NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroyskar mammur sera illa fyri, um tær føða síni børn í Danmark

3/12/2024

0 Comments

 
Picture
Hugdi eftir sendingini "Kanst tú siga farvæl?", har umrøtt var um at sera nógvir føroyingar ikki venda aftur til Føroyar eftir loknað útbúgving í Danmark.
​
Ein faktorur bleiv ikki umrøddur og tað eru konufólk, sum hava fingið børn saman við einum danskara ella útlendingi og sum hava fødd teirra børn í Danmark. Tær hava ongan møguleika at koma heim til Føroyar aftur við teirra børnum, um tær blíva skyldar ella fara frá sambúgvanum, tí sigur maðurin ella sambúgving Nei, so sigur lógin, at tey ikki hava loyvið at flyta til annað land við børnunum og gera tær tað, so blíva børnini tikin frá teimum, tí so kemur tað undir at tær hava burturflutt børnini.

Hetta átti Fólkatingslimirnir Anna og Sjúrður tikið upp í Fólkatinginum, tí sjálvandi skulu føroysku mammurnar sleppa til Føroyar, vit hoyra jú undir Danmark og eru í Ríkisfelagskapi við Danmark og hví skal ein útlendingur í Danmark bestemma, hvar ein danskari/føroyingur skal búgva við sínum børnum innan Ríkisfelagsskapinum og er Føroyar eitt útland í Danmark?

Veit fleiri dømir har mammur vera tvingaðar at liva í Danmark við teirra børnum, tí fyrrverandi maðurin/sambúgving sigur Nei til at føroyska mamman og børnini skulu til Føroyar og tískil vera tey noydd at búgva í Danmark uttan sína familju í Føroyum og tað endar við at øll familjan flytir niður fyri at familjan skal vera saman.

Hetta má broytast skjótast gjørligt, sjálvandi skulu føroyskar mammur hava loyvið til at búgva, har tær hava hug til í Ríkisfelagskapinum og tað skal so undir ongum umstøðum henda, at ein útlendingur í Danmark bestemmar hvar ein danskari/føroyingur skal búgva.

Símun á Høvdanum

0 Comments



Leave a Reply.

    Picture

    Archives

    March 2026
    February 2026
    December 2025
    September 2025
    February 2025
    December 2024
    October 2024
    September 2024
    February 2024
    January 2024
    January 2023
    December 2022
    November 2020
    November 2019

    Categories

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.