NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Stór skomm við Miðlastuðlinum, tit skuldi skamma tykkum

18/12/2024

0 Comments

 
Picture
Øll vita vit at tey í Tórshavn duga sera væl at klippa sær sjálvum og tað eru tey verðinsmeistarar til.

Eisini vita vit, at tú mást vera í einari kliku "nevnd" fyri at fáa hendur á almennum pengum og hetta eru ovurhonds stórar upphæddir, tey burturluta til hvønn annan, fleiri 10tals milliónir um árið.

Hetta geldur bæði fyri list, filmlist, miðlar, grannsking, ferðavinnu og ein kundi blivi við at nevnt økir, har 10tals milliónir av olmussi verið latin til hesu fólkini, feløg og felagskapir um árið. 

Stuðulsupphæddirnar eru farnar til himmals og mest sum allar milliónirnar enda í Tórshavn, har sigast kann at vinar og kenningarpolitikkurin blomstrar í besta blóma.

Men hvør betalur hesar risa upphæddir til hesar persónar, felagsskapir og feløg og tað er vit í útjaðarnum og vit fáa onki afturfyri og hvar eru útjaðarpolitikkarnir, teir snorksova. 

Tað grovasta til hetta Sirkusi er at har er næstan onki eftirlit við hesar stuðulsjáttanir, hvat hesi fólkini brúka pengarnar til? og er nakað eftirlit aftaná?, tá ið pengarnir eru brúktir, eru teir brúktir rætt ella er teir bara farnir til forbrúk?

Nei, latið hesi fólkini klára seg sjálvi, klára tey ikki tað, so eigur kassin at latast aftur og tey kunnu finna sær aðrar inntøkukeldur at fíggja sítt virksemi uppá, tað gera vit onnur og hví skulu tey fáa stuðul og vit onnur onki fáa?

Seinasta dømi er Miðlastuðulin fyri 2024, stór skomm og tey øll skuldi skamma seg, ríka seg upp fyri stuðul frá okkum. 

Tað kann ikki vera uppgávan hjá okkum, at vit geva teimum stuðul fyri at halda teirra forbrúk uppi, har tey liva í sús og dús fyri okkara pengum.

Seinastu mongu milliónir vóru latnar í vikuni, har frágreiðing um virksemi hjá Miðlastuðulsnevnini í 2024 bleiv løgd fram og hon sigur okkum at tað er sjón fyri søgn við klippingini í Tórshavn, sjá grein niðanfyri:

Símun á Høvdanum

Frágreiðing um virksemi hjá Miðlastuðulsnevndini í 2024

Sambært § 7, stk. 3, í miðlastuðulslógini skal Miðlastuðulsnevndin við árslok á hvørjum ári lata landsstýrisfólkinum hesa skrivligu frágreiðing um virksemi sítt. Landsstýrisfólkið leggur frágreiðingina alment fram á netið og kann hon heintast her.

Almanna- og mentamálaráðið

0 Comments



Leave a Reply.

    Picture

    Archives

    March 2026
    February 2026
    December 2025
    September 2025
    February 2025
    December 2024
    October 2024
    September 2024
    February 2024
    January 2024
    January 2023
    December 2022
    November 2020
    November 2019

    Categories

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.