemju. Í hesum sambandi vóru londini samd um at miða eftir eini semju um makrelbýtið í seinasta lagi til ársfundin í oktober mánaði.

Strandarlondini gjørdu av at hittast aftur til samráðingar 8. og 9. juni og 22. og 23. juni í London.

Á samráðingarumfarinum 8. og 9. juni, sum verður tað fjórða í røðini, síðani londini byrjaðu tilgongdina í Tórshavn í september mánaði í fjør, fara londini at leggja fram síni krøv viðvíkjandi makrelbýtinum.

Luttakandi londini eru Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg.

Fiskimálaráðið

Comments

Fiskaklettur komin aftur við 36.000 pundum

12/4/2022

Comments

 
Picture
Fiskaklettur er komin aftur av skjótum túri. Teir hava trola norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 35.880 pund, tað mesta var toskur og reyðsprøka, 23.700 pund toskur, 6.200 pund reyðsprøka og restin annað fiskaslag.

Teir byrjaði túr fyri trimum døgum síðani og við eru 4 mans.

Landa bleiv til NFCS og byrjaði teir at landa Fiskaklett klokkan 07:00 í morgun.

SáH

FISKAKLETTUR – ( TN 415 )NFCS-12-04-2022   17.940

Comments

Fiskivinnan, meting fyri viku 13, 2022

27/3/2022

Comments

 
Picture
Línuskip.Trý stór ísfiskaskip og eitt minni, eru úti. Vit rokna við at øll landa í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu. Vit rokna við at okkurt fer avstað í næstum. Sjey frystilínuskip eru við Ísland og eitt undir Føroyum.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðri verður hampuligt, so vit rokna við nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Annar er á svartkalvaveiðu og kemur at landa fyrst í vikuni. Hin liggur við bryggju

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Fiskaríð er misjavnt, okkurt brúkiligt hál inn ímillum. Tey landa sum vikan gongur. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski.

Trolbátar: Fimm trolbátar eru til fiskarí. Vit rokna við at fýra av teimum koma at landa mánadagin og so tann fimti seinni í vikuni. Teir fiska mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Annað hevur brúkiligt fiskarí, meðan hitt fer at draga fyrstu ferð í vikuni. Øll landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her

Fiskamarknaðurin Føroya

Picture
Comments

Útróðrarbátarnir høvdu 59.000 pund í dag

17/1/2022

Comments

 
Picture
​Teir flestu av útróðrarbátunum hava verið til útróðrar í dag. Teir hava roynt við línu eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir tilsamans 58.926 pund, tað mesta var hýsa og toskur, sjá sølurnar herundir.

Bestir í dag gjørdist Brandur við 9.080 pundum.

Landa bleiv í Klaksvík og Hvannasundi.

SáH

STAKKAVÍK – ( KG 748 )
NFCS-17-01-2022   1.906
NORÐSØKI – ( KG 538 )NFCS-17-01-2022   3.785
BRAGD – ( KG 642 )SJÓGÆTI-17-01-2022   3.740
DALSENNI – ( KG 301 )NFCS-17-01-2022   3.109
LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-17-01-2022   4.008
BRANDUR – ( KG 557 )HVANNASUNDS HAVN-17-01-2022   4.540
BJØRGVIN – ( KG 503 )NFCS-17-01-2022  1.440
KALLANES – ( FD 590 )SJÓGÆTI)-17-01-2022   3.985
ANRU – ( KG 730 )NFCS-17-01-2022   2.950

Comments

Fiskivinnan í Føroyum, meting fyri viku 3, 2022

16/1/2022

Comments

 
Picture
Línuskip. Tvey ísfiskalínuskip er undir Føroyum, tey landa møguliga síðst í vikuni ella fyrst í næstu viku. Tey trý smærru línuskipini eru eystanfyri, tey landa helst fyrst ella mitt í vikuni. Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum, tvey við Ísland og eitt er í Barentshavinum.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður eitt sindur umskiftandi. so tað verður vantandi nakað av útróðri tá veðri loyvir tí.

Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí, og helst fer okkurt par afturat út um vikuskifti, men øll eru nýliga byrjaði túr, so tað er ivasamt um nakað landar í vikuni.

Trolbátar: Fýra eru til fiskarí, allir eru eystanfyri og fiska havtasku, helst fer onkur út um vikuskifti. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er smáligt.. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir koma at landa vikuni.

14.01.2022
Fiskamarknaðurin Føroya

Comments

Útróðrarbátarnir høvdu 48.000 pund leygardagin

16/1/2022

Comments

 
Picture
Fleiri av okkara útróðtarbátum vóru til útróðar leygardagin. Teir royndu við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 48.142 tilsamans, tað mesta var hýsa og toskur.

Bestir gjørdist Brandur úr Hvannsundi, teir høvdu 10.652 pund.

Landa bleiv í Klaksvík og Hvannasundi.

SáH

SLÆTNATINDUR – ( FD1053 )NFCS-15-01-2022  1.631
NORÐSØKI – ( KG 538 )NFCS-15-01-2022   4.171
LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-15-01-2022   4.388
BJØRGVIN – ( KG 503 )NFCS-15-01-2022   1.392
BRANDUR – ( KG 557 )HVANNASUNDS HAVN-15-01-2022   5.326
BRAGD – ( KG 642 )SJÓGÆTI-15-01-2022   3.884
KALLANES – ( FD 590 )SJÓGÆTI)-15-01-2022   3.279

Comments

Útróðrarbátarnir høvdu 51.000 pund í dag

14/1/2022

Comments

 
Picture
​Teir flestu av útróðrarbátarnir í Klaksvík vóru til útróðrar í dag. Allir royndi við línu eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir íalt 51.324 pund, tað mesta var hýsa og toskur, sjá sølurnar herundir.

Bestir í dag var Líðhamar, teir høvdu 10.960 pund.

Allir landaði í Klaksvík og Brandur landaði í Hvannasundi.

SáH

BRANDUR – ( KG 557 )-HVANNASUNDS HAVN-14-01-2022   3.975
SLÆTNATINDUR – ( FD1053 )NFCS-14-01-2022   1.250
KALLANES – ( FD 590 )SJÓGÆTI-14-01-2022   4.554
BRAGD – ( KG 642 )SJÓGÆTI-14-01-2022   3.990
NORÐSØKI – ( KG 538 )NFCS-14-01-2022   3.813
LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-14-01-2022   5.480
STAKKAVÍK – ( KG 748 )NFCS-14-01-2022  2.600

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.