NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Signhild V. Johannesen og Annika S. Biskopstø stemmaði ikki fyri uppskotinum

14/10/2024

0 Comments

 
Picture
​​Mál 23/01320-32 Byggisamtyktarbroyting fyri sølutorg, almenn vesi o.a. E5

Hetta er økið har Norðoya Bátafelag skal hava sínu felagshølir og har vera eisini íbúðir, sølutorg, almenn vesi, men tá ið atkvøttt bleiv bleiv og uppskotið bleiv samtykt, manglaðu stemmurnar hjá Signhild V. Johannesen og Anniku S. Biskopstø.

Annika S. Biskopstø fór enn longur og hon var einasti Býráðslimur sum stemmaði ímóti uppskotinum. Fái ikki ordiliga skil á, hvat Annika vil við sínum politikki í Klaksvíkar Býráð, hon hevur verið í samgonguni og tá stemmaði hon fyri øllum málum og nú hon er í andstøðu, so stemmur hon NEI, sjálvt um hon hevur verið við til at stemma JA áðrenn hon fór úr samgonguni.
 
Eg var sjálvir við til at avseta 500.000,00 kr. til Norðoya Bátafelag í 2022, har vit umrøddi fíggjarlógina fyri 2023 og har stemmaði hon JA og nú NEI?

Veit bara at fólk í Klaksvík fara at vera sera glað fyri hatta økið og hevur Klaksvíkar Býráð tikið hædd fyri grannunum, har komu inn tvær viðmerkingar/kærur inn og mælt var til at taka viðmerkingina frá Klaksvíkar kappróðrarfelag um bátabrúgvarnar og Føgruvík til eftirtektar. Áheitan frá R.B. um býartætting og liðugtgerð av verandi býrúmum/verkætlanum varð eisini tikin til eftirtektar, so skuldi øll verið nøgd, men tað vóru Annika S. Biskopstø og Signhild V. Johannesen ikki.

Tá ið hatta økið er gjørt, so manglar lítið í liðugtgerð av eystursíðuni og komandi Býráð kann tá fara í gongd við vestursíðuna, frá Føroya Bjór til Heimið við Vágna, so alt verður samanbundið og tá kann ein fara ein gongutúr heilt frá Stongunum til Heimið við Vágna fram við sjóvarmálanum.

Tað er soleiðis Fólkaflokkurin arbeiðir, lata tey privatu og feløgini koma vit hugskotum og so skulu vit føra tað út í ljósið,

Spennandi verður og vónandi fái eg tykkara stemmur 12. november, tí SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

X við Símun á Høvdanum
Fólkaflokkurin

Picture
0 Comments



Leave a Reply.

    Picture

    Archives

    March 2026
    February 2026
    December 2025
    September 2025
    February 2025
    December 2024
    October 2024
    September 2024
    February 2024
    January 2024
    January 2023
    December 2022
    November 2020
    November 2019

    Categories

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.